Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-11-09, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. november 1994síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Oljan nærkast Øll tann rúgvusmikla bretska pressan var á tremur í gjár við tíðindunum um, at stjórnin hevur givið BP og Shell loyvi til at fara undir vinnuliga oljuframleiðslu í Foinaven oljukeld- uni skamt frå føroyska fiskimarkinum. Higartil hava vit mest sæd blød i Skotlandi visti gongdini vestan fyri Hetland ans. Hetta var eisini galdandi, tå skipad vard fyri ti fyrstu oljurådstevnuni um møguleikarnar vestan fyri Hetland i Aberdeen herfyri. Bert lokalu blødini í Skotiandi og her serstakliga stóra lokal blaðið i Aberdeen gjørdi nógv burtur úr ráð- stevnuni. Nú hevur pípan bráddliga fingið annað ljóð. Avgerðin hjá bretska oljumálaráð- harranum at skipa fyri einum stórum tíð- indafundi í London mánadagin um at stjórnin hevur givið BP og Shell loyvi til at fara undir framleiðslu í 1995 er farin runt um alt Stórabretland. Bretska samfelagið må ti sig- ast fyri fyrstu ferð veruliga at geva nýggju oljuprovinsini millum Hetland og Føroyar ans. Og talan er um ikki peanuts. Oljufelggini fara at brúka 6 milliardir krónur upp á at fáa fram- leiðsluna í gongd í Foinaven kelduni. Tær 2 millirdirnar skulu nýtast til nýggjar boringar í næsta ár. FYRI føroyingar má henda avgerð sigast at vera sera áhugaverð og viðkomandi. Hóast vit enn ikki við vissu vita, um olja eisini finst her hjá okkum, so er greitt, at tey ovurstóru oljufundini so stutt frá okkara marki, birta uppundir vónina at finna olju okkaru megin Hetlandsrennuna. Hetta ger So eisini, at olju- feløgini - serstakliga nú eftir - at bretska stjórn- in hevur givið Foinaven-verkætlanini grønt ljós - í veruleikanum hevur gkt bæði um áhuga og kanska eisini virði av føroysku undirgrundini. UPPí henda spurningin kemur so markna- trætan við bretar. Fleiri og fleiri føroyinar Spyrja, hví einki úrslit er spurt burtu r og spurt verður, um henda gongdin í samráðingum, har einki spyrst burtur úr, ikki . koma at skapa okkum trupulleikar og i síðsta enda gagna bretum. Tað er torført at svara hesum spurningi, ti samráðingarnar verða førdar í trúnaði. Heldur ikki vita vit við vissu, hvat tænir føroyskum áhugamálum bes: at fara til Haag og fáa eina avgerð ella at taka ta. tíð tað skal fyri at fáa eina samrådingarloysn. Tað hevur verið okkara áskoðan, at vit eiga ikki at leypa fram av. Vit sanna orðini hjá okkara samráðingarleiðara um , at ein góð loysn er betri enn ein skjót loysn. Og spurningurin er eisini, um tað hevur so ggiligan skund. Vit eru jú við at gera fyrireikingar til eina komandi oljuvinnu, so sum so hevur tað ikki bráskund at fáa eina loysn í trætuni. Hon fer at koma - men latið okkum ikki leypa framav. Latið okkum telva rætt. Og tað kunnu vera nógvir leikir í avgerandi talvi. Sasial. . Í Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Múller | Fyritaksstjóri. Krisjan Dahl | Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov Blaðfólk. Randi Jacobsen - Dagny Joensen - Tórfinn Smith - Kilmar Jan Hansen - Jåstinus Eidesgaard ff AAA da FRÆLSI — JAVNAÐUR — BRØDRALAG Lesarabrøv Utgevar: P/1 Soslalurin Uppseting: PT Saslalurin Prent: P/T Pressan 1981 Argjum Telefon: 11820 Bústaður: Argjavegl 26 67. ÁRGANGUR Pestadr.: Postsmoga 76 110 Tórshavn Taletax: 14720 ———— Arbeiðstok og almennir syndabukkar Tað er eingin meining í, at tey arbeidstøku skulu verða gjørd til almennar syndabukkar, meðan tey seku tváa sær hend- urnar reinar. Tað er nógv, ið talar fyri, at ALS ikki virkar nóg væl við- víkjandi eftirlitsskipanini, frá- bodanarskylduni og øðrum. Tað