leygardagur 5. november 1994síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4 Nr. 212 —
5. NOVEMBER 1994
Fíggjarmálaráðharrin:
Ov horð krøv til *
figgjarlogina
Skulu vit taka undir vid Rådgevandi nevndini so vit ikki hava
meira enn 150 milliónir í halli á fíggjarlógini, mugu vit fáa eina
sera góða avtalu við danir, sigur Jóannes Eidesgaard
Ráðgevandi nevndin hjá
forsætismálaráðnum við
Erik Bonnerup á odda sigur
millum annað í síni seinastu
frágreiðing, at halli á kom-
andi fíggjarlóg okkara må
ikki vera stórri. enn 150
milliónir.
Skal landsstýrið fylgja
hesum ráðum, kala sera
stórar skerjingar gerast, og
tað er landsstýrismaðurin í
fíggjarmálum, Jóannes
Eidesgaard, lítið hugaður
-Æitt = stavnhald hjá
donsku stjórnini er at koma
Fáa vit eina serliga góða
avtalu við danir kunnu vit
eisini liva upp til
europeisku krøvini, sigur
Jóannes Eidesgaard
niður á tað, ES krevur av
fíggjarlógunum í limalond-
umnum, nevniliga at einki
land skal hava stórri hall á
síni fíggjarlóg enn trý pro-
sent av bruttotjóðarúrtgk-
uni. Í løtuni eru tað kanska
tvey ella trý lond, sum lúka
hetta krav. Danmark lúkar
als ikki hetta krav, sigur
Jóannes Eidesgaard og
| Låglønar familjan
Løn:
maðurin
konan
Tilsamans
Rentuútreiðsla
Skattur;
maðurin
konan
Tilsamans
í Danmark
munur
leggur aftrat, at fyri okkara
part hevði hetta svara til 150
milliónir. Landsstýrismað-
urin heldur tað vera hugs-
andi, at tað eru EMS-
krøvini, sum Ráðgevandi
nevndin nú setur okkum,
hóast rætta talið skuldi
verið 300 milliónir, um vit
skuldu mett okkum við tað
danir klára sjálvir.
-Sjálvandi skulu vit hava
eitt so lítið hall á fíggjar-
lógini sum gjørligt, og tað er
sjálvsagt heldur einki mál í
sær sjálvum hjá okkum at
seta, hvussu stórt hallið á
donsku fíggjarlógini er.
Men spurningurin er, um
taðerrætt at minka hallid so
knappliga, ella um vit ikki
heldur skulu taka tað yvir
eitt longri áramál, sigur
Jóannes Eidesgaard.
Góð avtala krevst
Fíggjarmálaráðharrin sig-
ur, at skulu vit góðtaka hesi
ráð og kuta fíggjarlógina
niður á 150 milliónir í halli,
so krevur tað, at vit fáa eina
sera góða avtalu við danir.
Millum annað at sleppa
bíligari við rentnútreiðsl-
unum. Fáa vit tað, kunnu vit
læuliga liva upp tl
europeisku krøvini, sigur
Jóannes Eidesgaard.
tór.-
Tidindabladid CH
Ein lagalig avala við C fréstiansborg kann gera undurverk á okkara af Íggjarlóg
Royna at 'Slenþa
bíligari í rentu
Rentuútreiðslan er 18 prosent av allari fíggjarlógini
Á fundinum millum Poul
Nyrup Rasmussen og um-
boð fyri føroyska javnaðar-
flokkin nýtti Jóannes Eides-
gaard, landsstýrismaður í
fíggjarmálum høvi til at
tosa um hallið á fíggjar-
lógini. Jóannes Eidesgaard
greiddi honum frá, at tað fór
at vera Ógjórligt at koma
niður á tær 150 millión-
imar, sum Ráðgevandi
nevndin hevur sagt. Men
forsætisráðharrin gav tó
onga greiða ábending um
hvat danska stjórnin fer at
góðtaka, sigur Jóannes
Eidesgaard.
Tað hevði hann heldur
ikki roknað við, tí talan er jú
ikki um beinleiðis tingingar
í hesum umfarinum.
Hinvegin heldur fíggjar-
Miðal familjan
Løn:
maðurin
konan
Tilsamans
Rentuútreiðsla
Skattur;
maðurin
konan
Tilsamans
í Danmark
munur
48.000
64.811
94.411
159.222
135.980
23.242
málaráðharrin, at verður
danskastjórnin serliga laga-
lig við rentuafturgjalding-
ini ber til at laga fíggjar-
lógina soleiðis, at hallið
fæst munandi longur niður
enn tað annars verður.
Rentuiitreidslurnar hjå
landskassanum eru í dag 18
prosent av ellari fíggjar-
lógini, og ein stórur partur
fer til danska statin.
Jóannes Eidesgaard sig-
ur, at hóast fíggjarlógar-
arbeiði ikki enn er komið so
mikið lagt ávegis at sigast
kann, hvat hallið verður,
dylur hann ikki fyri, at tað
enn liggur langt oman fyri
tær 300 milliónirnar fyri
næsta ár. Skal hallið minka
munandi mugu vit annað-
hvørt roknað við øktum
Ríka familjan
Løn:
maðurin
konan
Tilsamans
Rentuútreiðsla
Skattur;
maðurin
konan
Tilsamans
í Danmark
munur
inntøkum ella lægri rentu-
útreiðslum.
-At halda fram at kuta
topparnar av fíggjarlógini
ber ikki til longur av teirri
einføldu orsøk, at eingir
toppar em eftir. Øl
rakstrarstød eru spard so
langt niður sum tilber, og
skal skerjast enn meira,
mugu heil rakstrarstøð
takast burtur. Um hetta er tó
enn eingin stóða tikin, sigur
fíggjarmálaráðharrin.
Landsstýrismaðurin í
fíggjarmálum sigur, at nú
má alt gerast fyri at fáa
vinnulívið í gongd so inn-
tøkurnar kunnu økjast. Gera
tær tað, kann myndin eisini
vandstrættiliga skjótt, sigur
hann.
tór.-