mikudagur 2. november 1994síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sstalurin ) Nr. 209 — 2. NOVEMBER 1994 Sida 3
Jógvan Adolf hartar landsstýrið:
Tit kunnu ikki
tvinga komm-
unur saman
— Haldið tykkum til samgonguskjalið, har stendur ikki eitt orð
um, at kommunur kunnu tvingast at leggja saman við lóg. Eg
gangi við til at kommunur leggja saman, kunnu tær fáa
fyrimunir av hesum, einki annað, sigur tingmaðurin úr Skopun
Jógvan Adolf Johannesen,
tingmaður í Skopun er sera
bilsin av úttalilsunum hjá
Eilif Samuelsen, lands-
stýrismanni í Dimmalæt-
ting herfyri, har hann metti
at um eini tvey år fóru
einans tíggju kommunur at
vera eftir í Føroyum.
— Hetta er beinleiðis brot á
samgonguskjalið. Um so er
at Eilif Samuelsen, ella
landsstýrið ætla at kroysta
kommunurnar til saman-
legging við lóg, so er tað
brot á samgonguskjalið.
Tað stendur einki í sam-
gonguskjalinum um at
kommunur skulu leggja
saman við lóg. Verður hetta
kortini roynt, so er talan um
samgongubrot og tað skulu
teir vita, sigur Jógvan Adolf
Johannesen.
Ikki ímóti
samanlegging
- Hetta vil ikki siga tað
sama sum at eg eri í móti at
kommunur sjålvbodnar, so-
leiðis sum tað stendur í
samgonguskjalinum, legg-
ja saman. Hetta kunnu tær
gera um so er, at tær kenna
sær fyrimun av einari sam-
anlegging, sigur hann.
- Ég eri í móti at tvinga
nakra kommunu at leggja
saman. Eg haldi, at í hesum
samfelagi, sum vit liva í, er
nóg mikið av tvingsli. Tað
er ongin orsøk at iram-
tvinga nakra nýggja 6nøgd í
samfelagnum, sigur Jógvan
Adolf Johannesen.
— Í samgonguskjalinum
stendur greitt, at kommunur
eiga sjålvbodnar at leggja
saman, ikki tvingast við lóg
og verður hetta gjørt, so er
talan um brot á samgongu-
skjalinum. Hendir hetta, so
ætli eg mær ikki at sita ug-
andi, sigur Jógvan Adolf
Johannesen.
Eg vil heita á menn í
samgonguni og í landsstýr-
inum um at vera eitt sindur
varnar við tí sum teir bera út
millum fólk, latið vera við
at provokera, men arbeiði
heldur út frá tí sum stendur í
samgonguskjalinum, sigur
Jógvan Adolf Johannesen.
Landsstýrið hevur iva-
leyst at takast við, um tað
bara klárar ein part av tí sum
stendur í samgonguskjalin-
um, tí er ongin orsøk at leita
útum skjalið, fyri at finna
sær mál at loysa, sigur
Jógvan Adolf Johannesen.
jústinus
Tað, sum tey flestu fyri bert tveimum ella
trimum árum síðani hildu vera eitt upplop í
| fólkaflyungini úr Føroyum, hevur víst seg
| at vera ein nógv stórri trupulleiki, sum i dag
| má roknast millum teir Størstu, føroyska
| samfelagið hevur at dragast við. Hetta tykj-
ast tey flestu eisini hava sæð i cyguni nú.
— Meðan tað fyrr var soleiðis, at tað mest
vóru ungfólk, ið fóru niður at lesa og annað
líknandi, og sum ikki høvdu bundið seg áðr-
enn, eru tað í dag smábarnabólkurin og for-
eldrabólkurin, ið fara av landinum, sigur
Hans Pauli Strøm, fólkalívsfróðingur.
- Vit skulu minnast til, at tey ungu for-
Í eldrini í dag hoyra til tann mest týðandi
partin í samfelagnum, tí tey eru mest virkin
|
ið verða latnar inn til framkallan
LANDSINS BESTU MYNDIR
KODAK ROYAL PAPPIR
Tilboðið er bert galdandi fyri framkalling av sjálvum myndunum
SMS FOTO & VIDEO
SMS * Tlf. 19820
Folkaflytingin
'nátt astronom-
lisku hæddirnar
— Tey tølini, vit nú hava at arbeiða vid, tá talan er um fólkaflyt-
ingina úr Føroyum, eru so stór og ógvuslig, at tey ikki kunnu
verða samanborin við nakað annað, sigur Hans Pauli Strøm
á so mongum økjum. Tað eru tey, ið skipa
familjur og annars eru sera virkin fíggjar-
liga, arbeidsliga og á annan hátt. Ti er hetta
ein bólkur, ið vit sera illa kunnu vera fyri
uttan í samfelagnum, uttan at tað merkist.
Folkalivsfrødingurin vísir eisini á, at tað
er sera torført hjá hesum at koma aftur, tá tey
fyrst eru farin.
— Hesi fara frá øllum sínum, og so byggja
tey sær eina nýggja ulveru upp uttanlands,
har tey bæði viðvíkjandi íbúð, arbeiði, fam-
ilju og sosialum viðurskiftum byrja av heilt
av nýggum, sigur hann.
— Tað er nærum óhugsandi, at hesi koma
aftur einaferð, so tí er tað so ál varsligt, at tað
júster hesin bólkurin, ið er harðast raktur, tá
vit tosa um ta stóru fólkaflytingina
úr Føroyum.
— Vittosa um tel, id hava nátt tær
astronomisku hæddirnar, um tað
ber til at siga tað soleiðis. Hesi tøl
eru so stór, at tey ikki kunnu setast
inn í nakað modell, ið tað síðani ber
til at arbeiða víðari við, sigur Hans
Pauli Strøm.
— Meðan tað tekur årtiggjur at
broyta aldursbýti á tann hátt, at tað
verða fleiri eldir fólk og færri smá-
børn fødd, er ovurståra broytingin
her hjá okkum hend eftir ongari tid.
Tad, sum er hent í Føroyum eftir so
fáum árum, er komið sum eitt skot..
Hann sigur, at alt samfelagið er
bygt upp eftir, hvussu fólkatalið
var, so ti dugir neyvan nakar rætti-
liga at ímynda sær fylgjurnar, tá so
nógv færri menniskju eru at manna
almannaverkið, skúlaverkið og øll
tey størv, ið eru.
-—Taðerneyvannakar, ið dugir at
hugsa sær, hverjar broytingar tað
eitt nú kann hava við sær, at ein
triðingur er burtur av tí, vit skuldu
havt innan eitt nú skúlaverið, sigur
Hans Pauli Strøm.
I DAG