Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-11-08, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. november 1994síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

FRÆLSI — JAVNAÐUR — BRØDRALAG Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Múller Fyritaksstjóri. Krisjan Dahi Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov EFTIR vitjan forsætisráðharrans tykist myndin av tí politikki, ið skal rekast fyri at endurreisa búskapin, vera vorðin eitt sindur klárari. Tað tykist sum danir so smátt byrja at fata, at tað eru aðrir trupulleikar í føroyska búskapinum enn støddin á føroysku fíggjarlógini. Fram til vitjan Nyrups hava donsku embætismenninir fyrst og fremst vidgjørt fíggjarlógina og so spurningur um hvørji búskaparlig amboð skuldu nytast at endurbyggja fiskastovnarnar. Hesir eru eisini sera tydandi tættir i endur- reisingini, men hesir tættir kunnu ikki verda tiknir burtur úr heildini og viðgerast fyri seg. Teir hava líkasum ikki sæð skógin fyri øllum trøunum, sum danska orðatakið sigur. Før- oysku embætismenninir hava lítið og einki mótspæl givið dønum og tí hava danskir em- bætismenn í alt ov stóran mun avgjørt dags- skránna fyri endurreisingartiltøkunum. MEN nú tykist sum sagt sum, at ein broyting er at hóma. Eftir at hava sett seg inn í viður- skiftini á staðnum, hava danir heysað nøkur heilt fá broytingarsignal cg løgmadur var ikki seinur at taka avleiðingarnar og boða frá, at tað ber ikki til at fokusera so einvíst upp á fíggjarlógina. Trýsta vit fíggjarlógina longur niður, so fáa vit bara uppaftur stórri trupulleik- ar og vit avskera okkum frá at reka ein vinnu- fremjandi politikk. HETTA eru alt smáar broytingar og broytingar, sum íkki geva grund til annað enn varisligt bjartskygni Teir harðmæltu partarnir av donsku pressuni hava heldur ikki broytt støðu og halda enn sum áður fram við sínum gsandi og hatsku álopum á Føroyar. Politiska ill- kvendið Kirsten Jacobsen leikar í enn sum áður og bendir hetta á, at sterkar kreftir vilja forða donsku stjórnini í at broyta Føroyapoli- tikk. Men vónandi eru hesar negativu kreftir- nar ikki líka sterkar, sum tær vóru, áðrenn Ny- rup kom til Føroya og vónandi eru broyttu sig- nalini ekta tekin um, at politiska kósin veru- liga verður løgd um. MEN tað er ikki nóg mikið, at danska stjórnin leggur kósina um. Føroyingar mugu eisini leggja á annan bógv og geva dønum eitt nógv sterkari politiskt mótspæl. Tað er her lykil er til eina veruliga endurreisn av búskapinum. Føroyskir embætismenn og politikarar mugu nú leggja ein nýggjan, konstruktivan og sam- stundis realistiskan politikk til rættis, sum ikki bert danir, men fyrst og fremst føroyingar sjálvir kunnu fáast at trúgva uppá. Hetta krev- ur hugflog, vitan, innlit og evni at hugsa í nýggj- um banum og dirvi at svølgja kamelar eins væl og at drepa halgineyt. Hesar dygdir hava ikki júst eyðkent treka og tunga embætisverkið i Tinganesi. Men vónandi er nú glið komið á og vónandi verða embætismenn og politikarar førir fyri at sannføra danir um, at framtíðar- politikkurin eigur at vera arbeiðsskapandi og vinnulivsfremjandi. Men fyrsta treytin fyri, at hetta skal eydnast, er, at landsstýrið og ráð- gevarar landsstýrisins sjálvir trúgva upp á tær loysnir, teir vilja hava danir at hjálpa okkum við. Sasíalunin Blaðfólk- Randi Jacobsen - Dagny Joensen - Tórfinn Smith - Kilmar Jan Hansen - Jåstinus Ellesgaard Utgevar: PM Soslalurin Uppseting: PT Saslalurin Prent: P/T Pressan 1981 Argjum Telefon; 11820 67. ÁRGANGUR Bústaður: Argjavegl 26 | Posiadr: Postsmoga 76 110 Tórshavn Telefax: 14720 Aftursvar til Olav å Toppafløtti, reidara å »Sepiu« Fleiri mål um hysumurt liggja nú í rættinum Í leygardags Dimmuni verður funnist at undir- ritaða, mín hátt at viðgera eitt evni í Sosialinum. Ég skrivaði um hýsumurt í veiðuni hjá ídnaðarbátun- um, sum royna undir Føroy- um. Við