Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-11-02, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. november 1994síða 10

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Nr. 209 — 2. NOVEMBER 1994 Tíðindablaðið [ sostalurin | Íslendski búskaparfróðingurin og limur í Gørtz-nevndini, Guðmundur Ma nússon: Høpisleyst at gjalda uttanlandsskuldina við verandi framleiðslu Uttanlandsskuldin hjá landsstýrinum og nn | num í Fóroyum er so mikið stór, at hon kann ikki gjaldast til marknaðarrentu í mun til verandi framleiðslu. Tað er bart út høpisleyst og førir bert til vónbrot at seta sær órealistisk mál við- víkjandi afturgjalding av uttanlandsskuldini sigur | islendski búskaparfróðingurin Guðmundur Mag- | nússon, sum eisini er limur í Gørtz-nevndini. Hann mælir ístaðin føroyingum til at gera eina semju við kreditorarnar um, at triðingurin ella helvtin av lánunum blivu sonevnd víkjandi lán, sum blivu goidin í mun til tjóðarúrtóku. Herfyri gav nógv umrødda Gørtznevndin út frågreiding sina um búskaparligu støduna í Føroyum. Ein av limunum í nevndini er ís- lendingurin Guðmundur Magnússon. Hann er dok- tari í búskapi og starvast á lærda háskúlanum í Reykjavík. Nú danski for- sætisráðharrin Poul Nyrup Rasmussen vitjar í Før- oyum fyri at kunna seg við støduna her, og nú føroyingar skulu til Keyp- mannahavnar tann 17. november at samráðast við danir hevur Sosialurin heitt á íslendska búskaparfréðingin og biðið hann koma við nøkrum viðmerkingum til aktuellu støduna í Føroyum. Guðmundur Magnús- son hevur valt at seta svar sítt upp í tilsamans átta punktum. Hann sigur: 1. Við at privatisera fiski- vinnuna og avskriva skuld er møguligt fyribils at reka vinnuna i Føroyum soleidis, at lønir og fiskaprisir sam- svara heimsmarknadarpris- inum. Hinvegin verður lítið og onki eftir úl avskri vingar og tí fer tað at verða trupult at byggja upp fiskiflotan, tá tann tíðin kemur. 2. Tíverri eru føroyingar, íslendingar og aðrar tjóðir tvungnar til at skerja al- mennar ílógur ogfella hækka skattin, tá tíðirnar gerast ringar. Grundin er tann ovurstóra skuldin, sum ikki verður niðurgoldin tá tíðirnar hava verið góðar. Hetta er beint tað øvugta av tí, sum vit læra byrjarar í økonomi. Nógv halda, at hesin fíggjarpolitikkur, skeivur pengapolitikkur og tollmúrar, eiga stóran lut í hvussu drúgv tann stóra kreppan í USA í triatiårun- um bleiv. 3. Uttanlandsskuldin hjá landsstýrinum og komm- ununum i Føroyum er so mikið stór (og harafturat koma útistandandi veð- hald), at hon kann ikki gjaldast til marknaðarrentu í mun til verandi fram- leiðslu í landinum. Eg meti, at føroyingar skuldu gjørt eina semju við kreditorar- nar um, at tridingurin ella Lelvtin av lánunum blivu sonevnd víkjandi (sekun- dær) lán, sum blivu goldin í mun til tjóðarúrtóku (av fiski ella olju). Tað er høpis- leyst og førir bert til vónbrot at seta sær órealistisk mál viðvíkjandi afturgjalding av uttanlandsskuldini. 4. Tað skuldi verið møgu- ligt at gjørt eina semju við danir um at teirra fíggjarligi stuðul bleiv givin í mun til bruttotjóðarúrtgkuna. 5. Føroyingar kundu tikið upp veiðustýring sum líkist teirri, ið íslendingar hava, sjálvt um onkur ósemja valdar um hesa stýring. 6. Pengastovnarnir og tað almenna (landsstýri og kommunur) gjørdu rætt í at tikið upp virkna risiko-stýr- ing av kapitali. 7. Fíggjarlógin í Ísrael er hægri enn tjóðarúrtgkan vegna pengagávur frá jød- um í Amerika og aðra- staðini. Føroyingar eiga góðan stuðul í Danmark, men teimum tørvar fleiri stuðlar fyri at koma burtur úr trupulleikunum. 8. Tað hevði verið á leið at stovna ein óheftan bólk, sum hevði trúvirði millum føroyingar fyri at siga sína hugsan um tann førda fíggj- ar- og pengapolitikkin í Føroyum. Umframt at brúkt ta vitan, sum er í Føroyum, kundu føroyingar vent sær til útlendskar serfrødingar og bjóðað teimum til kjak um átroðkandi spurningar, eitt nú veiðistýring, penga- og bankamál, risikostýring av kapitali 0.s.fr. jan/etj Gerzneyndin á vitjan í Tinganesi saman við skrivstovustjóranum í løgtinginum. TIL ØLL ENDAMÁL Vit kunnu bjóða til leigu nymåtans hølir, ið kunnu nýtast til oll endamál. Stórur nútímans kokur, ið er góðkendur av Heilsu- froðiligu Starvsstovuni. Borðreiðing til 200 fólk við nýggjari servicu. Hugnalig hølir i hugnaligum umhvørvi. Veitslur, brudleyp, bingo, fundir, møtir, skeid, kapp- ingar, jólaborðhald... Inngongd og wec til tey brekadu. Kappingarførir prisir. Ring longu i dag og få meira at vita å Tlf. 15531 ella 1 7920 (spyr eftir Hans Petur Joensen ) Havnar Róðrarfelag Álaker - FR- 100 Tórshavn - Tlf. 147