fríggjadagur 4. november 1994síða 15
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
BONDE Fr
Tíðindablaðið [ sosíalurin ) A Nr. 211 — 4. NOVEMBER 1994 Síða 15
Johan K. Joensen, fyrrverandi sparikassastjóri:
Danski staturin má
niðurfrysta skuld
Tað nyttar ikki at pína ein skuldara so nógv, at tað ikki lirrar eftir í honum. Kredi-
torarnir, her serliga danski staturin, mugu slaka so ella so. Kreppan er ikki bert
sjålvgjørd. Tað snýr seg eisini um broytingar uttanífrá. Talan er um vanlukkurakt øki
-Trupulleikin hjá føroyska
samfelagnum í dag er tann
stóra skuldin, og hvussu vit
sleppa burtur úr henni. Hon
tarnar í veruleikanum okk-
um í at koma burtur úr
kreppuni - hon tarnar allari
framgongd.
Hetta sigur Johan K.
Joensen, nevndarlimur í
Figgingargrunninum.
Hann heldur avgerandi
spurningin í dag vera, hvat
ber til at niðurfrysta av um-
røddu skuld.
-Báðir partar mugu hava
áhuga í, at gongd kemur á
aftur í føroyska samfelagn-
um.
Keld og kynisk tel
-Men hvussu sampakkar
tað við, at aðrir vilja hava
okkum til at spara okkum úr
kreppuni?
-Vit síggja, at stødan hjá
okkara kreditorum er tann,
at teir vilja hava okkum at
innsíggja, at tað ber ikki til
at halda fram við poli-
tikkinum frá 80-unum. Teir
vilja hava okkum at vísa
ábyrgdarkenslu aftur, og
tað meini er vit longu hava
víst. Vit hava longu víst, at
vit eru greið yvir støðuna.
-Men hvússu kennir tú
tað, tá danskir serfréðing-
ar siga, at tað er í lagi, at
fólk flytur av landinum - at
vandi ikki er í ti?
--Teir hugsa reint kalt og
kyniskt sum nationaløko-
nomar. Teir meina, at stød-
an vid flytingini lagar seg
sjálv. Tvs. at verður arbeiði
aftur í Føroyum, so flyta
fólk heimaftur.
-Sær tú ikki ein vanda í
flytingini?
-Tað, sum harmar meg, er
at vit eru komnir út í hesa
ólukkuligu stóðu Vit hava
gjørt alt ov nógvar íløgur á
landi og sjógvi uppá stutta
tíð, soleiðis at øll bygging er
gjørd. Um nøkur ár er als
ikki brúk fyri handverk-
arum.
-Men hvat so. Skulu vit
geva uppat at liva her?
-Nei, eg rokni við at
viðurskiftini fara at laga
seg. Fyri meg er tað mest
umráðandi, at vit hava
fingið trygd fyri, at vit hava
eina peningaskipan.
Kreditorar mugu
vísa áhuga
-Men er tað rímuligt, at vit
verða tvingaðir til at gjalda
skuldina her og nú, tá vit
als ikki eru fórir fyri tí?
-Tað er tað ikki. Kredi-
torarnir mugu vera meira
rímuligir og vísa áhuga fyri,
at gongd kann koma á aftur.
-Men er tað ikki ein sann-
roynd, at kreditorarnir
Johan K. Joensen: Bæði kreditorar og debitorar mugu hava áhuga í, at gongd kemur
aftur á fóroyska samfelagið. Mynd kalmar
krevja ov nógv av okkum í
løtuni, at tå kanst ikki royta
hárið av einum skallutum?
-Óuin fyri rentudeyð-
anum er í veruleikanum eitt
tekin um, hvussu stór
skuldin er.
Johan K. Joensen sær
onga aðra loysn fyri at
koma burtur úr støduni enn
hana, at kreditorarnir góð-
taka einaella aðra loysn,
soleiðis at Føroyar ikki líða
rentudeyðan.
-Nú er tað so legið fyri
meg at tosa um hetta, ti
longu í 70-árunum ávaraði
eg politikkarnar móti rentu-
deyða. So hetta er einki
nýtt.
Johan K. Joensen sigur at
tað er eingin fyrimunur fyri
kreditorarnar at fasthalda
krøv síni óbroytt. Teir hava
einki annað at velja í enn at
slaka so ella so. Teir mugu
síggja veruleikan í eyguni.
Og her hugsar hann ikki
minst um danska statin.
Johan K. Joensen heldur
tað vera rætt í hesum sam-
bandi at viðgera spurningin
um, hvat tað kostaði at
bjarga bankunum. Hann
heldur sjálvur, at tað er mest
nátúrligt at tosa um at strika
hesa upphædd ella okkurt
líknandi, um vit skulu fáa
lætt byrðarnar. Talan er um
einar triggjar milliardir
krónur.
-Við ti lítla fiskiskapi,
sum er, við verandi lágu
fiskaprísum og við teim
møguleikum vit hava við
býtislutfallinum út eftir so
dugi eg ikki at sígga, at vit í
løtuni klára at servicera -
gjalda - okkara uttanlands-
skuld.
