Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-11-05, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. november 1994síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið { sostalurin | Nr. 212 — 5. NOVEMBER 1994 Síða3 sum hann eisini hevur verið í í nógv ár John Dam bygdi upprunaliga Suðurvarða til rækjuveiðu, men lítið skuldi til at hann eisini kundi nýtast í øðrum fiskiskapi, Vantar bara veiðiloyvi Viberg Sørensen vónar, at landsstýrið vil geva fyrrverandi S uðurvarða og fyrrverandi Sjúrðarbergi veiðiloyvi. Annars selur hann skipið av landinum Viberg Sørensen á Tvøroyri hevur seinastu årini fiskad havtasku og svartkalva vid Anitu. Og væl hevur gingist teimum at roynaeftir hesum fiskasløgum, ið framman- undan lítið varð fiskað av. Men Anita er heldur lítil til henda fiskiskap, tí bátur- in er opin, og farvatnið sera ringt. Ti avgjørdi Viberg Sør- ensen at keypa gamla Sjúrð- arberg úr Klaksvík. Sjúrð- arberg æt frammanundan Suðurvarði, og hetta navn ber trolarin nú aftur. Umvælt sjálvir Síðan í vár hava teir sjálvir sett bátin í stand við tí í hyggju at royna við báðum skipunum. Suðurvarði er ikki bara stórri, men hann er eisini yvirdekkaður og tí betur egnaður til henda fiskiskap. Men Viberg Sørensen hevur sum er ikki loyvi til at fara út at royna við Suður- varða, tí Suðurvarði hevur einki veiðiloyvi. Undantak Viberg Sørensen hevur søkt landsstýrið um at fáa veiðiloyvi til skipið, og hann heldur, at í hesum før- inum má landsstýrið kunna gera undantak frá regluni. Veiðiloyvið varð í sínari tíð tikið frá skipinum fyri at minka um trýstið á toska- og hýsustovnarnar, men tað nervar ikki teir stovnarnar, um Suðurvarði sleppur út at fiska, ti so lítið verður roynt eftir havtasku og svart- kalva. Leggja ikki Anitu - Tað hevur verið nevnt, at vit kundu lagt Anitu og givið Suðurvarða hennara fiskiloyvi, men tað er vána- lig loysn, tí tað ber væl til hjå bådum skipum at fiska. Vit fara ikki at leggja Anitu, har 16 mans eru við og hava góða inntøku, sigur Viberg. - Tað má bera til at gera undantak í hesum førinum, tí vit fiska ókvoterað fiska- sløg, sum ongin studningur heldur verður latin til. Ikki er greitt, hvørja støðu landsstýrið fer at taka, tá umsókin verður vidgjørd í næstu viku. Eitt serligt mál Jóannes Eidesgaard, lands- stýrismaður, heldur tað eis- ini vera harmiligt, um Suðurvarði ikki sleppur at fiska, og tað sama halda aðrir landsstýrismenn. Hetta er alternativur fiski- skapur eftir fiskasløgum, sum hava góðan pris, og manningin fær væl burtur- úr. 18 mans kunnu verða við skipinum. Tað, sum talar ímóti at geva Suðurvarða veiðiloyvi, er prinsippið, at loyvið í sinari tíð varð tikið frá skipinum fyri at tað skuldi fara úr flotanum. Aðrir áhugaðir kunnu eisini hava hildið seg frá at keypt skipið, júst tí tað ikki hevði nakað veiðiloyvi. Deyvafelag Foroya Skrivstovan í Deyvahúsinum, Íslandsvegur 10 B, | eropin månadag-friggjadag frá kl. 9—11 | Telefon 17597. Telefax 13609. Skrivitelefon, ring | 0123 og bið um 16929 eila 10714. | | Í - Men tað talar fyri at geva teimum veiðiloyvi, at fiski- skapurin ikki troytir nakrar grunnar, og at tað er baldr- utur fiskiskapur í øllum veðri, langt út landi, og ti krevur yvirdekkað skip. Og at tað er ein lønandi vinna, Fyri umleið einum mán- aði síðan var veðrasýn- ing í Hvalba. Sýningin fekk so góða undirtøku - næstan 40 verðrar vóru við - at hvalbingar av- gjørdueisini athavaeina sýning við brundum og veðurlombum. Hetta gera teir fyri at eggja ødrum til at seta besta seyðin við. Sýningin av veður- lømbum og brundum verður kl. 14 í dag niðri á Skørunum. Teir hava fingið tveir sýnsmenn sunnaneftir, og triggjar virdislønir Syna fram vedurlomb Sýningin verður niðri á Skørunum i Hvalba í dag kl. 14 verða latnar, og vinnar- amir fáa ávikavist hvítt, reytt og blátt silkiband, og eigararnir fáa steyp til ognar. Ferðasteyp latið fyri nummar eitt, og hetta steyp fer til hagaparun, har seyðurin hevur ging- ið. Tað kostar einki at lut- taka. Í staðin verður burt- urlutað eitt veðurlamb fyri at fáa pening inn fyri útreiðslurnar. Meðan sýningin fer fram, fæst te, kaffi og smurt breyð. ———— sigur Jóannes Eidesgaard. Oføra gott skip Viberg Sørensen bidar nå bara eftir svarinum úr lands- stýrinum. Hann biður ikki um nakran studning, bara um veiðiloyvi. Fær Suður- varði ikki veiðiloyvi, verður hann seldur av landinum. - Tað hevði verið nógv fyri, tí Suðurvarði er ein kombineraður trol-, línu- og garnabátur, tann einasti av sínum slag, ið eftir er í land- inum. Eitt óføra gott skip. John Dam var framsíggin, tá hann í sinari tíð læt bátin byggja. Nú kunnu vit hava nógva gleði av honum, sigur Viberg Sørensen. randi Fingu gott ordaskifti Í løgtinginginum i gjár slapp Poul Nyrup Rasmussen at hoyra fleiri politisk sjónarmið Gjáramorgunin tíðliga var Poul Nyrup Ramussen boð- in í løgtingid, har hann hitti formansskapin í løgting- inum og umboð fyri allar flokkar á tingi. Í tinginum greiddi Marita Petersen sum løgtingsmad- ur honum frá søguni hjá før- oyska tinginum, og síðan hevði forsætisráðharrin nøkur orð at siga. Síðan fóru tey øll uppá í tinginum at drekka kaffi og práta meira leyst. Prátað varð m.a. um bankar, ES og heimastýrisskipanina og myndugleikan hjá heima- æ styrisinum. - Tad var eitt gott orda- skifti, har hann fekk høvi at hoyra fleiri — politiskar åskodanir og soleidis fekk eina mynd av, hvat rørir seg í føroyska tinginum, sigur Marita Petersen, løgtings- formaður. Á middegi í gjár bjóðaði løgtingid forsætisráðharra- num til døgurda í Nóls- oyarstovu saman við for- mansskapinum og einum umboði fyri hvønn politiska flokkin á tingi. randi