Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-11-03, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. november 1994síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Nr. 210 — 3. NOVEMBER 1994 Rimmar 17 á ra fød- ingardagur i SMS SMS kundi í gjár halda sin 17 ára fødingardag, og varð tað eisini gjørt við einari rúgvu av tiltókum og tilboðum. Hildið verður á alla vikuna við undirhaldi av og óðrum Alla hesa vikuna er SMS í veitsiuhyri. Orsøkin er ein- føld: SMS fylti í gjár 17 ár, og tað skal haldast. Tað sá annars í vár heldur enn ikki ivingarsamt út, hvussu fór at verða við hes- um fødingardegnum, men so eydnadist tað SMS vid einari super-sanering at fåa lagt figgjarliga ódnarveðrið av sær, ið merkti gjalds- steðg í fjórðingsár. SMS kom so mikið væl burtur úr saneringini, at bert ein triðingur av fyrrverandi útreiðslunum hingueftir, og tí bar saktans til at fegnast á fødingardegnum. Nógvar vóru tær ivingar- somu rgddirnar, ið gjørdu vart við seg, tá SMS læt upp í 1977, men í dag man alt tað tosið vera gloymt — SMS er nú helst komið fyri at vera, og neyvan er heldur ov nógv avgjørt, at SMS meira enn nakað annað undirstrik- ar týdningin, Havnin hevur sum handilsmiddepil í øll- um landinum. Umframt tey mongu úr Havn, ið hava síni dagligu spor í SMS, munnu tey vera fá úti um landið, ið ikki nakrar ferðir um árið — og kanska nógv oftari enn tað — leita sær til Havnar, fyrst og fremst fyri at fara í SMS at gera sær ørindi. Fødingardagurin Dagurin i gjår var merkt- ur av 17 åra håtidarhaldin- um. Umframt mong tilboð, ið vóru at finna í teimum ymsu handlunum í SMS, varð eis- ini skipað fyri einum hópi av tiltøkum. Serliga undirhaldssidan varð væl røkt í gjár. Byrjað varð longu kl. 9 í gjára- morgunin, tá Martin Joen- sen, Finnur Hansen og Ed- vard Nyholm Debes spældu og undirhildu við barna- sangum. Síðani varð sjón- leikur á skránni kl. 10, tá sjónleikarbólkurin = Brim framførdi brot úr ævintýr- um eftir heimskenda danska høvundan H. C. Andersen. Tey framførdu Prinsessuna áertuni og Snjédrotningina. Kim Hansen og Kaj Jo- hannesen undirhildu bædi kl. 11 og kl. 13 vid tónleiki í Perluni, og kl. 15 var sjón- leikarbólkurin Brot aftur á pallii.um. At enda í undir- haldinum sjálvan fødingar- dagin í gjár spældi Havnar Hornorkestur kl. 16.15. Hildið verður fram í dag, í morgin og leygardagin, har eitt nú Kim Hansen og Kaj Johannesen, sjónleikar- bólkurin Brim, Havnar Hornorkestur, Harmoniku- trioin, Systkini á Løgmans- bø, Glymur og Térshavnar Stórband eru á skránni. Alt hetta kunnu fólk so njóta inn ímillum at tey renna frá einum tilboði til tað næsta í SMS hesa vik- una. hj. Myndir: Kalmar Lindenskov Tíðindablaðið ET, UPPSKOT Á VEG: NMT 450 fartelefon dýrari at brúka enn NMT 900 Alt bendir á, at tað í framtíðini verður dýrari at tosa hjá teimum, ið hava tær gomlu fartelefonirnar, ið hoyra und- ir NMT 450 skipanina, enn teimum, ið hava NMT 900 fartelefonir. Enn er kostnaðurin tó tann sama fyri báðar Týsdagin í farnu viku vóru fartelefontakstir á skránni á fundi í lands- stýrinum, og har varð tá samtykt, at prísurin skal lækka fyri samrødur inn- anlands, meðan samrøð- ur uttanlands skulu ger- ast dýrari — ávikavist er ætlanin, at hesir takstir skulu verða 1,77 og 6,67 krónur um minuttin. Higartil hava takstirn- ir verið 4,50 krónur um minuttin, tá talan hevur verið um uttanlandssam- róður, meðan fartelefon- prát innanlands higartil hevur kostað 4,03 krón- ur um minuttin. Men málið er ikki enn endaliga avgreitt, og ikki er heldur ásett, nær hesar broytingar skulu setast í verk. Fyrst skal málið til viðgerðar í løgtingsins figgjarnevnd, og síðani er alt tengt at, hvussu tað har verður vidgjørt. Fartelefonskipanirnar í Føroyum eru tvinnar í tali sum er — tann eldra NMT 450 og tann nýggj- ara NMT 900. Takstirnir eru enn teir somu fyri báðar skipanirnar, men ætlanin er, at eitt uppskot skal verða viðgjørt polit- iskt, ið mælir ul at NMT 900 skal vera bíligari enn NMT 450 fyri brúkaran. Tó bert, tá ringt verður frá NMT 900 og inn á tað fasta telefonnetið. Telefonverkið upplýs- ir, at tað ikki er, tí NMT 450 skipaniner dýrari, at hendan broyting verður gjørd, so NMT 450 far- telefonirnar verða dýrari í brúki, men at tað er, tí munur er á teimum báð- um skipanunum. Upp á fyrispurning, um tað er, tí at telefonverkið sjálvt selur NMT 900 te- lefonir, at munur skal gerast á prísunum, so tær »biligaru« verða lættari atsleppa av við, er svarið noktandi. Sagt verður hinvegin, at telefonverk- ið allarhelst eisini fer at hava NMT 450 telefonir til sólu framyvir.