mikudagur 9. november 1994síða 10
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10 Nr. 214 —9. NOVEMBER 1994
Fyrsta oljuframleiðslan millum Hetland og Føroyar veruleiki:
Bretska stjórnin við
BP /Shell: farið í gongd
Fyri fyrstu ferð í søguni v
oljuprovinsini millum Hetland og Før
erður nú farið undir lønandi oljuframleiðslu í nýggju
oyar. BP - ein av heimsins stórstu fyritókum
metir nýggju keldurnar í Atlantshavi at vera millum tær bestu í heiminum
Stóru oljufeløgini BP og
Shell hava nú fingið end-
aliga stemplið frá bretsku
stjórnini at fara í gongd við
fyrstu = oljuframleiðsluna
vestan fyri Hetland nakr-
antíð. Tað skuldu ganga
meira enn 20 ár frá tí at olju-
feløg fóru undir seismiskar
kanningar og at bora tey
fyrstu holini, til avgerð
Ivarð tíkin um at fara undir
framleiðslu.
Tað var á stórum tíðinda-
fundi í London mánadagin,
at bretski orkumálaráð-
harrin Tim Eggar kunng-
jørdi, at bretska handils- og
ídnaðarmálið, sum umsitur
oljumål samtykti atgevaBP
og Shell loyvi til at fara
undir fyrsta stigið ávegis
móti veruligari framleiðslu.
Tað er so, at myndug-
leikarnir skulu geva einari
vinnuligari ætlan tað bláa
stemplið, áðrenn farast
kann í gongd av álvara.
Undan hesum liggur so
eitt sera umfevnandi kan-
ningararbeiði. Hesi 20 árini
eru borað ikki færri enn 100
hol vestan fyri Hetland og
gjørdar eru hópur av
seismiskum kanningum.
Clairgkið helst
aftur aktuelt
Tá oljufelggini fyri meira
enn 15 árum síðani funnið
tað risastóru oljukelduna
Clair varð hetta mett sum
ein stórhending og gitt varð,
at nú kundi oljuframleiðsla
byrja í hesum nýggja øki-
num.
Men so varð ikki. Tað
vísti seg nevniliga, at olju-
goymslan og vidurskiftini
har vóru so háttað, at tað
higartil ikki hevur verið
lønandi at fáa oljuna upp.
Ikki minst ov lítið trýst í
oljugoymsluni og at oljan er
í so tjúkk hevur verið
orsøkin til, at framleiðsla
enn ikki er byrjað í Clair-
økinum.
Fyrst í 90-unum raktu so
fleiri oljufeløg við stórar
oljukeldur longur syðri og
eisini longur vesturi.Tað
eru hesar keldur, sum nú
verða tær fyrstu ast fram-
leiða olju.
Á tidindafundinum i
London í vikuni visti
bretski oljumálaráðharrrin
eisini eina lilta fløsku vid ti
fyrstu oljuni úr Atlants-
havinum.
Hann segði seg hava álit á
stóru og umfevnandi verk-
ætlanini hjá BP og Shell at
fara undir framleiðslu úr
Foinaven kelduni longu á
vetri 1995. Hetta er nakað
fyrr enn higartil ætlað.
Dagurin var annars settur til
at vera í januar ársfjóðringi í
1996.
Fjølmiðlar kring alt
Bretland nógv burturúr
Allir teir stóru bretsku fjøl-
miðlarnir hava gjørt nógv
burtur úr avgerðini hjá ídn-
aðarmálaráðnum at geva
hesi fyrstu veruligu fram-
leiðsluverkætlanini sítt við-
mæli.
BBC og Sky sjónvarps-
stødirnar høvdu hesi tíðindi
sum høvudssøgu allan
mánadagin.
Mett verður, at tað við
hesi avgerð er sett hol á eina
heilt nýggja oljuprovins,
sum kann koma at hava
ómetaliga stóran týdning
fyri Bretland.
Hjá BP eru teir sera fegnir
um avgerðina hjá stjórnini.
Bill Moore, pressutals-
maður hjá BP í Aberdeen
sigur við Sosialin, at hetta er
ein týðandi varði í roynd-
unum at seta í gongd veru-
liga framleiðslu úr økinum
vestan fyri Hetland.
