Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-11-09, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. november 1994síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

I ———— Er SS et er NT ER OS Tíðindablaðið [ sostalurin ] Nr. 214 — 9. NOVEMBER 1994 Sida3 Hans Jacob Hermansen, formaður í Grindamannafelagnum: — Føroyingar eiga ikki at tosa við mótmælis- folkini um grindadråp Formaðurin i Grindamannafelagnum sigur, at grindamótmælisfólkini eru komin til Fóroya fyri at finna sær nýtt tilfar, tí teirra núverandi tilfar er vorðið ov gamalt, so tað hevur lítið virði. Tað eiga fóroyingar ikki at hjálpa hesum fólkunum við at finna Føroyar hava í hesum døg- um tann sera ivasama heið- ur at hava fingið vitjan av tveimum fólkum frá felags- skapinum Environmental Investigation Agency, stytt EIA. Hesin bólkur hevur út- merkað seg í einum ivasom- um stríði móti føroyskum grindadrápi. Jennifer Lonsdale og Gil- lian Stacey eita tey bæði umboðini, ið komin eru til Føroya í vikuni. Sambært teimum upplýs- ingum, tær hava sent út um sína egnu vitjan, eru tær komnar higar fyri at tosa við fóroyingar um grindadráp, men líkt er til, at hetta bert er enn ein ferð til Føroya fyri at fáa savna sær tilfar sam- an, ið tó bert hevur eittans endamál: At savna saman nýtt tilfar til ta grindaher- ferð, id EIA hevur staðið á odda fyri síðstu árini. Hetta heldur í hvussu er formaðurin í Grindamanna- felagnum, Hans Jacob Her- mansen: — Tað vísir seg, at tað til- farið, ið EIA og aðrir líkn- andi felagsskapir hava nýtt í herferð síni móti føroying- um er so mikið gamalt, at tey ikki longur fáa nýtt tað, sigur hann. — Fyri at fáa sín boðskap fram í fjølmiðlum og aðra- staðni runt um í Europa, noyðast tey at hava okkurt —— nýtt at fortelja, men hetta er nú vorðið ein so stórur trup- ulleiki fyri tey, at tey nærm- ast koma av neyð til Føroya í vón um at finna okkurt nýtt, tey kunnu brúka móti okkum. Miseydnað herferð Herferðin, talan er um, er sokallaða Pilot Whale Cam- paign, stytt PWC, ið hevur havt til endamál at fáa sett í verk umfatandi boykott móti serliga føroyskum fiskavørum. Taðtykist ikki, sum hevur hendan herferð eydnast ser- liga væl, og tí royna felags- skapirnir, sum í roynd og veru liva av grindadrápin- um, at fáa okkurt nýtt, teir kunnu borðreiða við í sínum eirindarleysa og ósakliga stríðið. — Nýggjasta tilfarid, hesi fólk hava, er frå 1992, so tað hevur longu verið so mikið nógv brúkt, at tey noyðast at finna sær okkurt annað nú, sigur Hans Jacob Herman- sen við Sosialin. — Men vónandi eydnast hetta ikki hesum fólkunum, ið eru til miklan skaða fyri føroyingar, mest tí at tey ikki eru sonn í síni herferð. Brúka framvegis gamalt grindadráp Tað, sum hesi fólk serliga hava brúkt allastaðni runt WENNIFER GÍBSO um í Europa, er tað kediliga grindadrápið, ið var í Funn- ingsfirði í 1992. Har mis- eydnaðist stórt sæð alt, ið kundi miseydnast, og hetta var eisini eitt dráp, ið gekk sera illa í allar mátar. Men nú er tað so langt síðani, at EIA og hinir fel- agsskapirnir, ið standa fyri PWC, ikki longur rættiliga kunnu brúka tilfarið. Arbeiðslagið hjá felags- skapunum er annars ikki tað mest reina, ein kann hugsa sær, og Hans J. Hermansen hevur enntá hoyrtum føroy- ingar, ið uttanlands hava verið lokkaðir at skriva undir grindamótmæli, uttan at tey hava vitað, hvat tey hava sett navn sítt undir. — Eitt nú veit eg um ein ungan mann av Tvøroyri, sum niðri í London skrivaði undir eitt mótmæli, ið hann tó ikki fyrr enn aftaná fekk at vita, var móti grindadrápi, sigur formaðurin í Grinda- mannafelagnum. Best man vera at lata sum einki — Hevdi hann vitað av ti frammanundan, so hevdi hann sjålvsagt ikki skrivad undir, men soleiðis er altso arbeiðshátturin hjá EIA og hinum felagsskapunum. Tí eri eg eitt sindur bangin fyri, at kanska fleiri føroyinghar — uttan at vita av tí — hava verið við til at mótmæla før- oyska grindadrápinum. Hvussu skulu føroyingar so fyrihalda seg mótvegis hesum báðum EIA-fólkun- um, ið nú vitja í Føroyum? — Tað er kanska eitt sindur torført at vita, hvussu ein skal bera seg at, tá ein kemur á tal við hesi fólk, men eitt tað frægasta vil altíð vera at halda seg frá at tosa við tey um grindadráp. At tosa við tey um veður og vind og vera blíður annars, er í fin- asta lagi, men ein stendur seg altíð best við at