týsdagur 8. november 1994síða 11
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
T
íðindablaðið (STÐ
' Hjálpið gíslunum
Eg, Viktor Garanzja, ma-
skinsjefur á MB-2425
Vasili Adonkin«, eri bliv-
in gisli saman vid skipin-
um.
Skipid kom higar til Skála
til umvælingar 25. august
1993. Umvælingin var lið-
ug í oktober mánaði. Men
firma »Tamvik« fann ikki
peningamiðlar til gjald fyri
umvælingina, og hald varð
lagt á skipið við manningini
umborð.
Fyrst lumpaði russiska
firmaið »Tamvik« okkum.
Síðan, í apríl mánaði, leig-
aði >Northem Marine
Management< skipið.
Hetta felag lovaði okkum
við vissu, at tað vildi gjalda
okkum pengar fyri alt tíðar-
skeiðið. Í fyrstani, tá mann-
ingin var farin at rýma av,
rindadi firma >Northern
Marine Management< okk-
um forskot, hóast tað var
lítið. Men sum frá leið, helt
eisini hetta uppat. Eingin
teirra, sum fóru heim tl
Russlands, fekk nakrar
pengar heldur.
Fyri at fáa hjálp vendu vit
okkum tl ministeriið í
Russlandi, til sovjetsku am-
bassaduna í Danmark, til
fiskimannafakfelagið og til
blødini í Murmansk og
meira enn eina ferð til firma
»Northern Marine Manage-
ment<. Men onga roynd at
hjálpa frá teirra síðu vit
hava sæð, hóast firmaleiðsl-
an í maí mánaði, tá fiski-
málaráðharri — Russlands
kom higar, lovaði við vissu,
at skipið skuldi fara avstað,
og at teir fóru at gjalda okk-
um pengar.
Sum er, liggur skipið í
havnini á Skála. Sjey mans
eru eftir umborð. Nú eru
longu tveir mánaðir, síðan
ljósið varð sløkt hjá okkum,
og teir settu okkum smáar
lampur inn í kahúttirnar. Á
skipinum er hvorki heitt ella
kalt vatn. Í gongunum er
myrkt og kalt. Mat gera vit
okkum sjálvir, so frægt vit
duga. Proviant fáa vit enn,
so vit skulu ikki svelta. Av
tí, sum vit bíleggja, lata teir
okkum helvtina.
Nú fara at vera seytjan
mánaðir, síðan vit sóu kon-
ur og bør okkara, skyld-
fólk og kenningar. Og nú er
síðsta vón okkara gjøgnum
blað tygara at venda okkum
til kristnu kirkjurnar, sjó-
mannafelagsskapirnar og
til sjómenninar, sum vita,
hvat tað er at vera burtur frá
næstringum sínum, til sjó-
mannakonurnar, sum vita,
hvat tað er at bíða eftir
manninum at koma aftur av
sjónum. Og eisini til allar
føroyingar. Um tað ikki
sæst ov nógv aftur í húsar-
haldsbudgettinum, so
hjálpið okkum materielt.
Og við tykkara hjálpt vóni
eg, at eg fari at halda jól
heima hjá familju muni,
saman við konu og børnum.
Eg takki frammanunda
øllum, sum vilja veita okk-
um stuðul. Eisini ynski eg
øllum gleðilig jól.
Viktor Garanzja
MB-2425
»VASILIJ ADONKIN«
Skåla
Tey, sum vilja hjålpa,
kunnu flyta pening til okk-
ara å konto 4406984 i Før-
oya Sparikassa.
LOTTO
HELD OG LOTTO
viku nr. 44, 5. nov.
Vinnaratøl: 1-2-3-4-23-
27-31
Eykatøl: 12 - 20 - 21
7 vinnaratøl
6vinnarat +! eykat. 56. 731; kr.
6vinnaratøl 3.553,-kr.
Svinnaratøl 154,-kr.
