Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-11-05, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. november 1994síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Nr. 212 — 5. NOVEMBER 1994 Marita Petersen, formaður Javnaðarfloksins: Fáa betri samband millum flokkarnar Tey lata væl at fundinum hósdagin millum Poul Nyrup Rasmussen og umboð fyri javn- aðarflokkin Høvdingar hittast. Formenninir í føroyska og danska javnaðarflokkinum vóru í góðum hýri, tá teir hittust á Hotel Hafnia í gjár. Mynd jan Upprunaliga var tað Marita Petersen, sum vegna javn- aðarflokkin bjóðaði danska sorsætisráðharranum Poul Nyrup Rasmussen til Før- oya. Tað var tí sjálvsagt, at danski forsætisráðharrin á tí annars stuttu vitjanini í Før- oyum setti tíð av til eina løtu at vera saman við sínum floksfeløgum her. Við vóru landsstýris- menn, løgtingsmenn, starvsnevnd floksins, og umboð annars ymsa staðni úr landinum. Marita Petersen, formað- ur javnaðarfloksins, letur væl at fundinum. - Vit tosaðu nógv um viðurskiftini millum javn- aðarflokkin og sosialdemo- kratiið, og eg vil siga, at persónliga sambandið hev- ur nógv at siga fyri at fáa gott samstarv, sigur Marita Petersen. Lítið samstarv Hon heldur sambandið millum javadarflokkin og danska systurflokkin vera sera lítið, líka so lítið sum við hinar norðurlendsku flokkarnar, og tað er løgið, tá hugsað verður um sam- starvið, sum er tá javnað- arflokkurin hevur umboð í fólkatinginum. Á fundinum tosaðu tey m.a. um afturgongdina, javnaðarflokkurin = hevur verið fyri, og hvørjar orsøk- imar vóru. Í ti samband- inum varð eisini komið inn á tær vónir, sum fólk settu til avtalurnar, men sum ikki hildu. Marita Petersen er framvegis sjálv av ti áskoð- an, at avtalurnar vóru neyð- ugar, men hinvegin vóru nakrar treytir ov harðar, m.a. at fíggjarlógin skal skerjast meira, og so lógin um vinnuligan fiskiskap. Tey tosaðu m.a. eisini um Fiskavirking, og Poul Ny- rup Rasmussen fekk at vita um teir nógvu álvarsligu trupulleikarnar, sum hava staðist av, at Fidkavirking ikki hevur so nógv virki opin sum ætlað, soleiðis at svartir blettir eru á kortini við ongum virksemi. - Vit tosaðu eisini um flytingina av landinum og orsøkirnar, um arbeiðsloysi og skattatrýst, sum vit nú hava fingið prógv fyri er hægri her enn aðrastaðni. Broytingin hevur verið gði- lig eftir so stuttari tíð, og samstundis er inntøku- Nyrup legði upp til eitt tættari samstarv millum flokkarnar. Mynd jan grundarlagið hjá teimum flestu farið nógv niður. Vit tosaðu eisini nógv um, hvat kann gerast fyri at útveha fleiri arbeiðspláss, sigur Marita Petersen. Øll vóru tey samd um, at hjálpin úr Danmark eigur at verða hjálp til sjálvhjálp. Fekk nógv at vita - Tað var eitt lívligt orða- skifti, og eg hevði varhugan av, at Poul Nyrup Rasmus- sen so avgjørt kom til Før- oya vid opnum eygum og oyrum fyri at seta seg inn i viðurskiftini í landinum. Tey kundi hann ikki kenna nakað til frammanundan, tí hetta var hansara fyrsta vitjan i Føroyum, og okkara samfelag er so nógv ødrvisi enn tað danska, sigur Mar- ita Petersen. + i Atli Dam, tann javnaðarpo Polul Nyrup Rasmuss en heilsar upp á tveir kendar javnaðarmenn, Jákup Lindenskov og Jørgin Thomsen. Mynd jan Hon sipar ikki beinleiðis til forsætisráðharran, tá hon sigur, atnógvir danir hava torført við at skilja teir trup- ulleikar, vit hava sum fiski- vinnusamfelag. Tað er tor- ført at skilja hjá stórbýar- fólki, sum arbeiðir á verk- smiðjum. Tí er tað so neyð- ugt, at føroyski javnad- arflokkurin tekur upp tætt- ari samstarv við danska systurflokkin. Tað itøkiliga kom burtur úr fudninum við Poul Nyr- up Rasmussen, at danski og føroyski flokkurin seta niður eina felags nevnd við tveimum umboðum úr hvørjum flokki. Henda nevnd skal veljast beinan- vegin og skal eisini skjótast gjørligt áseta fundir og taka upp samband við politikar- arnar. - Eg haldi hetta vera eitt gott tiltak, tí á henda hátt kunnu vit styrkja hvønn annan, sigur Marita Peter- sen. Marita Petersen hevur boðið Poul Nyrup Rasmus- sen at koma aftur til Føroya næsta ár, og tey vóna, at hankann koma í maí mánaði og verða við á landsfund- inum. Ikki er vist, um tað ber til. randi litikarin, sum hevur røkt flest ålitisstørv av øllum men sum ikki er virkandi politikari í løtuni, hevði nógv upp á hjartað á fundinum við Nyrup. Mynd jan * Báðir landssstýrismenninir hjá javnaðarflokkinum vóru við á fundinum við Nyrup. Mynd jan pe