fríggjadagur 4. november 1994síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sostalurin ] Nr. 211 — 4. NOVEMBER 1994 Sida9
Barnaløtan
Annar av flokkunum í forskúlanum hjá
Sankta Frans skúla var mánadagin og vitj-
aði á Ráðnum fyri Ferðslutrygd. Tey
sluppu m.a. at royna Gøll. Tey sóu ferðslu-
filmar og Sigrún greiddi teimum frá um
endurskin og súkkluhjálm, og hvussu børn
skulu bera seg at í ferðsluni.
Síðani er Sirkulina á skránni. Hesaferð
fara Sirkulina og Fríðrikur út á tjørnina við
bátinum hjá harra Froski.
Tjóvurin — Fyrri partur
S pund verða stolin úr punginum hjá einum
lærara á skúlanum, og hver fær skyldina?
Tað fær Kevin — tí hann hevur verið illa-
vorðin fyrr. Men er tað hann?
Etigolakvaldin.ki.20.25:
Veitst tú, at...
Hesaferð um longd. M.a. um mannin við
teimum størstu fótunum í Englandi og um
hvussu pyramidurnar í Giza vórðu bygdar.
Friggjakvøldid kl. 21.35:
Columbo
Líkið av eini kvinnu við prógvi sum liv-
bjargara verður funnið. Kvinnan er drukn-
að, og tað undrar Columbo ikki sort. Varð
kvinnan kanska myrd, og er tað fyrrverandi
maður hennara, ein kendur listamálari, sum
hevur dripið hana?
Peter Falk
Eriggiakvældið kl. 23.05:
Resnick: Einslig
hjørtu - 1:3
Ensk stuttrød um detektivin Resnick, sum
hevur eitt óruddiligt privatlív, men eyg-
leiðaraevnunum bila einki, tá ið hann skal
royna at finna ein hópdrápsmann.
Kveldið sær ljóst út hjá Shirley Peters. Tá
ið detektivurin sær hana 16 tímar seinni, er
hon deyð, og Resnick fer til verka. Sam-
stundis skal hann vitna í einum sakarmåli,
har ein pápi hevur misbrúkt dóttur sína.
Sakin setur hann í samband við ta vøkru
Rachel Chaplin, sum tykist hava ikki sørt av
áhuga fyri ti stillføra detektivinum.
Leygardagin kl. 14.55:
Kadal og Trådur
Frá eini »groovy« livekonsert í Keyp-
mannahavn við soulfunkbandinum Zapp
Zapp.
Leygardagin kl. 15.50;
Gud, gentur, hiz-
bollah og frispark
Ali er 20 år og målmadur fyri kendasta
fótbóltsliðið í Libanon, Nejmeh. Tá vin-
menn hansara ikki eru á vellinum, berjast
teir ímóti hvørjum ødrum í ymiskum her-
um, pápi hansara koyrir hýruvogn ímillum
húsatoftirnar í Beirut, systir hansara skrivar
stíl um Ludvig tann 14. og religiónskrígg-
ini...
Gud, gentur, hizbollah og fríspark, so-
leiðis er verðin hjá Ali.
Leygardagin kl. 17.50:
Hundalív
Barmanni, sum verða fortald gjøgnum
hundin. Hundin, ið doyði, hundin, sum
bleiv yvirkoyrdur, hundin, ið hvarv osfr.
Leygarkvøldid kl. 20.40;
Tilflytararnir
Ensk familjusending um fólk
og kríatúr á Strathblair góðsin-
um í skotska hálendinum
Andrew stendur mitt í valstríðnum. Hann
hevur stillað upp ímóti sínum egna flokki,
sum ætlar sær at byggja eina byrging tvørtur
um jørðina hjá Strathblair. Ætlanin er at
framleiða elektrisitet. Men so kemur sir
David heim úr Amerika og hann er ikki ser-
liga fegin um sjónarmiðið hjá soninum.
Í song við
figgindanum
Amerikanskur filmur frå 1991. Julia Ro-
berts hevur høvudsleiklutin sum Laura, ið
býr saman við steinríka manni sínum,
Martin, á einum fjarskotnum staði við At-
lantshc /ið. Alt sær so ljóst út, men Martin er
bæði sinnissjúkur, svartsjúkur og harðligur.
