Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-11-02, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. november 1994síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Teir vitja ikki so ofta longur Nr. 209 — 2. NOVEMBER 1994 Tað gerst alt longri ímillum at donsku stjórnarleiðararnir vitja í Føroyum Í mun til fimtiårini, tá tað var nógv drúgvari at ferð- ast, so hava forsætismála- ráðharrarnir ikki verið so tittir í Føroyum seinnu ár- ini. Tað eru ivaleyst nógvar áskoðanir um, hví Poul Schliiter og Poul Nyrup Rasmussen ikki hava vitjað so ofta, sum t.d H. C. Han- sen. At stjórnarleiðararnir vórðu skiftir út so títt í tíðini aftan á kríggið og fram til at Jens Otto Krag tók við, mundi vera ein orsøkin til, at teir vitjaðu so títtir. Teir vildu í hvussu so er eina ferð vitja i Føroyum. Tað hava teir síðani seksti árini eisini gjørt, men teir flestu hava sitið fleiri år í starv- inum. Broytt politisk viðurskifti Ein broyting í politisku viðurskiftunum í Danmark er, at sambandið suður eftir er vorðið nógv tætari síðani Danmark 1. januar 1973 gjørdist limur í tí, sum tá kallaðist EEC ella EF, og nú rópast Europeiska Sam- veldið. Tað tóktist eisini, at við- urskiftini millum Føroyar og Danmark dragnaðu í sjeyti og áttati árunum, tá føroyingar yvirtóku umsit- irgina av skúlamálum, heilsumálum og almanna- málum, og tá peningaveit- ingarnar úr Danmark vórðu lagdar í blokk frá 1. januar 1988. Framman undan at blokk- urin kom, vóru peningavið- urskiftini millum Danmark og Føroyar skipað í millum sjeyti og áttati ymiskar av- talur um fíggjarligan stuðul frá Danmark til rakstur og iløgur á nógvum økjum. Undirgrundin Á 60 ára fødingardegnum hjá Atla Dam løgmanni í september 1992 boðaði Poul Schlúter, forsætis- málaráðharri, á fundi í Keypmannahavn føroyska landsstýrinum frå, at føroy- ingar kundu yvirtaka måls- økid råevni i undirgrundini beinan vegin. Sidani midskeidis i sjeyti årunum høvdu danir og før- oyingar togast um, um tað undir verandi skipan bar til hjå rikinum at lata rættin til undirgrundina frá sær. Tá nú loysn var komin á henda spurningin tóktist sum, at nú fór lítið at vera at tosa um partanna millum í gerandis- degnum. Bara tríggjar vikur eftir, at danir høvdu boðað frá, at teir lótu føroyingum råevn- ini í undirgrundini upprann 6. oktober 1992, og tá Poul Anker Jørgensen legði upp til tann føroyska blokkin Viggo Kampmann var kendur i Føroyum, tå hann tók vid stjórnarleiðarasess- inum í Danmark eftir at H. C. Hansen var deyður. Hann hevði verið fíggjar- málaráðharri í stjórnunum hjá H. C. Hansen og Hans Hedtoft, og í ti samband- inum var hann tvær ferdir i Føroyum i april 1955. Ørindini vóru at royna semju í læknastríðnum i Klaksvík. Kampmann gjørdist ikki gamal í stjórnarleiðara- starvinum. Hann tók við í februar 1960, men longu í september 1962 noyddist hann av hjartasjúku at leggja frá sær. Hann doyði í 1976. Jens Otto Krag tók við eftir Kampmann. Hann leiddi Danmark undir sam- rådingunum um EF lima- skapin. Krag vitjaði í Før- oyum um mánaðarskiftið juni-juli i 1964. Hann var her saman við konuni, Helle Virkner Krag, og soninum. Í mun til undanfarnu stjórnarleiðararnar royndi Krag at minka um ábyrgd- ina hjá forsætismálaráðn- um fyri ávísum målsøkjum. Hann ynskti, at her skuldu tær stóru politisku linjurar leggjast. Umleggingin eydnaðist honum, men Før- oyar vórðu varðveittar í for- sætismálaráðnum. Hilmar Baunsgaard var leiðari í VKR stjórnini. Hann hevði eitt skifti verið handilsmálaráðharri í sam- starvsstjórnini millum javnaðarflokkin og teir ra- dikalu. Hann vitjadi í Før- oyum í 1970. M.a. umrøddu teir tá ídnaðargrunnin. Arbeiðsmaðurin Anker Jørgensen var ikki ” Schliiter i desember kom til Føroyar at skriva undir undirgrundaravtaluna, var eingin ivi um, at føroyingar og danir framvegis fóru at hava nógv samband kom- andi árini. Viknaður leiðari Tá Schlúter vitjaði í Tinganesi fyri kngppum tveimum árum síðani var lítil ivi í Danmark um, at tað bara var ein spurningur um tíð, áðrenn forsætismála- skúlaður á lærdum háskúla, sum undangongumenninir hjá honum vóru. Hann var formaður í danska arbeiðs- mannafelagnum og var burtursæð frá tí eina árin- Tíðindablaðið CS ráðharrin, sum í hesi øldini hevði verið longst í starv- inum eftir Stauning, fór at leggja frá sær innan stutta tíð. Tamilmálið og múr- steinsfrágreiðingin um tað málið bar við sær, at stjórn- in millum teir konservativu og vinstra flokkin hevði mist meirilutan í fólkating- inum, og stutt eftir ársskift- ið kom Nyrup framat. Nú hevur javnadarfor- madurin sitid i fremsta pol- um, tå Poul Hartling stjórn- aði lítlari vinstra minniluta- stjórn, leiðari fram til 1982. Anker Jøgensen vitjaði í Føroyum fleiri ferðir. M.a. var hann her árið framman itiska sessinum í Danmark í næstan tvey år, og í dag hev- ur hann fingið tíð til at vitja í Føroyum. undan at hann legði frå sær. Tá tosaði danska stjórnin fram undir, at rikisstudulin til Føroyar skuldi leggjast í blokk. Hetta kom í lag sjey ár seinni. Krag vitjaði Haldor Holm Vit nevndu í gjár, at H. C. Hansen vitjaði í Føroyum sum forsætismálaráðharri í august 1956 — stívliga eitt hálvt ár eftir, at hann hevði tikið við sum forsætismála- ráðharri. Kanska kom søg- an um Haldor Holm og for- sætismálaráðharran eitt sindur skeivt fyri, tí forsæt- ismálaráðharrin vitjaði aft- ur í Føroyum bæði í 1958 og aftur í 1959. Helst var tað í 1959, at hann var í Oyndarfirði og í Klaksvík. Tað verður sagt um ta ferðina, at klaksvík- ingar lupu ikki á leistum fyri danska stjórnarleiðar- anum, tí teir høvdu ikki gloymt læknastríðið, sum teir mettu, at donsku mynd- ugleikarnir høvdu havt ein óhepnan leiklut í Bara nakrar dagar eftir, at forsætisráðharrin hevði verið í Føroyum tað summ- arið, vitjaði Fríðrikur 9 kongur í Føroyum. Tá var hann í Klaksvík, og undir tí vitjanini gav hann lyfti um, at nýggja kirkjan, sum ætl- anin var at byggja, og sum Jóhan Nielsen, sum var Framhald á síðu 11