Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-11-09, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. november 1994síða 11

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

T Tíðindablaðið (CS), Kári Árting, bókaseljari: | Vit fáa eini 800 bókajól Úrvalið verður bæði Bókaútgávan undan hesum jólunum verður einki slak- ari enn undanfarin jól. Kári Arting, bókaseljari sigur, at úrvalið verður bæði stórt og fjølbroytt. Ur rågvuni nevn- ir hann bókina um Janus Djurhuus, Axel Tórgarð skrivar um merkisdagar, Niels Juul Arge kemur aftur vid ivaleyst einum bestselj- ara, kókibók er eisini á matseðlinum til hesi jólini, og skaldsøgurnar vera fleiri, umframt vanliga jólalesnaðin. Tað verður nakað fyri øll, bæði ung og gomul, sigur Kári Arting. stórt og fjólbroytt. Keypa nógv føroyskt Føroyingar keypa annars nógvar føroyskar bøkur. Sølan av føroyskum er i menning, og serliga innan tað sidsøguliga. Fólk dåma væl at lesa um føroyska søgu, persånssøgur og bygdasøgur, sigur Kári Ar- ting. Hann heldur, at sølan av útlendskum bókum er nakað minkað, men ríkiliga uppvigað av søluni av teim- um føroysku. Ein orsøk man vera, at úrvalið av føroyskum bókum er nógv økt seinastu árini. Bert hesi bæði seinastu árini eru einar 200 føroyskar bøkur komn- ar út. Men tad verdur eisini nakad gjørt fyri at minna fólk á hvat kemur út á føroyskum. Handlarnir gera sjålvir sitt til at kunnu fólk um nýggjar útgávur, og klokkan trý seinarapartin í dag letur upp serlig bóka- framsýning í Norðurlanda Húsinum. tór.- Kári Arting roknar við einum góðum bókajólum. mynd: Kalmar Bókadeild Føroya Lærarafelags: Sera virkin til jóla Fleiri útgávur næstu dagarnar við fjølbroyttum bókum Bókadeild Føroya Lærara- felags hevur verið sera virk- in tey seinastu árini, og hevur givið ein hóp av bókum út. Tann kendasta er allarhelst Mín Jólabók, ið hevur verið útgivin líka síðan Bókadeildin varð stovnað á fyrstan tíð í 1958. Í vikuni kemur bók út undir heitinum Argjafrensar, bó- kin er um barnaár á Argjum í fimti árunum, Sólrún Mic- helsen hevur skrivað og Be- inta Johannesen teknað. Í viku 46 kemur út bók við tekstum eftir Mikkjali á Ryggi, henda er undir heiti- num Mikkjalsbók og er 450 blaðsíður. Heini F. Petersen og Jákup Reinert Hansen hava savnað og valt tekstir- nar. Eisini ein ungdóms- bók er í hyggju, henda eitur Sólsteinur og er tann triðja í eini rød. May Bylock hevur skrivað og Asvør Djurhuus hevur týtt. Uppaftur ein bók kemur út í november, hon er er tann næsta av trimum bó- kum og er undir heitinum Vera Vernd. Íslendska Gu- Orun Helgadóttir hevur skri- Barnahjálpar- grunnurin Studningar til illa stødd børn verða út- býttir í desember mánaði. Umsóknir um slíkan styrk eiga at vera nevndini í hendi í november 1994. seinasta lagi 25. Umsóknarbloð fáa tygum við at skriva til Barnahjálpargrunnin, boks 2165, 165 Argir. Tórshavn 7. november 1994 Barnahjálpargrunnurin vað, og Martin Næs Týðir til føroyskt. Tann triðja bó- kin í rødini fer at eita Hjá mær í nátt, men henda ke- mur ikki út fyrr enn í 1995. Sum vant er Mín Jólabók ei- síni á skránni, men útgávan í ár verður ikki á sama hátt sum tey fyrru árini, tí hesa- ferð hevur hon bert uppruna føroyskt tilfar. Myndirnar hevur Edward Fugla tek- nað. Seinasta bókin í ár frá