leygardagur 5. november 1994síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 212 — 5. NOVEMBER 1994 Síða 11
Tidindabladid CSV
] inleikarar
nearar vera við á kon
z
rt um vikuskiftid.
Storsligin symfonikonsert
Føroya Symfoniorkestur saman vid solistum og stórum kóri framførir Requiem
av W. A. Mozart í Christianskirkjuni leygardagin 5. november kl. 16.00 og
sunnudagin 6. november kl. 16.00 í Norðurlandahúsinum.
Dirigentur: Kjell Seim úr Noreg. Kórvenjing: Olavur Jøkladal. Solistar: Helga
Botne, Noreg, sopran. Laura Nykånen, Finland, alt. John Lauritsen; Danmark,
tenor. Thomas Thoamsson, Ísland, bass.
Eitt requiem er ein deyðs-
messa, og orðini stava frá
inngangsorðunum í ka-
tólsku bønini »requiem
æternam dona eis« (gev
teimum æviga hvilu). Sein-
asta verk sitt, Requiem,
legdi Mozart eftir sær uttan
at fåa fullført tad.
Um upprunan til verkið
verdur søgd tann kenslu-
borna søgan, at í juli mán-
ada 1791, medan Mozart
var í holt við »Gandafloyt-
una<, kom eitt kveldið ein
honum ókendur maður í
longum, gráum kappa á
vitjan; maðurin hevði við
sær eitt loynibræv, sum
snúði seg um at fáa Mozart
at skriva eina deyðsmessu.
Hvussu messan var og hvat
innihald, skuldi Mozart
sjálvur avgera; men hann
mátti ikki royna at finna
fram til, hvør hevði bidid
um messuna. Ila fyri av
sjúku var Mozarti dátt við
av hesi vitjan og áheitan, og
honum kom tað fyri, sum
vóru hetta eini boð >handan
reyn<, og sum heldur vóru
ein áheitan um at fara undir
egnu deyðsmessu sina.
Henda áheitan man hava
vaktdjúpar hugsanir í huga-
heimi hans og givið honum
kenslu av serligari ábyrgd. Í
tílíkari sálarligari støðu er
íkomið ella sprottið seinasta
verk hansara, eitt verk við
einum tílíkum gudabornum
yvirbrá, sum hetta stór-
menni enn ikki hevði fingið
fram í fyrri verkum.
Tann loyndarfulla søgan
um, hvussu hetta verk varð
til, hevur ivaleyst gjørt sitt
til, at verkið er vorðið so
umhildið. Men aftan fyri
hesa legendu, vísti tað seg
seinni, at finnast ein rætti-
liga verulig hending. Hin
fremmandi, sum kom við á-
heitanini um at skriva eina
deyðsmessu, og samstundis
legði gjaldið á borðið, var
boðberi frá einum sera tón-
leikahugaðum greiva,
Walsegg, sum ofta hevði
biðið um verk frá navn-
framum tónasetarum, og
síðani givið tey út sum síni
egnu. Hetta var so tann turr-
isligi veruleikin aftan fyri ta
søguna.
Ein djúp sorg fyllir fyrsta
partin av requiem, bønin
um æviga hvíld teirra farnu.
Fagottir og bassetthorn ella
klarinettir bera fram við
kúran og klagan tað álvar-
sama requiemtemaið, og
fýra næstan beiskar akkord-
ir frá basúnunum enda inn-
gangin.
Við einum døprum forte
koma kærrøddirnar inn og
flætta seg við requiemtema-
ið, meðan strúkararnir
fylgja við bønandi synkop-
um. Í stuttum millumspæli
veksur hetta sorgarlyndi, og
í sopranunum ljómar log-
andi >et lux perpetua luceat
eis< (og tað æviga ljósið
lýsi fyri teimum) og síðani
»sléknar« tað spakuliga í
ljódliga kórinum. Sera stór-
barur er næsti partur av
dupultfugaini, har orðini
Kyrie eleison (harri, vár-
kunna teimum) og Christe
eleison (Kristus, várkunna
teimum) sameinast í hesi
sórbæru dupultfugaini. Ein
serkend órógv merkist í
sambandi við hetta hugalag,
ein angist, sum um tú hevur
varhugan av tí komandi
ræðslu.
