Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-11-09, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. november 1994síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

————ðøømn——ø A — Tíðindablaðið [ sostalurin ) Nr. 214 — 9. NOVEMBER 1994 Sida 9 - trupulleikarnar, men eg ger tað eisini út frå ti sjónar- miði, at okkara nútíðar heimur er so nógv gðrvísi enn tað, sum teir gomlu striddust fyri. - Samfelagið er nógv broytt, og tað hevur sjálv- andi havt við sær, at tann politikkur, sum vit føra í dag, er grundaður á nýggjar avbjóðingar, og hann líkist ikki førda politikkinum i gomlum døgum. Øl eru virðismikil - Hvat stendur ein sosi- aldemokratur fyri í dag? - Sosialdemokrauskur politikkur er borgan fyri, at øll menniskju hava virði, og at øll duga og kunnu gera okkurt. Samfelagssins upp- gáva er at skapa karmin so- leiðis, at tú fært møguleika at gera tað, sum tú ert førur fyri. - Tað er m.a. at geva gll- um møguleika at fáa arbeiði og útbúgving á so uyggum sosialum grundarlagi sum til ber. - Hetta sjónarmið byggir á, at tað skal vera pláss fyri øllum borgarum í samfelag- num, men tað skal eisini byggja á rættindi og skyld- ur, so sum sosialdemokrat- iska hugsjónin legði lunnar undir í arbeiðarargrsluni í síni tíð. Byggir á gomlu hug- sjónina - Hóast tað, so kenna vit okkum ikki so trygg í Før- oyum. Er tykkara ættarlið av sosialdemokratum meira bureaukratar enn demokratar? - Nei, taðeru vit ikki. Fólk hava hug at blanda floks- politik okkara við veruleik- an, sum er, at vit liva í einum nútíðarsamfelag, sum gerst alt meira fløkjasligt og ør- kymlandi, og tí samfelagið verður skipað eftir altjóða reglum. Soleiðis eru altjóða samfelggini vorðin við tíð- ini. - Tað verður eisini sagt so nógv um okkum, av tí at vit eru børnini hjá arbeidar- arunum, sum í dag hava fingið hægri útbúgving, og nú luttaka á øllum økjum í samfelagnum. - Okkara grundsjónarmið byggja eisini á, at londini skulu verða óheft sínamill- um, og tað setir krøv til, at nútíðarsamfelagið verður nógv betur skipað enn áður. - Er tað ikki júst tað, sum gevur tykkum ein nýggjan samleika um tað, sum teir gomlu bygdu síni sjónar- mið á? - Jú, men er tað nakað skeivt í einum nýggjum samleika, um vit ikki sloyma grundsjónarmiði- ni? Av øllum ti sum Poul Ny- rup Rasmussen upplivdi i Føroyum, åvirkadi tað hann mest, at fólk fluttu av landi- num í so stórum tali. Hann er sannførdur um, at tað ber til at skapa arbeiðspláss í Føroyum, og vil gera sítt til, at nýggju samráðingarnar, 17. november, fáa umrødu. Sjálvur hevur hann stórar hugsanir um, hvussu tað kann gerast, og nevnir inn- flutning av tridalandsfiski, útbygging í alivinnuni, góðska fiskin meira, eins og at økja um marknaðarat- gongdina til Evropa. - Tað hevur kortini verið torført hjá Føroyum at fáa samstarv í lag við donsku politikararnar í ES? - Vit hava altid stadid saman vid tykkum um tað, sum føroyingar sjålvir hava viljad vid sambandinum til ES. Tad eru føroyingar, sum skulu gera av, hvønn ES-politik tit vilja føra. - Vit virda tykkara av- gerdir og vilja hjålpa og stuðla tykkum, so tit fáa so góðar handilsavtalu við ES, sum til ber. - Bert skulu føroyingar vita, at tað verður torført at samráðast um betri avtalu, nú fiskaveidan svíkir, og prísirnir samstundis lækka. - Tað ger, at hvørt einstakt limaland hugsar meira sjålvsøkid og við hesum vil verja egnu áhugamál. - Tosaði tú við tey ar- beiðsleysu í Føroyum? - Nei, stundir vóru ikki til tað, men eg hevði varhugan av,attey fólk, sum eg tosaði Poul Nyrup Rasmussen: - Samanumtikið vil eg siga, at eg fekk sera áhugaverda og positiva mynd av fóroyingum, sum hugsa søguligt og eru tengd at mentanini á heilt ødrvisi hátt enn danir. - Eg havi sjáldan hitt eitt fólk, sum hevur so sterkan samleika. Tað er júst hetta, sum gevur tykkum styrki og áræði at koma víðari í tíðum, sum hesum við, høvdu verið arbeiðs- leys, ella kendu arbeiðaleys í familjuni og í vinarskara- num. - Einasta áhugamál teirra, sum eg tosaðu við á virkju- num, var at fáa fleiri ar- beiðspláss. Eisini søgdu fólk mær um onnur, sum