Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-11-05, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. november 1994síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

BRUDARVISA Få Tíðindablaðið 571) 1. Tit, brúðarfólk góðu, nú lýðið á tað kvæðið, sum her skal ljóða um Ísak, patriarkin, og tá hann konu sær fekk og tað góða. Av tí kunnu tit bæði læra tað, at Guð vil vælsigna hvort hjúnalag, um Hann tey Óttast og æra. 2. Ábraham heitir á húskall sín, sum frægastur var av monnum: >Tú rætt mær nú hond, og eiðin tín tú sverja skalt mær av sonnum, at hollur og trúgvur tú vera skalt, mær soninum heinta eitt vív útvalt og haðani, eg tær ávísi. 3. Av gentunum Kánaanslandi á tú ongari boð skalt bera, tí sannan Guð tær ei trúgva á, hav einki við tær at gera; men far til tað land, har eg føddur varð, ta réttu gentuna finnur tú har, sum Guð hevur Ísaki ætlað<. 4. Sum sømir seg, gav Eliesar tað svar: »Eg skal út á ferðina leggja; men um hon nú ikki vil koma við mær, skal son tín so hagar eg eggja?< Men Abraham svaraði honum tá: >Um tú hevur gjørt tað, sum eg legði á, so hevur tú gjørt tína skyldu. 5. Tann Guð, meg frå fedraætt kallaði, meg higar til Kánans lat leiða og gav mær tað lyftið, at eftir meg skal fólk mítt hetta landið eiga, sítt einglalið senda við tær hann skal, so ferðin hjá tær kann eydnast væl. Hann sjálvur skal upp bønarorå bera«. 6. Tann sveinurin trygdareiðin svór og gjørði seg til at fara. Hann við sær tók bæði fólk og djór, gull, silvur og dýrgripir aðrar. Til Mesopotamiu leiðin ber, og brátt í Nakors staði hann er, sum Abraham sagt honum hevði. 7. Ein brunnurin stendur við henda stað, har vildi tann sveinur seg hvíla og hvíldina veita til fólk og fæ, sum tænt høvdu árla og síðla. Tá komu tær moyggjar úr staðnum har at fáa sær vatn, so sum siður var. So gjølla hann lítur at teimum. 8. Og síðan til himmalska Harra sín av hjarta í bøn sær vendi: >Kom nú og náði tína sýn mót Abraham, sum meg sendi. So eg til fulnar kann vita tað, at henda giftan hon kemur í lag av tínum vilja og ráði. 9. Tann av hesum moyggjum, sum sigur við meg: >Hygg, vatnið skal veita tær linna, tú drekk nú fyrst sjálvur og leska teg, so skal eg kamelunum brynna<. Gævi Guð, at tað má vera hon, sum fær til húsbónda Ábrahams son. Lat tað vera mær eitt tekin!< 10. Men ikki so skjótt var havd tann bøn, so kom Rebekka til brunnin, hon Bethuels dóttir, tann moyggin ven, ei fagrari fljóðið varð funnið. Hon kemur at draga sær vatn so fró og hittir Eliesar, við brunnin stóð. So blíðlisa hann henni heilsar. Axel Tórgarð týddi úr donskum Mesta håtidarløtan í fóroyskum brúdleypum gjøgnum ár og øldir man brúðardansurin hava verið, og hendan tíðin fram móti jólum, nú kvøldini gerast myrk og long, kjøtið er við at ræstna í hjallinum, og hugurin til vertskap og hugnaliga sam- veru innandura er vaksandi, man hava verið tíðin, tá tey flestu brúdleypini hava verið hildin. Fyri sjey árum síðan týddi Axel Tórgarð eftir áheitan bíbilsku vísuna til føroyskt um ferð Eliesars til fødistad Ábrahams at finna soni hansara Ísaki vív. Hesa vísu, sum kom út á prenti í 1739 í sålmasavni Cassubens >Ny og fuldkommen salmebog med tusind og ti salmer<, hjá okkum kallað >Túsundtal< ella »Kassubein«, hava føroyingar ivaleyst beinanvegin tikið til sín sum brúðarvísu. Føroyska týðingin varð gjørd við stuttum skotbrái, og sum vera man verður slíkur kvóðskapur smávegis broyttur og til- lagaður, tå ið dansað og kvødid verður. Tað man tí vera rætt at lata almenninginum hesa brúðarvísu í tí skapi, sum hon nú hevur fingið eftir samráð við týðaran Axel Tórgarð. 11. >Túgev mær ein vatnssopa«, sigur hann, eg eri so sera tystur<. »Ja, fegin«, hon sigur við ókunnumann, „tú fá tær nú sjálvur fyrstur, imedan ul brunnin eg fara skal og geva kamelunum skjótt og væl, og eingin skal verða svikin<. 12. Hann tigandi stóð og hugdi at, til eingin var eftir, sum tysti, tí hann vildi síggja, um Harrin læt tað henda, sum honum lysti. So henni eitt silvurker hann gav og ringar, sum øllum bóru av, år dyrasta gulli slignir. 13. Og segði: »Sig mær, góða tú, frá ætt og frå fadiri tínum, og hvar kann eg fáa vistir nú fyri mær og øllum minum?« Hon svaraði: >Bethuel faðir mín er, hjá okkum er innivist fyri tær og fóður til tínar kamelar<. 