hósdagur 3. november 1994síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ríkisfelagsskapurin
Oddagrein
SÍÐAN 1906 hava vit føroyingar verið ósamdir um hverja
statsrættarliga stæðu land okkara skal hava. Sambandsflokk
urin varð sum kunnugt stovnaður, tí rikmenn og embætismenn
gjørdust rædsluslignir, tá Jóannes Patursson í valstríðnum
1906 kom fram við einum tilboði frá donsku stjórnini um heima-
stýri. Treytin fyri hesum heimastyri var, at føroyingar sjálvir rind-
aðu tað, tað kostaði. Hetta varð tíverri alt av ongum.
TVEYOGFJØRUTI ár skuldu ganga, áður enn vit fingu heimastýri
Heimastýrislógin hevur nú virkað í 46 ár og sum kunnugt eru vit
føroyingar framvegis ikki samdir um, hverja rikisrættarliga
stæðu, vit skulu hava. Hetta gongur greitt fram av teimum
mongu floksskráunum. Javnaðarflokkurin hevur alla tíðina
hoyrt til teirra, sum hava verið nøgd við heimastýrislógina,
håast flokkurin i 1946 ynskti eitt meira vittgangandi sjålvstyri.
Hesi 46 árini eru stórar yvirtøkur framdar og er tað nú flestøllum
greitt, at møguleikarnir í heimastýrislógini eru um at vera troyttir
til fulnar.
ÚT frá hesum er spumingurin um rikisfelagsskapin so líðandi
aftur vorðin aktuellur og varð hann nógv frammi í valstríðnum
1990, tá javnaðarflokkurin boðaði frá, at hann fór at koma við
uppskoti til sjálvstýrislóg, um hann annars fekk álit veljarans.
Hetta sjónarmið voldi onga øsing ella trupulleikar á annan hátt
og á tingi vóru allir flokkar sinnadir at taka upp orðaskifti um
ríksifelagsskapin.
MEN so komu skrællini og føroyingar fingu annað at hugsa um
enn meira sjálvræði. Avtalurnar við Danmark, húsagangirnir, ar
beiðsloysið, fiskaloysið og prísfall — alt gjørdist meira vónleyst
og eingin flokkur hevði hug ella yvirskot til at taka upp spum-
ingin um eina nýggja og meira tíðarhóskandi sjálvstýrislóg. Í
staðin kastaðu flokkarnir seg yvir eina nýggja stýrisskipanar
lóg, sum skuldi hon fyribyrgja øllum politiskum mistøkum og
loysa allar trupulleikar í framtíðini. Livst so spyrst og hetta nýtist
ikki at merkja, at spumingurin um stæðu okkara í rikinum er
óaktuellur. Tvørturimåti, so er hann vid at gerast aktuellur aftur
av álvara um enn á ein annan hátt, enn tey flestu høvdu hugsað
sær.
STØDAN er nevniliga tann, at hvussu so illa okkum dámar at
nevna tað, so er ríkisfelagsskapurin tengdur at figgjarliga stuð!-
inum úr danska ríkiskassanum. Allir føroyingar hava eina ser-
staka kenslu fyri Danmark. Vit eru góð við Danmark. Hetta
kemur av teimum mongu vina- og ættarbondum, ið eru millum
londini og ikki minst av tí fleiri hundrað ára gamla felagsskap-
inum. Hinvegin kunnu vit spyrja: Hondina á hjartað, hvussu
nógvir føroyingar vóru samríkismenn/konur, um eingin blokk-
stuðul var? Ein løgin spurningur at koma við júst í hesum deg-
um, ja, kanska beinleiðis óhóskandi, næstan ófólkaligur. Nei,
als ikki tí gongdin síðan oktober 1992, har blokkstuðulin meira
og meira er vorðin ein partur av samráðingunum, ger tað, at
neyðugt er aftur at viðgera rikisfelagsskapin í stærsta álvara.
Danskir og føroyskir myndugleikar hava meira ella minni opin-
lýst knýtt fíggjarligu hjálpina at spurninginum um blokkin og um
tað oljurikidømi, sum ivaleys er í føroysku undirgrundini. Hetta
er kanska upp á longri sikt tann mest vittrøkkandi og mest álvar-
sama avleidingin av búskaparkreppuni og teimum avtalum,
sum gjørdar eru og sum sjálvsagt hava verið til mikla hjálp á
mongum økjum.
VIÐ at knýta figgjarligu hjálpina til Føroya at møguligum treytum
fyri framhaldandi blokkstudli og at rættindunum til oljuna eru vit
antin vit vilja tað ella ikki komin inn á eina nýggja gongd, sum
antin leiðir til meiri samband ella til meiri sjálvstýri fyri ikki at
síga loysing. Vit hava jú fingið at vita, at vinningurin av oljuni
skal mótroknast í blokkinum. Hverjar fylgjur henda avgerð upp á
longri sikt fær fyri ríkisrættarligu stæðu okkara er ikki torført at
meta um. Flokkarnir, sum taka lut í samráðingunum, eiga tí at
gera sær púra greitt, hvert teir framhaldandi skulu góðtaka
hesar treytir og hvussu teir so skulu takla eina gongd, sum vit
ikki eru harrar yvir. Fyri javnadarflokkin er spurningurin meira
aktuellur og brennandi enn hjá nøkrum ødrum, tí eingin hevur
sum hann vart ríkisfelagsskapin, soleiðis sum hann er útform-
aður í heimastýrislógini. Hetta fær ein at hugsa um tey ofta
søgdu ordini, at vit eru dumpad í heimastyri. Kann væl vera,
men standa heimastýrið og ríkisstýrið ikki eisini til at dumpa i
ríkisfelagsskapi. Svarið upp á henda spuming liggur ikki so
ræði. Vit fáa eina hóming av svarinum longu seinni í hesum
mánaða, men endaliga svarið fyriliggur ikki fyrr enn oljan renn-
ur.
Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Múller
Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl
Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov
FRÆLSI— JAVNADUR — BRØDRALAG
Blaðfólk- Randi Jacobsen - Dagny
Útgevari: P/1 Saslalurin
67. ÁRGANGUR
Joensen - Tårfinn Smith - | Uppseting P/T Sosialurin Argjum 110 Tórshavn
Kilmar Jan Hansen - A P/í Pressan 1981 | Telefon: 11820 Telefax: 14720
Jústinus Eidesgaard
Fáa
ikki
fiska fyri
hjåveidu
Tad ber snøkt sagt ikki til at fiska sum
er. Avmarkingarnar i samband vid
hjáveiðu er ålvarslig forðing, sigur
Jógvan A. Johannesen, tingmaður
-Taðer ov nógv ið forðar
fyri, at til ber at fiska
yvirhøvur. Millum
størstu fordingarnar eru
avmarkingamar i hjå-
veiduni, segði Jógvan A.
Johannesen á tingi, og
hann vísti á, at bátarnir,
sum fiska upsa, høvdu
longu fyrra hálvárið
fingið so mikið av
hjáveiðu at ikki bar til at
halda fram.
Tað var eitt mál frá
Miðflokkinum, sum var
til viðgerðar fríggjadag-
in, sum fekk tingmannin
hjá Javnaðarflokkinum
á Sandi at taka orðið.
Miðflokkurin skeyt upp,
at løgtingi0 áleggur
landsstýrinum sum
skjótast att taka neyðug
stig til at råvøra úr hav-
inum í størst muguligan
mun verdur avreidd og
virkað her á landi.
Jógvan A. Johannesen
helt annars, at sjálvandi
eiga vit at virka veiðuna
her á landi, men stóri
trupulleikin er, at ov lítið
fæst av fiski, partvist av
sjålvskaptum trupulleik-
um.
Henrik Old vildi vera
vid, at tad var sjålvandi
lætt hjå Miðflokkinum at
áleggja landsstýrinum
eitt og annað, men at
áleggja tí at fáa fisk tá
eingin er, verður torført.
Henrik Old helt annars,
at tey fáu tons, sum
verða avreidd uttan-
lands, muna lítið. Hesi
tonsini kundi eitt ein-
sum vinnuligt
--so er tað ...
KOYRISKÚLIN
Á ARGJUM
tromm:12270
stakt flakavirki lættliga
arbeitt undan eftir trim-
um vikum, segði hann
Ivasamt uttan
studning
Ivan Johannesen, lands-
stýrismaður í fiskivinnu-
málum segði, at stórur
munur er frá tá stuðulin
til fiskivinnuna var upp á
tað mesta og so nú, við
eru farin í hina grøvina,
sum hann málbar seg.
Ivan Johannesen segði
seg ivast í um tað ber til at
reka fiskivinnu uttan
nakran stuðul.
-Sjálvandi = arbeiðir
landsstýrið fyri, at so
nógvur fiskur verður
virkaður í Føroyum sum
gjørligt, men ikki kann
sigast nakað ilt um skip
sum landa uttanlanda ul
betri prís enn tey kunnu
fáa fyri fiskin her i
Føroyum tá ein veit, at
fleiri skip fiska ikki fyri
annað enn til rakstur,
segði landsstýrismaður-
in.
Ivan Johannesen nam
eisini við spurningin um
triðjalandsfiskin, sum er
trupul at selja til ES
orsaka av tollinum.
-Tað er m.a. áv hesi
orsøk vit royna at fáa
betri marknadartreytir
við ES, men hetta verða
sera truplar samráðing-
ar, segði fiskimálaráð-
harrin.
tór.-
Tel. 88100
SKANDINAVISK TALE
ÍSLENDSKT MÁL
ENGLISH SPOKEN
DEUTSHE SPRACHE
Bústaður. Argjavegl 26 | Postadr.: Postsmoga 76 |
|
Í
Frá
Norðstreymoyar
Javnaðarfelag
Aðalfundur
felagsins verður í
KAPPRÓÐRARNEYSTINUM
Í HVALVÍK
sunnudagin 20. nov., kl. 20
Skrá samb. lógini. Marita Petersen,
floksformaður, luttekur og greiðir frå
politisku støduni.
Nevndin
Lysing
r
Skråseting Føroya
Vidvikjandi
årsgjaldi
Sambært Kunngerd um gjøld Skrå-
seting Føroya fyri parta- og små-
partafeløg, nr. 203 frå 28. desember
1993, vidvikjandi årsgjald er åsett:
$6. Fyri innsending og kunngering av
årsrokniskapum v.m. verda goldnar
300 kr. um årid, fyri småpartafeløg t6
200 kr.
Stk. 2. Tað i stk. 1 nevnda gjald fevnir
eisini um fråbodan um broyting av års-
roknskaparári, grannskodaravidur-
skiftum, navni ella heimstadi.
Stk. 3. Gjaldid fellur til gjaldingar, tå id
serligt uppkrav er móttikið. Feløg, ið
eru undir avtøku, tå id uppkravid er
sent, skulu ikki gjalda.
Skråseting Føroya sendir i hesum
døgum út postgirouppkrav til øll parta-
og småpartafeløg fyri 1994-årsgjald,
sum skal verda goldid i seinasta lagi 1.
desember 1994.
Tórshavn tann 1. november 1994
Skråseting Føroya
Til Islandsvinir
i Færeyjum
Það fólk, sem hefur áhuga á að hittast
eina kvøldsstund, vinsamlega hafið
samband við Njál í sima 19194.