Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-11-02, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. november 1994síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 209 — 2. NOVEMBER 1994 Síða 9 Tíðindablaðið (St sendistovuni í Keypmannahavn. Mynd kalmar Anthony Layden á bretsku sendistovuni í Keypmannahavn: Tey trý bretsku umboðini á samkomuni fv. Gordon Crawford og Tom Fyfe frá BP og Anthony Layden frá bretsku Vit eru fúsir til at hjálpa føroyingum Bæði fóroyingar og bretar eru hugaðir fyri at menna samvinnuna millum londini. Her er bæði talan um vanligan handil, fiskaútflutning og eitt samarbeiði í sambandi við eina komandi oljuvinnu. Bretar siga seg fúsar at loysa marknatrætuna skjótt Í farnu viku varð skipað fyri lítlari samkomu á Hotel Hafnia, har samhandilin millum Føroyar og Bretland var á skránni. Tað var Strandfaraskip Landsins, sum hevði tikið stig til hesa samkomuna. Umframt landsstýrisfólk og umboð fyri føroyskt vinnuliv og peningastovnar vóru eisini trý umboð úr Bretlandi Frá bretsku sendistovuni í Keypmannahavn var Anthony Layden,0000 og frá oljufyritðkuni BP vóru teir báðir Grawford Gordon og Tom Fyfe Endamálið við hesi vitjan og samkomuni var at tosa um møguleikarnar fyri at menna samvinnuna millum Føroyar og Stórabretland Samvinnan má skjast Bæði føroyingar og bretar vóru á einum máli um, at henda samvinna hevur týdning fyri bæði londini og og víst varð m.a. søguligu samvinnuna, sum hevur verið millum londini ikki minst frá tíðini undir kríg- num, tá føroysk skip fluttu stóran part av fiskinum, sum Bretland brúkti tvørtur um Atlantshav gjøgnum vandasjógv til bretska havn. Ikki færi enn triggir landsstýrimenn vóru við á hesi samkomu, og tað skuldi bent á, at okkara pol- itísku myndugleikar meta samvinnuna við Bretland at fáa enn størri tydning i framtíðini. Smyril og olja Sámal í Grund, sum umsitir samferðslumál í Tinganesi helt fyri, at tað er av stórum Tummas Magnussen, stjóri á Strandferðsluni og BP-maðurin Tom Fyfe. Mynd kalmar týdningi, at føroyingar og bretar samvinna ikki bert í krigsstødu sum undir krignum men so sanniliga eisini í friðartíð. Hann vónaði, at olja verður funnin í føroyskum øki og helt tað vera nátúrligt við einum samstarvi við bretar, sum jú hava drúgvar royndir í hesi vinnu og haraftat tætt upp at okkara marki. -Titeru royndir åøkinum, vit eru nýggir. Latið okkum tí fáa okkurt skilagott burtur til felags gagn segði lands- stýrismaðurin, sum eisini var fegin um, at bretar hava verið so fúsir at vísa føroyingum, hvussu olju- vinnan virkar í Bretlandi. Sámal í Grund fegnaðist eisini um rutusambandið við Aberdeen og vónaði, at hetta fór at koma í eina fasta legu. Hann segði, at tað er ætlanin hjá landsstýrinum, at Smyril skal sigla í hvussu er eina ferð um vikuna til Aberdeen. -Nú fáa vit at síggja, hvussu tað gongur við tweimum túrum um vikuna segði hann. Churchill og Føroyar Oli Jacobsen, landsstýr- imaður tosaði um fiski- vinnusamstarvid, sum hev- ur vend millum londini og helt fyri, at nógvur sam- handil hevur verið áður millum Føroyar og Bret- land. Hann minti so eisini á orðini hjá Winston Churc- hill sála, at bretar ongantíð fóru at gloyma tað føroy- ingar gjørdu fyri bretar und- ir krígnum. Hann vónaði, at vit kunnu menna samvinn- una ikki bert á fiskivinnu- økinum men eisini á øðrum vinnugkjum eitt nú innan frálandavinnuna, tá hugsað verður um umvælingar á skipasmiðjum okkara fyri bert at taka eitt dómi. Rutusambandið økir samhandil Tummas Magnussen, stjóri á Strandferðsluni greiddi frá, hvussu gingist hevur í siglingini hjá Smyrli mill- um Føroyar og Skotland. Hann vísti á, at hetta seinasta árið er útflutningur okkara til Bretlands vaksin nógv og sama er við inn- flutningum úr Bretlandi. Taka vit eitt longri tíðar- skeið, so er útflutningur okkara vaksin úr 13% upp í 21% av samlaða útflutning - inum síðani 1975. Taka vit innflutningin so eru tølini åvikavist 3,7% í 1975 og 11% í ár. Tummas Magnussen var sannførdur um, at hesi tølini fara at vaksa enn meira sum frålidur, og tað fer at stava frå ti betrada sambandinum Hann helt tað vera rætt at varðveita hesa siglingina og metti tað vera rætt at brúka eitt skip sum Smyril til hesa sigling heldur enn at hava db” eitt farmaskip burturvav. Ti nettup ferdavinnan tykist at fáa ágóða av hesi rutu Tummas Magnussen mælt ul, at tað verður hildið fram á tí leið, sum Strandferðslan hevur lagt og at miðjað verður móti at brúka botta ferðasam band- ið ul atgkja um samvinnuna millum londini. Brúkið bretsku sendistovuna Anthony Layden frá bretsku sendistovuni í Keypmannahavn hevur fleir ferðir vitjað í Før- oyum. Bæði sum lobbyist fyri bretska vinnulívið men eisini sum partur av neynd- ini, sum samráðist um markið. Hann beyð føroyskum vinnu- og handilslívi at brúka bretsku sendistovuna í Danmark meira fyri at menna samvinnuna. -Vit eru fúsir at hjálpa føroyskum vinnulivi og tað ókeypis legði hann aftrat. Hann takkaði annars bretska konsulinum í Før- oyum, Johan Mortensen fyri at hava gjørt eitt stórt ar- beiði ul tess at økja um samvinnuna millum lond- ini. Hvat viðvíkir orðunum hjá Chruchill eftir kríggið, so helt Anthony Layden fyri, at føroyingar eru ikki og vera heldur ikki gloymd- ir av bretum. -Vit vilja gera alt fyri at hjálpa tykkum úr teimum stóru búskaparligu trupul- leikunum tit eru í. Hann visti annars á, at føroyingar kunnu fáa nógvar verur nógv bíligari við at handla í Skotlandi. Við hesum sipadi hann ikki bert úl tey innkeyp, sum fólk gera í handlunum í Aberdeen, tá tey fara tan vegin við Smyrli. -Eg hugsi her eisini um keyp av vørum, sum verða framleiddar í ødrum lond- um so sum Fraklandi, Týskalandi og Spania. Við at brúka okkara heilsølufélk kunnu føroyingar fáa nógv- ar vørur munandi biligari enn at fáa tær av megin- landinum og gjøgnum Dan- mark. Anthony Layden helt Framhald á síðu 12 Teir báðir BP menninir tosa við enska konsulin í Føroyum Johan Mortensen. Mynd kalmar