4 viøl+ minst I eykatal 44,-kr.
Sosialurin tekur onga ábyrgð
TIPS-úrslit
í viku nr. 44
5./6. nov.
Prognosa
fyri viku nr. 44
5./6. nov.
13 rett: 4.095,-
12 rett:
11 rett:
10 rett:
Sosialurin tekur onga ábyrgd
av meguiigum villum.
Veiðuyvirlitið hjá Vaktartænastuni:
Danir veiddu mest
undir Føroyum
seinasta mánaðin
Av teimum knappt 3700 tonsunum útlendsk skip veiddu undir
Fóroyum í oktober veiddu danir 3456 tons
At danir fara avstað við
bróðurpartinum av tí út-
lendsk skip fiska undir Før-
oyum er sjáldsamt. Men í
oktober 1994 stendur svart
uppá hvítt í yvirlitinum hjá
Vaktar og Bjargingartæn-
astuni, at danir hava veitt
næstan alt, sum útlendsk
skip hava drigið í føroysk-
um sjógvi.
Talan er um danskar nóta-
bátar, sum hava roynt eftir
makreli. Við hesum bátum
eru fleiri føroyingar og
føroyingar eiga eisini teir
flestu av hesum. hetta eru
føroyingar, sum eru fluttir
til Danmarkar. Vit kunnu
nevna bátar sum Strømnes
og Strómegg.
Í oktoberroyndu teir 13
fiskidagar í føroyskum
sjógvi og túrarnir lógu um
260 tons hver. Tilsamans
fingu ir 3456 tons. Annars
hava bert tveir aðrir trolarar
úr europæiska samveldin-
um roynt í føroyskum
sjógvi i oktober. Ein úr
Bretlandi, hann fekk 82
tons f 19 fiskidagar. Ein
franskur hevur eisini roynt á
djúpum vatnið har suðuri
við markið, hann fekk 25
tons í fýra fiskidagar.
Norsku línubátarnir, sum
plaga at royna undir Før-
oyum fingu 128 tons í 28
fiskidagar. Meginparturin
er brosma og longa. teir
fingu eisini nakað av upsa
og blálongu.
Russar royna ikki í før-
oyskum sjógvi í løtuni. Ein
russiskur svartkjaftatrolari
var í føroyskum sjógvi
fyrstu vikuna av oktober.
Men hann fekk einki.
Russar hava higartil í ár
fiskað 114.883 tons í føroy-
skum sjógvi, harav 90.000
tons av svartkjafti og 20.-
000 tons av rossamakreli.
Russar hava ikki fiskað
kvotuna upp enn.
jústinus
Nr. 213 — 8. NOVEMBER 1994 Síða 1!
SALOV VANN
Í BUENOS AIRES
"Jamen, hatta er jú ólóg-
ligt," hvesti Ljubojevic
ilskur eftir fjórða leik hjá
Salov í Buenos Aires.
Og rætt var. Salov gjørdi
ólógligan leik. Hevdi
gloymt at teir leikaðu
temakapping, har teir
fýra fyrstu leikimir hjá
Hvítum eru bundnir,
Lv.s. teir somu føstu
leikirnir, í hvørjum talvi
sær. Hetta til at síggja
hverjar møguleikar
Svartur hevur.
Annars var hýrurin
góður yvirhøvur. Bent
Larsen var sjúkur her-
fyri, men var nú
aftur
væl
upplagdur og
greiddi uppgávuna, sum
fråsøgumadur og við-
merkjari, væl.
Úr sætta umfari.
Hvítur : Valery Salov
Svartur Ljubomir
Ljubojevic
1. ed c5
2. Rif3 d6
3. d4 cx dá
4. Rix d4
Komnir higar var tað,
at Salov gjørdi Ljuboje-
vic í ødini vid ti ólógliga
Fx dá. Svartur gjørdist
so illur at hann heilt
gloymdi at .6. .. Ribd7 er
neyðugt.
