mikudagur 2. november 1994síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 209 — 2. NOVEMBER 1994
Kendur jódi á vitjan rósar Rabin og Peres:
Vinstrastjorn slóð-
aði fyri friðinum
-Eg trúgvi ikki, at vit høvdu fingið frið vid gran a, var
rar sum Sharon eru ein forðing fyri friði. ft
báðum , Rabin og Peres, fyri sigur Zvi Givati, sum vitjar her
Víðgongdir politika
nógv at takka teimum
Ein stórur meiriluti av ísra-
elum er sera væl nøgdur við
friðargongdina í Miðeystri
og síggja seinastu avtaluna
viðlordan sum eitt sera
týðandi lið í royndum at fáa
varugan frið millum Ísreal
og grannalond tess.
Ein av teimum israelum,
sum fegnast um seinastu
gongdina er leiðarin á al-
tjóða kristnu sendistovuni í
Jerusalem, Zvi Givati, sum
júst hevur vitjað í Føroyum.
Sjálvur hevur Givati
drúgvar royndir í bæði
herinum og trygdarløgreg-
luni. Sum so er hann einki
eindømi. Flestu ísraelar
brúka mong av sínum bestu
árum í herinum.
Vanligt familjulív
-Eg vóni ,attær væleydnaðu
friðarsamráðingarnar
kunnu bera í sær endaligan
frið millum okkum og
arabar og palestinar, og at
tann dagur ikki er so langt
burturi, tá okkara børn og
okkara abbabøm kunnu
síggja fram til eitt lív uttan
fyri herin.
Givati sigur, at ísralar eru
móðir og troyttir av alla
tíðina at skula hugsa um
sína trygd. Teir vilja sleppa
at liva eitt lív í friði og í sátt
og semju við sínar grannar.
-Størsta ynskið hjá okk-
um, sum eru tilkomin er at
síggja, at uppvaksandi ætt-
arliðið kann seta á stovn
familju, fáa sær útbúgving
longu á ungum aldri. Hetta
hava vit ikki kunnað júst
orsakað av óvissu og stríðn-
um við arabar.
Givati er sera sera fegin
um úrslitið av friðarsamrá-
dingunum og heldur, at
sosialdemokratiska stjór-
nin undir leiðslu av Rabin
og Peres hevur gjørt eitt
slóðbrótandi arbeiði.
Sýrialand seinsta
forðingin
-Núerso eftir at fáa frið í lag
við Sýrialand, og tað kann
gerast torført, tá vit vita, at
Asad. forseti í Sýrialandi er
Få
Zvi Givati, leiðari á kristnu sendistovuni í Jerusalem . Mynd kalmar
ein harður hálsur, og eina-
ræðisharri.
„Givati viðgongur, at
Ísrael verður noytt til at
geva Golanheyggjarnar frá
sær aftur fyri at fáa frið við
Sýrialand, men tá má ein
friðaravtala eisini verða
100%. Tí uttan Golan-
heyggjarnar stendur Ísrael
rættiliga verjuleyst mót-
vegis Sýrialandi og Suð-
urlibanon.
Fæst friður við Sýrialand,
og tað trýr Givati upp á, so
fer øll stødan í Miðeystri at
broytast og Ísrael fer at gera
alt fyri at menna alt økid.
-Vit hava nógv dugnalig
fólk og royndir á øllum
økjum, og kunnu vit liva í
friði við grannar okkara, tá
ivist eg ikki i, at royndir
okkarakunnu koma teimum
til góðar eisini.
Arafat
Upp á fyrispurning hvussu
tað kennist at skula sita við
sama borð og taka í hondina
á einum manni sum Arafat.
nar okkara, var ein høgrastjørn í Israel.
Vit hava harafturímóti
sum áður er skyrdur ringasti
uppreistrarmaður sigur Gi-
vati, at tú gert ikki frið-
aravtalur við tínar vinir.
-Tú ger friðaravtalur við
tínar fíggindar og so er eis-
ini í hesum førinum.
Givati ivast tó í, hvussu
leingi tað fer at eydnast
Arafat at halda skil á teim-
um mest víðgongdu pale-
stinunum, eitt nå Hamas.
-Arafat hevur ein stóran
trupulleikar at dragast við,
og hann eitur Hamas.
Klárar hann ikki at steðga
teimum, so hevur hann
stórar trupulleikar sum
leiðari hjá palestinum.
Uppá fyrispurning um
ikki eisini Ísrael hevur
trupulleikar við sínum egnu
víðgongdu sigur Givati, at
Ísrael er eitt demokratiskt
land og har verður upp-
reistur niðurbardur soleiðis
sum tað sømir seg einum
demokratiskum landi.