14. Rebekka nú ovfarin gávurnar bar til húsa og uttan at drála. >Hygg, hetta gav fremmandur maður mær, tá ið eg skuldi vatnið hála<. Men bróðurin Laban tá undrar seg og fer út til brunnin so beinanveg, har alt er sum systirin segði. 15. >Vælsigni teg Guð og Harrin nú fyri gávur og sýndan heiður. Hví stendur so síðla her úti út, hjá okkum tú innivist eigur. Til djór tíni fjós nú fáast skal, og fólkini tey skulu sita væl. Nei, tit skulu einki sakna«. 16. Hann bjóðaði øllum til hús við sær, og har varð sett á borðið; men Eliesar seg undan bar, og hevði sín eið við orði: „Eg sessist ikki við hetta borð, fyrrenn tit hava hoyrt hvert einasta orð, sum eg eri biðin at bera. Ólavur Hátún 17. Í Abrahams húsi eri eg tann elsti av hansara køllum. Guð gjørdi hann ríkan og múgvandi, í mæti hann ber av øllum, til neyt og seyð, úl silvur og gull, og har er við fólki húsini full, kamelar og hvort av sínum. 18. Kona hans Sára, sum gomul er, fekk sonin á ellisdegi, | tann sonin, sum navnið Ísakur ber, hjá Guði og monnum ein gleði. Hans faðir gav honum góðs og garð, og Kánaansland, sum er heimstaður vár, er honum av Harranum játtað. 19. Nú havi eg Ábrami svorið, so satt eg ikki kann undan meg siga, at vitja til tykkara, hansara ætt, og um hesa gentu biðja. Ja, Harrin við brunnin sýndi mær tað, at gentuna havi eg funnið í dag, sum er mínum húsbónda ætlað. 20. Tí biði eg tykkum, tit veitið mær svar, sum gentuni ráða og valda, at eg við vissu kann vita við mær, hvat tit munnu um hetta halda. At ei av réttum skal sigast um meg, at børnini sendi eg ørindi, men fari síðani sjálvur. 21. Laban og Bethuel søgdu hartil: >Ímóti tær siga vit ikki, tí Harrin tað hjúnalag hava vil, sum er eftir hansara tykki. Vit okkara játtan víst geva tær; .men gentan skal sjálv veita tykkum svar, hvat henni á hetta líkist<. 22. Rebekka varð kallað fyri teir inn nú sjálv fyri seg at svara. »Er hetta í huga tær enn um sinn við hesum monnum at fara frá landi og øllum, sum tær er kært? Tú skalt ikki siga, at noydd tú varðst, tín egna vilja tú hevur<. Nr. 212 — 5. NOVEMBER 1994 Síða 15 23. Hon svaraði teimum so satt og rætt, sum Harrin skeyt henni í huga: „Guðs gerning at broyta er mær eitt lætt, tað man eingin menniskja duga«. Hon rættir Eliesari sína hond, at hon vildi koma úl Kánaansland og har verða kona Ísaks. 24. »Eg Ábrahams Guði takki fyrst«, sang hann av hjarta og munni, »sum gjørdi, at ferð mín eydnaðist, so gentuna eg havi funnið. Hann miskunnsamur og náðigur var mót húsbónda mínum og so móti mær. Um ævir Hann heidurin eigur<. 25. So leitar hann í sínum vidføri, og festarfæ moynni hann gevur, gull, silvur og dýrastu klæðini, tey vakrastu, nakar hevur. Og mamman og bróðurin tey fingu sítt, tað var ikki líuð, sum teimum varð býtt — so tekur hann til í stórum. 26. Tá fyrstani hann at borðum fer og teir, sum við honum vóru. Teir ótu og drukku, sum siður er, og glaðir frá borði fóru. Men annan dagin hann vildi avstað — Rebekka við honum í ferðalag — hann kundi ei longur bíða. ———iteiie 27. >Vælsignað tú veri, vár systir kær<, so ljóðaði samfeldur songur >og himmalsins Harri signi teg har, sum leiðin hjá tær nú gongur. At ætt tín skal fjølgast í túsundtal og yvir sínum fíggindum hava skal alt valdið og yvirræðið<. UR 28. Eliesar við moynni í saðil steig, hon fekk á kamelinum sæti. Og genturnar tær fylgdu henni á leið, har var bæði kúrur og kæti. Hon vinunum heilsaði góða nátt, og síðani hildu tey leiðina brátt, til Kánaansland mundi liggja. 29. Men tá ið tey komu heilt suður har, sum Ísakur bústað hevði, tá var hann um kveldið farin sær at hyggja at bøi og seyði og hava sítt dagliga bønarhald til Harrans, sum hevur á øllum vald — tá sær hann kamelarnar koma. 30. Rebekka nú hugdi upp og sá har Ísak á bønum ganga, hon smæðin sær vendi til sveinin tá, hana ført hevdi vegin tann langa: »Hvør er hasin maður, sum kemur har?< >Mín húsbóndi er tað<, var hansara svar, »hvørs hústrú tú nú skalt verða<. 31. Tá Ísakur hevði frá ferðini frætt, um hvussu tað gingist hevði, hann til Rebekku — eg sigi tað satt — sær vendi og hond sína legði í hennara hond og leiddi nú í móðurhúsið ta einastu frú, hann elskaði allar sínar dagar. 32. Tann sama himmalska Harra og Guð vit biðja fyri tykkum báðum, at góðska Hans falli tykkum í lut at liva í friði og náðum í árini mong og at síggja við bæði børn og komandi ættarlið, til deyðin mar: skilnaðin gera.