mikudagur 2. november 1994síða 4
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða4 Nr 209—2. NOVEMBER 1994
Tidindabladid (Ll
Mintist lítið
um flytingarnar
Eyðun Hammer,
visti lítið at siga um Skálafjall
Mánadagin seinnapartin
kom Føroya Rættur umsíðir
til at avhoyra tann seinasta
av teimum ákærdu í Skála-
fjalsmálinum, Eyðun Ham-
mer. Hann bíðaði til seinast,
tí hann hevur verið til skips
og kom ikki heim aftur fyrr
enn fyri eini viku síðan.
Tað tók ikki langa tíð at
avhoyra Eyðun Hammer, tí
hann mintist so lítið um tað,
hann varð spurdur um. Av-
hoyringin av honum var ti
longu lidug fyrrapartin i
gjår.
Eyðun Hammer var frå
1984 leiðari á utlånsdeildini
í Føroya Banka. Á tí deild-
ini arbeiddu 15 fólk, tá tey
vóru flest, í 80-árunum.
Sum leiðari á deildini var
Eyðun Hammer við til at
leita fram tey skjól, sum
politiið bað um við sam-
bandi til Skålafjall. Hann
hevði tó fólk at hjálpa sær
við tí praktiska arbeiðinum.
Horvnu skjølini av deild-
ini hjå Føroya Banka i Salt-
angarå hava fleiri ferdir
Landskassin
hevði mist meira
Magnus Petersen heldur, at um teir høvdu uppgivið Skålafjall, tá teir vóru greiðir yvir,
at teir ikki megnaðu at útvega eginpeningin, hevði landskassin mist meira, enn hann
verið á lofti, og ákærin fór
mánadagin aftur at spyrja
um hesi skjól. Skjølini
viðvíkjandi einum láni uppá
eina millión til Skålafjall.
Eyðun Hammer kundi
heldur ikki hjálpa. Hann
hevði, meðan hann enn ar-
beiddi í bankanum, roynt at
leita í bankanum men til
fánýtis.
Skjølini, sum bankin
hevði fingið úr Saltangará,
vóru annars komin í trimum
brævbjålvum, ið løgd vórðu
á borðið hjá Eyðuni.
Eyðun hevur vegna Før-
oya banka undirskrivad
fleiri av skjølunum, sum eru
løgd fram í hesum måli-
num. Eisini váttanina til
landsstýrið um, at reiðarítið
átti innistandandi 8,6 mió.
krónur, "sum er eginpen-
ingur í verksmiðjutrolara-
num Skálafjalli".
Eyðun mintist ikki, hvør
hevði biðið um heaa váttan,
ið landsstýrið mundi hava
kravt at fingið. Hann helt tó,
at tað mundi vera onkur í
fyrrverandi deildarleidari í Føroya Banka,
reiðarínum, ið hevði biðið
bankan skrivað váttanina
vuð hasum orðaljóðinum.
Bæði mánadagin og
fyrrapartin í gjár varð Eyð-
un Hammer spurdur um
ymisk lán og allar flyting-
arnar bók av bók í sambandi
við Skálafjall, men hann
mintist einki til alt hetta,
ella hevði ikki givið tí gæt-
ur. Heldur ikki mintist hann
til nakað orðaskifti í bank-
anum um pengar til Skåla-
fjall.
Á eini váttan, sum løgd
var fram fyri Eyðun Ham-
mer, mánadagin, var hann
bara medundirskrivari. Tað
var ein flyting upp á góða
millión av eini konto.
Eyðun Hammer segði, at
hann ikki hevði kannað, um
so nógv stóð á bókini, tí tað
helt hann, hin undirskriv-
arin hevði gjørt. Annars
undirskrivaðu teir yvir 100
flytingar um dagin í teimum
árunum, segði Eyðun Ham-
mer.
Arbeiðstrýstið var øgiligt
misti seinni , tå skipið varð selt á tvingsilssølu
Undir avhoyringunum hevur ákærin lagt stóran dent á nókur skjól, sum m politiið hevur
bidid um men ikki fingið frå Føroya Banka. Ákærin heldur „at Føroya Banki heldur hesum
skjólum aftur. Dómarin vildi ikki geva politinum loyvi til at rannsaka bankan, og í øllum
góðum skuldi politiið og leiðsla bankans avtala, hvussu leitingin skal leggjast til rættis
í teimum árum, og hann
arbeiddi mangan bæði um
kvøldid og um vikuskfitið.
Ákærin fekk ikki nógv at
vita frá Eyðuni Hammer,
sum heldur ikki hevði givið
tí gætur, at umsitingarfel-
agið P/F Skálafjall hevði
havt nakað við skipið
Skálafjall og reiðaríið Vál
at gera.
randi
Mánadagin seinnapartin
varð ákærin liðugur við at
aviioyra Magnus Petersen,
advokat hjá reiðarínum.
Men áðrenn hann kundi
reisa seg í stólinum, hann
hevur sitið í og verið av-
hoyrdur í hálvan fjórða dag,
hevði verji hansara, Thom-
as Rørdam, eisini nakrar
spurningar.
Teir vóru um tapið av
Skálafjalli.
Magnus Petersen segði, at
tá teir í reiðarínum í oktober
1987 gjørdu skipasmiðjuni
greitt, at teir iki megnaðu at
útvega eginpeningin, varð
Óli Zachariassen, stjóri á
Skála Skipasmiðju, óður.
Frammanundan hevði
skipasmiðjan fleiri ferðir á
fundum munnliga rykt eftir
pengum frá reiðarínum, og
eina ferð varð rykt skriv-
liga.
Skipasmiðjan nevndi
møguleikan at uppsiga sátt-
målan, men reiðaríið helt, at
tað hevði havt álvarsligar
avleiðingar bæði fyri lands-
kassan, Skála Skipasmiðju
og reiðaríið.
- Vit fingu at vita, at yvir
80 mió. krónur av byggi-
láninum vórðu brúktar, og
hesum veðhelt landsstýrið
fyri. Skipið var ikki liðugt,
og hevði tað verið selt tá,
sum tað stóð, hevði tapið
verið nógv stórri enn við at
halda fram, segði Magnus
Petersen. Hann helt, at
landskassin so hevði mist
uppaftur meira, enn hann
misti, tá Skálafjal varð seld-
ur á tvingsilssølu í 1991.
randi
Haruhagji
Haruhagin, Skoratindur í Oyndarfirði,
10 '/2 mørk, verður seldur fyri hægst-
bjóðandi í dag, mikudagin, millum kl
17.00—18.00.
TIf. 44651
Samband ynskist
50 ára gomul kvinna ynskir samband
við hampamann, búsitandi í Havn.
Tað heyði verið uppaftur verri, um teir í 1987 høvdu uppgivið at bygt skipið, tí tá hevdi landskassin mist meira, enn hann
misti, tå Skálafjall varð seldur á tvingsilssølu 19. desember. Sambært ákæruritinum misti landskassin tá minst 45 mió
krónur
Tlf. 19262 (kl. 8-22)