er stak vånaligt, at so lít- ið verður gjørt fyri at fáa eina betri arbeiðsloysisskipan við arbeiðsávísingum um landið. Tað hevur verið víst á týdn- ingin at fáa eina betri skipan á arbeiðsmarknaðinum í síni heild, sí niðanfyri. Tað, sum er høvudsatvoldin til, at tað arbeiðandi fólkið fer av landinum, er, at hesi sleppa ikki út á arbeiðsmarknaðin. Tað er nú uppá tíðina at fáa skipaðso fyri, at øll, ið eru farin um pensjónsaldur, fara av ar- beiðsmarknaðinum. Tað kann ikki vera rætt, at hesi skulu forða ødrum at sleppa út á arbeiðsmarknaðin, soleiðis at vinnugreinin um- síðir heldur uppat. Tað er tá einki vunnið á henda hátt til, at vinnan kann gerast kappingar- før mótvegis útheiminum, tå ið yngra fólkið ikki fær arbeiðs- tilboð og vinnulívsupplæring. Tað er nú uppá tíðina at fáa hesar forðingar fyribeindar, so vit fáa steðgað fólkaflytingini av landinum — av tí arbeiðandi fólkinum. Ta er neyðugt eisini at fáa skipað eitt javnari arbeidsbyti, tá id talan er um timalønt og månadarlønt arbeiði, soleiðis at skilja, at fólk ikki leggja fleiri arbeiði inn undir seg. Tað sama ger seg galdandi við at hækka og lækka talið á arbeiðstímum til 30 tímar ar- beiðsviku fyri timalønt og månadarlønt. Tad skal geva fleiri møgu- leikar at koma í vinnu. Tað javnari býtið á arbeiðs- tímum skal skapa eitt betri stødi undir familjuni og ein- staklinginum. Við hesum verður meguleiki skaptur fyri, at nógv fleiri sleppa út á ar- beiðsmarknaðin. Tað fæst tá betri tíð til familju, vinir og kenningar. Tað at ein familju, vina- og kenningapolitikkur verður rik- in á arbeiðsmarknaðinum við bíligari arbeiðsmegi, er eisini ein forðan fyri at koma út á ar- beiðsmarknaðin. Tað kann ikki góðtakast, at børn, ungdómar og tilkomin kunnu arbeiða óheft av arbeið- arafeløgum og undir sáttmála- bundnu lønini, sum er gald- andi. Tað hevur verið heitt á ar- beidarafeløg og limir tess um at fáa umrett hesi viðurskifti sum skjótast, nú arbeiðsloysis- spurningurin hevur verið so nógv frammi. Tað mugu eisini fáast sam- starvsavtalur millum ALS og partarnar á arbeiðsmarknaðin- um, og tað finst eingin slík avtala í dag. Tað kann ikki vera rættvíst, at fólk fáa arbeiði uttan um ALS og arbeiðsávísingarnar kring landið, sum nógv dømir eru um í dag. Tað kann verða funnist harð- liga at nevndu viðurskiftum, ið ikki hava verið umredd í ar- beidarafeløgunum og í ALS. Tað eru nógv arbeidstøk, sum ikki taka av arbeiðstil- boðnum frá vinnuni, og setir hetta tey í eina keðiliga støðu, har tey m.a. verða sett í karan- tenu á ALS. Tað eru fleiri arbeidstøk, sum hava fingið at vitað, at á- taka tey sær arbeiði undir sátt- málabundna løn, so verða tey strikad sum limir í arbeiðara- felag og koyrd úr ALS. Tað er nú uppá tíðina at fáa hesi viðurskifti, sum eg havi umrøtt í arbeidarafeløgunum, upp å plåss. Tað er uppá tíðina, at eftir- litsskipanin og fráboðanar- skyldan verða endurskoðað, soleiðis at hesir partar av skip- anini fåast at virka. Tað er eisini uppá tíðina, at vit fáa tey arbeidstøku inn aftur í skipanina, og at hesi aftur fáa 70% av eini arbeidaraløn sam- stundis, sum rullandi útgjaldið verður steðgað. Hans Birgir Hansen, arbeiðstakari/arbeiðstókur GRÍMA í Norðurlandahúsinum ill FYRSTA framførsla LEY GARKVØLDID k | 60DA JELENA pE 6) I. 19.30 ATGONGUMERKI: Í Norðurlandahúsinum, Kunningar- ALMENNUR FUNDUR í Norðurlandahúsinum um ALZHEIMERS SJÚKU "ris — SJÚKUAVGERÐ, VIÐGERÐ & ROKT — | x —e Fyrilestrahaldarar frá gerontopsykiatriskaru deild í Árhus: Nils Chr. Gulmann yvirlækni Fundurin verður Inge Voldsgaard økissjukrasystir Per Torpdahl psykologur HOSKVØLDID 10.11.94 - kl. 19.00 Fyrireikingarbólkurin TTT DEG ser A —————— I