Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-11-05, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. november 1994síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ sostalurin ] Nr. 212 — 5. NOVEMBER 1994 Sida 5 Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri: Eg vil hjalpa tykkum at fáa arbeidsplåss Tað, sum skelkaði danska forsætisráðharran mest undir Føroyavitjanini var tann stóra fólkaflytingin. Ein møguleiki at steðga ella minka um hana er at útvega fleiri nýggj arbeiðspláss. Hetta lovaði Poul Nyrup Rasmussen at taka upp. Ávitjan síni í Føroyum hevði danski forsætis- ráðharrin Poul Nyrup Rasmussen høvi at hitta umboð fyri nógvar partar av ti føroyska samfelagnum. Hann hitti "mannin á gólvinum" tvs. á fiska- virkjunum á Toftum og á Oyn. Hann hitti umboð fyri fakfeløgini og fleiri av vinnufeløgunum. Eisini hitti hann politkarar og em- bætisfólk í almennu umsitingini. Alla staðni fekk forsætisráðharrin eina vinarliga móttsku. Hann vísti seg at vera sera opin og fyrikomandi alla staðni har hann kom. Hóast ynskini vóru mong frá føroyskari síðu so var tað ein reyður tráður undir allari vitjanini, at Poul Nyrup Rasmussen lovaði einki. Hann gav einki lyfti. Tó so at hann fer at alt hann er mentur fyri at hjálpa føroyingum at útvega fleiri nýggj arbeiðspláss. Fleiri arbeiðspláss Á tíðindafundinum í Tinganesi í gjár segði Ny- rup annars, at fólkaflytingin hevur havt so mikið stóra ávirkan á hann, at hann fer at mæla til at fáa vid í samráðingarnar komandi, hvussu danir kunnu hjálpa føroyingum at útvega fleiri arbeiðspláss. Vitjanin hevði sannført hann um, at tað finnast nógvir møguleikar at fáa nýggj arbeiðspláss. Her nevndi hann m.a. møguleikan at keypma meira av russarafiski, at víðka um góðskingina av fiskinum, at útbyggja alivinnuna við eitt nú at flyta alibrúkini út á opið hav umframt mangt annað. Nyrup varð ovfarin av tí reina havumhvørvinum og metti, at føroyingar við AKKUMULATORAR + TIL ØLL ENDAMÅL + Fa. POLAR v/ Margeir Ørvarodd Slættanesgøta 8 100 Tórshavn Tif. 18347 - 12860 hesum helst reinasta sjógvi í heiminum kundu fáa nógv meira burtur úr fiskirikidøminum. Nomið varð eisini við viðurskifti okkara við EU. Nyrup Rasmussen segð:, at hann vil gera alt fyri at skapa føroyingar betri marknaðartreytir og her hugsaði hann ikki minst um teir vørubélkar, har vit longu hava rokkið loftini. Hann segði, at føroyingar skulu sleppa at brúka alla tað donsku ekspertisuna, sum tørvur er á í hesum sambandi. Men hann duldi annars ikki fyri, at tað koma at vera nakrar sera harðar og torførar samrådingar við EU, ti idnadurin har tørvar fisk og fer ti ikki uttan víðari at góðtaka at okkara fiskur kemur góðskaður inn á teirra marknað. Betri førur fyri at skilja føroyingar Danski forsætisráðharrin segði seg annars at vera sera væl nøgdar við vitjanina í Føroyum. Hann metti seg at hava fingið nógv burtur úr og helt seg eisini vera betri utgjørdan til at fara undir komandi samráðingar og annars í heila tikid at viðgera mál viðvíðkjandi Føroyum. Hann segði, at tað per- sónliga sambandið hevur so ómetaliga nógv at siga og er tað, sum skal forða fyri, at tað verða tiknar ov skjótar og skeivar avgerðir. Hann metti seg at hava fingið so nógv at vita og fingið samband við so nógv fólk í Føroyum, attað fór at verða góð barrlast at hava í víðari viðgerðini av føroyskum viðurskiftum. Poul Nyrup kunngjørdi annars á tíðindafundinum, at komandi smráðingar eru ásettir til at verða 17. november í Keypmannahavn. Annars hevur landsstýrið boðið forsætisráðharranum við frú at vitja komandi summar. Hesum tilboði hevur Poul Nyrup Rasmussen tikið av. Hann segði seg verða sera hugtiknan av føroysku nátúruni men vildi fegin sleppa at uppliva hana aðra tid á árinum eisini. jan LÁGORKU FRYSTI- BOKSIR fyri EINANS 1.950,- Eftir skatta 1 170 a fráðrátt . ' J. D. IMPORT | Tlf. 57013 - 87013 Best um kveldið Løgfrødingur Søkt verður eftir løgfrødingi til Arbeiðs- loysisskipanina. Starvid verdur lønt sambært såttmåla millum BLF og Føroya Landsstyri. Nærri fæst at vita um starvid vid at venda sær til Tórgerð Nielsen, leiðara, á telefon 19550. Skrivlig umsókn skal vera skipanini í hendi í seinasta lagi 5. desember 1994. Umsóknin, ið verður vidgjørd í trúnaði, skal sendast til. Arbeiðsloysisskipanina Høgni Joensen, stýrisformaður J. H. Schrøtersgøta 9 Postsmoga 22 110 Tórshavn MÁLARAARBEIÐI verður gjørt Valde Lognberg - Tlf. 15751 Salong #44 Sólar 4 v/ Dalavegin, Dungagøta 6, tlf. 12809 . — við øllum tí gg asta innan hárviðgerð — bæði til kvinnur, menn á børn. Frá MÁNADEGI 7/11 og MÁNAÐIN ÚT PERMANENTA Fyr 8 8 KLIPPA VIT FINANS 390, | Elisabeth, Hedvig & Sólvá