Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-11-05, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. november 1994síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Soleiðis sleppir tú frá R at biðja um læknahjålp Leif Knudsen, fyrrverandi yvirlækni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, hevur saman við danska landslidslæknanum Mogens Kreutzfeldt skrivað nýggjan bók, ið ber heitið »Myoser og ømme muskler«. Bókin hevur til endamáls at sleppa fólki undan at leita upp lækna, tá tey hava ilt onkunstadi, og er hon fyri stóran part grundað á royndir við fóroyingum Bokaummeæli Danski læknin Leif Knud- sen, ið starvaðist sum yvir- lækni á Klaksvíkar Sjúkra- húsi frá 1981 til 1992, er nú saman við læknanum hjá danska fótbóltslandsliðn- um, Mogens Kreutzfeldt, komin út við åhugaverdari bók, ið ber heitið >Myoser og ømme muskler — sådan behandler du dig selv trin for trin«. Leif Knudsen er serlækni i reumatologi og serkønur i slitsjúkum, meðan Mogens Kreutzfeldt somuleiðis er serlækni í reumatologi og serkønur í ítróttarheilivági. Bókin er fyrst og fremst ætlað sum eitt slag av hjálp til sjálvhjálp, tá fólk fáa ilt onkunstaðni — og tað gera tey flestu av og á, og summi sera ofta. Sambært innganginum í bókini standast ikki færri enn 25 milliónir sjúkradag- ar í Danmark um árið av, at fólk hava ilt í rygginum, ørmunum og beinunum, og ein hálv millión danir hava ilt onkunstadni hvønn ein- astadag. Somuleidis visir tad seg, +, Bø KO UUU + 0 at pina i lendunum er orsøk til fleiri enn 17% av øllum teimum avlamispensi6n- um, ið verða útgoldnar, og útrokningar vísa, at í Dan- mark verða 15 milliardir krónur útgoldnar árliga, av tí at fólk hava fingið sjúku og brek av arbeiði sínum. Her er altso nógv at heinta — bæði hjá tí einstaka og samfelagnum, skrivað leif Knudsen og Mogens Kreutzfeldt í innganginum í bókini. Byggir á royndir gjørdar i Føroyum Men tað, ið kanska kann gera hesa bók ikki minni áhugaverða fyri føroyingar er, at hon fyri ein sera stóran part er bygd á tær royndir, Leif Knudsen gjørdi sær við føroyskum sjúklingum tey trettan árini, hann starvaðist á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. — Í starvstíðini í Føroyum kom eg í samband við sjúk- lingar, ið búðu ov avsíðis til at kunna leita sær regluliga viðgerð, og fleiri sjómenn noyddust at gevast undir viðgerðini, tí teir skuldu av- "> N stad, greidir Leif Knudsen sjålvur frå. Mong av teimum, ið eg var í samband vid, høvdu fingið sínar trupulleikar í sambandi við arbeiði innan fiskiídnaðin, og eisini vóru tað alsamt fleiri, ið »ikki høvdu stundir< at koma til viðgerð, tí tey vóru bangin fyri at missa arbeiðið. Og í onkrum føri noyddust skip at fara heilt av Svalbard- leiðini og inn ul Noregs fyri at seta fólk í land, ið høvdu ilt — mangan hevði tað lítið og einki upp á seg, so teir kundu verið slopnir undan hesum. Hetta førdi alt samalt við sær, at Leif Knudsen fekk stórri áhuga fyri at læra sjúklingarnar, hvussu teir sjálvir kundu viðgera trup- ulleikarnar, uttan at skula leita upp lækna, hvørja ferð teir fingu ilt onkunstaðni. Í fyrsta umfari gjørdist talan um smárit, ið hann rættadi, so hvort sum sjúk- lingar og onnur gjørðu vart við, at hetta og hatta kundi verið ødrvisi. Eisini komu fleiri myndir upp í hesi små- rit so hvort. Aftaná at hava starvast í tvey ár á Grenaa Central- sygehus, havi eg gjørt júst somu royndir við donskum sjúklingum, og vísir tað seg, at mong sleppa undan at verða innløgd, tí tey klára sjálv viðgerðina við ein- føldum leiðbeiningum, sig- ur Leif Knudsen. Helvtin klárar seg við sjålvsvidgerd Av 6.000 sjúklingum hevur helvtin megnað at givið sær sjálvum viðgerð við góðum ursliti, og tankin aftanfyri er so einfaldur, at eitt nú ein 96 ára gamal maður megnaði tað. Somu- leiðis hevur tað víst seg, at fólk hava klárað seg við hesum uttan eisini at fáa munnliga leiðbeining, so líkter til, at