hósdagur 10. november 1994síða 8
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Nr. 215 — 10. NOVEMBER 1994
við oljuna
Landsstýrið hevur sett ein arbeiðs-
bólk at fyrireika útbúgvingar í sam-
band við móguliga fóroyska olju-
vinnu
Landsstýrið heldur, at
vit eiga at standa so væl
tilbúgvin sum gjørligt í
samband við eina møgu-
liga komandi føroyska
oljuvinnu.
Ein tydandi partur er
útbúgvingin, og í hesum
sambandi hevur lands-
stýrið júst sett ein bólk,
sum skal fylgja væl við á
hesum økinum.
Eilif Samuelsen,
landsstýrismaður í
skúlamálum sigur, at
bólkurin skal gera sínar
tankar um hverjar út-
búgvingar vera serliga
aktuellar hjá føroying-
um at leggja seg eftir.
Tað veri seg innan for-
kanningar og leiting í
samband við oljuna, og
seinri møguliga útvinn-
ing. Bólkurin skal eisini
kanna hvørjar útbúgv-
ingar eru tær bestu, og
hvar tær fáast. Tað er
eingin sum sigur, at tær
skulu allar vera í Før-
oyum. Somuleiðis skal
bólkurin kanna hverjir
studulsmøguleikar eru í
samband við tílíkar út-
búgvingar, og haraftrat
koma við uppskotum um
hvussu tílíkar útbúgv-
ingar annars kunnu fíggj-
ast.
Í nevndini eru Martin
Heinesen frá oljufyri-
sitingini, Klaus Reistrup
frá Landsskúlafyrisit-
ingini og Jóan Pauli Jo-
ensen frá Fróðskapar-
setrinum.
tór.-
Landsstýrið hevur sett
ein serligan bólk at
kanna hvørjar
útbúgvingar kunnu
vera aktuellar hjá
føroyingum í samband
við eina møguliga
komandi føroyska
oljuvinnu.
Lýsið i Sosialinum
Tíðindablaðið 57",
Fólkaflokkurin við skattauppskoti:
Uppskotið ber í sær valmøguleikan, at annar hjúnarfelagin aftur kann koma í
natúrliga umhvørvi, sigur fólkaflokstingmaður
Fólkaflokkurin heldur
skattalógina gera mismun á
hjúnum og fólkum, sum
liva saman pappirsleyst.
Flokkurin mælir tí til, at tå
hjún hava eina inntøku skal
hon skattast soleiðis, at
hver hjúnarfelagin skattar
av hvor sínari helvt. Eisini
verður uppskotið ein skatt-
ligur lætti hjá hjúnum, har
annar hjúnarfelagin hevur
stóra og hin lítla inntøku.
Í viðmerkingunum til
uppskotið hevur Fólka-
flokkurin eitt dómi sum
sigur, at er ein inntøka upp á
200.000 krónur í húsinum,
skal hon rinda 95.000
krónur í skatti. Varð hendan
inntøkan býtt millum báðar
hjúnarfelagarnar = sleppur
hon 20.000 krónur bíligari.
Fólkaflokkurin heldur
tað eisini vera diskriminer-
andi, at í teimum fórum, har
bæði foreldrini arbeiða úti,
rindar hitt almenna 40.000
krónur til hvørt barnaans-
ingarplássið. Arbeiðir ann-
ar heima, fáa tey ikki somu
sømdir vid at ansa sínum
egnu børnum.
Misjavna undirtøku
Uppskotið fekk misjavna
undirtøku á tingi týsdagin.
Tordur Niclasen úr Mið-
flokkinum, og Lasse Klein
úr Kristiliga Fólkaflokk-
inum tóku væl undir við
uppskotinum. Helena Dam
á Neystabø úr Sjálvstýris-
flokkinum segði, at sam-
gongan er samd um, at
skattligur munur skal ikki
gerast á giftum og ógiftum,
men hon segði seg ivast í,
um hetta uppskotið hjá
Fólkaflokkinum fór at bera
til at fremja.
Undir viðgerðini var
samgonguskjalið hjá æt-
laðu borgarligu samgong-
uni fleiri ferðr havt á lofti.
Óli Breckmann, faðir at
uppskoti Fólkafloksins,
minti á tær 18 undirskrift-
imar undir borgarliga
samgonguskjalinum, og
segði seg rokna við, at hesi
18 enn stóðu við sítt orð.
Fólkaflokstingmaðurin
segði, at uppskotið kann
bera í sær, at tað fer at nimka
um áarbeiðsplássum, tí fólk
fáa ein valmøguleika at
annar hjúnarfelagin fer
heim aftur. Hann segði
annars, at nú treytimar í
arbeiðsloysisskipanini
verða gjørdar betri, skal
man skjótt vera idiot um ein
tímir at arbeiða, tí so mikið
lítið meir fæst fyri arbeiði
heldur enn at ganga fyri
einki.
Gagnar mest
størru inntskunum
Vilhelm Johannesen segði,
at uppskotið kom serliga
teimum størru inntøkunum
til góða.