. . Rif6
- 3 es
. BbS4 Bd7
. Bxd7+ Fxd7
. Rif5 d5
. BgS! dx e4
10. Bx fó Fx dl
11. Kxdl — gxf6
12. fx e4
Tólv leikir leiktir og
talvið er longu avgjørt.
Svarti Bispurin á f8 og
finnurnar á kongavong-
inum hava onga framtíð.
Hvíta eykafinnan er við
síu fríska lív á hinum
vonginum.
Forkølilsir kunnu nú gerast til
smáttaríir, av eftir lítlari lotu
— næstan ampaleyst
Immunskipanin yvir fyri bak-
terium og virus kann nú styrkj-
ast so mikið, at eitt forkølilsi
lítlan og ongan ampa hevur við
sær. Hetta er møguligt við at
góðska sær tað dagliga drekki-
vatnið við mineralum úr ko-
rallum frá Japan. Við at brúka
hetta sjálvur, havi eg verið úti
fyri tí løgna at merkja byrjan til
forkølilsi í góma og hálsi, men
hvar hetta er heilt horvið sama
dag. Eina aðru ferð kendi eg
byrjan til forkølilsi í stemmu-
bondunum og gjørdist eitt
sindur grovari á málinum, men
tað bleiv ikki til stórt meira.
Bert eitt pinkalítið sindur av
ampa og einki slím og hesin
líti ampi breiddi seg upp í
góma og nøsholu og so var tað
liðugt eftir 2-3 døgum. Líkn-
andi royndir við forkølilsi eru
gjørdar av ødrum í familjuni.
Nú snúgva hesi mineralir
seg ikki bara um forkølilsir,
men um ein hóp av líðingum,
sum kunnu basast ella tálmast.
Her kunnu nevnast dómi um
hvat fólk í Føroyum longu
hava fingið burturúr. Eksem
burtur, blóðtrýst normaliserað,
astmaallergi mestsum sym-
tomfrítt, lættari psoriasis pist
burtur, hæmoridir mestsum
svunnar burtur, candida
svampur týndur og harav nógv
klárari og kvikari í høvdinum,
bruni i prostata kertli burtur,
migrena burtur, 6javndur puls-
ur hjålptur, fólk, sum hava ver-
ið fyri ongum og onki orka, eru
vorðin líka so virkin sum fyrr.
Ja, listin er langur og hvar
2. . Ric6
71
14.
15.
16.
17.
18.
19.
20.
21. Róxd8
22. Rih4
23. Rif5
esser
Hvitur leikar.
24. bá!
Salov hevur bytt upp
fólkið, heilt inn á bein og
Ljubojevic má óvirkin
bíða eftir, at hin hvíti
Kongurin treingir inn í
støðuna hjá sær.
24. . Kd7
25. Kb3 Kc6
26. Kc4 a6
27. a4
28. gå
29. Kb3
30. Rie3
31. Rid5
32. c4
33. Ric3
34. Kx c4
35. Rid5
36. h3
37. Rie7
38. Rif5
39. b5
40. Kx
41. Kb6
42. a5
43. Kb7
44. Kc6
Og Svartur gavst
Kelda : Bjarke Kristensen í "Det Fri
Aktuelt” 28.10.1994
markini ganga fyri heilsu-
menning frå hesum mineralum
er ilt at siga. Hetta kennist
kanska sum undur kanska, men
er bert ein hjálp til sjålvhjålp
fyri likamið til sjálvt at lekjast.
Hesi sjálvlekjandi evni hava
allar tíðir verið til staðar, men
tað hava mineralini ikki verið,
so einfalt er tað. Fær ein mine-
ralini dagliga í t dagliga
drekkivatninum, kann ein
tryggja sær eina góða heilsu
framyvir.
Sí annars í >Sunnudags
Avísin< nr. 10, síðu 12, sum
kom út í síðstu viku.
H. Højgaard