Bó- kadeild Føroya Lærarafe- lags, verður Gagnleikur ef- tir Jón Magnus Joensen. Hetta er ein uppruna føro- ysk útgáva. Umframt hesar framm- anfyri nevndu bøkurnar koma eisini nakrar smábar- nabøkur, tær verða Hjalti leitar og leitar eftir Tord Ny- gren, og Jólafrí er eftir As- tid Lindgren. Ta fyrru he- vur Ingrið Sondum týtt og ta seinnu Ella Smith Clement- sen. Bárður Háberg, praktikantur »Tviburdarnir« i Klaksvik Leikurin »Tviburdar- nir« eftir Hans Michael- sen, sum Oli Olsen hevur týtt til føroyskt, er ein skemtileikur og fer fram áeinum donskum góðsi í 60'unum. Ein dagin ger kona TØ å Rosen- Id-góðsinum av at fara at vitja sjúku mostir sína, sum býr í Jútlandi. Góðs- eigarin, sum hevur eina frillu, letur ikki hetta høvid fara afturvið borð- inum og ger av at fara ein túr til Kanarisku Oyggj- amar við frilluni. Fyri at eingin skal uppdaga hetta, fær hann tvíburða- beiggja sín at koma á góðsið og verða har, meðan hann er burtur- staddur. Hetta gevur ikki sért av trupulleikum. Við í leikinum eru 13 leikarar og >The grand old lady« innan sjónleik- aralívið, Adelborg Lin- klett, hevur leikstjórnað. Pallsmíðinum hevur Edward Fugla staðið fyri. Nr. 214 — 9. NOVEMBER 1994 Síða 11 TVANGSAUKTION På Dommerkontoret, C Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn, afholdes torsdag den 01. dec. 1994, kl. 11.20 tvangsauktion, (AS 324/ 94) over matr. nr. 1145 ar, Tórshavn, beliggende Blankagøta 8. Auktionen er begæret af advokat Niels Winther Poulsen, Fr. Petersens- geta 9, Tórshavn, tlf 1.1145 (j. nr. 940394) pá vegne en pant- og ud- lægshaver. Ejendommen er et be- boelseshus pá en 505 kvm. stor grund. Det be- byggede arealudgør 240 kvm. i 1 etage. Ejendommen kan be- ses efter aftale med ov - ennævnte advokat Auktionsdokumenter- ne ligger til gennemsyn på dommerkontoret. Færøernes fogedret, den 2.11.94 Henrik Engell Rhod dím Ægir undir blaðútgávu og loppurnarknað Svimjifelagið Ægir er farið í holt við at geva eitt lýsingablað út, nú tað nærkast jólum. Hetta er liður í at skaffa felagnum pening, so svimjararnir kunnu gerast enn betri, og, um figgjarstødan loyvir ti, sleppa at royna seg uttanlands komandi summar. Til hetta krevst nakað av peningi og ti er Ægir farið at geva eitt lýsingablað út. Blaðið verður borið út í hvort húsarhald í Norð- oyggjum 23. nov. Hetta verður gjørt fyri at lýsar- arnir skulu fáa so nógv burtur úr at lýsa í blað- num sum gjørligt. Her fær lysarin møguleikan at verða fyrstur at lýsa til jóla og tað at øll her norðuri fáa blaðið ó- keypis. Við at lýsa í blaðnum kann ein bæði stuðla ítróttinum og fáa nakað sjálvur fyri pen- ingin. Tilfar úl blaðið skal vera Ægir í hendi fyri 17. nov. og verður tað Símun á Høvdanum, sum fer at standa fyri blaðútgáv- uni. Eisini loppumarknað Ægir hevur eisini ætlanir um at hava stóran loppu- marknað seinast í nov. og eru fyrireikingarnar til hetta komnar langt. Tað eru foreldur saman við nevndini í Ægir, sum eru farin undir at savna lutir og klæði inn. Nakað er komið inn, men enn manglar nógv í, so um tit hava lutir og klæði, sum tit vildu sloppið av við, so er møguleikin til stað- arnú. Hava tit lutir ella ann- að, ringið so á tlf. 56093 ella tlf. 56449, so verða teir avheintaðir. Vónandi verður undir- tøkan til bæði tiltøkini góð.