Býtislutfallið tá hugsað
verður um fiskaprísirnir
hevur eina avgerandi ávirk-
an á føroyska búskapin.
Mótspælið kann
nústaðni koma
Vit spurdu Johan K. Joen-
sen, um okkara politikarar
havt ov líuð mótspæl til
donsku uppskotini at loysa
kreppuna?
-Hvat mótspæl kann ein
hava, tá ein bráddliga far at
vita, at nú fara bankarnir á
heysin? Sjálvur haldi eg
ikki, at møguleiki hevur
verið fyri stórvegis mót-
spæli fyrr. Nakað annað er
nú. Tað er tíðin vit hava í
dag, sum ein kann spæla
ímóti við. Tað er nústaðni,
at ein byrjar at fáa fótin fyri
seg. Tú kanst jú ikki fáa
fótin fyri teg, tá tú fær boð
um, at í morgin verður
bankin stongdur. Tú hevur
einki sum helst vápn av
nøkrum slag at spæla ímóti
við.
Johan K. Joensen metir
komandi samráðingar við
danir sum eitt avgerandi
vegamót.
md i
Her fara nógvar týðandi
avgerðir víðvikandi Føroyum at
verða tiknar í komandi tid - bert fáar metrar frá føroysku
viðskiftastovuni. Myynd jan
-Eg meini at bæði debitor
og kreditor mugu hava
áhuga í at fáa gongd í aftur,
soleiðis at vidurskiftini aft-
ur gerast normal. Og
sjálvandi hevur kreditor-
urin stóran áhuga í, at de-
bitorurin klárar seg.
-Men er tað ikki júst
beint øvugt av ti, sum
hendir?
-Ein hevur varhugan av,
at kreditfeløgini vilja hava,
at tað eru teir føroysku
peningastovnarnir, = sum
skulu blaða og ikki teir.
-Hvat heldur tú um tað?
-Hatta er ein maktstøda.
Eg trúgvi ikki, at stóðan hjá
kreditfeløgunum er so sterk
kortini. Men tey royna so at
berjast sum longst.
Inflatiónin steðgar
Johan K. Joensen heldur
annars, at hóast vit før-
oyingar áttu at havt lækkað
okkara livifót, tá tað gekk
niður á bakka, so eiga øll at
hava í huganum, at tað, sum
hendir her, er einki ein-
dómi.
-Tað er ikki av tilvild - og
hetta nevnir Gørtzfrågreid-
ingin einki um - at bankar í
Svøriki, Noregi, Finlandi
og í Danmark koma í
trupulleikar. Tað er tí, at in-
flatiónin steðgar. Vanlig
fólk hava forútdiskonterað
inflatión, tvs. at inflatiónin
hevur eggjað lántakaranum
at læna meira. Tí tann, sum
verður við sviðið soð, er
tann passivi spararin. Hetta
steðgar so upp í 80-unum.
Vit høvdu annars havt
inflatión síðani oljukrepp-
una, og henda stødan hevur
so sanniliga eisini ávirkað
rættiliga nógv hugburðin
hjá fólki.
-Heldur tú tað er rætt at
sammeta stóðuna í Før-
oyum við eina náttúruvan-
lukku?
-Tað kann ein væl siga.
Vit eru jú útkoyrdir av fjar-
leiðum og hava fiskað okk-
ara egnu grunnar upp, sum
jú eru einasta tilverugrund-
arlagið sum er.
Johan K. Joensen sigur, at
var landgrunnurin fullur av
fiski, so høvdu vit nokk
klárað skuldina. Men so er
ikki.
-Men hvat sigur tú til
ráðini hjá Bonnerup um at
lækka fíggjarlógina mun-
andi?
-Har má ein so gera upp,
hvat vit hava ráð til av al-
mennum tænastum.
-Hevdi tú verið í stóðuni
hjá dónum, hvat heyði tú tá
gjørt mótvegis Føroyum?
-So hevdi eg i hvussu er
niðurfryst ein part av skuld-
ini. Eg hevði helst eisini
sagt sum so, at finst olja við
Føroyar, so skulu føroy-
ingar gjalda hesa skuld aftur
men ikki fyrr enn um nógv
ár, tá møguligar inntøkur
frá oljuni koma í lands-
kassan.
Nyttar ikki at
pína skuldara
Føroyingar eiga sjálvandi at
viðganga, at tað eru vit
sjálvir, sum hava høvuds-
åbyrgdina av støduni. Men
tað er so spurningurin hvat
so er at gera! Tad nyttar i
hvussu er ikki at pina ein
debitor so nógv, at tað ikki
lirrar eftir í honum.
-Eru vit komin hartil?
-Tað er tann stóri spurn-
ingurin.
jan
Føroyinga-
felagid
iLondon
Nærri upplysingar frå:
Birgit Sålstein,
ti. 00944816815730
Helgi Joensen,
tlf. 00944932829027