leygardagur 5. november 1994síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 212 + leygardagur/sunnudagur
5.6. november 1994
Motorskaði førdi vid sær, at for-
sætisrådharrin mátti fara niður
við ødrum flogfari enn ætlað
Sjálvt um tú ert dansk-
ur forsætisráðharri og
sostatt ert tann mått-
miklasti av øllum polit-
ikarum i Danmark, er
tað ikki altíð so, at alt
gongur júst eftir tínum
høvdi.
Hetta noyddist Poul
Nyrup Rasmussen at
åsanna i gjår, tå hann
seinnaparun skuldi
verða flogin við tyrlu
av Boðanesi í Havn og
vestur í Vágar, har
hann skuldi fara víðari
til Danmarkar við ein
um Gulfstream-flog-
fari hjá danska flog-
vápninum. Nyrup kom
eisini við einum Gulf-
stream-flogfan til Før-
oya mikudagin.
Alt sá út til at ganga
eftir ætlan, men á vegn-
um til Føroya noyddist
flogfarið at brót ferðina
av, tí okkurt var í Glagi í
einum av motorunum.
Neyðugt var at fara
niður í Stavanger í
Noregi, og har skuldi
flogfarið seinnapartin í
gjár verða umvælt.
Men sum Sosialurin
skilti tað seinnapartin í
gjár, var motorskaðin
so mikið stórur, at ikki
bar til at satsa uppá at
fáa tað sama flogfarið
at taka ferðina til Før-
oya uppaftur, so ti
gjørdist neyðugt at fáa
eitt annað flogfar hjá
danska flogvápninum
atkoma til Føroya eftir
forsætisráðharranum í
staðin.
Eitt Hercules-flog-
far, ið skuldi úr Grøn-
landi til Danmarkar,
kom umleid kl. 18 i
gjårkvøldid i Vågar, og
vid tí kundi forsætis-
rådharrin sleppa aftur
til Danmarkar. Kl. 20 í
gjårkvøldid skuldi for-
sætisráðharrin víga um
byggingina av Kong-
liga Leikhúsinum í
Keypmannahavn...!
Hann skuldi verið
farin vid føroysku tyrl-
uni, men av tí at ætl-
anin broyttist so nógv
av óvæntaða motor-
skaðanum, skuldi sjó-
verjuskipið »Triton«,
flyta hann úr Havnini
vestur í Vágar.
Sostatt gjørdist hesin
stedgurin hjå Poul Ny-
rup Rasmussen i Før-
oyum å hesum sinni
væl longri, enn hann
hevdi ætlað sær, hóast
tað hevur sæd út til, at
hann hevur trivist væl
her hesar dagarnar.
/
Pi i i SS
88 ; #
Ferðaskráin hjá Poul Nyrup Rasmussen var sera trong, tí hann vildi hitta so mong á máli sum gjørligt. Tí vóru
tað eisini tey fægstu, ið fingu høvi at heilsa upp á hann fleiri ferðir. Men tað eydnaðist tó Maritu Petersen, ið
bæði sum tingformaður og formaður í Javnaðarflokkinum fekk orðið á danska forsætisráðharran teir tríggjar
dagarnar, hann steðgaði í Føroyum á hesum sinni. Hendan myndin varð tikin tá tey bæði skiftu orð í tinginum í
gjáramorgunin Mynd: Kalmar Lindenskov
Forlagið Fannir við fýra bókum:
Føroyskt bokaprent
í kappingarført
>