leygardagur 5. november 1994síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12
Nr. 212 — 5. NOVEMBER 1994
Forlagið F annir við jólaútgávuni:
Nú kann føroyskt
bokaprent kappast
Tíðindablaðið (SHU
— Ikki bara í prisi, men sanniliga eisini í dygd, segði Árni Dahl, frå forlagnum Fannir, sum hósdagin gav fýra
bókur út
Eftir Jústinus Eidesgaard
Mynd: Kalmar Lindenskov
Tosa vit um forlagið
»Fannir,« so sleppa vit
ikki uttanum hjúnini
Arna Dahl og Marionnu
Debes Dahl. Seinastu 16
árini hevur hetta forlag
veri hjartabarn teirra í
békahøpi. Sum tey virknu
bókmentafólk tey eru,
hava tey útgivið sínar
bøkur á hesum forlagi,
umframt nógvar aðrar,
heilar 60 í tali.
Vit sita í hugnaligu stov-
uni hjá hjúnunum í Bónda-
brekku. Høvid er nýggjastu
bøkurnar sum forlagið gev-
ur út. Savnaði saman eru
rithøvundar, týðarar, móð-
urmálsfólk prentlistafólk
og tidindaféik. Av veggj-
unum hyggur málaða listin
niður á okkum, av longu
bókahillunum skrivaða
mentanin og kring okkum
hyggja avrik hjá okkara
myndhøggaraf6lkum eggj-
andi at okkum.
Ami Dahl er maðurin
sum brýtur tutlið, íð altíð er
undan eini hending, meðan
ein samkoma situr og bíðar.
Ein farri av erni hómast um
ennið á Árna, tá hann sýnir
fram seinastu bøkumar. Tí,
uttan at kenna innihaldið, so
er talan um sera snotiligar
bøkur, væl úr hondum
greiddar, prentlistarliga.
Bøkurnar eru, aftaná at
handritið er handað, av-
greiddar av Hestprent, sum
hevur havt prentumsiting-
ina um hendir. Estra í Gøtu
hevur prentað og Helge
Justinussen hevur bundið
inn.
Føroyskt bókaprent er í
dag kappingarført við út-
lendskt.
Ungir yrkjarar
— Undan jólum i fjør góvu
vit tríggjar bøkur ut. Stór-
verkið Kalevalu, tjóðkvæði
finlendinga. Eitt yrkinga-
savn hjá Tóroddi Poulsen
og Læars og Annelena hjá
Mourits Mohr, sigur Árni
Dahl.
— Ongin ivi er um hvor
bókin seldi best. Við góðu
søluni av bókini Læars og
Annelena, hevur Mourist
Mohr veitt teimum báðum
ungu yrkjarunum, sum í dag
av fyrsta sinni geva út, eina
hjálpandi hond, segði Árni
Dahl.
Hann vísti á, at tá hann
gekk á lærarskúla fyrst í
sekstiárunum var langt
ímillum bókaútgávurnar.
— Vit kendu næstan bara
til Hans Andrias og Janus
og tí vóru vit kanska eitt
sindur foy, tá vit tóku
yrkingarsøvn hjá nútíðar-
yrkjarum uppí hendurnar.
Eitt nú Gurið Helmsdal og
Líggjas í Bø, segði Ami
Dahl.
— Vit hava seinnu árini
sæð hvat yrkjarar, sum eru
føddir í fimtiárunum duga
til. Eitt nú Jóanes Nielsen .
Vit teimum báðum yrk-
ingasøvnunum, sum vit
geva út í dag, síggja hvussu
tveir yrkjarar, sum vuksu til
í sjeyti og åttatiårunum,
yrkja. Ein tíð, tá samfelags-
hjólini mólu so hart, at
neistarnir fuku undan teim-
um, segði Árni Dahl.
Yrkingasøvnini talan er
um er »Aldur hugans< eftir
Oddfríð M. Rasmussen,
ættaður av Sandi og >Aftur-
vendandi endurspeglingar
av komandi dreymum« eftir
Petur Jensen úr Nordagøtu.
Oddfridur yrkir fyrst og
fremst um nåttåruna, um
dropar »sum leita eftir
turrvølli at dansa á< Hann
yrkir eisini um sviðan av
vælferðini, í tí tíðini hann
vaks upp.
Petur, sum forrestin var
høvundi til teknirgðina
»Bina og Bobo« í Sosial-
inum, skrivar nógv um til-
veruna. Um høpisloysi, 6-
rudd og truplar kenslur.
Tóroddur sum
prosahevundur
Tóroddur Poulsen hevur
givið út sjey yrkingasøvn
og nú roynir hann eisini
pennin í óbundnum máli.
Tóroddur hevur givið út
bókina »Reglur« og lat tað
verða sagt beinavegin, her
er ikki talan um nakra
vanliga bók. Tú villist eitt
sindur. Er talan um eina
skaldsøgu, eitt småsøgu-
savn, essaysavn, poetikkur,
hittinorð, ella kanska eitt
yrkingarsavn.
Tóroddur er kendur fyri at
vera beinrakin, hann er
nakað beiskur við hvert,
men hann hevur skil fyri at
fáa sínar tankar á prent og
hann er sera undirhaldandi í
Útgevarar og rithøvundar
avmyndaðir heima hjá
Arna og Mariannu, tá
Fannir gav fýra bókur út
hósdagin. Fremst frá
visntru Tummas Jákup
Thomsen, sum hevur
teknað kápumyndina á
yrkingasavninum hja
Petur Jensen. Síðan
Tóroddur Poulsen, sitandi
gamli landslæknin Hanus
Debes Joensen og hjá
honum Marianna. Aftast
frá vinstru Árni Dahl og
Petur Jensen
sínum málburði.
Soleiðis er Tóroddur. Her
er eitt brot úr bókini:
> Tá veðrið er hampuligt,
stilli og turt, tekur tað mær
ellivu minuttir at ganga til
hús. Tá nógvur vindur er,
tekur tað tiggju ella tólv
minuttir, alt eftir hvussu
ættin er. Og tá veðrið er
hampuligt, stilli og turt, og
er lagið á mær avbera gott,
sum á Pirpinsmanni, klári
eg teinin lættliga innan seks
minuttir. Og eri eg Pirpins-
maður, tá vindurin er nógv-
ur, komi eg til hús eftir átta
ella fjúrtan minuttum, eisini
her ger ættin søg galdandi. -
Annars eri eg oftast í miðal-
góðum lag, um tað so er æla-
veður ella sól. Mjørka merki
eg ongantíð. Tað hevur
einki at siga hvønn eg hitti á
vegnum, ú at øll siga mær
eins nógv. Eingin ávísur ger
meg nærsýntari ella
fjarsýntari, Men hitti eg
meg sjálvan, vinni eg ong-
antíð niðan, tí tá verður
útideyðaveður, í somu løtu
eg síggi meg.«
Astarsøgur
ur midøld
Forlagið Fannir hevur
eisini givið út fyrsta bindið
av >Dekameron<, sum er
eitt gitið verk út midøld.
Tað er italiumadurin Gio-
vanni Boccaccio, (1313-
1375) sum hevur skrivað
verkið. Verkið er skrivað
um miðja 14. øld og er sett
saman av hundrað frásag-
num, sum eru kendar fyri
sítt smidliga skrivingarlag.
Fråsagnimar eru knýttar
saman soleiðis. Tíggju flo-
rentinar, sjey kvinnur og
triggir menn, eru meðan