Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-11-09, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. november 1994síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Poul Nyrup Rasm ussen, Nr. 214 — 9. NOVEMBER 1994 forsætisráðharri: Tíðindablaðið GL Poul Nyrup Rasmussen visti ikki nógv um Føroyar, áðrenn hann kom hendanvegin, tó at hann - eins og aðir útlendingar - heyði lisið skaldsøguna "Barbara", eftir Jórgen Frantz - Jacobsen. Hann nevndi fleiri ferðir at hann kendi umhvørvid fiur í tí, sum rithøvundin lýsir í skaldsøguni. Forsætisharrin hevdi ikki stundir til at kunna seg um annað enn tað, sum í var viðmerki í skránni. Tó fingu vit høvi at tosa við Poul Nyrup Rasmussen tá hann fór til síðsta borðhaldið áðrenn Í avstadferdina. Ovist er, um nakar hevur sagt honum frå, at húsini sum | síggjast á myndini, er barnaheimið hjá Barbaru Tit eru før fyri at fáa landið á føtur - Tað er einki ivamál, at tit sum fólk hava møguleikar at yvirliva, men so skulu vit arbeiða fyri at skúgva fordómar burtur landanna millum. Eydnast tað, so havi eg betri møguleikar at tosa tykkara sak á fólkatingi, og fyri danska fólkinum, sigur Poul Nyrup Rasmussen Leingi hevur verið tosað um, hví Poul Nyrup Ras- mussen, danski stjórnar- leiðarin ikki kom til Føroya at vitja beinanvegin, tá kreppan tók seg upp. Nógv hildu tað vera enn meira ørkymlandi var tað sum fráleið, tá føroyskir politikarar og embætisfólk í óteljandi umførum hava ferðast til Danmarkar í samráðingargrindum, at eingi útlit vóru til, at Poul Nyrup Rasmussen ætlaði sær at vitja í Føroyum. Tað kundi eisini tykjast løgið á annan hátt, nú tá javnaðarflokkurin = hevði løgmann, at ein sosial- demokratiskur stjórnarleið- ari í Danmark ikki ómakaði sær so frætt, at hann vísti seg solidariskan við føroy- sku Tinganesi. Vildi fegin komið fyrr hendanvegin Poul Nyrup Rasmussen sig- floksfeløgunum i ur vid Sosialin, at orsøkin ikki var, at hann ikkt timdi at koma hendavegin. - Tad var einki, eg heldur vildi gjørt, enn at vitja i Føroyum, men stutt sagt, tað kundi als ikki lata seg gera, orsakað av stóru ar- beiðsbyrðuni, sigur Nyrup Rasmussen. Taðereinki ivamál, at tað hevur verið sera 6heppid fyri Poul Nyrup Rasmus- sen, at føroyska kreppan just kom, tå hann var nygg- ur í starvinum sum stjórnar- leiðari og sum leiðari fyri Sosialdemokratiska flokki- num í Danmark. Við at líta aftur um bak á- sannar Poul Nyrup Rasmus- sen eisini fyri Sosialinum, at tað hevði verið betri um hann kom á vitjan beinan- vegið kreppan tók seg upp, men at tað tíverri ikki var møguligt. - Hjå mær hevur sam- døgrid eisini bert 24 timar, og tá vit skipaðu stjórn 25. januar 1992, skuldi eg í fyrsta atløgu verða formað- ur í danska formansskapi- num fyri ES í hálvt ár. Síð- ani skuldu vit skipa fyri ES- fólkaatkvøðuni, umframt at stórar lógarbroytingar vóru gjørdar, eitt nú skattalóg- gávan og arbeiðsmarknað- arlógirnar. - Næsta hálva árið gekk við at fáa búskapin aftur á fótur í Danmark og skapa vøkstur og framgongd i samfelagnum. Vit høvdu bert 20 mánaðir, til nyval skuldi vera, sigur Poul Ny- rup Rasmussen. Poul Nyrup Rasmussen heldur ikki, at tað hevði broytt innihaldið í avtalu- num, um hann var komin til Føroya um tað mundið, men heldur kortini, at tað menniskjansliga samband- ið, sum verður knýtt, tá fólk hittast á slíkari vitjan sum hesari, er av stórum týdn- ingi. Einki at týða fyri gjørdu avtalurnar - Tað hevði kortini ikki broytt nakað viðvíkjandi avtalunum. Tær vórðu gjørdar millum landsstýrið og donsku stjórnina og eru grundaðar á at virða heima- stýrislógina og at varðveita avgerðarrættin á føroysk- um hondum. - Sjálvandi hevði tað verið ein fyrimunur, um eg kom til Føroya tå, men tað kundi bert ikki lata seg gera. Poul Nyrup Rasmussen er sera fegin um, at hann fekk høvi at hitta vanlig fólk, sum tey í Danmark kalla "mannin á gólvinum". Spurdur um hann nú betur skilir støduna hjá vanliga føroyingnum, sigur hann: - Tað er sera týdningar- mikið fyri meg at fáa høvi at tosa við vanlig fólk í Før- oyum, tí uttan samband við vanliga fólkið, ber ikki til at skapa ein politikk, sum fólkið vil taka undir við. - Oneydugt er hjá mær at siga, at tað ikki ber til at føra politikk, sum fólkið ikki tekur undir við, sigur Nyrup Rasmussen. - Tað var eisini ein per- sónlig uppliving fyri meg at sleppa at hitta so nógvar føroyingar í politiska livi- num, serliga minar sosial- demokratisku floksfelagar, harnæst vinnulívsfólk, um- boð fyri kommunurnar og aðrar samfelagsbólkar. Dámligur føroyingar - Alla staðni hitti er sterkar og ærligar føroyingar, sum hava innlit í tað samfelag, sum teir virka og liva í. Teir vóru sannførdir um at hetta samfelagið skal fáast á fótur aftur, hóast viðurskiftini í løtuni eru so ómild móti tykkum. - Samanumúkið vil eg siga, at eg fekk sera áhuga- verda og positivta mynd av føroyingum, sum hugsa søguligt, og eru tengd at mentanini á heilt gðrvísi hátt enn danir, sigur Nyrup. - Eg havi sjáldan hitt fólk, sum hava so sterkan sam- leika, sum føroyingar hava. Tað er júst hetta, sum gevur tykkum styrki og áræði at koma víðari í tíðum, sum hesum. - Vit hava áður havt vitjan av sosialdemokrati- skum politikarum og leið- arum. Hóast tíðin er ødrvisi og torførari í dag, kennir tú teg hava ein samleika við teir gomlu floksfelagar tínar og við okkum í Føroyum? - Eg kenni meg væl mill- um teir gomlu floksfelag- arnar, men tidin er ein onnur og trupulleikarnir somu- leiðis. - Viðvíkjandi politisku hugsjónini og menniskjans- ligu støduni hjá føroying- um, haldi eg meg skilja +