mikudagur 9. november 1994síða 4
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Her er ræðuligt
Nr. 214 — 9. NOVEMBER 1994
Manningin á russiska trolaranum Vasilij Adonkin, sum hevur ligið á Skála í meira enn
14 mánaðir, rópar nú neyðarróp. Tey orka ikki longur at liva sum fangar í kulda og
myrkri og við ongum pengum
Viktor Garanzja, maskin-
meistari á russiska skip-
inum Vasilij Adonkin, sum
hálvtannað ár hevur ligið á
Skála, hevði í gjár eitt les-
arabræv í Sosialinum. Hetta
var ein innilig áheitan á góð
fólk um at hjálpa teimum
sjey úr neyðini.
Viktor sjálvur er stórur og
sterkur, men líka so lítið
sum nakar av hinum um-
borð å Vasilij Adonkin ork-
ar hann longur at vera fangi
ella gisli vid bryggju å
Skåla. Hann orkar ikki
tankan um at skula halda
eini jól aftrat í óvissu undir
ótolandi umstødum.
Tey tóku væl ímóti okkm,
tá vit mánadagin fóra at
vitja umborð á Vasilij
Adonkin.
Ringt lag
Lagið er einki serligt á
teimum, men tey royna sum
frægast at halda mótinum
uppi og vóna, at bara okkurt
skal henda - og tað skjótt.
Vit fara umborð, og tað er
púra stilt umborð, tí eingin
motorur gongur.
Ramiamoniakk-roykurin
slær okkum i næsarnar.
- Komið bara innar, her er
frægari, sigur Viktor.
Amoniakk-roykurin er
frá køliskipanini, sum er
sløkt, og tí kemur hesin
deymurin. Hetta kann ikki
vera ødrvisi, tí skipið hevur
ongan streym.
Vandamikið
Hetta kann vera vanda-
mikið, tí kemur hol á, er
vandi fyri, at øll Skála bygd
verður eitrað, fortelja teir
umborð. Sjálvir halda teir
seg ikki vera í so stórum
vanda av amoniakkinum, tí
skuldi ólukkan hend, hava
teir maskur at verja seg við.
Vit fara inn í gongina. Har
er bóla myrkt, og ísakalt, tí
ikki bara er eingin hiu
kúgveygað stendur eisini
opið orsakað av amoni-
akkinum.
Inni á kamarinum hjá
Viktor brennir eitt neonljós
á borðinum. Teir hava seks
slíkar lampur umborð,
bundnar í ein kaðal úr landi.
I kuldanum og við tí káma
ljósinum seta vit okkum at
práta. Teir hava polstrað
seg væl í ullintum troyggj-
um og frakkum. Nú hava
tey livað upp á henda mátan
so leingi, at krím ikki bítur
á, halda tey.
Tá Vasilij Adonkin fór úr
Murmansk fyri 17 mánað-
um síðan, taldi manningin
37 fólk. Nú eru bara sjey
eftir. Tey vita hvorki út ella
inni, og tey hava onga
hóming av, hvat tað er fyri
spæl, ið ger, at tey eru slept
upp á fjall.
Vasilij Adonkin kom til
Føroya at verða umvældur.
Men skipið fekk ikki pening
frá reidariinum í Mur-
mansk, og hald varð ti lagt á
skipið við manningini um-
borð.
Tíðin gekk, og í vár leig-
aði fyritøkan Northern
Marine Manegement í Mið-
vági skipið og ætlaði at fáa
tað í sigling, men ikki bar
til.
Ikki eitt oyra
Og síðan í mars mánaði
hevur manningin umborð
ikki fingið eitt oyra, hvorki
frá reiðarínum Tamvik í
Murmansk ella frá teimum í
Miðvági. Frammanundan
fingu teir eitt lítið sindur í
forskoti frá Tamvik, men tá
Northern Marine Manage-
ment leigaði skipið, tveitti
Tamvik alla ábyrgd frá sær.
Manningin hevur vent
sær higar og hagar fyri at fáa
onkran at hjálpa teimum úr
neyðini, men higartil til fá-
nýtis. Reiðarin lovaði eina-
ferdat koma til Føroya, men
Myndir: Kalmar
Tekstur: Randi
hann kom ikki longur enn til
Keypmannahavanar og fór
so heim aftur.
- Eg haldi ikki, at hann
hevur mist svøvnin av okk-
um, sigur skiparin, Viktor
Bezdolnyj, sum nú heilt
hevur mist tolið og ikki trýr
nøkrum longur.
Northern Marine Man-
egement rindaði fyrr í ár
ferðaseðlarnar fyri fýra av
manningini, so tey sluppu
heim aftur. Hini eru farin so
við og við, tá russiskir trol-
arar hava verið í Føroyum
við kós móti Murmansk.
Men nú eru fleiri mánaðir
síðan, nakað russiskt skip
Tey kunnu so dánt gera
sær ein drekkamunn,
men tað tekur tíð.
Døgurda fáa tey ikki
gjørt
hevur verid å Skåla. Skipar-
in sigur, at hevði eitt russ-
iskt skip nú komið, hevði
hann farið við tí, tí hann
ætlar sær heim við fyrsta
farti.
Tey hava eisini roynt at
koma í talu við Óla Jacob-
sen, bæði sum landsstýr-
ismann og formann í Fiski-
mannafelagnum, men tað
hevur ikki eydnast enn. Tey
skilja tó væl, at ein maður
sum Óli Jacobsen hevur
nógv um at vera.
Myrkt og kalt
Tað er myrkt og kalt, ti
skipið hevur einki at gjalda
við, og hvørki skipasmiðjan
ella kommunan kunnu
halda fram við at geva
teimum streym fyri einki.
Manningin doyr tó ikki í
Nú vóna tey at sleppa
heim til jóla. Henda
dagin vóru bara fimm
av manningini umborð,
tí tveir vóru í landi og
vitjaðu onkur vinfolk
Tíðindablaðið ET.
Viktor Bezdolnyj så í Sosialinum tey fyri hann ringu
tíðindi, at Árni Gregersen fer til Danmarkar
SPLID
Dagarnir eru langir, tå teir einki hava at gera