Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-11-04, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. november 1994síða 13

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Eee Se Tíðindablaðið ESF Nr. 211 — 4. NOVEMBER 1994 Síða 13 f VEGGJAGRØS Yrkingar Hedin M. Klein Veggjagrøs er vakurt savn- andi heiti fyri hesar yrking- ar. Tey, sum minnast teir gomlu grótveggirnar, síggja myndina livandi fyri sær. Eitt sindur av modnum bosi ella dusti í veggjarhol- um hevur givið nøkrum stráum livilíkindi. Um helmingurin av yrk- ingunum er yrktur við í- blástri av upplivingum frá bamaårunum ella rættari bygdanáttúruni. Hesar yrkingar bera heiti sum: Grasrót, Vinir (um veðrið), Sama suðið, Spretta og følna, Undur og Summarnått. Sum inngang- ur er henda yrkingin sett: JANUAR Strikumynd „ Her standa nakrar hømliur Og raða berar Og bitnar upp Ur rummiskum kava Og allastaðni um tær Dygst framvið Seyðaspor umskarast Ferð eftir ferð Í hvítari verð Ur fjøru á veg Í fjøru á veg Á veg úr fjøru Í fjøru Av hesum yrkingum er helvtin beinleiðis vidgjørd bamaminni, Ld. Vårgonga og Barn. f Bam minnist hann aftur, at alt, sum hann hoyrdi um: Snjóhvíta ella Betlehems fløtur, hendi júst í hansara bygd; >Man Vár- harra nakrastaðni/ Hava nærri verið enn her/ Har hann var áðrenn verðin var til/ Tá í andi hansara sum øll munnu vita Sveimaði yvir Djúpunum úti fyri/ Har son- ur hansara seinni skuldi ganga/ Sum altartalvan í kirkjuni vísir... Ein kann nú undrast á, at bygdirnar rúmdu so mong- um ymiskum lyndum sum tær gjørðu. Eitt dómi um at so var, er henda yrkingin; Sjúrður bóndi Abbar mínir Javnaldrar hansara Nevndu hann Sjúrð á Flotti Teimum yngru vóru Og børnunum við Vart tú Sjúrði bóndi Bóndanavnið var íkomið Í látri og brosandi spei Tú sum seldi jørðina Títt ríki var ikki av jarðar- bøkkum Kærari var tær katturin Enn snórapelar Betri var tær kenningin Enn stik og garðar Hin ljúvliga løta Hattleysur um í bygdini Kempu vaksin Berur tín veldigi skalli Góðsliga glotti Títt eina eyga Granna stevna Granna „klandur Atti teg hvorki Einhyrningur í bygdini Yvirborin Men ongantíð burtur í mongdini Ongantíð útlagin rættuliga Fólka eydna Barna tokki Kólnaðu aldrin Har tú gekst tínar egnu leiðir Sniðtroddi allar gøtur Í einingi í tuflum í stillum og kanska Ikki heilt øssumaldur; »Signadur veri« Hesar yrkingar bera ikki dåm av longsli eftir eini farnari tíð. Tær lýsa sítt evni væl og verða steinar í Heð- ins hugsan um mannalívið og verða hansara poetiski málbúni. William segði, at bara hann blundaði, oysti allur hansara barnaheimur fram fyri hann sum ein 6- tømandi kelda. Enn kann tað sigast um øll okkara skrivandi, at tey tora at fara aftur til barnaheimin og har fáa eitt fótafesti. Hetta er fjórða yrkinga- savnið hjá Heðini. Hansara fyrsta savn, >Væmingar og vaggandi gjålv«, kom i 1969. Hini bæði komu við kortum millumbili, >Strandvarp< í 1983 og >Ljóðsins ljós< í 1985. Í tí seinna savninum hev- ur hann yrkingar frá Reykjavík, Oslo, Fjóni og Grønlandi, og í hesum savninum er tað, >Á træ- brúgvunum í Nuuk<, sum umboðar henda táttin. Sjón- lig slóð eftir sambandinum, vit hava havt til hini Norð- urlondini tey seinnu árini. Kvart øld er