hósdagur 10. november 1994síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
Nr. 215 — 10. NOVEMBER 1994
Millum 5 og 6 milliardir kr. settar av til fyrstu kelduna:
100 milliardir til at
byggja oljuprovins
Oljufeløgini mugu nú b
oljukelduni í nýggju oljup
royta síni oljukort, tí um eitt ár byrjar framleiðslan í fyrstu
rovinsini millum Hetland og Føroyar. Metingar siga, at t ad
eru kanska 11 oljugoymslur. Brúkast skulu 100 mia. komandi 14 árini at menna tær
Tað eru ikki smá tøl, sum
arbeitt verður við, tá tosað
verður um at menna eina
oljuvinnu vestan fyri Het-
land. Fyri okkum føroy-
ingar, sum eru næstu grann-
ar ti! gkið, har hesar íløgur
skulu gerast., eru tølini so
himmalhøg - so astronom-
isk høg - at tað er torført at
ímynda sær tey. Og nettup
tann sannroynd, hvussu
stórar upphæddir veruliga
eru upp á spæl, tá tað snýr
seg um at menna eina olju-
vinnu so nær okkara marki,
eigur so eisini at fáa okkum
at hugsa um, hvat tað kann
koma at hava at siga at fara
undir eina føroyska olju-
vinnu.
Bretska pressan á gosi
Sambart upplýsingum í
bretsku pressuni í gjár, so
hava BP opg Shell sett av
millum 5 og 6 milliadir
krónur bara at fyrireika eina
oljuframleiðslu úr Foina-
ven oljukelduni einans 7
fjóðringar frá føroyska
markinum.
Av hesum pengunum eru
longu nú gjørdir sáttmálar
við bretskar fyritøkur um
ymsa útgerð fyri umleið 1
milliard krónur. Boringa-
mar, sum skulu gerast í
næsta ár í sambandi við
Foinaven-kelduna og gkið
har í nánd eru mettar at
kosta 2 milliardir. Eisini tær
koma bretsk feløg at standa
fyri.
Stórur dentur verður
lagdur á at geva brestkum
ídnaði sáttmálar og mett
verður, at bretsk feløg koma
at standa fyri umleið 4
milliardum av teimum 5-6
milliardunum, sum eru
settar av til Foinaven verk-
ætlanina.
Fyri at gera myndina full-
komna og kanska enn
meira ørkymlandi fyri van-
liga føroyingin kunnu vit
taka fram nøkur tøl yvir,
hvussu stórar nøgdir av olju
eru mettar at verða í un-
dirgrundini í tí bretska part-
inum av økinum millum
Hetland og Føroyar.
100 millardir at menna
alt oljuøkid vestan fyri
Tvey rådgevarafeløg,
"Smith Rea" og "Wood
Mackencie" hava vegna 10
oljufelggini roynt at gera
eina meting av samlaðu
oljugoymslunum vestan
fyri Hetland. Her er tað
føroyska gkið sjálvandi ikki
tikið við. Teir koma til, at
goymslumar kunnu vera
upp til 3,5 milliardir tunnur
og hava teir varisliga peikað
út 11 møguliga goymslur.
At fáa hesa oljuna til høldar
fáa framleiðslu í gongd í
øllum økinum fer at kosta
einar 100 milliardir krónur.
Taka vit so verandi oljupris
so koma vit til, at samladu
oljugoymslurnar her eru
verdar einar 300 milliardir.
Draga vit so iløgurnar frå,
so vilja tad liggja eftir einar
200 milliardir kr. Ein stórur
partur av hesum pengum fer
at liggja eftir í bretska
landskassanum.
Foinaven
Fara vit so niður á jørðina
aftur og taka bara tí einu
kelduna , tvs. Foinaven,
sum fer undir framleidslu
um eitt år, so skal hon eftir
ætlanini framleida 85.000
tunnur um dagin. Hetta fer
dagsins prisum at geva
einar 90 mill. kr. um dagin.
Øll henda keldan er mett at
rúma 500 mill. tunnur og í
dagsprísum fer tað at geva
tilsamans einar 50 milli-
ardir krónur. Tað fer at taka
upp ímóti 20 árum at tóma
hesa kelduna.
Bretsku blødini skriva, at
hóast prísurin á olju í dag er
lágur og hóast talan er at
fara undir eina framleiðslu í
einum gki, sum fyri bert
fáum árum síðani varð mett
6møguligt at arbeiða í, so er
talan nú um sera lønandi
framleiðslu.