Í øðrum satsi, Dies irae
(vreiðinnar dagur) kemur
dómadagur við allari sínari
megi yvir okkum, og við
hvøssum yvirbrá seta inn
kórreddirnar. Men tað
vakra og tignarliga lagið í
basúnint, í triðja satsinum,
Tuba mirum (dómadags-
basúnin) gevur okkum var-
hugan av, at Mozart hevur
ætlað at givið okkum mynd-
ina av einum mildum dóm-
ara. Satsurin verður fram-
førdur bert av teim fýra so-
listunum.
Fjórði partur, Rex tre-
mendae (tann veldigi
kongur) har kórið syngur,
ber dám av tignarligum
veldi; bert seinastu taktimar
av hesum stutta satsi eru ein
eyðmjúk bøn um frelsu.
Recordare (hav meg í
huga) í fimta satsi er eitt tað
vakrasta pettið í verkinum.
Tað er sett upp sum ein
rondo, og ikki minst eru tað
teir djúpu klarinettónarnir,
sum eru við til at skapa
henda vakra ljóðdámin.
Sætti satsurin, Confutat-
is maledictis (stóðga teim-
um, sum ilt tosa) byrjar við
mansrøddum við ógvuslig-
um stevi, sum skal av-
mynda kvøl teirra glataðu,
meðan kvinnurgddirnar
innímillum við blíðari rødd-
um biðja um at tey verða
roknað millum teirra bjarg-
aðu. Altkórið endar við eini
bøn um frelsu.
Sjeyndi satsurin, Lacri-
mosa dies illa(dagurin við
sárligum gráti) ber av gll-
um í vakurleika. Tað blíða,
talandi lagið, sum ongantíð
gerst kensluhugað, verður
roknað sum eitt tað innilig-
asta og størsta, Mozart
skapti. Her vilja kønir menn
vera vid, at Sussmayer hev-
ur skrivad ein part av hes-
um, men eftir åvising frå
Mozart.
Nú kemur tað sokallada
offertorium, sum í hesum
verkinum er í tveimum sats-
um. Fyrri satsurin, sum er
tann áttandi, Domine Jesu
(kongurin Jesus) er ein bøn
um, at tey deyðu ikki verða
verandi í deyðsríkinum,
men av erkaeinglinum
Michael verða leidd til teir
ljósu bústaðir, sum einaferð
vórðu lovaðir Abrahami og
hansara eftirkomarum.
Satsurin endar við orðun-
um: »quam olim Abrahae
promisti«.
Niggjundi satsur, Hosti-
as (kvóéldmáltíðin) verður
sungin av kórinum einsa-
malt og satsurin endar við
somu orðunum um lyftið,
sum varð givið Abrahami.
Tíggjundi satsurin,
Sanctus (heilagur) er sera
stuttur, men sígandi við
teirri stuttu hosiannafuguni;
haðani hevjar seg tað kenda,
Benedictus, (vælsignaður
veri tú) sum solokvartett.
Seinasti satsurin, Agnus
dei, (tú, Guðs lamb) er
fyltur av djúpari gudsóttan; í
eyðmýkt níg tey trúgvandi
fyri miskunnsemi Guðs.
Sum endi ljóma til orðini
»CUm Ssanctis tuis in aeter-
num< (Saman við tínum
heilagu í allar ævir) í eini
dupultfugu úr byrjanini.
Menn hava hugsað um, um
Mozart skuldi havt gjørt
hetta við eini serligari ætlan,
ella hetta hevur Sussmayer
gjørt sum eina neyðloysn,
fyri at koma burtur úr verk-
unum. Tann spurningurin
verður standandi.
Nýtt musikkanlegg
Spildurnýtt óbrúkt KENWOOD musikk-
anlegg selist við ollum fyri kr. 6.500. 1 ára
garanti. Kostar nýtt kr. 8.500 — sparið kr.
2.000.
Tlf. 10930
ROKKJALLARIN
Vit átaka okkum at selja fyri fólk.
