Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-11-04, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. november 1994síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 2 + Nr. 211 — 4. NOVEMBER 1994 A Toftum, Nyrup tosar við arbeiðsfólkið. Mynd: Hilmar Jan Hansen >Manden pá gulvet< á Toftum: Lat væl vorðið er í Føroyum í dag Toftafólk vóru fegin um at fáa vitjan av danska forsæt- isráðharranum, Poul Nyrup Rasmussen, á virkinum hjá Fiskavirking á Toftum fyrrapartin í gjár. Yvirhøvur tóktist tað, sum arbeiðsfólkið á virkin- um eisini fekk tokka til danska stjórnarleiðaran, ið hevði sett eina létu av at tosa við arbeiðsfólkið. So mikið góðar stundir gav hann sær at fáa røkt hendan partin av vitjanini, at ferða- lagið steðgaði longri á Toft- um, enn ætlanin var. — Nyrup tykist vera ein stak fittur maður, var niður- stødan hjá nøkrum av ar- beiðsfólkunum á virkinum á Toftum, ið Sosialurin tos- aði við, eftir at tey høvdu fingið høvid at heilsa upp á forsætisráðharran í kantin- uni, áðrenn hann fór víðari. »Hann var einki ødrvisi enn vit< — Hanner ikki >snobbutur<, men virkaði at vera heilt- vanligur — akkurát sum vit. Einki við at tosa niður til fólkið ella nakað sovorðið. Tað virkaði eisini, sum hann veruliga hevði áhuga fyri, hvat vit gjørdu, og aft- an á ynskti hann okkum alt tað besta. Meðan Poul Nyrup Ras- mussen varð vístur runt á saltfiskavirkinum, gav hann sær eisini stundir at tosa við tey, hann møtti við tær ymsu maskinurnar á virkinum. - Hann spurdi meg, hvussu leingi eg hevði ar- beitt her, hvussu leingi virk- ið hevði ligið stilt, og so- vorðið, greiddi Asbjørn Hansen av Nesi frå. Nyrup heilsaði upp á hann, meðan hann stóð saman við ngkr- um gðrum og saltaði. — Og áðrenn hann so fór víðari, var hann so frynt- ligur at biðja meg heilsa fa- miljuni heima. Ein stak dámligur maður — gjørdi einki hóvasták burtur úr sær. Heldur heilsa upp á arbeiðsleys Men tað vóru ikki øll á Toftum, ið hildu Nyrup hava verið og vitjað tey »røttu« stødini. — Danski forsætisráðharr- in hevði fingið nógv meira atvitam, hvussu veruliga er vorðið, um hann heldur vitj- aði tey, ið einki arbeiði hava, segði ein maður uttan fyri virkið hjá Fiskavirking, tå Poul Nyrup Rasmussen og stór fylgið var farið víð- ari. - Hann átti heldur at sloppið at tosað við leirvík- ingar, sandoyingar, vág- bingar og onnur, ið einki ar- beiði hava, tí teirra virki liggja still. So hevði hann fingið eina nógv rættari myndav, hvussu veruliga er vorðið í Føroum í dag. Tað eru ikki øll, ið eru eins heppin og tey, ið standa inn- an fyri veggirnar hjá Fiska- virking á Toftum og arbeiða saltfisk. hj. Tíðindablaðið (EST). Poul Nyrup umborð á føroyskaTjaldrinum Heilsaði mann- » ingini á TRITON Manningin á Triton gjørdi honnør til Nyrup, meðan Tjaldrið sigldi út um molan unin komu tey fyrstu tíð- indafólkini Í Tjaldrið, sum skuldi skjútsa Styvlarnir hjá Nyrup umborð endaðu i ruskbingju Hóast stuttvitjanin hjá danska forsætisráðharr- anum, Poul Nyrup Ras- mussen, er væl tilrætta- løgd út í smålutir, kann altíð onkur líti! kiksari lúra um hornið. Tað var eisini nær við, at Poul Nyrup Rasmus- sen í gjár hevði verið noyddur at farið í svarta- skóm at hyggja at Fiska- virking á Toftum, hóast tað ikki akkurát er tað rætta at skøda seg við, tå ein fer inn á eitt fiska- virki. Spildurnýggjar Fyri at síggja reinur og