fríggjadagur 4. november 1994síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið { sostalurin ) Nr. 211 — 4. NOVEMBER 1994 Sida 5
Løgmadur:
Betri grundarlag *
fyri komandi
samráðingum
Løgmadur er fegin um vitjan danska forsætisráðharrans í
Føroyum og heldur, at vitjanin fer at gera samrådingarnar ÁA
lættari næstu ferð teir skulu hittast. Tá verður talan um veruli gar
samráðingar
Tað var helst ikki so løgid,
at fundurin millum danska
forsætisráðharran, Poul
Nyrup Rasmussen og sam-
laða landsstýrið gjørdist
væl drúgvari enn ætlað, ti
partarnir hava nógv at tala
saman um. Eisini um talan
ikki var hesaferð um veru-
ligar samráðingar.
Edmund Joensen, løg-
maður sigur seg vera
fegnan um, at tað bar
danska forsætisráðharran-
um til at koma til Føroya at
vitja. Løgmadur heldur, at
hendan vitjanin ger sitt til at
samráðingarnar verða eitt
sindur lættari, tí nú skuldu
partarnir kunna skilt hvønn
annan betri.
A tíðindafundinum beint
eftir fundin millum lands-
stýrið og danska forsætis-
ráðharran segði Edmund
Joensen annars, at hann
hevur varðhugan av, at
danir skilja væl trupul-
leikarnar í Føroyum og tað,
at forsætisráðharrin nú
sjálvur vitjar í Føroyum ger
tað ikki verri.
Løgmaður varð spurdur
um hann helt seg kunna
siga, at føroyingar hava
fingið góða viðferð frá
dønum. Til hetta svraði
løgmaður játtandi, men
legði kortini aftrat, at í
onkrum fórum kundi
loysnin verið gðrvísi. Mill-
um annað í samband við
bankakreppuna.
Edmund Joensen varð
eisini spurdur um hvar
hann sá teir størstu glottar-
nar í Føroyum í dag.
-At vit troyta allar møgu-
leikar í altjóða sjógvi, inn-
an meira tilvirking av fiski,
einsog innan alingina. Men
hann legði aftrat, at kom-
andi árini verða trupul við
kapitaltroti. Og løgmaður
nevndi eisini stóru fólka-
flytingina sum eitt tað
størsta vandamálið.
-Men nú haldi eg meg
kunna siga, at vit hava
funnið rætta grundarlagið
fyri komandi tingingamar
við danir, legði løgmaður
aftrat.
tór.-
Her tykist danski
forsætisráðharrin siga
løgmanni og
ríkisumboðsmanni frá
sínum upplivingum í
flogfarinum inn eftir
fjórðinum.
4
sigur løgmaður við
Vælkomin í landsstýrið,
danska starvsfelaga sín
Poul Nyrup Rasmussen prátar her við ein av manningini á Gomlu Ternuni
” Vit gera gamla |
„gólvið sum nýtt |
Myndir: Kalmar
Vit pussa, slipa, reinsa, polera,
bona, luta og leggja
ØLL SLØG AV GOLVUM
Gólvtænastan
Skemmingsgøta 19 Tlf. 18875 - 88875
Tórshavn Fax. 18809
Ókeypis tilboð og vegleiðing verða
givin.
AA fundir í Havn
Mánadag: Uppistova, ki. 20.00
Týsdag: Háskúlin, kl. 20.00
Mikudag: Vaskaríið í Tórsgetu 5, kl. 20.00
(sporafundur)
Friggjadag: Vaskarlid í Tórsgetu 5, kl. 20.00
Uppistova, kl. 22.30
Leygardag: Uppistova, kl. 17.00 og kl. 22.30
Sunnudag: Uppistova, kl. 11.00 og kl. 17.00
(opin fundur)
Al-Anon fundir i Havn
Tysdag: Vaskaríið í Tórsgetu 5, kl. 21.00
Hósdag: Vaskaríið í Tórsgetu 5, kl. 21.09 Á