fríggjadagur 4. november 1994síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
>
regluni við at forða barnaprostitutión í sex-
paradísinum Pattaya. Arbeiðið hjá teimum
kemur á forsíðuna á ávísum um allan heim-
in, tá teir handtaka ein svenskan sexturist á
hotelkamari hansara saman við einum 14
ára gomlum dreingi.
Mikukvøldid kl. 22.15:
Sum brødur
Am. filmur frå 1989 um brødurnar Brian,
Kit og Duncan, ið veksa upp í einum
tryggum heimi hjå foreldrunum i einum
lítlum, amerikanskum byi, har familjan
hevur eina matstovu. Men knappliga kunn-
ger påpin, at tey mugu selja matstovuna.
Synirnir standa nú á berum — uttan penga-
mappuna hjá pápanum og kókibókina hjá
mammuni.
Hoskvøldid kl. 20.35:
Undir egnari åbyrgd
DR-dokumentar um at eiga
heima
Eva eigur í baðkarinum
Eitt filmslid var við, tá ið Jacob varð føddur.
Tað hendi undir vatni heima í stovuni.
Hóskveldið kl. 21.15;
Fint skal tað v
era
Frú Hyacinth er tann fullkomna vertinnan
við morgunmatarborðið í meinigheitini.
Ein mætur maður er gestur og frú Hyacinth
er fegin um sín »tydningarmikla« leiklut.
Men tíverri stendur familja hennara ikki
mát við tað, hon væntar sær.
Hóskveldið kl. 21.45;
Tann seinni
heimstaðurin -5:13
Helgaer plágað av longsli, hon og Hermann
uppliva ófriðin í býnum, har Hermann
verður sligin av einum politisti og má rýma
úr býnum.
Nr. 211 — 4. NOVEMBER 1994
Útvarp Foroya
Leygarkvøldid kl. 19.05:
Bretar i Indiu
— Ein fråsøgn frå bretska
imperiinum
Hetta er fråsøgn um tey tvey hundrad årini,
bretar vóru í India. Serliga verður sagt frå
tíðini eftir uppreisturin í 1856, tá bretska
krúnan beinleiðis legði landið undir seg.
Nomið verður eitt nú við samfelagsskipan-
ina, hátíðarhald og h ilsuumstødur.
Bergur Jacobsen leggur til rættis.
Leygarkveldið kl. 22.10:
Nåttarravnarnir
Rap sangarin Lucas
Í Nåttarravnasendingini fara vit at hoyra
rap-tónleik. Birgir fer at ummæla nýggju
fløguna við dansk-amerikanska rapparan-
um Lucas. Kl. 23.00 verður spurnarkapp-
ingin, har evnið er poppur, almenn vitan og
ítrótt. Ein tíma undan kappingini kunnu
lurtarar tekna seg at vera við. Tað gera teir á
tif. 11382 og 11383. Vinnarar hvort leygar-
kveld í vetur verða eisini við í kappingini
um eina ferð fyri tvey við Faroe Travel og
Flogfelagnum til Nashville. Á midnátt hug-
leiðir Høgni Djurhuus um vikuna, ið fer og
so spæla ravnarnir dansitónleik úr nátt-
klubbanum. Sendingin endar kl. eitt.
Heðin Arge Jensen og Birgir Kruse skipa
fyri.
Sunnudagin kl. 14.15:
Sogan undan kavi
í Føroyum
9. januar 1993 fann ein ungur heimasands-
maður ein sjáldsaman lut i fjøruni á Sandi.
Tað var eitt stálhylki við skjølum, postkort-
um og ødrum gåtuførum í. ;
Eftir at hava kannað málið fann Útvarpið
fram til upprunan. Talan var um eitt sokall-
að tíðarhylki, sum tríggir bretskir pólfarar-
ar høvdu lagt eftir seg skamt frá Norðpól-
inum í 1977.
Ein mánað eftir tann sjáldsama fundin á
#
The British North Pole Expedition á Íshav-
inum frostveturin 1976/77. Ein av monn-
unum fekk frostsár, og settist aftur
Sandi hitti Utvarpið tveir av monnunum,
sum vóru við í The British North Pole Ex-
pedition veturin 1976/77. Við í vidførinum
var tíðarhylkið, sum rak upp á land í Før-
oyum.