Laura bíðar bara eftir líkindum at rýma, og
hon hevur longu pakkað vidførid. Kanska
ber til at rýma onkra náttina, men spurn-
ingurin er, hvat Laura kann gera fyri at
sleppa undan, at psykopaturin Martin finn-
ur hana aftur.
Óhóskandi fyri børn.
Sunnudagin kl. 14.55:
Hugflog og stórar
ætlanir
Jimmy og mamma hansara hava ilt við at
klára seg, tí at grannarnir gera alt fyri at
sleppa av við tey. Men tíbetur er Jimmy ein
hálvur uppfinnari, sc tað endar við, at tað
eru grannarnir, ið verða settir skák og mát.
Sunnudagin kl. 17.35;
Kanska um 100 ár
— um Janus Djurhuus
I januar og februar mánaða 1989 visti sjón-
varpid fyra sendingar um skaldid og sak-
føraran Janus Djurhuus. Hanus Andreassen
hevdi lagt sendingarnar til rættis og Ragnar
C. Joensen stóð fyri teknikkinum.
Sjónvarpið hevur avgjørt at vísa hesar
sendingar aftur, nú Hanus Andreassen hev-
ur latið úr hondum 1. bindið av ævisøguni
um Janus Djurhuus.
Sunnukveldið kl. 19.50;
Tvær ferðir í lívinum
Am. filmur frá 1985. Gene Hackman dugir
annað og meira enn at spæla harður hundur.
I hesum filminum er hann giftur og eigur
vaksin børn. Hann verður forelskaður í ein-
um yngri konufólki og stríðist ímóti teim-
um trupulleikum, sum hann við hesum setur
familjuna í.
Gene Hackman og Ann-Margret
Sunnukvøldid kl. 22.15:
Fortuna - 4:6
Á verksmiðjuni >Fortuna< gongur støðugt
framá — men korini hjá arbeiðsfólkinum eru
so vánalig og Abraham stuðlar teimum.
Clara Løvdahl fær sonin Lítla Carstin, men
Abraham hevur ikki nógv samband við
sonin og hjúnalagið er ikki eydnuríkt. Tá ið
Steffensen, ið er maskinmeistari á Fortunu,
verður uppsagdur, lítur Greta, sum er væl
við Abraham, á, at hann fer at hjálpa teim-
um. Morten Kruse ætlar sær ikki at tæna
Gudi einans, og keypir partabrøv í Fortunu.
Sendirgðin byggir á skaldsøgurnar
»Gift«, »Fortuna« og »Skt. Hans Fest< eftir
Alexander L. Kielland.
Tyskvøldid kl. 20.40:
Svartkalvi —
ein nyggj vinna?
Ein sending um hvat grønlendingar fåa
burtur úr svartkalva í mun til føroyingar.
Sigmar Bláberg leggur til rættis.
Týskvældið kl. 22.00:
Midnight Express
Am. filmur frá 1978.
Filmurin er eitt fongsulsdrama, ið er
grundað á veruligar hendingar. Filmurin
fekk Oscar-virdisløn fyri besta handrit.
I 1970 verður tann ungi amerikanski
ferðamaðurin Bill Hayes tíkin, tá hann
roynir at smugla hash út úr Turkalandi.
Hann endar í eini sadistiskari og eyðmýkj-
andi fongsulstilveru, sum er um at gera enda
á honum. Tá tað endiliga sær út til at líðing-
arnar eru av, ger tann turkiska rættarskip-
anin av at brúka hann til at statuera eitt
dómi.
Óhóskandi fyri børn
Mikukveldið kl. 20.35;
Tann størsta kettan
í Europa
Losurin verður nevndur tann størsta kettan í
Europa. Tað er nógv til av honum í Fin-
landi, men aðrastaðni í Europa er hann nær-
um týndur.
Mikukvøldid kl. 21.20:
Pattaya, rum 552
Tveir politistar verða sendir á eina loyniliga
missión til Thailands — tað verður ein skelk-
andi uppliving.
Í fimm vikur hjálpa teir tí thailendsku løg-
>