-Men eru ikki fleiri dómi
um, at tykkara egnu víð-
gongdu hava megnað at
seta kílar í friðargongd-
ina?
-Hugsar tú um hending-
ina herfyri í Herbron, har
hann svakur maður skjeyt
nógvar palestinar, so var tað
ein hending, sum vit gera alt
fyri ikki skal endurtaka seg.
Sharon og hegra
ein forðing
Vit spurdu Givati, um ikki
Zvi Givati saman vid ferdaleidara sinum
høgrapolitikkarar sum
Sharon hava verid og eru
ein fording fyri at fåa frid i
Mideystri!
Til hetta svarar hann
avgjørdur og jåttandi. Men
visir samtidis å, at her er
talan um ein vidgongdan
minniluta, sum í síðsta enda
ikki hevur nakað vald.
-Men nú var Sharon ein
av ráðharrunum í undan-
farnu hógrastjórnini.
Heldur tú at Ísrael hevdi
fingið frið við grannar
sínar,
stýrdi?
um hógrastjórnin
--Tað haldi eg ikki. Hóast
aðrir politikarar undan hesi
stjórnini hava verið við til
at slóða fyri friði, so eru tað
teir báðir, Rabin og Peres,
sum eiga æruna fyri, at tað
eydnaðist at vinna friðin.
Annars vísir Givati eisini
til umstødurnar úti í heimi.
Eitt nú gjørdu broytingarnar
í Ruslandi, at arabarar og
serstakliga teir víðgondu
høvdu ikki so lætt við at fáa
vápn. Eisini mistu teir stuð-
ulin teir annars høvdu fingið
frá Ruslandi, soleiðis at ein
eisini kann siga, at kringum-
stødurnar hava tvingað
arabisku londini at binda
frid vid Israel.
Givati sigur eisini, at
fridarrørslan "Peace now" -
Friður nú - eigur sin part í, at
friður fekst í lag. Henda
rørsla, sum fevnir um mong
av teimum intellektuellu
hevur havt sera gott sam-
band við teir hóvligu
palestinararnar. | Hevuðs-
fíggindin hjá hesi rørslu
hevur verið teir víðgongdu
og mest høgravendu polit-
ikaramir í undanfarnu
stjórnunum
Jerusalem
Men hvussu við Jerusalem
spurdu vit Givati. Kann
hesin býur ikki koma at seta
kílar í aftur friðargongdina?
-Jerusalem er og verður
okkara høvudsstadur. Her er
einki at samráðast um. Og
Tíðindablaðið (NHL
hví skulu vit tað. Hvønn rætt
hava arabar at krevja Jeru-
salem spyr Givati og heldur
fram:
-Jerusalem er nevndur
sum høvudsstadur jødanna i
Bibliuni ikki færri enn 646
ferðir. Lesir tú heilagu bók-
ina hjá muslimum, Koranin,
so er Jerusalem ikki nevnd-
ur sum høvudsstadur teirra
eina ta einastu ferð.
Jerusalem var og er
okkara heilagi býur sigur
Zvi Givati.
Vit spurdu at enda Givati,
um ikki Israel fer at fåa
trupulleikar vid teirra egnu
niðursetufólkum, sum hava
fest búgv á landi, sum fyrr
var palestinskt og arabiskt!
-Tað eiga vit ikki at lata
eyguni aftur fyri. Hetta er so
ein trupulleiki, sum vit
sjálvi vera at loysa so ella
so. Givati dylur ikki fyri, at
tað kann gerast neyðugt at
lata land, har jødar hava sett
búgv, frá sær aftur.
-Fyri okkum ísraelar, sum
bara hava livad í krígsstóðu.
hevur fridurin alt at siga. Vit
eru tilreidar at gera alt vit
kunnu fyri at fåa frid.
Fegin um Føroyar
Hetta er annars fyrstu ferð,
at Givati er í Føroyum. Tá
hann varð á vitjan í Dan-
mark vórðu tað fólk, sum
hildu, at hann átti at vitjað
Føroyar eisini.
-Og taðeri eg fegin um. Tí
tit eiga at avbera vakurt
land. Ég skal gera mítt til at
greiða mínum landsmonn-
um frá hesum vakra land-
inum, soleiðis at Føroyar
eisini kunnu gerast eitt
ferðamál hjá ísraelskum
ferðafólki. Og vónandi fara
føroyingar eisini framhald-
andi at vitja Ísarel.
jan