hvert, eisini í blað- mannayrkinum, verða mis- tk gjørd. Eg kom av ósketni at skriva, at ídnað- arbátarnir høvdu uppí 50 prosent av lastini av reinum hysumurti. Tað skuldi standa 50 prosent í háli. Ég rættaði hetta í hósdagsblað- num, har er tíverri, í tveimum fórum, komi at standa upsamurtur, heldur enn hýsumurtur. Er skaða- frødin og trongdin at heyja seg fyri annra manns rokn- ing ikki ov stór, so er feilurin rættaður og lesarin er ikki í iva um, at talan er um hýsumurt, ikki seiða- murt. „Egskiljiíkki rættuliga hví Ólavur loypir soleiðis uppá bakbeinini í Dimmu. Visti forrestin ikki, at hann eisini ferðaðist innan ídnaðar- veiðuna. Vit báðir tosaðu saman hósdagin aftaná døgurda. Eg viðgekk mítt mistak og segði honum at eg hevði rættað hetta í hósdags- blaðnum. Eg greiddi honum frá, at eg hevði ikki tíð at skriva meira um ídnaðar- veiðu, tað eftir var av vikuni, men vildi fegin tríva í aftur í komandi viku. „Ég veit ikki rættuliga hví Ólavur kennir trongd til at viðgera mítt arbeiðslag í Dimmu leygardagin. Visti ikki betur enn at vit báðir skuldu tosa saman aftur í hesi vikúni. Nú eg skrivi hetta melur spurningurin frammanfyri mær. Er tað Jústinus, sum hevur spunnið eina søgu saman, sum einki hald er í. Er trupulleikin, at Jústinus hevur fornermad idnadar- flotan, og skuldsett hann fyri at fiska yngulin av føroyagrunni, hóast hesin ikki veiðir meira av yngli, enn lógin heimilar. Svarið er nei. Fiskaðu ídnaðarbátarnir bert hvít- ingsbróður, so var ikki neyðugt at steingjaøkir, tí at ov nógvur hýsuyngul var í veiðuni. Fiskaði ídnaðar- bátarnir bert hvítingsbróð- ur, var ikki neyðugt hjá Vaktar og Bjargingar- tænastuni, at nýta tíð og pening at kanna lastirnar á Fuglafirði. Var ongin trupulleiki við veiðusamansetingini hjá ídnaðarbátunum, so hevði Ólavur Joensen á Toppaflótt. á Skipanesi er reiðari á »Sepiu« fyrrverandi Maria úr Rituvik. Her liggur hon og landar á Fuglafirði. Mynd: Dimml. fútin ikki sent seks mál oman í rættin, har ákæra verður reist móti seks skiparum sum revsimál fyri at hava brotið greinina um undirmálsfisk. Ólavur spyr í Dimmu um tadeinadømi eg nevndi ikki er ein avgomul søga. Hetta veit eg ikki, men eg veit í hvussu er, at lógarbrotini í teimum málum, sum nú koma fyri í rættinum, øll eru framd í vár. Her er so ikki talan um avgomul tíðindir. Hugsa vit um tann al- menna áhugan, sum skriv- ing í bløðunum eigur at hava, so er ídnaðarveiðan heita eplið í lógvanum á stórum i av okkara fiskimonnum, monnum, ið liva av at veiða matfisk. Sum blaðmaður, ið ser- liga skrivi um okkara høvudsvinnu, verið eg regluliga uppringdur av fiskimonnum, sum kæra sína neyð um ídnaðarbátar- nar. Teir Óttast, at so leingi hesir sleppa at troyta grunn- arnar, hevur hýsustovnurin ongan livandi kjans til annað enn at vera pappírs- fiskur, ein stovnur, sum ikki kann mennast. Mín persónliga áskoðan um ídnaðarveiðu er heilt óviðkomandi. Hon hevur ikki almennan áhuga. Hetta aftursvar er ikki ein roynd at rættvísgera, tað eg skrivaði skeivt um ídnaðar- veiðuna í Sosialinum sein- asta mikudag. Hetta er heldur ein roynd at vísa á, at uttan mun til persónin Jústinus, so eru trupulleikar við veiðusamansetingini hjá ídnaðarbátunum. Ólavur sigur við Dimmu, at til ber at fiska reint. Hann sigur- > Sama slag fiskur livur saman í bólki. leggur Tað ber til at fara út og fiska reinan tosk, reinan upsa, reinan gulllaks. osfr.< Ein fín eykainntøka hjá Ólavi hevði verið at givið skiparunum á føroysku tro- larunum, sum fiska matfisk, skeið í hvussutað ber til at (5) ANDSFORÐ NTV ES * + PNG * samt på pr, ls. fiska reint. Høvudstrupulleikin hjá hjá skiparunum á trolar- unum við víðum meskum, nú vit hava fingið kvotu- skipan er, attað ber ikki til at fiska reint. Hesin ólukku toskurin er upp í allastaðni. vinarliga Jústinus Eidesgaard blaðmaður á Sosialinum JNOR-TESTAMENTER « fås GRATIS hos … bledmnkerne m + —