lata vera við at fara í ein orðadrátt við hesi fólk, sigur hann. — Tey hava ført fram, at tey eru vorðin hótt onkun- tíð, tá tey hava verið i Før- oyum áður, so tað er umráð- andi, at føroyingar duga at lata vera við at gera nakað býtt, ið bara kann verða brúkt aftur móti okkum seinni. Hesi fólkini kunnu finna uppá at brúka alt, tey kunnu finna, móti føroying- um í síni herferð. Hans Jacob Hermansen sigur, at sovorðnar søgur, sum at tey eru hótt við lív- inum og aðrar líknandi, verða svølgdar ráar aðra- staðni, so føroyingar kunnu ongantíð vera ov varnir, tá teir koma á tala við hesi fólkini, ið brúka gll vápn í síni herferð. N-FONSDALE » NENViGTmental Investigation A TE. Tosar ikki vid tey ElA-félkini hava eisini vent sær til Grindamanna- felagið, so tey kunnu fáa høvid at tosa við felagið, men hesum hevur felagið í fyrsta umfari avvíst. — Vit hava einki at tosa við hesi fólk um. Tad er ikki neyðugt hjá okkum at verja grindadrápið, tí tað er ikki okkara uppgáva. Umráð- andi er bert, at nóg nógv er ul av grindahvali, at vit í Føroyum drepa grind á ein forsvarligan hátt, og at tað er til matnað, at grind verð- ur dripin sigur Hans Jacob Hermansen. — Tad hevur eisini vist seg í Føroyum, at drápshátturin er batnaður nógv. Vit arb- eiða bert fyri grindadrápi, so vit hava sagt EIA-fólk- unum frá, at vit bert eru sinnaðir at tosa við tey, um tey avblása sína herferð. Tað kann hvorki Grinda- mannafelagið ella nakar annar rokna við, at felags- skapirnir gera, tí grinda- drápið er jú eftirhondini vorðið teirra stóra livibreyð — enntá meira, enn grindin er tað fyri føroyingin. Fleiri føroyingar vilja mótmæla grindaherferðini Tað hevur higartil eydn- ast Grindamannafelagnum at savna saman einar 4.000 undirskriftir, ið eru móti grindaherferðini, men nú tykist, sum fleiri føroyingar vilja vera við. — Vit hava fingið fleiri áheitanir frá fólki, ið ikki hevur havt møguleika at skriva undir, so nå verður eitt nýtt umfar, har roynt verður at fara hús úr húsi, so vit føroyingar veruliga fáa víst hesum fólkunum, at tað er ein samd tjóð, ið tekur undir við hesum mótmæli, sigur formaðurin í Grinda- mannafelagnum. — Allir føroyingar, yngri sum eldri, ið vilja vera við til at savna saman undir- skriftir, kunnu fáa ørk frá okkum at fara runt við. Ørkini kunnu fåast við at ringja tlf. 18588 ella 15298. Grindamannafelagið ætl- ar annadhvørt at senda EI A hetta mótmælið, ella sjálvt at fara til London við tí. Tað seinna er helst frægari mát- in, tí tá ber kanska til hjá før- oyingum at fáa áhuga fyri málinum í fjølmiðlum utt- anlands — hesa einu ferðina til okkara fyrimun. hj. Jennifer Lonsdale (á myndini) og Gillian Stacey frá EIA eru í hesum døgum í Før- oyum fyri at finna sær nýtt tilfar, ið kann verða brúkt móti før- oyingum í herferðini móti grindadrápi (Savnsmynd) >Terji 8 Moira« spæla til NSI- dans i Runavik Leygarkvøldid kom- andi spælir bólkurin >Terji á Moira< til dans í itråttarhøllini í Runavík. Taðer NSI, ið skipar fyri dansinum. Bólkurin er ikki nak- ar gamal bólkur, men tó er talan um royndar tónleikarar, ið óivað eru førir fyri at fáa tón- leikin at swinga. Hetta dansitiltakið er ein liður í arbeiðinum hjá NSI at útvega pen- ing til raksturin og arb- eiði hjá felagnum. Nú í veturer tað hondbóltur- in, ið er á skránni, men felagið er eisini farið at fyrireika seg til kom- andi fótbóltsár, tá eitt nú nýggjur venjari skal taka sær av fremstu fót- bóltsliðunum. hj. Bókin hjá Leif Knudsen fæst nú í bok- handlum Føroyum Leygardagin skrivadu vit um nýggju bókina hjá Leif Knudsen og Mogens Kreutzfeldt, ið er skrivað sum hjálpar- amboð til fólk, so tey kunnu geva sær sjálv- um viðgerð fyri ymsa pínu í liðum og limum, hevur fingið góða mót- tóku í Fóroyum. Hetta hevur forlagið Munksgaard fingið at kenna á egnum kroppi, tí vit her í blaðnum av óvart komu at uppgeva telefonnummarið hjá forlagnum, so fólk har kundu fáa fatur á bók- ini. Hetta hevur Leif Knudsen gjørt okkum var við, at fólk ikki skulu gera, tí bókin fer eisini at verða til sølu í Fóroyum — helst eru hon longu komin í bók- handlarnar. A Munksgaard for- lagnum høvdu tey havt fleiri uppringingar frå fólki, ið vildu fáa fatur í bókini, men har skulu fólk ikki fara, vilja tey hava hana. Forlagið tekur sær ikki av ein- støkum ordrum, men letur bert bøkur til bók- handlar hj.