Tydning fyri Føroyar
Hesi tíðindini hava so eisini
stóran áhuga í Føroyum, tí
oljukeldan, sum nú verður
tann fyrsta nakrantíð, ið
olju kemur upp úr vestan
fyri Hetland, liggur bert
heilt fáar kilometrar frá
føroyska markinum.
Hóast føroyingar ikki eru
komnir so langt sum bretar
og aðrir - vit gera í løtuni
seismiskar kanningar og
neyvan verður borað fyrr
enn um nøkur ár - so er tað
neyvan skeivt longu nú at
siga, at áhugin hjá stóru
oljufeløgunum fyri
føroyska økinum er i
hæddini. Hann veksur fyri
hvønn dag, og avgerdin at
loyva BPog Shell, tveimum
av heimsins størstu fyri-
tøkum at fara undir fram-
leidslu beint vid føroyska
markið hevur uttan iva
longu nú økt um eitt
møguligt komandi virði av
okkara iandgrunni.
Nú alt tykist so svart í
Føroyum, so hómast brádd-
liga ein glotti á havleið-
unum millum Føroyar og
Hetland.
Pressutalsmaðurin hjá
BP sigur annars, at met-
ingar frá ráðgevarafyri-
tøkuni Smith Rea um
støddina á goymslunum
vestan fyri Hetland visa, at
alt økid kring Foinaven
helst goymir nógv meira av
olju enn higartil roknað við.
Higartil hevur verið tosað
um eina goymslu upp á
millum hálva og heila
milliard føt av olju. Nú
verður tosað um kanska
millum 3-4 millard fot fyri
alt hetta økid við Foinaven.
Besta hjá BP
Sambart bretska sjón-
varpinum BBC mánadagin,
so halda leiðandi oljumenn
hjá BP, at nýggju olju-
leiðirnar vestan fyri Hetland
eru millum tey bestu pro-
jektini hjá BP í heila tikið.
Hetta hava eisini fleiri
aðrir BP-stjórar greitt Sos-
ialinum frá á teimum stóru
oljurådstevnunum, = sum
nk verið í Stavanger og í
Aberdeen fyrr í ár.
Ein av oddamonnunum
fyri Foinavenverkætlanini
segði við blaðið herfyri, at
henda nýggja oljukeldan er
einki minni enn juvelurin í
BP-krúnuni, meðan ein
annar segði, at hetta er tað
besta projckuð hjá BP í
heila tikið.
BP hevur gll hesi 20 árini
brúkt meira enn 400
milliónir punt til kanningar
vestan fyri Hetland. Nú er
so ætlanin at fáa pengar í
aftur kassan og sambært
útrokningum, so verður tað
lønandi framleiðslan frá
nýggju keldunum, eisini
hóast mangur hevur gitt, at
stóru dýpini og veðurlagið
fór at gera tað 6møguligt at
fáa vinning burtur úr.
At menn so eisini hava
valt nýggjar tekniskar
loysnir við flótandi fram-
leiðsluskipum, sum skerja
rakstrarútreiðslumar = vid
40% í mun til ein vanligan
framleiðslupall peikar tann
rætta vegin.
Annars hava 10 stór olju-
feløg heitt á ráðgevara-
fyritøkuna Smith Rea um at
kanna, hvør er tann besta og
bíligari framleiðsluhátturin
og flutningurin í tí nýggju
oljuprovinsini vestan fyri
Hetland í framtíðini.
Vilja hava oljuna
í land
Hetlendingar, orknoyingar
og skotar síggja fegnir, at
tað verða løgd rør á hav-
botnin úr nýggju oljuleiðini
inn teir stóru oljutermi-
nalamar. Hesir eru Sullom
Voe, Flotta og Nike. A
henda hátt meta teir, at m
eira arbeiði fæst á landi.
Eisini verður tosað um at
skipa fyri einum ella øðrum
infrastrukturi í sambandi
við Clairgkið. Tað er nógv,
sum bendir á, at tað verður
arbeitt miðvíst við at kunna
fara undir framleiðslu úr
hesi risastóru kelduni eisini.
Tað verður so heldur nakað
seinni.
Pressutalsmaðurin hjá
BP sigur við Sosialin, at teir
fara at taka eina avgerð í
hesum máli longu tidliga
næsta ár. Annars hava teir
longu gjørt avtalur við
fyritøkur um tær flótandi
framleiðsluskipanirnar, su
skulu avloysa vanligu pal-
larnar. Ein risastórt finskt
skip verður umbygt og
longt á spanskari skipa-
smiðju til hetta endamál.