Eisini keypa vit deyðsbúgv.
|
| ROKKJALLARIN - Tlf. 11990 |
| Tinghúsvegur 40-31 100 Tórshavn |
Blindastovnur Føroya
hevur opið måndag-friggjadag kl. 9-16.
Telefonir: 18222 og 19288. #
VÆ)
Ein svørt og hvit lagna
Boris Gulko, - eingin
lagna hevur verið meiri
svørt og hvít enn hans-
ara. Fyrst vann hann
sovjetiska meistara-
skapin. Søkti um útferð-
arloyvi til Israel men
fekk leikbann frákomm-
unistunum ístaðin.
Meðan hanr. bíðaði eftir
svari og mikudagin , i
seinastu viku, vann
Gulko USA meistara-
skapin í Key West.
Tilvera hansara hevur
verið vend upp og niður,
og Gulko gjørdist grå-
hærdur fyri tíðina. Leik-
bannið hevur helst for-
Bað honum í at røkka ein
dyst um HM. Heppið
fyri Kasparov og Kar-
pov.
Hóast síni 47 ár hevur
Boris Gulko nevniliga
eina stóra plus skoru
móti teimum báðum.
Eftir, at hann í 1986
búsettist í USA, hava av-
rikini hjá natúr talent-
inum verið upp og niður.
Í fjør varð hann "jumbo"
(t.v.s. aftastur) við USA
meistaraskapin og í ár
vann Gulko í stórum
stíli. Hyggið bara at hes-
um talvinum :
Hvítur: Boris Gulko
Svartur: Gregory
Kaidanov
1. c4 c6
2. ed d5
3. exd5 Rif6
4. d4 cxd5
5. Ric3 e6
6. Rif3 Be7
7. cxd5 Rixd5
8. Bd3 Ric6
9. 0-0 0-0
10. Róel Bf6
11. a3 Bd7
12. Bc2 Róc8 ?!
Sæð i bakspegilinum
átti Svartur ivaleyst at
spælt : 12. -; Rix c3 ,so
hevði Gulko ikki tann
offiserin at leypa á við.
13. Rie4 Be?
14. Fd3 g6
15. Bd2 Fb6
16. b4! Rófd$8
17. Bb3 Be8
18. Róacl a6
19. há Ria7 ?!
20. RicS Ric6
21. h5 Fa?
22. hxgó hxgó
61 OL
we
KA7 |
pmamimavi
Hvitur leikar.
23. Rix e6 !
Mundi tað ikki vera so,
at varhugin var nóg mik-
ið úl at Gulko offraði?
Frúgvin hjá Kaidanov er
parkerað á a7. Svarti
Kongurin hevur eingan
kjans, ikki meiri enn eitt
kavablak hevur í reins-
unareldinum.
23. - fx e6
24. Réx e6 Bf7
25. Réxg6+! Kf8
Vidmerking:
Ella fråbrigdi 1:
25. - Bxg6
26. Fxg6+ Kh8
27. Fh5+ Kg7
28. Bh6+ Kh8
29. Bf4 Kg8
30. Bxd5+ BRóx ds
31. FxdS5+ Kxfð
32. RieS
og Hvítur vinnur.
26. Róhó, Ke8
27. Róel
og Svartur gavst.
Og fråbrigdi 2:
rå HER Bg8
28. Fg6+ Kd7
29. Bx d5 Fx d5
30. Bg5 Kc7
31. Bx e7 Rix e7
32. Fg3+ Kd7
33. Fd6+ Ke8
34. Fx e7+ måt
Endaliga kappingar-
stødan, i ovara enda
gjørdist hendan :
1. GULKO 9,5 av 13
2.-3. Seirawan,
Christiansen 8
4.-6. Benjamin,
Shabalov og
Yermolinsky 7,5 stig
Kelda Bjarke Kristensen í "Det Fri
Aktuelt” 29.10.1994
Læknaval
Tey, id ynskja at skifta lækna frå 1. jan.
1995, eiga at siga frå nu og i seinasta
lagi 30. november 1994.
Havnar
Sjukrakassi