hósdagur 3. november 1994síða 7
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið { sosialurin | Nr. 210 — 3. NOVEMBER 1994 Sida 7
Landssjúkrahúsið farið undir royndarverkætlan :
Psykiatrisk dagdeild
sett á stovn
Landssjúkrahúsið hevur nú í uml. Í ár roynt at fingið setta á stovn eina dagdeild fyri
sålarliga sjúk . Hendan er nú sett í verk og undir navninum >Varðin<
er
Starvsfólki
Mánadagin lat dagdeildin
fyri sálarliga sjúk upp, sam-
stundis sum tað tá vóru 25
ár síðani fyrsti sjúklingurin
varð innlagdur á psykia-
trisku deild. Dagdeildin vir-
kar ikki á sama hátt sum
tann fyrra deildin, har lang-
tíðarsjúk vórðu innløgd.
Dagdeildinn er bert opin
dagtímarnar og ú verða
sjúklingarnir ikki innlagd-
ir, men fara til hús eftir
hvørja viðgerð.
Hetta er ætlað at vera
royndarverkætlan upp á
tvey ár, og um alt gongur
væl, verður hildið fram.
Ætlanin við verkætlanini er
m.a. at veita sjúklingum, ið
búgva heima , betri sosialan
stuðul. Hetta verður gjørt
við eitt nú fysioterapi,
ergoterapi, samrødum, har
tosað verður um teirra
trupulleikar og við venj-
ngum av ymsum slag
ni stóðu spent og bíðaðu eftir at tann nýggja dagdeildin skuldi lata upp. Mynd kalmar
Håtidarløta
I samband vid at nyggja
deildin lat upp var skipad
fyri móttøku mánadagin og
fleiri høvdu leitað sær á
nýggju dagdeildina, fyri at
síggja hvussu hendan var
skipað.
Sum altíð við slíkt høvi
vórðu róður hildnar. August
Gabriel Wang, yvirlækni á
psykiatrisku deild ynskti
teimum hjartaliga tillukku
vid tí nýggju deildini.
Somuleiðis ynskti hann
teimum tillukku við teimum
25 árunum psykiatriska
deild hevði virkað.Eisini
Arni Olsen, sálarlækni, sum
hevur tikist við sálina hjá
føroyingum í eitt manna-
minni, tók orðið og mintist
aftur á ta farnu tíð úti á tá
nevnda statshospitalinum .
Leiðarin á deildini,
Signhild Johannesen, segði
eisini nøkur orð.
Bárður
Millum mongu fólkini, sum vóru við til upplatingina av nýggju dagdeildini var eisini fyrrverandi leiðarin á
psykiatrisku deild á Landssjúkrahúsinum, Árni Olsen, sum eisini segði nøkur góð orð. Mynd kalmar
| g eru
Inni á nýggju dagdeildini. mynd kalmar
LN LL LIS MN |
Viðvíkjandi TV3 !!!
Eg hoyri, at tað verður tosað um at gevast við at taka
rásina TV3 niður. Tað hopi eg hjartaliga ikki verður
veruleiki! Eg eri samd við fleiri, at tað ikki bert eru
fyrsta floks sendingar, ið sendar verða, men har er
bara heilt fitt av góðum tilfari eisini. T.d. fyrst og
fremst CHAMPION LEAGUE, ið verður sent
mikukveld beinleiðis. Og so MELROSE PLACE,
sum er ein góð og undirhaldandi ungdómsreð, sjålvt
um hon eisini er til allar aldursbólkar. Tað er ein rød,
sum eg fegin vil hava møguleika at fylgja við, so
leingi hon verður send á TV 3. Eisini eru fleiri aðrar
góðar sendingar, sum mær dámar væl at síggja, Ld.
EFTERLYST, ARGUS, ALARMENGÅR, MØTE
MED DET UKJENTE og aðrar. So eg biði tykkum
um at lata hana vera. Tað eru jú eisini aðrar rásir at
hyggja at, so tað skuldi verið nóg mikið at valt í-
millum.
Heilsan
ein >TV3-fan<
P.S.: So vil eg eisini líka viðmerkja, at tað, sum tit
kalla fyri PORNO í TV3, er onki annað enn óskyld-
igur erotikkur, sum eingin eigur at fáa ilt av.
„ Teir væl-
umtóktu ketlarnir
á goymslu
Bæði dupultir
og einkultir
Skulu tygum hava nýggjan
ketil, so tosið við okkum og
fáið eitt gott tilboð
EN
e
eina skjóta og góða tænastu
Smyrilsvegur 8 — Tlf. 12000
$
ÉR
*
8
58
Vit hava serkønt fólk, ið geva |
- Alt tilfar til hitaverk og |"
sanitet fæst hjá okkum. | -
#
RF