nossligur út, tá hann í jár vitjaði á Fiskavirk- ør Toftum, vóru fyri- reikingarnar hjá Fiska- virking tær, at danski forsætisráðharrin skuldi í spildurnýggjar gummi- styvlar, ið vórðu fingnir úr Fuglafirði mikudagin. Styvlarnir vóru í ein- um beriposa, ið onkur av fiskavirkingarmonnun- um hevdi sett frå sær å Fiskavirking í Saltang- ará — fyri so at gloyma teir eina ltu. Tá maðurin skuldi fara eftir styvlunum, var góði beriposin horvin. AE varð sett í verk eftir gummistyvlunumtil forsætisráðharran, men langtum leingi eydnaðist at finna styvlarnar aftur — tá lógu teir í einari rusk- bingju, men til alla lukku óskaddir og í allarbesta standi, so Poul Nyrup Rasmussen einki hevdi at stúra fyri fyrrapartin í gjár, tá hann vitjaði virk- ið á Toftum. hj. r heilsar Poul Nyrup uppá konuna virkjunum á Oyri hósdagin. Forsætisrådharrin át seg metan Men onkur helt, at hann heldur átti at havt vitjað tey, ið einki ar- Klokkan 8:15 í gjármorg- beiði hava. — So hevði hann fingið eina rættari mynd av, hvussu danska forsætisráðharran Poul Nyrup inná Toftir. Meðan tíðindafókini standa og práta á dekkinum, hendan hálvkalda hós- morgun, steðgar ein taxa- bilur. Løgmaður, Edmund Joensen stígur út, kemur umborð, heilsar og stendur so eisini og bíðar. Meðan gongur prátið millum donsku tíðindafólk- ini. Tey greiða frá, at Poul Nyrupaltíðer ov seinur. Ein løta gongur, og so er Nyrup komin á Molan og stendur á dekkinum millum okkum. Heilsar fryntliga og prátar við fólk. Nyrup er stórur maður, eitt sindur styttri enn okkara løgmaður. Hann hevur nakað dámligt yvir sær og dugir væl at koma í prát við fólk. Tá vit høvdu loyst, sigldi Tjaldrið spakuliga fram við Triton, sum lá ytri á Mol- anum. Manningin á Triton stóð uppstillad í ráðum og hon heilsaði forsætisráð- harranum. Skiparin á Triton gjørdi honnør og Nyrup vinkadi aftur. Umborð á Tjaldrinum vísti Nyrup, at hann dugdi væl at fara við pressuni. hann gek runt og spurdi føroyskar tíðindamenn um lít og ólíkt og onkuntíð hevði ein varhugan av, skift var í holuni, at hann var tann leitandi tíðindamaðurin. — Jeg er på en arbejdstur på Færøerne, derfor er det utroligt vigtigt, at jeg får så meget at vide som muligt. Pappirer og statestikk kann være godt nok, men det blir aldrig det samme som at se med egne øjne, segdi Poul Nyrup. om. hjá løginanni, Edfríð. Hon serveraði pinnamat á þ £ Lítið hátíðarligt Fyrsta kenslan av Nyrup var, at her var ikki talan um ein persón, sum kendi seg høgt lyftan yvir fjøldini. Hann uppførdi seg heilt grvísi enn forsætisráðharrar undan honum. Alt gekk óformliga fyri seg, uttan hóvasták. Ein og hvor kundi práta við hann. Hann hevur sama dámliga yvir sær sum løgmaður enn er kendur fyri. Á veg inná Toftir fekk hann gjølla frágreiðing um føroyska veðurlagið, um streymviðurskiftir og onn- ur gerandisting. Hann lurt- aði og spurdi. A Toftum var flaggskrýtt, tá vit løgdu at. Á havna- lagnum flaggaði og eisini uttanfyri fleiri sethús. Eg royndi at kaga um nakað Dannebrog veittraði í sam- bandsborgini burturav, á toftum, men eg sá einki. Fleiri fólk vóru komin á bryggjuna at taka í móti. Millum annað bygdaráðs- formaðurin Ólavur Mag- nussen, Bjarti Mohr, stjóri á Føroya Fiskavirking, Jón- svein Knudsen, divisións- leiðari hjá Fiskavirking, Birgir Nónsgjogv leiðari á virkinum á Toftum. Har fór fylgið at vitja. jústinus Myndir: Kalmar