leygardagur 5. november 1994síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðinda
aði
Varisligt bjartskygni
Oddagnein
POUL Nyrup Rasmussen, forsætisrådharri, er farin
aftur til Danmarkar og flestøll munnu sita eftir vid
myndini av einum statsministara, id ærliga og
reidiliga hevur roynt at seta seg inn i trupulleikar-
nar og stóru spurningarnar á staðnum. Vitjan Ny-
rups hevur gingið fyri seg á ein annan hátt enn, vit
eru von vid við slík høvi og er danska stjórnin eftir
hetta ikki fult og heilt greið yvir vidurskiftini í Før-
oyum, so kann í hvussu so er Nyrup ikki lastast.
NYRUP hevur á ein fyri okkum heilt ótraditionellan
hátt roynt at komið á tal við vanliga føroyingin eins
væl og lands- og kommunalpolitikarar úr øllum
flokkum. Hetta eru vit ikki von við. Tak t.d. spurn-
ingin til arbeiðsfólkið á Toftum: »Hvat halda tit er
mest týðandi málið at skifta orð um, tá vit nú skulu
undir samráðingar<? Hetta er heilt í tráð við tað,
sum forsætisráðharrin hevur talað um undir vitj-
anini, nevniliga, at partarnir nærkast hvørjum gðr-
um og finna hvønn annan í staðin fyri at flyta seg
longur og longur frá hvørjum ødrum. Vit føroyingar
hava skeldað danir dúgliga síðan oktober 1992 og
ikki var frítt, at onkur hevði hug at skelda Nyrup út,
nú hann var gestur okkara, men her var talan um
fólk, sum altíð skeldar, so lat fara. Eisini vit her á
blaðnum hava verið atfinningarsom og vit hava
havt okkara góðu grundir. Men nú er upp á tíðina,
at vit føroyingar koma við konstruktivum uppskot-
um til haldgóðar og úrslitagóðar loysnir. Tað er nú,
at rætta løtan er og politiski gróðrarbotnurin er til-
gjørdur og tadadur.
Ábyrgdarblaðstjóri
SÆDDAR í hesum ljósi eru tær komandi samráð-
ingarnar av ómetaliga stórum týdningi og tí eiga
okkara samráðingarfólk at vera væl fyrireikað. For-
sætisráðharrin hevur við síni vitjan og sínum evn-
um at lurta og samskifta vid føroyingar lagt bóltin
yvir á okkara hálvu, so nú er at hugsa seg væl um
og brynja seg til at spæla dystin lidnan. Tað
skuldiikki verið 6møguligt, tí vit hava enntá tid
athalda taktikkfund, áðrenn bólturin skal spælast
víðari tann 17.november í ár.
VIT søgdu, tå forsætisráðharrin kom til Føroya, at
eingin skuldi vænta nakra sýnliga broyting í støðu
dana á sjálvari ferðini, men, at vit kanska kundu
vóna, at ferðin sást aftur í eini góðari avtalu seinni í
mánaðinum. Men vit vóru í roynd og veru ov svart-
skygd. Víst hevur Nyrup ikki viljað bundið seg til ein
grundleggjandi ødrvisi politikk. Tað hevði heldur
eingin væntað. Men hann hevur hinvegin heilt klárt
broytt signal á fleiri økjum, eitt nú við at prioritera
spurningin um menniskjansligu og sosialu fylgj-
umar av kreppuni ovast. Samanumtikið kunnu vit
tala um eina bleytari danska stødu til allan spum-
ingin um at endurreisa Føroyar. Hava vit rætt í hes-
um, er vitjan Nyrups tað besta, sum er hent, síðan
oktober 1992.
FYRRADAGIN teknaði Óli Petersen Poul Nyrup Ras-
mussen sum lækna, id við spóni í hond gevur
Palleba heilivág, sum mong okkara hava ivast stór-
liga um. Heilivágurin er nevniliga so sterkur, at
hann kann týna bæði sjúkuna og sjúklingin og so er
lítið vunnið. Vónandi gevur vitjanin forsætisráð-
harranum grundir og høvi til ikki bert at taka spónin
í hina hondina, men eisini at lata annan heilivág í
spónin. Í so máta munnu flestu halda við okkum,
at vitjan Nyrups gevur orsøk til varisliga optimismu.
