mikudagur 2. november 1994síða 7
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sostalurin ] Nr. 209 — 2. NOVEMBER 1994 Sida 7
S jømansheimid í Havn var stúgvandi fult fyrrapartin í gjår, tå minnigarhald teirra sjólátnu v ar har. Sonja Klein, prestur,
og Edmund Joensen, løgmaður, søgdu nøkur orð á samkomuni har
Logmaður: Deyðin
Kring alt landið mintust fólk í gjár teir, ið
á ymsan hátt fórust á havinum í farna ári.
Hesaferð vóru teir trettan í tali — flestu
teirra menn í bestu árum
Allahalgannadagur varð í
gjár hildin kring landið fyri
yrst og fremst at minnast
teir, ið fórust á sjónum farna
árið, síðani vit síðst høvdu
allahalgannadag.
Fastur síður hevur í mong
ár verið at hildið dagin við
Edmund Joensen, lógmaður, leggur kransin frá landsstýrinum Mynd:KalmarLindenskov
minningarhaldið og guds-
tænastum ymsastaðni kring
landið, og so varð eisini
hesaferð.
Minningarhald er altíð á
Tórshavnar Sjómansheimi
fyrrapartin allahalganna-
dag. Har plagar ein prestur
P
Ki 14
at siga nøkur orð, og so hev-
ur løgmaður eisini eina
rødu.
I farna årinum eru trettan
føroyingar sjólátnir, og ti
var ikki óvæntað, at rætti-
liga nógv fólk var saman-
komið á Sjómansheiminum
fyrrapartin í gjár.
— Hesin gamli síður, at
minnast tey farnu, er gamal
her á landi, og bera teir
prýðiligu minnisvarðarnir
boð um, at tað liggur okkum
føroyingum í holdið borið
Mynd: Kalmar Lindenskov
altid eirindaleysur
at visa samkenslu og studla,
tå å stendur. Tad er mær ti
ein heidur vegna land og
fólk alment at bera hendan
virðiliga sið víðari, segði
Edmund Joensen, løgmad-
ur, å minningarhaldinum å
Sjómansheiminum.
— So mangan mega vit
ásanna gamla orðatakið, at
fátt man feigdum forða, tí
bæði á sjógvi, landi og í luft
dregur feigdin mannin, og tá
er mannamáttur fámentur.
Tað rakar so meint, tå
ófrættaboð berast um raskar
menn í bestu árum, sum so
brádliga fóru frá okkum. Av
teimum trettan monnunum,
ið sjólótust í farna ári, vóru
teir flestu menn í bestu ár-
um.
Løgmaður tosadi víðari
um, hvussu føroyingar allar
tíðir hava leitað út á hav, og
hvussu teir hava kent álvar-
Mong vóru eisini við uppi við minnisvarðan í Viðarlundini
Trettan sjólátnir
Farna árið kravdi havið lívið á trettan
føroyingum. I yvirlitinum frá Fiski-
mannafelag Føroya vantadi ein teirra
í. Tað var 82 ára gamli Andrias Han-
sen úr Nordragøtu, ið druknaði íhavn-
ini í Norðraggtu 5. mars í ár.
Seinnapartin í gjár varð
minningarhald teirra
sjólátnu við minnisvarð-
an í gamla kirkjugarð-
inum í Klaksvík.
Jógvan Liitzen bjóð-
aði øllum at vera væl-
komin, og síðani sang
Betesda-kórið sangin
>Brátt teir ævigun tind-
ar<, áðrenn >Slættasu
sjógvur og brattastu
bylgjur« varð sungin
sum felagssangur.
Síðani helt stjórin á
Klaksvíkar Sjómans-
heimi, Bjarti Petersen,
rødu.
Hann byrjaði við at
lesa brot úr Sálmi 107, ið
snýr seg um teir, ið løgdu
skip síni í hav og fóru
ferðir um sjógvin, og
hvussu teir takkaðu og
prísaðu Harranum.
— Tað er gott hjá tí hart
kroysta sjómanninum at
hava Guð at líta á og at
venda sær til, legði Bjarti
Petersen dent á í réðu
síni, har hann eisini nart
við tann týdning, ið
mamman hevur í samfel-
agnum.
— Minnisvarðarnir av-
mynda tað so væl, har
mamman situr við børn-
unum og lítur út á hav.
Børnini kenna seg trygg
hjá mammuni og hon er
teirra styrki — men hon
grætur í hjarta sínum.
Bæði, tá sjómenninir
eru leingi burtur — og so,
an í teirri avbjóðing, havið í
sjálvum sær er. Eisini nart
hann við álvarsligu Estonia-
vanlukkuna fyri mánaði
síðani, har hundraðtals
menniskju lótu lív.
- Stóra manntalið, ið sjó-
látst við hesum stásiliga
skipi, svara í lutfalli til lond-
ini, tað rakti, við eina báts-
manning í Føroyum, segði
løgmaður.
Eisini nart hann við, at vit
í Føroyum í dag gerast færri
á so mangan hátt.
— Tey tungu boðini um
arbeiðsloysi, 6arbeidsføri
og ognarmiss kennast
mongum svár, men eingi
Minningarhald
í Klaksvík
tá teir ikki vinna aftur
upp land — er tað mamm-
an, ið ber øllum uppi.
Eisini greiddi Bjarti frá
barnaminnum, um
hvussu skipini plagdu at
leggja sult úti á Pollin-
um, har teir løgdu ferð
sína í Harrans hond, áðr-
enn farið varð avstað.
Tað var so nógv gðr-
vísi tá, tí telefonsam-
bandið var lítið og einki,
og eins og tey heima ikki
vístu, hvussu gingist
hevði teirra monnum á
sjónum, vistu sjómenn-
inir heldur ikki, hvussu
vorðið var heima, segði
Bjarti Petersen.
Eftir røduna hjá hon-
um vórðu kransar lagdir
við minnisvarðan. Jógv-
an við Keldu legði krans
fyri Klaksvíkar Býráð,
Sámal Petur í Grund fyri
Føroya Landsstyri, Frits
Olsen fyri Klaksvikar
Útróðrarfelag, Niclas Jo-
hannesen fyri Klaksvík-
ar Arbeiðsmannafelag
og Hanna Isaksen fyri
Klaksvíkar Arbeiðs-
kvinnufelag.
Síðani varð sungin fel-
agssangurin >Stýr míni
skútu i ódn og logn«,
áðrenn Betesda-kórið
sang >Lít allar tínar leið-
ir« og Jógvan Liitzen at
enda takkaði øllum, ið
komin vóru til minning-
arhaldið.
hj.
boð eru so tung sum deyðs-
boðini, segði Edmund Joen-
sen í rødu síni.
— Deyðin er altíð eirinda-
leysur, og ørindalcysur er
hann ongantíð. Sum óboðin
fíggindi kemur hann á gátt,
og fer ikki tómhentur avstað
aftur. Tó — fyri lagnuni
mugu vit lúta.
Síðani las løgmaður upp
nøvnini á teimum trettan, ið
sjólátin eru í farna árinum,
og aftaná varð farið niðan í
Viðarlundina, har Edmund
Joensen legði krans frá
landsstýrinum við minnis-
varðan.
hj.
Mynd: Kalmar Lindenskov