Haraftrat fer ein bretsk
fyritøku longu tíðliga næsta
ár undir at seta upp fram-
leiðslubrunnar á havbotnin
vestan fyri Hetland. Hesir
skulu so fáa oljuna upp til
komandi framleiðsluskip-
ið, sum so aftur goymir
oljuna, til tangaskip koma
eftir henni sohvørt.
BP hevur í løtuni tveir
boripallar stutt frá føroyska
markinum. Teir eru Sonat
Rather og Sovereign Ex-
plorer. Teir hava eina keldu
hvor at bora, áðrenn teir
gevast fyri í ár. Talan er um
"tight" hol tvs. at einki enn
veður upplýst um, antin
nakað er funnið ella ikki.
BP undir stóra
boriætlan í 1995
Hjá BP eru teir annars í
løtuni við at leggja til rættis
eitt rættiliga umfevnandi
boriprogram fyri komandi
ár. Her er serliga talan um at
gera nógvar nýggjar bor-
ingar í blokki 204, har
Foinaven og Shichallion
keldurnar eru.
BP hevur gjørt sera um-
fevnandi seismiskar kann-
ingar í øllum økinum hesi
seinastu árini. Her er talan
um ta størstu seismiskur
verkætlanina hjå BP nakr-
antíð.
Rådstevnunar i
Stavanger
og i Aberdeen
Nógvir av hesum spurn-
ingum vórðu umreddir á
fyrstu veruligu ráðstevnuni
um oljumøgulcikarnar
vestan fyri Hetland i Aber-
deen herfyri.
Tá varð greitt frå gongd-
ini í ollum hesum stóra og
nýggja økinum. Nógv varð
tá eisini gørt burtur úr
teimum fyrstu framleiðslu-
royndunum hjá BP og Shell
frá Foinaven kelduni. Oljan
tá varð flutt umborð á
tangaskipið Vigdis Knud-
Tíðinda
sen, sum síðani hevur lagt
hana upp á einum raffi-
naríið í Rotterdam. Úrslitið
av oljukanningunum er nú
greitt, og tað sigur, at her er
talan um góða olju.
Fleiri av fyrilestrarhald-
arunum høvdu sera stórar
ivénir til nýggju økini
vestan fyri Hetland, og varð
eisini bíðað við stórum
spenningi eftir, hvat bretsku
myndugleikarnir fóru at
siga, tá teir í november
skuldu til at geva eitt
játtandi ella noktandi svar
til BP og Shell uppá
umsóknina at fara í gongd
við fyrstu kommersiellu
verkætlanini, Foinaven.
BBC visti at siga frå
mánadagin, at so nógv olja
er vestan fyri Hetland, at
bara økid kring Foinaven
fer at vera umleid ein
tridingur av alllari verandi
framleidsluni hjåfelagnum.
-Framleidslan úr Foi-
naven er eitt av teimum
mest spennandi arbeiðun-
um hjá BP kring alla
verðina í løtuni. Hon er eins
lønandi og oljukeldurnar í
Vietnam, Asarbajan, Mex-
ikanska Golfin og Co-
lumbia segði ein av fremstu
stjórunum hjá BP við BBC.
Millum bestu
oljugkini í heiminum
Tim Eggar, oljumálaráð-
harri segði vid BBC at økid
vestan fyri Hetland er ein
sera stór nýggj oljuprovins
á stødi við tey størstu
oljugkini kring um í
heiminum.
-Í 1972 tosaðu vit um eitt
stórt nýtt oljuøki, Norð-
sjógvin. Nú góð 20 ár seinni
tosa vit aftur um eina stóra
nýggja oljuprovins og hesa
ferð er talan um økid vestan
fyri Hetland.
Í sendingini í BBC søgdu
umboð fyri myndugleikar-
nar í Skotlandi, at nýggja
oljuprovinsin fer at fáa sera
stóran týdning fyri olju-
ídnaðin og annan ídnað har,
nú — oljugoymslurnar í
Norðsjónum eru farnar at
minka og arbeiði í landi
harvið eisini er farið at
minka.
So gott sum øll tey stóru
bretsku = blødini bera
tíðindini um endaliga við-
mælið frá bretsku mynd-
ugleikunum at fara undir
fyrstu oljuframleiðsluna
vestan fyri Hetland i søg-
uni. jan
|