liðin, síðan fyrsta savnið, um 100 yrk- ingar. Heðin byrjaði tíðliga at yrkja og var 19 ár, tá fyrsta savnið kom út, men longu tá gróv hann so djúpt, at sama góða skaldavætan setir í brunnin enn. Nú tú lesur allar aftur, sært tú ferð eftir ferð sam- anhangin, men tær nýggju eru frískar og nýskaptar. Fyrst eg læs >Veggja- grøs« helt eg, at skaldar- búnin læt teg nú síggja meira beinleiðis inn í nakna boðskapin ella sannleikan í yrkingini, tó hesin boð- skapur ikki var ósemiliga nakin. Tað var kanska ser- liga yrkingin >Tá neyðin er størst«, sum fekk hesa hugsan fram, men at enda við einum slíkum útsagni, og vidhvørt óvæntað, er honum ikki so ólíkt. Sjálvandi kann henda yrkingin lesast, sum var hon skrivað til okkara núverandi kreppustødu, men hon hev- ur skyldkonur í øllum hin- um søvnunum, og fevnir um støðuna á jardarknøtt- inum í dag og eisini manna- lívið sum heild. Her leggur hann alla á- herðslu á neyðina og far okkum at stødga á her, end- an å ordatakinum »Næst« strikar hann. Eisini her vil hann siga nakað, ið valla sigst, men hann fær víst á tað. Allur poesiur er kanska júst frásøgn og lýsing av ti ósiguliga í lívinum. Um lív- sins bráða skift. Andsøgn- ina, sum lívið ber í sjálvum sær, ið ikki er andsøgn, tá ið saman um kemur. Fær tú eyga á heildina eitt eygna- blunk. , I yrkingini >Í millum« (Ljóðsins ljós) verður spurningurin hangandi, hvat er millum ymiskt, og tå kundi hildið áfram til dóma- dag at sagt millum hetta og hatta (millum Pontius og Pilatus<), men hann endar við: millum svikini/ liggur opin og óvardur/ kærleiki okkara/ opin og óvardur<. Veggjagrøs hava nakrar yrkingar, sum eru sprotnar úr sama jørdildi. > Áðrenn< er uppremsan eins og >Í millum< og kundi eisini hildið áfram við sínum »ådrenn«. Ja, hvat var áðr- enn eggið. Svarið er ikki til, ella kanska hetta er júst ein- asta svar, ið gevst. Hønan! Ja, og so eggið. , Ein onnur er >Í medan«, ið byrjar við >Nú ið tú flýtur í fráveruni/Nú ið tú dregur á hvørki«, og í »Livandi deyður< gevur hann hesum ófrásigandi millumbilum meiri hold og fær enda við einum enda, ið kortini vend- ir sær við. »So tann deydi fær sagt tær frá/ At nú er hann livandi/ Nú er hann livandi/ deyður<. Formurin í savninum er mest sum hin sami tryggi og knappi fråsøguhåtturin. Nú byrjar hann hverja nýggja reglu við stórum og gevur ? harvið setninginum virði av sersetningi, og vidhvørt byrjar hann eisini við stór- um mitt inni á regluni, tað er helst, tá ið hann metir mein- ingina ikki vera nóg sterka at standa fyri seg sjálva. Hoyrir meira upp í hitt fremra. Í >Ljósins ljós< setir hann eitt punktum í tílíkum fórum. Hin sami vakri málbúnin, nú kanska uttan serstøk orð og orðasamansetingar, ið tú stødgadi við, og sum við sjáldsomum smásteinum, mátti taka upp í hondina. >Væmingar og vaggandi gjålv« kann sum heiti enn fevna um allar hansara yrk- ingar, men nógv legst eisin: í tað knappa og bera »Veggjagrøs«. Tå neydin er størst Tå neydin er størst Er hjålpin Fyri vestan sól Og mána Neyðin er meira Enn alt sum er Tægast hvorki Baktalast ei Neyðin í neyðini Neyðin Tann nakna Skorin Í holdið Skorin Í bein Tá neyðin er størst Er hjálpin Langt av landi Skoun Steinbjørn B. Jacobsen