Hyggja vit so eftir kann-
ingum, sum júst eru gjørdar
yvir framtíðar orkunýtsl-
una í heiminum og somu-
leiðis eftir framtíðar prís-
metingum, so sigar hesar, at
menningin í India og Kina
fer at gera, at heimurin um
ár 2020 fer at hava so mikið
stóran tørv á orku, at brúkið
fer at vaksa úr 138% í dag til
200%.
Vit síggja tey mongu stødini í Norðsjónum, har olja verður framleidd. Pílurin
vísir okkum, hvar fyrsta framleiðslan millum Føroyar og Hetland fer í gongd
um eitt ár. Oljufeløgini mugu til at gera nýggja oljukort
Her er munurin. Orsøkin
til at tað er lønandi at fara
undir framleiðslu á stór-
um dýpum og í veður-
ringum øØkjum er tann, at
feløgini brúka sokallað
flótandi framleidsluskip
ístaðin fyri pallar. Hetta
ger raksturin 30% bil-
igari. Vit siggja ein
boripall og so skipanina
við brunnum á hav-
botninum og framleiðslu-
skipi.
Ein frágreiðing, sum júst
er almannakunngjørd sigur,
at oljuprísurin aftur fer at
hækka munandi, og tað
verður um ikki so langa tíð.
Hetta fer so aftur at økja um
viningin frá oljukeldunum
vestan fyri Hetland.
Feroyar!
Millum oljufólk ljóðar, at
áhugin fyri ti føroyska øki-
num stavar nettup frå ti
sannroynd, at tørvurin å
olju fer at vaksa so nógv og
tí at nógv av teimum kendu
og fyrr so stóru oljugkj-
unum eru við at tømast.
Um vit nú ímynda okk-
um, at løgini føroysku meg-
in Hetlandsrennuna eru tey
somu sum bretskumegin
rennuna og at har goyma
seg eins stórar nøgdir av
olju sum í ti bretska øki-
num, so er greitt, at henda
nýggja Atlantiska olju-
provinsin, røkkandi úr
Hetlandi til Føroya, kann
fáa stóran tydning í heims-
høpi. Tað sigur ikki so lítið,
at mettu goymslurnar vest-
an fyri Hetland eru ein
tridingur av bretsku olju-
goymslunum í Norðsjón-
um.
Spurningurin er so,
hvussu tað verður við mill-
iardunum, tá oljan skal upp
Tíðindablaðið GSK
okkara megin! Viteru so fá í
tali sammett við Stóra-
bretland, at er bara talan um
ein brotpart av tí, sum
verður mett at goyma seg í tí
sokallada Føroyabasseng-
inum eystan fyri Hetlands-
rennuni, so eru hetta himm-
alhøg tøl fyri okkum før-
oyingar.
Tey eru helst mong, sum
taka seg fyri høvdid, um vit
skulu imynda okkum, at her
finst nógv olja eisini. Eitt er
at hetta kann koma at loysa
kreppustøduna. Spurning-
urin verður tå eisini., um vit
verða fór fyri at læra av
gomlum misigkum og
hvussu vit tryggja okkum, at
eitt komandi oljurikidømi
ikki rætt og slætt forkemur
okkum sum fólk og tjóð.
Nýggjastu tølini, sum
oljufeløgini arbeiða við, tå
hugsað verður um fløgurnar
í at fáa fyrstu oljuna upp, eru
so stór, at tað fyri summi
kennast ræðandi. Spurn-
ingurin vil so altíð vera, um
vinningurin kemur bæði tí
føroyska samfelagnum,
sum eigur undirgrundina og
teimum útlendsku feløg-
unum, sum skulu fáa oljuna
til høldar, til góða.
Skrivingin i bretsku blød-
unum bendir so í hvussu er
á, at vónirnar til nýggju
w ør
oljuprovinsina,
skamt frå okkara marki, eru
stórar ogeru sum so bara
øktar alla tíðina, sohvørt,
leitingin hevur ment seg
júst framvið okkara marki
ið liggur
Komandi samráðingar
og megulig olja
Hóast eingin olja enn er
funnin her hjá okkum, so er
greitt, at stóra bretska
ílóguætlanin beint við
okkara mark helst eisini fer
at verða umrødd so ella so
undir samráðingunum við
danir. Spurningurin er eis-
ini, hvussu altjóða peninga-
verðin sær upp á støðuna í
Føroyum, nú oljumilli-
ardirnar skjótt spríkja upp
úr undirgrundini fáar kilo-
metrar frá okkara marki.
Hóast varsemi so tykjast
bretar at hava sera stórar
vónir til nýggja økid.
Vit kunnu tí enda við
orðunum hjá kenda skotska
doktaranum í júst olju-
málum, Alex Kemp. Hann
sigur um menningina av
oljuøkinum vestan fyri
Hetland:
"This is a landmark in teh
—