vóru flutt av landinum, og tað haldi eg verða tungastu fråsagnimar á ferðini. - Tí verður hetta tíkið við í komandi samráðingunum. - Talaner um eina kreppu, men gloymið ikki, at tað er í Føroyum, tit hava tykkara røtur, sigur Nyrup Rasmus- sen. Trúgvin skal ikki vikna í avtalunum - Vit kunnu ikki bert liva av steinum? - Tad krevji eg heldur ikki av tykkum, men vil bert siga, at tær familjur, sum hava tað trongligt í dag, og sum tí umhugsa at flyta, vil eg geva eitt lyfti um, at tað fer at ganga framá, um tey verða verandi í Føroyum: Danski stjórnarleiðarin sigur ikki "tit" um føroy- ingar ella "vit" um danir. Hann nýtir oftast felags- heiti fyri londini bæði. - Heldur tú, at danska stjórnin hevur verið soli- darisk við okkum i Før- oyum? - Persónliga kenni eg tað soleiðis, og eg haldi, at vit hava skyldu at vera meira solidarisk mótvegis tykk- um enn nøkrum gðrum landi í somu stóðu, og tað haldi eg eisini, at vit hava verið. Tað fær kanska avleið- ingar, at Nyrup Rasmussen kom til Føroya at tosa við fólk. Hann vil seta nýtt mál á fundarskránna 17. novem- ber, sum fer at snúgva seg um at skapa fleiri arbeiðs- pláss í Føroyum. - Merkir tað, at danir fíggjarliga fara at hjálpa føroyingum at stovna ar- beiðspláss? - Vit fara at føra sam- ráðingarnar út frá meting- um um, hvussu avtalurnar á besta hátt kunnu fremja ætl- anirnar um at stovna fleiri arbeiðspláss. Rudda burtur fordómar - Bóndin í Kirkjubø segði tær, at føroyingar hava sett sær fyri at yvirliva. Hevur tú á ferðini tikið avgerð um slíkt, sum gevur okkum betur byr frameftir? - Tað er einki ivamål, tit hava møguleikar at yviriva, men vit skulu í báðum londum arbeiða fyri at skúgva burtur fordómar landanna millum. Vit skulu hava virðing og álit á hvor ødrum. - Kunnu vit ikki »cina fyri hesum fordómum, hjålpir tað einki, at landið hevur so nógv og gott fólk til at taka, sum trúgva á framtíðina her á landi, og sum hava varð- veitt sjálvsvirðingina hóast truplu umstødurnar. - Tykkara trúgv uppá, at landið aftur kemur á føtur, skal ikki vikna í okkara av- talum, sigur Poul Nyrup Rasmussen. - Tú tykist vera sann- førdur um at hjálpa Føroy- um, men tú noyðist eisini at fáa fólkatingið við tær. Megnar tú tað? - Talan er í veruleikanum Poul Nyrup Rasmussen: - Tað var sera týdningarmikið fyri meg at hitta vanlig fólk í Føroyum, ti uttan samband vid vanliga fólkið, ber ikki til at skapa ein politikk, sum fólkið tekur undir við. Oneydugt er hjá mær at siga, at tað heldur ikki ber til at føra politkk, sum fólk ikki tekur undir við. Á myndini tosar danski stjórnarleiðarin við flakakvinnur á rækjuvirkinum á Oyri, meðan Edmund Joensen, løgmaður lurtar og eygleiðir. um tveir lutir. Eitt er at fáa danska fólkið at skilja tykk- um, men hitt er, at fóroyingar eisini mugu gera sær ómak at skilja danir. - Føroyingar mugu eisini seta sær nakrar eymar spurningar, og teir mugu ikki vera so erkvisnir. Danir eru ikki so ræðuligir, og danir hava ikki skyldina av kreppuni i Føroyum. - Kreppan er komin vegna fiskaloysi, og tí at samfel- agsmenningin í áttatiáru- num tók grundarlagið und- an búskapinum. - Tað er týdningarmikið, at leiðin burtur úr kreppuni ikki verður merkt av illvilja og móti dønum. Vit mugu heldur arbeiða fyri at fáa gott samstarv millum lond- ini bæði. - Fáa vit hesi viðurskifti í rættlag, kann eg betur tosa tykkara sak á fólkatingi, og fyri danska fólkinum. Før fyri at taka avbjóð- ingina frameftir - Hinvegin, so er tað eisini neyðugt, at politikarar - ikki bert teir sum sita í lands- stýrinum - men eisini teir, sum sita í fólkatinginum og á tingi, hittast at tosa sína- millum av og á, sigur Poul Nyrup Rasmussen og legg- ur áherðslu á, at besti háttur at skilja onnur, er persónligt samband. Tað er ti um- ráðandi, at danir og føroy- ingar hereftir hittast at tosa um trupulleikarnar av og á. - Fyrimunurin hjátykkum er, at tit hava søguligar røtur langt aftur i tidina. Tann sum kennir sina egnu søgu, stendur nógv sterkari, tá hann skal taka avbjóðingina í framtidini, sigur Poul Ny- rup Rasmussen. Orð: Dagny Myndir: Kalmar