Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-11-04, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. november 1994síða 14

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 Nr. 211 — 4. NOVEMBER 1994 Johan K. Joensen, nevndarlimur í Fíggingargrunninum: Trygg peningaskipan av størsta týdningi Tad er åbyrgdarleys tala nú at siga, at tað hevdi verið rættast at koyrt bankarnar á húsagang. Tá hevði alt samfelagið farið fyri bakka. Fyri meg er ein trygg peninga- skipan nakað av tí týdningarmesta fyri at fáa fóroyska samfelagið aftur á fótur Kreppan í Føroyum var so mikið djúp og grov, at sjálvt samfelagsfrødingarnir, ið stíga fram i dag, hava ikki gjørt sær far um tað. Hetta er ikki nakað, sum kann loysast eftir eini løtu. Tann, sum billar sær tað inn, má lesa meira samfelagsfrødi og serstakliga tjóðarbú- skap. Eg haldi eisini tað er ómetaliga skeivt nú at finna sær syndabukkar sum Ric- hard Mikkselen. Hetta sigur Johan K. Jo- ensen, fyrrverandi spari- kassastjóri og nevndar- limur í Fíggingargrunn- inum um tær atfinningar, sum hava verið frammi móti Fíggingargrunninum og formanni tess Richard Mikkelsen. Tað fyrsta vit mugu finna fram til er, hvat er rættvíst og hvat órættvíst. So er tað líka mikið, um tað er ein dani ella ein kinesari vit tosa um. Har meini eg, at tað er langt úti at finna ein syndabukk, sum nærsagt er tvangsskrivaður til hesa uppgåvuna. Ein kann ikki liggja soleidis og sjonglera vid sannleikanum. Einki eindømi Hann visir å, at skipanin vid Figgingargrunnurin er eftir norskum mynstri. Soleidis varð gjørt í Noregi, tá peningastovnarnir har vóru Johan K. Joensen hevur ikki hug heldur kortini, at danir eiga at politikarar vilja vera við. Kreppan stavar so sannili mist fjarleiðirnar og fiskaprísurin er í botni. í trupulleikum, sama varð gjørt i Finlandi og í Svøriki. Hetta vard gjørt fyri at forda fyri, at figgingarskipanin ikki skuldi kolapsa, ti tad tå eisini rakar sera tilvildarliga. Johan K. Joensen metir annars ikki Fiskavirking sum nakað endaligt. Tað er fyrsta stigið. -Taðer ein ómetaliga stór misskiljing, um samfelags- frødingar halda, at kreppan kann loysnast upp á nul og nix. Tann, sum billar sær inn, at alt hetta kann loysast skjótt tekur stórliga feil. Tað má ganga ein tíð, áðr- enn vit koma uppundan aftur. Opið samfelag Johan K. Joensen sigur, at Føroyar eru eitt so opið samfelag sum nakað sam- felag kann vera. Ein sparari í Føroyum kann altíð flyta sínar pengar niður til Dan- markar uttan nakað sum helst. Teir, sum bjóða seg fram til at analysera sam- felagið, mugu tí gera sær fullkomiliga greitt, at tað er álitið á peningaskipanina, sum er ógvuliga týdningar- mikið. Johan K. Joensen heldur líið um tey mongu av- gjørdu úttalilsini um, at tað var skeivt at bjarga banku- num tann 6. oktober 1992. -Slíkt er ábyrgdarleys tala, tí tá stegðar jú alt upp. Sjálvt samfelagsfrødingar høvdu ikki fingið sína løn útgoldna tá. Djúp kreppa -Men er samfelagið ikki um at steðga upp sum er? -Jú tað kann ein næstan siga. Tað er so bara eitt dómi um, hvussu djúp kreppan er. Johan K. Joensen heldur ikki, at nakar í veruleik- anum dugir at siga, hvussu óhugnaligar avleiðingar tað hevði fingið fyri samfel- agið, um bankarnir ikki vórðu bjargaðir og øll pen- ingaskipanin harvið datt sundur. -Hvør skuldi tá staðið uppaftur úr øskuni? Hvussu skuldi tú seta á stovn eina nýggja peningaskipan?Og hvor skuldi gjørt tað spyr fyrrverandi sparikassa- stjórin. Johan K. Joensen heldur, at við einum bankakrakki var í veruleikanum alt samfelagið farið á heysin. -Eg minnist tá Sjóvinnu- bankin reyk í 1951. Tá varð danski fíggjarmálaráðharr- in spurdur, hvat hendi. Hann svaraði, at ein banki er soleiðis