Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-11-04, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. november 1994síða 16

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

0 si A Á Síða 16 Nr. 211 — 4. NOVEMBER 1994 Skipað verður fyri gongutúri: Gongutúrur til Velbastaðar Sunnudagin fer Felagið Tórshavn at skipa fyri gongutúri. Byrjað verður frá Krossinum kl.11.00 „og síðani verður gingið eftir gótuni til Velbastaðar . Ferðaleiðai á túrinum verður D.P. Danielsen, ið hevur verið bóndi á Vel- bastað í nógv ár. Á ungum døgum plagdi hann at nýta hesa gøtu 10 gingið verður eftir, so fáur man vera, ið kennir hesa gøtu betur enn hann. Felagið Tórshavn hevur í mong ár skipað fyri slíkum túrum og tey hava bæði verið á toppinum á Slæt- taratindi og gingið upp um Kirkjubøreyn, so túrurin til Velbastaðar verður allar- helst eingin trupulleiki. Hverja ferð gingið hevur verið, hevur regnað, so felagið heitir á fólk um at hava góð gonguklæðir við. Veðrið hevur tó bert einaferð verið orsøk til at, túrurin bleiv avlýstur. Umli. 30 fólk eru við á hvørjum túri, men einaferð vóru tey heili 70 í tali,so undirtøkan er rættiliga stór. Í ár hava tey gingið uml. 24 túrar, og um 3 víkur verður skipað fyri einum afturat, men hesin túrurin verður ikki á sama hátt sum allir hinir. Á hesum túrinum verður hugt at ymsum standmyndum og minnis- lutum, sum eru í Havnini, men undirtókan verður vónandi líka stór kortini. Bárður Tíðindablaðið CSE Dekk og Lyktarkanning: Hevur tú peruna í ordan Dekk og Lyktarkanning í ár verður gjórd í neyvum samstarvi millum Ferðslutrygd og polinid. Og eftir sum tað er fyrstu ferð dekkini eisini verða kannaði fer politiid at leggja sera stóran dent á at stegða bilum, og serliga leggja merki til bilar id ikki hava verið til kanningar. Seinastu árini hava færri og færri bilar verið til kanning- ar, samstundis sum meðal- aldum á akførunum er hækkaður við uml. 50-60%. Í 1992 vóru upp ímóti 5000 bilum, og í fjør bert 3090. Har úr vóru 54% bilar feilfríir ímeðan hinir við feilum vóru 46%. Hesi tøl eru kanska heldur keðilig, men roynt verður at broyta gongdina. Sambart samstarvi millum >Ferslutrygd< og »Løgverjuna«, — hetta er fyrstu ferð dekkini verða kannaði — fer løgreglan at gera sítt besta fyri at steðga bilum, og serliga leggja merki til teir bilar, ið ikki hava verið til kanningar og fngið »Ferslutrygd- armerkið< klistrad á rútin. Og ístaðin fyri at fingið eina bót høvdu nokk flest fólk fariðtil kanningar. = Sum sagt vóru bert um trítúsund bilar til kanningar í fjør, og næstan helvtin av teimum skuldu antin umvælast ella fáa lykturar stillaðar. Hetta má sigast at vera eitt ógvuliga vánaligt úrslit. Og eftirsum at kanningin ikki kostar nakað uttan tú skal era nakað fyri at >shina< bilin eitt sindur upp skuldi vandin við at fara til kanningar verið ógvuliga lítil. Uttan so at bilurin ikki er í nóg góðum standi til at blíva g6dtikin. Peningatrot ? Man grundin til at so nógvir bilar eru í so ringum standi, vera ávrkanin av ti ringu politisku støduni vit eru i. Ella er tað bara fólkið, ið er blivið so dovið nú ta seinastu tíðina. Ringar tíðir hava vit so í- hvussu so er, og kanska hava fólkini ikki ráð at halda sær bilin viðlíka sum fyrr. Tað er alt samalt skuld , skattur og enn meira skattur. Og vit liggja øll undir ti(té summi minni enn hini.) Kanska tað hevði verið fleiri fólk, ið kordu bil sín til kanningar hvis okkara øko- nomiska stóða bert var eitt sindur betur. Tróndur. Til Íslandsvinir í Færeyjum Það fólk, sem hefur áhuga á að hittast eina kvøldsstund, vinsamlega hafið samband við Njál í sima 19194. Lítið partafelag ynskist bíliga til keyps. Skriva til Sosialin, Postboks 76, 110 Tórshavn, undir Bill. mrk. 1050 Amnesty International Skrivstovan í Vágsbotni er opin týsdag og friggja- dag kl. 10-16. Tlf. 15816. Livdin, Dj. i Geilsgøtu 1 Opið er soleiðis: Mikukvøld frå kl. 20—23, friggja- kvøld og leygarkvøld frå kl. 19.00 til 01.00, og sunnukvøld frå kl. 19.00 til 23.00. Aldursmarkið er 16 ár.