-Vit ásanna, at skatta-
trýstið er alt ov stórt. Vit
arbeiða við ai gera grund-
upphæddina hjá pensionist-
um skattafría. Vit arbeiða
somuleiðis at lætta um hjá
miðalinntókunum. Arbeitt
verður við at broyta MVG
skipanina, minka oljuav-
gjaldið, hækka útgjaldið frá
arbeiðsloysisskipanini
o.s.fr. og hetta kostar 100
tals milliónir. Skulu vit so
taka hetta aftrat, sum fer at
kosta upp móti 40 milliónir,
spurdi javnaðartingmaður-
in, og legði aftrat, at onkur
skal í hvussu er gjalda.
Hvar senda vit
rokningina
Heini O. Heinesen úr Tjóð-
veldisflokkinum vildi fegin
hava at vita frå uppskots-
stillaranum hvar rokningin
skuldi sendast.
-Kann tad bera til, at man
skal senda eina rokning til
landsstyrid fyri tann skyld,
at man hevur pappir uppå
ein mann ella eina kvinnu.
Er hetta íkki ein legin
familjupolitikkur, spurdi
tjóðveldistingmaðurin og
helt tað vera lætt at gjara út
við uppskotum hjá flokkum
í andstøðu.
Reka fólk heimaftur
Jóannes Eidesgaard, lands-
stýrismaður í fíggjarmálum
helt uppskot fólkafloksins
vera eina óbeinleiðis roynd
at reka fólk frá arbeiði og
heim til hús, og segði seg
ikki kunnu taka undir við tí.
Fíggjarmálaráðharrin
ásannaði, at skattatrýstið er
alt ov høgt, men tað er ikki
sum Fólkaflokkurin skýtur
upp, at vit skulu lætta um
hjá fólki. Jóannes Eides-
gaard legði aftrat, at upp-
skotið breyt við tað prin-
sipp, at eftir uppskotinum
skulu fólk við ongari
inntøku, eisini skattast.
Landsstýrismaðurin í
fíggjarmálum nam eisini
við javnstóðusjónarmiðið.
Hann helt, at sambært udp-
skotið hjá Fólkaflokkinum
verður konan eitt ískoyti til
inntøkuna hjá manninum.
Í natúrliga umhvervi
Orðaskiftið var drúgvt, og
fólkaflokstingmenn vardu
síni = sjónarmið. Millum
annað John Petersen sum
segði, at uppskotið skapti
fortreytir fyri at annar
hjúnarfelagin kundi koma
heim aftur til sítt natúrliga
umhvørvi. Hann segði seg
ikki ivast í, at ein stórur
partur av teimum, sum í dag
arbeiða úti, heldur enn fegin
kundu hugsa sær at komi
heim til hús aftur.
tór.-
Samstarvandi
hjúnarfelagar
skatta hvor sær
Tingmenn halda tað vera órættvíst,
at maður og kona, sum hava virkið
saman, ikki sleppa at skatta hvør sær
Hava maður og kona
eittt vinnuvirkið saman,
verður maðurin skattað-
ur av allari inntøkuni.
Soleidis eigur tad at vera
sambært føroysku
skattalógina, men tað
haldatingmenn ikki vera
rætt.
Kristiligi Fólkaflokk-
urin hevur skotið upp, at
hesi skattað hvort sær,
og júst hesum sama
spurningi arbeiðir lands-
stýrið í løtuni við.
Uppskotið hjá Kristi-
liga Fólkaflokkinum var
til viðgerðar á tingi
týsdagin, og fekk góða
undirtøku. Vilhelm Jo-
hannesen segði, at í
samgonguni er semja
um, at her fer órættvísi
fram. Hann segði, at
dómi eru um, at kona
hevur fest ein garð, men
hon sleppur ikki at skatta
av inntøkuni. Maðurin
skal leggja hesa inntøku
oman å sina egnu inn-
tóku, tå skattað verður.
Vilhelm Johannesen
segði, at tað var ikki
meira en natúrligt at
hjún, sum hava ein garð
ella annað vinnuvirki
saman, skulu skatta av
hver síni inntøku.
Aðrir tingmenn tóku
undir við sjónarmiðnum.
Lasse Klein segði, at tað
var fyri hann íkki
avgerandi, um júst upp-
skotið hjá Kristiliga
Fólkaflokkinum verður
samtykt. Tað kundi eins
væl gerast ein partur í
uppskotinum frá lands-
stýrinum.
tór.-
Teir væl-
umtóktu ketlarnir
eru á goymslu
„ Bæði dupultir
og einkultir
Skulu tygum hava nýggjan
ketil, so tosið við okkum og
fáið eitt gott tilboð
Vit hava serkønt fólk, ið geva I
eina skjóta og góða tænastu
- Alt tilfar til hitaverk og
sanitet fæst hjá okkum.
Umboð
MARIA Poulsen & Co
Smyrilsvegur 8 - Tlf. 12000
Sinnisbati
Fritidarhølid í Krossgetu 15 er opið månakvøld kl.
19-22.