skrivliga tilfarid um, hvussu tú kanst viðgera teg sjálvan, saktans kann standa einsamalt. Bókin er bygd upp á ein einfaldan og skilagóðan hátt, so ein og hvor — eisini við hjálp av teimum mongu myndunum — kann klára seg i | Leif Knudsen og Mogens. Kreut Sådan behandler du dig selv trin for trin sjálvan, bert hjålptur av ti, bókin fortelur um trupul- leikarnar. Ikki minst verður dentur lagdur á, at likamligt virk- semi kann hjálpa sera nógv. Umframt hava teir báðir læknarnir fingið málverjan á danska fótbóltslandsliðn- um at greiða frá sínari venj- ingarskrá, ið kann hjálpa einum og hverjum at byrja viðgerðina beinanvegin. »Myoser og ømme musk- ler — sádan behandler du dig selv trin for trin< er 65 blað- síður til støddar, prýdd við litmyndum. Kostnaðurin er 128 krónur í Danmark. Sambært útgevarunum ber til at fáa fatur á henni við at venda sær til Helle Rex á Munksgaards Forlag, ið er at hitta á tlf. 033 12 70 30/402. hj. Såmal Erik Hentze: »HB her, HB der...< Hann er farin úr Havnar Bóltfelag, stytt HB, niður til Danmarkar at spæla við « % Holstebro Boldklub, stytt HB. Og síðsta vikuskiftið tryggjaði hann næstbesta fo liðnum uppflyting i danmarkarseriuna fyri fyrstu ferð í søgu felagsins Føroysku spælararnir í donskum fótbólti gerast alsamt fleiri, og um- framt landsliðsspælararnar, ið fáa umrødu av og á, tí teir spæla í ovaru deildunum í donsku landskapping- ini, eru tað eisini fleiri aðrir, ið gera vart við seg niðri. Ein teirra er Sámal Erik Hentze, sum í fleiri ár hevur spælt við besta liðnum hjá HB. Hann er — sum so mangur annar — fluttur til Danmarkar, har hann hev- ur verid so heppin at fåa arbeidi. Umframt fer ein partur av frítíðini til fótbólt, og hevur hann spældi við á næstbesta liðnum hjá Holstebro Boldklub, sum í ár hevur spælt í Jút- landsseriuni. Til stuttleikar kann nevnast, at eins og Havnar Bóltfel- ag, verður nýggja felagið hjá Sámal Eriki Hentze vanliga rópt HB. So hjá honum man sangreglan >HB her, HB der« koma til sín rætt á ein heilt serliga hátt... Tá HB spældi á útivelli síðsta vikuskiftid móti Asá Boldklub, gjørdist Sámal Erik Hentze rætti- liga høvudspers6nurin á stadion, tå hann skoraði einasta málið í dyst- inum, bert tríggjar minuttir eftir at hann var komin inn fyrst í seinna hálvleiki. Í Holstebro Dagblad varð málið hjá Sámal Eriki sammett við síðsta málið hjá John >Faxe< Jen- sen á danska landsliðnum. Men tað var ikki bert tað, at hann skoraði hetta málið, og at hetta var hansara fyrsta við nýggja felagn- um, tí samstundis fekk málið av- gerandi týdning fyri HB, tí við hes- um eydnaðist liðnum at flyta úr jút- landsseriuni upp í danmkarseriuna komandi ár. Spennandi verður at frætta frá Sámal Eriki og hansara lidfeløgum í danmarksseriuni komandi ár, um hann verður verandi har. hj. Tjóvar stungu av við eplunum Sum ein partur av ítrívinum fyri sjúklingarnar á psyki- atrisku deild á Landssjúkra- húsinum hava epli verið velt í einari veltu vestan fyri gamla sjúkrahúsið. Í fyrradagin varð so farið undir at taka eplini upp, og ein lastbilur skuldi koma eftir tveimum stórum sekkj- um, ið vórðu goymdir uppi undir vegnum, til bilurin kom. — Hann var seinkaður eitt sindur, so eftirhondini bar skuldi gera, men tá eg so ikki til at standa uppi yvir eplunum og bíða, greiðir ein av teimum frá, ið hevur við hesa góðu veltu at gera. — Eg fór avstað kl. 15.30, tí eg hevði okkurt annað, eg kom aftur kl. 18, vóru báðir eplasekkirnir horvnir. Síðst onkur av okkum sá sekk- irnar, var kl. 16, so tað má hava verið millum kl. 16 og 18, at onkur hevur verið og stolið øll eplini hjá okkum. Hevur onkur sæð nakað Tað er vit sera kedd av. millum kl. 16 og 18 hósdag- Neyvanerlikt til, atnakar = in, ið kann loysa gátuna, so bert hevur tíkið sekkirnar = er viðkomandi vælkomin at uppí hondinaogerfarinav- venda sær til Sosialin, tlf. stað við teimu. Helst hevur = 11820. bilur verið uppi í spælinum. hj.