fyri sum kund- arnir tvs. vinnulívið er fyri. -Og tað er jú hetta málið snýr seg um í Føroyum. Tað er so lítil partur, sum ikki er farin á heysin. Og tað er bert igjøgnum peningaskipan- ina at vit koma aftur á rættkjól. Mangla fisk Johan K Joensen sigur, at allir okkara trupulleikar botna í tí, at vit hava ov lítlan fisk. -Hetta er so ikki nakað nýtt fyri meg. Fara vit nøkur ár aftur í tíðina, so hava vit fiskað á fremmand- um leiðum alt tað vit minn- ast. Trupulleikin har hevur ongantíð verið ovurfisking. Nú tá vit so skuldu fiska inni hjá okkum sjálvum og har vit hava eitt tilfeingi, sum er í minna lagi í mun til tað vit hava bygt fiskivinn- una út til, hava vit als ongar royndir við at skula ans eftir stovnunum. Johan K. Joensen sigur, at tað tekur drúgva tíð at venja okkum til broyttu umstød- urnar - frå litlari og ongari avmarking á fjarleiðum til so at skula ansa eftir stovn- unum á heimagrunnunum. Fiskavirking Hesin føroyski nevndar- limurin i Figgingargrunnin- um heldur annars ikki tad er rætt i dag at geva Fiska- virking skyldina fyri alt ilt, nú tað sansar veruliga at. -Skuldin hjá flakavirkj- t gera viðmerkingar til vitjan Nyrups ella komandi samráðingar. Men hann gera sær greitt, at kreppan er ikki bert sjålvgjørd soleiðis sum summir danskir ga eisini frá broytingum, sum koma uttanífrá eitt nú hava vit Mynd kalmar Tíðindablaðið GQ Johan K. Joensen er ein av teimum gomlu tungvektar- unum í fóroyska peningaheiminum. Hann hevur alt sítt lív havt ein ómettandi áhuga fyri samfelagsáhugamálum. Heldur ikki nú er hann bangin fyri at siga sína hugsan um mangt og hvat. Mynd kalmar unum varð vorðin ovur- hondsstór, og eingin hevði væl roknað við, at tú kláraði at loysa eina slíka kreppu við einum slag. Tú er noyddur at grulva teg igjøgnum hana. Vit vita, at framleiðsluorkan er alt ov stór, og tað, sum málið við Fiskavirking snúði seg um, var jú at tryggja sær, at alt ikki steðgaði upp. At tað so gekk longri tíð at fáa eina loysn við kreditorarnar er nakað annað.. -Eru vit komin á botn? -Tað er ringt at siga, ti kreppan er so djúp. Eftir míni hugsan hevur tað mest at siga, at vit hava fingið sta- bilitet í okkara peninga- skipan. Eg dugi als ikki at ímynda mær, hvussu vit skuldu arbeitt, um hetta ikki var í lagi. Høvdu einki annað val Men heldur Johan K. Joen- sen, at Atli Dam og Jógvan Sundstein bóru seg rætt at tá teir 6. oktober 1992 gingu vid ul at bjarga Sjóvinnu- bankanum? -Teir gjørdu tað sum civiliserað lond í Norður- londum hava gjørt. Teir høvdu heldur einki val. -Men heldur tú at danir hava víst "fair play" í øllum hesum bankamálunum? -Her er tað sjálvandi leikluturin hjá Den Danske Bank, sum ein kann tjakast um, tvs. hvat nú var rætt ella skeivt. Johan K. Joensen vísir á, at ein kann skilja Den Danske Bank, tá hann metir seg (tvs. Føroya Banka) "forfordeildan” í mun til Sjóvinnubankan, tá hesin fekk almennan stuðul. -Heldur tú annars, at danir hava viðgjórt alla bankakreppuna upp á rættan mátan? -Ég kann bert siga, at danir hava ikki havt nógva tíð heldur til at umrøda seg í, tá teir hava fingið hesar uppgávurnar. At vera bak- klókur nú haldi eg ikki vera rætt, líka so lítið sum at út- peika syndabukkar. Hesi bæði orð eru skyld. Og Johan K. Joensen heldur fram: -Vit kunnu í hvussu er ikki vísa aftur, at vit hava ikki húsast nóg væl í okkara húsi. Men tað er eisini ein sannroynd, at alt er ikki sjålvgjørt, langtífrá. Vit hava mist nógvar av fjarleiðunum og fiskaprís- imir hava ikki verið góðir við okkum. Tað er nakað, sum má endurtakast aftur og aftur fyri teimum, sum siga, at alt byggir á egið skilaloysi. jan Jola- borð Bergmenn spæla góðan dansitónleik fyri tykkum, bíliga eisini! tel. 1-9194 mm!