Hendingin var so forkunnug, at søgan um
tíðarhylkið endaði í gitna enska tíðarritin-
um The National Geographic.
Undir heitinum »Å veg til Norðpólin<
hevur útvarpið tvær sendingar um gátuna,
sum fjaldi seg aftan fyri tíðarhylkið.
Í fyrru sendingini, sum kemur sunnu-
dagin hoyra vit um tann sjáldsama fundin
og um fyrireikingamar til Norðpólsferðina
1976/77.
Mánadagin kl. 17.05:
Undir Nordstjørnuni
Lisa Nilsson
Upp undir ES-valið í Svøriki fara vit at
hoyra nýggjan, rútmiskan tónleik hagani úr
landinum — bæði á svenskum og enskum.
Vit fara at hoyra vælumtóktu sangarinnur-
nar Lisu Nilsson, Rebecku Tørnquist og
Lisu Ekdahl og bluessangararnar Roffe
Wikstrøm og Stefan Sundstrøm. Fáir
svenskir sangarar hava í nýggjari tíð verið
so væl umtóktir sum hin unga Lisa Ekdahl. I
so at siga øllum Norðurlondum verða løttu
sangir hennara sungnir og spældir. Birgir
Kruse leggur til rættis.
Månakvøldid kl. 20.00;
Skåk og måt!
Fjórða hvørt månakvøld í vetur verður ein
talvtáttur í útvarpinum. Sendingin, ið ber
heitið Skák og mát, verður ein hálvan tíma
frá klokkan 20.00 til 20.30.
Sendingarnar verða ikki sum fyrr, tá
telvarar komu í útvarpið at kappast. Ætlanin
er heldur at gera samrødur og siga frá
kappingum burturi og heima. Vidhvørt
verður eisini hugt at onkrum talvi ella onkr-
ari stóðu.
Umframt heimligu telvingina, sum hevur
mong ár á baki, er nú eisini eitt blómandi
talvvirksemi millum føroyingar á flatlond-
um, og tí fer neyvan at standa á at fylla upp í
sendingarnar.
Í fyrstu sendingini månakvøldid verður
væntandi mest gjørt burtur úr komandi talv-
olympiaduni, sum verður í Moskval í næst-
um.
Suni Merkistein ger sendingina.
Månakvøldid kl. 19.00;
Finna og at uppfinna
tad føroyska
Í triðja og seinasta fyrilestrinum verða tikin
fram onnur mentanarlig eyðkenni og í-
myndir, sum vit í Føroyum hava funnið
fram til ella uppfunnið, fyri at itøkiliggera
tað føroyska sum Ld. rullupylsubitin í mat-
skjáttuni hjá Atlantsflog og grindadrápið.
Jóan Pauli Joensen, professari, heldur
fyrilesturin.
Tíðindablaðið CH
Barnaútvarpið
Sóljuvík — 4. partur
Seinasta týsdag hoyrdu vit, hvat tey gjørdu á
føstulåvint í Sóljuvík.
Nú fer Maria skjótt at fylla, og tí fara
Mortan og pápi hansara grindi oman til
Baldur. Og Baldur veit altíð nógv at fortelja.
Bømini henta sóljur, og Karin og Maria fara
eisini at trilla Lindu.
Ella Smith Clementsen hevur skrivað
leikin, Jóhs. á Rógvu Joensen gjørdi tón-
leikin og Elin Karbech Mouritsen leik-
stjórnaði.
Mikudagin kl. 320.09 kl. 18.00:
Vida um
Fýra gestir vera í útvarpsstovuni miku-
dagin. Hesi svara spurningum, sum lurtarar
hava sent til útvarpið.
Gestirnir eru: Petur Ellefsen og Marner
Simonsen, serlæknar, Ingibjørg Berg,
stjørnmålafrødingur og Eivind Veyhe, mål-
frødingur.
Armgarð Arge leggur til rættis.
Hóskv
ið kl. 1 :
Tilvera
Í sendingini verður tosad við Børra Knud-
sen, prest, sum hevur halgað sítt lív til
stríðið móti fosturtøku.
Armgarð Arge leggur til rættis.