Sssialunin
i: Jan Miiller
Fyritaksstóri. Krisjan Dahl
Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov
FRÆLSI — JAVNAÐUR — BRØDRALAG
Bladiolk: Randi Jacobsen - Dagny
Útgevari; PM $oslalurin
Joensen - Tórfinn Smith - | Uppsetng. P/T Saslalurin Argjum
Hilmar Jan Hansen - Prent P/t Pressan 1981 | Telefon: 11820
Justinus Eldesgaard
Bústaður: Argjavegi 26 } Postadr.: Postsmoga 76
67. ÁRGANGUR
110 Tórshavn
Teielar: 14720
—————
Yvirlýsing
Í sambandi við, at danski for-
sætisráðharrin Poul Nyrup
Rasmussen vitjar Føroyar í
hesum døgum, og samráðingar
verða millum landsstýrið og
stjórnina 17. november, kunn-
gerð tjóðveldisflokkurin hesa
yvirlýsing:
1) Vidurskiftini Føroyar og
Danmarkar ímillum eru vorðin
alsamt fløktari fyri hvert ár,
sum er liðið, síðani Heimastýr-
isskipanin kom í gildi 1. apríl
1948 ímóti fólksins vilja á
fólkaatkvgðuni 14. september
1946. Føroyska samfelagið er
vorðið útbygt eftir donskum
leisti og er ikki lagað eftir tørvi
og orku samfelagsins. Tey
fíggjarligu vidurskiftini land-
anna millum eru ein høvuds-
orsøk til, atsamfelagið er vorð-
ið ov dyrt atreka, eins og felags
banka- og valutamál hava elvt
til skeivar fløgur í og studning
til vinnutólk og harav stand-
andi búskaparligt skrædl.
2) Tað sera avmarkaða sjálv-
stýri, sum Heimastýrislógin
gav, varð skert til lítið og onki
við avtaluni frá 6. oktober
1992, tá stjórnin gjøgnum
Fíggingargrunnin fekk ræðið
yvir føroyska bankakervinum,
og vid avtaluni frå 1. februar
1993, tå stjórnin fekk ræðið
yvir fiskaframleidsluni å landi
og fiskiskapinum å landleidini.
Sidani 6. oktober 1992 hevur
valdið hjá løgtingi og lands-
stýri sum heild verið sera av-
markað.
3) Tjóðveldisflokkurin heldur,
at ein ella onnur fyribilsloysn,
sum kann fáast í komandi sam-
ráðingum, bert leingir tey ó-
greiðu viðurskiftini landanna
millum og ger landsins og
fólksins torføru stóðu drúgvari.
Tjóðveldisflokkurin er sann-
førdur um, at nú fara allir
føroyingar — eisini allir flokkar
á løgtingi — at semjast um, at
neyðugt er at gera endaliga
upp, politiskt og búskaparliga,
í vidurskiftinum Føroya og
Danmarkar ímillum, og at
henda uppgerð skal skipast so-
leiðis, at allir føroyingar kunnu
eiga eina trygga og manssømi-
liga framtíð í sínum egna landi.
4) Poul Nyrup Rasmussen, for-
sætisráðharri, verður biðin um
at hava hesi viðurskifti í huga,
nú hann vitjar land okkara, og í
teimum samráðingum, sum
verða 17.november. Føroya
fólk vil ikki longur góðtaka
harraboð frá donsku stjórnini.
Tí eiga forsætisráðharrin,
stjórnin og fólkatingið at fyri-
reika seg til beinanvegin at
samráðast um eina endaliga
uppgerð landanna millum.
2. november 1994
vegna Aðalstjórn
Tjóðveldisfloksins
Óli Holm, formaður
Ársins jólagáva/
fødingardagsgåva
ella bingovinningur
Vilt tu gleda onkran vid eini serligari
gåvu? Hvi so ikki geva eitt gåvukort,
sum er ein utferd vid Norðlýsinum
næsta summar?
G
-zvukort
Wo
| útferð við
Norðlýsinda
Prísur fyri uml.
íma útferð: Kr. 150,- -
vt
Prísur fyri uml. 10 tíma útferð: Kr. 250,-
Meira fæst at vita á tlf. Í 5900
P/F ÚTFERÐIR
Postboks 370 - FR-110 Tórshavn
Eyðkvæmislinjan
svarar alt samdegrið á tf. 18820.
Mikudagar kl. 19.00-21.00 fæst persénlig ráð-
geving og serligir spurningar verda svaradir.
Frå
Eysturoyar
Javnaðarfelag
Politiskur fundur
við
Andriasi Petersen
landsstýrismanni
verður á
RUNAVÍKAR SJÓMANSHEIMI
mánakveldið 7. nov., kl. 20.30
Eysturoyar Javnaðarfelag
NG
p|! KETLAR
umtóktu ketlarnir
eru á goymslu
Bæði dupultir
og einkultir
Skulu tygum hava nýggjan
ketil, so tosið við okkum og
Teir væl-
fáið eitt gott tilboð.
Vit hava serkønt fólk, ið geva i å
eina skjóta og góða tænastu
- Alt tilfar til hitaverk og
sanitet fæst hjá okkum.
Smyrilsvegur 8 - Tlf. 12000