fríggjadagur 4. november 1994síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sostalurin | Nr. 211 — 4. NOVEMBER 1994 Sida 7
Poul Nyrup å Fiskavirking å Toftum
Føroyar
yvirliva
kreppuna -
— Ein gongd leið, er at "foredla" fiskin meira og á tann hátt fáa
meira fyri hann. Danska stjórnin hevur lovað landstýrinum, at
hon fer at gera alt fyri at fóroyingar fáa eina so góða avtalu við
danir sum møguligt, segði hann
Danski forsætisráðharrin er
ikki í iva um, at gongda
leiðin hjá føroyingum er at
virka fiskin meira og á tann
hátt fáa meira pening burt-
urúr honum. Hann gjørðist
enn meira sannførdur um
hetta aftaná vitjanina á
Toftum hósdagin.
Hetta gjørdi hann stjór-
anum á Føroya Fiskavirk-
ing, Bjarta Mohr greitt, tá
forsætsráðharrin vitjaði
Fiskavirking á Toftum hós-
morgunin.
Poul Nyrup er ikki fak-
maður innan fiskivinnu og
hesum greiddi hann skemti-
liga frá, tá hann vitjaði á
Toftum.
— Eg kenni ul klippfisk úr
Esbjerg, hagan eg eri ætt-
aður. Tá vit eta klippfisk,
drekka vit reyðan tuborg
afturvið og tá eru allar av-
talur og fundir avlýstir tað
eftir er av degnum, segði
Poul Nyrup.
Bjarti Mohr greiddi frá
hvussu Fiskavirking var
vorðin til.
-Fiskavirking er ikki ser-
liga væl umtøkt millum
fólk. Men umskipanin av
okkara fiskiídnaði hevur
verið neyðugur. Seinastu
fimm árini er okkara rá-
Nyrup hyggur eftir skeljunum frá Norðheim, eitt skip, sum ikki sky
vørugrundarlag fallið við
50 prosentum. Tí hevur eis-
ini verið neyðugt at lata
nógv virkir aftur. Hetta er
svárt fyri fólk og sanniliga
eisini fyri okkum, sum
skulu taka avgerðirnar.
Men hetta hevur verið
neyðugt. Vit eru nú um at
vera lidnir við upprudding-
arfasuna. Landsstýrið hev-
ur veitt okkum eina
hjálpandi hond. El-prísirnir
falla við 30 prosentum
komandi ár. Hetta kemur
væl við. Vit mugu vera
kappingarførir, annars
yvirliva vit ikki, segði
Bjarti Mohr.
- Vit vúgva at Føroya
Fiskavirking fer at eydnast.
Fiskavirking byrjaði sum
tann ljóti dunnungin, men
fer ivaleyst at vaksa til ein
vakran svana, segði Bjarti
Mohr.
Nyrup rósti Bjarta Mohr
fyri sítt bjartskygni.
- Vit hava í hvussu er lova
landstýrinum, at danska
stjórnin fer at gera alt, hon
er ment fyri, at føroyingar
fáa eina so góða avtalu vid
ES sum møguligt. Vit
kunnu åvirka, sum limaland
i felagsmarknadinum. Eg
ivist onga løtu í at Føroyar
bå gå
vilja yvirliva, spurningurin
ar bara hvussu. kreppur
hava verid i Føroyum fyrr
og tær hava tit vunnid å,
segdi hann
Leidslan å Fiskavirking
greiddi forsætisráðharran-
um frá hagreiðingini av
tridjalandsfiski.
— Vit duga at virka og
selja hendan fiskin. Men vit
hava ikkitøkan pening til at
keypa fiskin. Hetta er
okkara størsti trupulleiki.
Vit selja russarafiskin til
Portugál og Spania og
Frakland verður eitt kom-
andi keyparaland. Vit fáa í
løtuni millum 22-23 krónur
fyri kiloið. Hetta er. einar
fimm krónur lægri enn vit
fáa fyri føroyskan fisk,
greiddi leiðslan frá.
Tosaði leingi
við fiskafólki
Nyrup tosaði eisini við
arbeiðsfólki. Hann vildi
hava at vita, hvat mest var at
finnast av í avtalunum
millum Føroyar og Dan-
mark. Hann spurdi eisini
fólkið, hvat tey mettu kundi
gerast fyri at fáa fleiri í
arbeiði.
Millum arbeiðsfólkið á
Fiskavirking á Toftum var
ldar eina krónu.
ongin ivi. Tey vildu hava
meira russarafisk til landið,
hetta skapar arbeiði, tey
høvdu ynskt, at arbeitt var í
tvey skiftisvakt á Toftum.
— Eg hoyrdi á einum fundi
mikukvøldid, at føroyingar
høvdu avgjørt at teir vilja
yvirliva. Danska stjórnin fer
at geva sítt dygga íkast til at
økja um oputomismuna.
Fyri fimm árum síðan var
ongin vøkstur í Danmark,
meðan alt føroyska sam-
felagið var í menning. Hver
veit, kanska komi eg aftur
um fimm ár við eini heilt
aðrari dagsskrá, segði Poul
Nyrup Rasmussen.
- Eitt er vist, føra kom-
andi samráðingamar mill-
um okkum og føroyingar
Sum ein orator, greiðir veldugi Jákup M
nakað skilagott við sær, so
fara føroyingar at flyta
heimaftur. Eg veit at før-
oyingar hava tað torført í
løtuni, men eg krossi fingrar
fyri at fleiri koma í arbeiði í
framtíðin, segði Poul Ny-
rup.
Pinnamatur á Oyri
Poul Nyrup vitjaði eisini á
Rækjuvirkinum og skelja-
virkinum á Oyri. Hann varð
vístur runt av stjóranum
Jákup Mørkøre, sum greiddi
frá. Boðið var til pinnamat í
kantinuni á Rækjuvirkinum
og kona Edmund, Edfrid,
stóð sjálv fyri matgerðini.
Oneyðugt skuldi verið at
sagt frá, at vit fingu jákup-
skeljar og rækjur
K.
ørkøre frá. Løgmaður stendur aftanfyri
Nyrup á Rækjuvirkinum
Poul Nyrup nýtti drúgva
tíð at práta við
arbeiðsfólkið, bæði á
Toftum og á Oyri
Jákup Mørkøre vísti eisini
forsætisráðharranum eitt
sjåldsamt skip í Føroyum.
Skipid eitur Nordheim og
tað sjáldsama við hesum
skipi er, at tað er goldið, at
sum tað er.
jústinus