Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-11-10, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. november 1994síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ sostalurin ] Nr. 215 — 10. NOVEMBER 1994 Sida9 Arbeiðsleys verða nú frægari fyri: Fáa meira í longri tíð Tíðin, fólk kunnu vera í ALS verður longd upp í trý ár, útgjaldsprosentið hækkar upp í 70 og rullandi skipanin fellur burtur Arbeiðsloysisskipanin verður nú broytt, og broytingin er afturvirkandi til 7. november. Høvudsbroytingarnar, sum landsstýrið nú hevur skotið upp eru, at útgjaldið hækkar úr 67 og upp í 70 prosent. Útgjaldið var upp- runaliga 70, men varð í 1993 lækkað niður í 67 prosent av tí, at skipanin hevði ilt við at klára sínar skyldur. Næsta broytingin er sokallaða rullandi útgjald- ið, sum nú fellur burtur. Broytingin ber í sær, at hin abeiðsleysi fær fult útgjald alla tíðina hann er í skipan- ini. Landsstýrið sigur, at skipanin við rullandi út- gjaldinum hevur verið rættiliga óheppin. Eftir skipanini bleiv hvert út- aldið lægn enn tað undan- ama, og var serliga óheppið fyri tey, sum hava verið leingi í skipanini. Upp í aftur ALS 1. august år var arbeiðs- loysisskipanin tvey ára gomul. Hetta var tó eingin lukkuligur = fæðingardagur fyri tey, sum hava verið í skipanini frá byrjan av, tí tá duttu hesi úr henni aftur. Soleiðis hava reglurnar verið. Men nú mælir landsstýrið til, at fólk kunnu vera í skipanini eitt ár longri. Tað merkir, at eisini tey, sum fóru úr ALS 1. august í ár, nú hava møguleika at koma við aftur. Nú kunnu hesi fólk vera í skipanini til árslok 1995, men hvat so hendir er enn ógreitt, ti Lesarabrøv landsstýrið hevur gjørt av at endurskoða alla skipanina til ta tíð. Roknað verður við, at ar- beiðsloysisskipanin verður sjálv før fyri at fíggja broytingarnar restina av hesum árinum. Landsstýrið hevur annars gjørt av, at arbeiðsloysis- skipanin skal fáa 50 milli- ónir á fíggjarlógina næsta ár. Aftrat hesum er ætlanin at útvega skipanini 45 milliónir í láni. Velst um hvussu gongst Um hetta verður nóg mikið hjá skipanini alt næsta ár velst um hvussu abeiðs- stødan í landinum verður. Spurningurin er millum annað hvussu skjótt ar- beidsskapandi politikkurin hjå landsstyrinum fer at åvirka tørvin hjå ALS. Landsstyrid sigur, at tey titøk, sum landsstýrið hevur í huga at fremja, skulu koma at virka frá årsskiftinum, og t má roknast við, at hesi tiltøk koma at ávirka tørvin hjá ALS longu í 1995. tór.- Nú fáa fólk møguleika at vera longri í arbeiðsloysisskipanini. [ 'tgjaldid verdur hækkad, og rullandi skipanin fellur burtur. Mynd: Kalmar ( nbrøp 10 Føroya Pro Vita. Hvat er tað fyri nakað? Nú felagið hevur havt vitjan av mannarættindastríðsmannin- um Berra Knudsen og hildið ársfund, eru tað fleiri, ið hava sett henda spurning. hvat stendur »Pro Vita« fyri? »Pro Vita« merkir »FYRI LIV a, »Føroya Pro Vita« er óheft politiskt og átrúnaðarliga. Fe- lagið byggir á tað kristna livs og mannasýnið. Limir felag- sins eru úr øllum politiskum flokkum og meinigheitum. Franski arvagranskarin Je- rome Lejeune professari í París er maðurin, sum fann tað eyka- kromosomið, sum ger at menniskju blíva mongol, hann sá at henda vitan lættliga kundi blíva misbrúkt. Hann eigur eis- ini orðini í Lejeune yvirlýsing- ini. Tann, ið gerst limir í F.P.V., má taka undir við hesi yvirlysing, ið er soljóðandi: Tá ið barnið er gitid í móður lívi, er tað ein livandi skapn- ingur sTað hevur eginleikar, ið ger tað ólíki øllum eðrum menniskjum, eisini mammuni, sum verjir tað og gevur ti fødi Tí kann einki setast í staðin fyri tað. Heilt frá gúnaðinum til ell- isår er tað tann sama menn- iskjan, ið veksur, búnast í; at enda doyr. Læknafrødin skal tæna og verja tað livandi menniskjað frá ti, tað er gitið í móðurlívi, og til tað doyr ein natúrligan deyða Sjúklingurin hevur krav um óskerda virðing uttan mun til aldur, sjúku ella aðrar veik- leikar Tá id læknin metir neyð, ið stavar frá eini syndarligari lagnu, er tað skylda og ábyrgd hansara at veita alla ta hjálp til mammu og barn, ið gjørligt er Tað er ti í stríð vid læknans virki at taka liv til tess at loysa samfelagslig, fíggjarlig, sið- menningarlig mål.« Meira fæst at vita um »Før- oya Pro Vita« vid at venda sær til ella ringja til ein av nevndar limum felagsins. Í nevndini eru: Karin Christ- iansen, tlf. 56340. Peter Olof- son, tlf. 44013. Heini Lútzen, tif. 10225. Sofus Gregersen, tlf. 44307. Rodmundur í Liða, tlf. 14338. Sunnuva Jensen, tlf. 61764. Anfridi Dam Jacobsen, tlf. 14175. Føroya Pro Vita Karin Christiansen, form. Endurgjald fyri sjuku Landsstýrið hevur játtað Føroya Fiskaaling endurgjald Fiskaaling hevur áður fingið helmingin av hesum pengum í stuðuli, men tað var ikki nóg mikið. Landsstýrið hev- ur tí nú játtað Fiskaaling eina eykajáttan upp á 1.380.000 krónur tór.- Føroya Fiskaaling hevði stóran peningaligan miss orsaka av at sjúka kom í fiskin í Heygadali. Neyðugt varð ú at neyðslakta fiskin. Varð fiskurin seldur á vanlig- an hátt hevði hann givið umleið sjey milliónir. Vit på hava ALT til BADIRUMID - t.d. stórt úrval av baðirúms- : skåpum frå H A FA = »Christina« B70/H53,5/D 15 (A ØN vid spegilshurbum 'RØTTU PRÍSIR & | ós og í ervaljós- | | inum, sum fæst til oll | BESTA DYGD | | skåpini, 110220 V við N > jarð. Vitjið framsýning okkara á Hálsi ella ringið og fáið tilfar sendandi VHS AR tilfar Vi VATN HITAVERK SANITET Ek k Svend Krosstein I ralkavegur - Tlf. 14600 Frå HAPPADRÅTTINUM SEINASTI SØLUDAGUR til 3. DRÁTT er 17. NOV. Tør størstu vinningarnir eru: 1 x kr. 250.000 1 x kr. 75.000 1 x kr. 60.000 3xkr. 15.000 1 x kr. 30.000 7xkr. 10.000 umframt ein eykavinning á kr. 15.000. Í ALT 428 VINNINGAR | fyri eitt virði stórt kr. 1.062. 000 2x kr. 25.000 Hin Føroyski Happadråtturin