Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-11-03, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. november 1994síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Nr. 210 — 3. NOVEMBER 1994 Skatturin higartil í ár: Meira til kommunur og minni til landið Samanlagt eru innkomnar umleið 17 milliónir meira í skatti. Oktober mánaður stóð seg skattliga rættiliga væl Bæði land og kommunur fingu heldur meira í sínar skattakassar í oktober mánað í ár í mun til sama mánað í fjør. Hendan mánaðan komu 51,8 milliónir í teir til- samans 49 kommunukass- arnar. Tað eru 3,4 milliónir fleiri enn oktober í fjør. Hendan sama mánaðan komu 61,9 milliónir í lands- kassan, sum eru 3,2 milli- ónir fleiri enn í oktober í fjør. Samanlagteru higartil i år komnar 589,5 milliónir í landskassan. Hetta eru umleið 10 milliónir færri enn sama tíðarskeið í fjør. Hinvegin hevur vignast heldur frægari hjá komm- ununum. Tær hava higartil í ár fingið 510 milliónir í sín part, sum eru umleið 27 milliónir fleiri enn sama tíðarskeið í fjór. tór.- Tíðindablaðið CH be EL ao og pm Hjá kommunnum hevur í år hilnast heldur frægari í mun til í fjór enn hjá landskassanum. Mynd Kalmar Formaður Javnaðarfloksins: Vit hava nógv at tosa við Nyrup um Millum annað væntandi samstarvið millum danska og fóroyska javnaðarflokkin, eins og aktuellu stóðuna í dag, sigur Marita Petersen Í dag klokkan 16.30 skal danski forsætisráðharrin Poul Nyrup Rasmussen hitta umboð fyri føroyska javnaðarflokkin. -Tað er ikki so nógv Poul Nyrup Rasmussen sum danskan forsætisráðharra, men heldur sum formann í danska javnaðarflokkinum. vit hava ynskt eitt prát á Føroyaferd hansara, sigur Marita Petersen, formaður í føroyska javnaðarflokk- inum. Hon leggur aftrat, at tað eru serliga tvey mál, sum føroysk javnaðarfólk hava hug at tosa við Poul Nyrup Rasmussen um. Annarð er samstarvið, ella væntandi samstarvið mill- um flokkarnar, og so um aktuellu støðuna í Føroyum í dag. -Føroyski javnaðarflokk- urin samstarvar á jøvnum føti á norðurlendskum stødi við hinar javnaðarflokkar- nar á sokalladum Samak- fundum, og vit fara at royna, um vit ikki eisini kunnu hava eitt ávíst sam- starv við danska javnaðar- flokkin innan ríkismark. Vit hava somu politisku grund- tankar og vit hava traditi6n- ir at stuðla hvørjum øðrum, men eg skal viðganga, at hetta samstarv er vikna seinastu árini, sigur Marita Petersen. Formaður javnaðarflok- sins vísir á, at stórar broyt- ingar eru hendar seinastu árini, sum hava ávirka hetta samstarvið. Ikki minst eftir at danir fyri 22 árum síðani fóru upp í ES. Síðani tå tykjast eygu teirra at lýta meira suðureftir, sum eisini er væl skiljandi. Harnæst Núverandi formaðurin í føroyska javnaðarflokkinum, Marita Petersen og undanfarni formaðurin, Atli P. Dam, saman við Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharra. Mynd: Jan hava vit í dag eitt nýtt ættarlið av politikarum, ikki minst í Danmark, í mun til teir, sum mangan vóru vanir at vitja í Føroyum og kendu okkara viðurskifti væl og virðiliga, sigur Marita Pet- ersen og leggur aftrat, at nú skal so ein roynd gerast fyri at fáa gongd á aftur sam- starvið millum hesar báðar brødraflokkar. Marita Petersen heldur tað hava stóran tydning at samstarvið millum flokkar- nar ikki bert er gjøgnum fólkatingið og millum landsstýrið og donsku stjórnina. -Heimurin stendur ikki í stað og eisini flokkar mugu laga seg eftir broyttum tíðum og tørvi. Tað er eisini galdandi fyri Javnaðar- flokkarnar. Ikki minst í spurninginum um tað al- menna og tað privata. Breitt politiskt prát Marita Petersen sigur, at tey frå føroyska javnaðarflokk- inum eisini fara at tosa við Nyrup um aktuellu polit- isku støðuna í Føroyum. Tað heldur hon allar orsøkir vera fyri, hóast javnaðar- flokkurin hevur verið við í gllum tingingum við donsku stjórnina síðani hin fundin 6. oktober 1992. Munurin er tann, at á hesum fundum vóru bæði føroyski og danski parturin bundnir av at finna eina loysn bein- anvegin, eins og samráð- andi ir hava verið bundir av samgongustjórn- um. Sostatt hevur ikki verið møguligt at fáa eitt breitt politiskt prát, men nú skal tað so vera. tór.- Í vetur fer Losjan í Havn at skipa fyri ymiskum almennum tiltøkum månakvøld. Fyrsta av hesum ætlaðu tiltøkum verður nú månakvøldid 7. nov- ember. Tá fer Poul Sør- Sigur frá um Havnar Kirkju Losjan í Havn skipar fyri ymiskum almennum tiltókum í vetur ensen at vísa runt og siga frá um Havnar Kirkju. Møtt verður í kirkjuni klokkan 20 og aftan á verður farið niðan í losjuna til ein drekka- munn. tór.- % *#%