Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-11-10, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. november 1994síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið GE Nr. 215 — 10. NOVEMBER 1994 Síða 1! The Times F. | Tuesday 8 November 1994 The Times P. Á Tuesday $ November 1994 * Atlantic dri Tuesday 8 November 1994 "Benefits gush from BP oil initiative tis. Dut ib i» so ed mænd 6 I Oil boom on the w ITIL PS UCTION SYSTEM ØR Financial Times P. { Tuesday 8 November 1994 Go-ahead for [| Uk first Atla Atlantic oil production Independer: Øll blødini í Stórabretlandi gera nógv burtur úr tíðindunum at tað nú er givið loyvi til oljuframleiðslu úr Foinaven kelduni. Her nakrar av yvirskriftunum Flótandi gull to enn bert í dropum Hóast olja av leiðunum vestan fyri Hetland er í væntu, vanda ser- fróðingar sær framvegis um orðini Aberdeen, 8. nov. 1994 Bretska stjórnin gav mána- dagin 7. nov. loyvi at byrja við framleiðslu av olju av stóru oljuleiðunum í At- lantshavinum vestan fyri Hetland. Tim Eggar, bretski orku- málaráðharrin, segði, at sum frálíður kunnu nýggju oljuleiðirnar framleiða um- leið ein triðing av tí, sum framleitt verður úr Norð- sjónum í dag. Serfrødingar úr Skotlandi ávara tó ímóti, at vónirnar verða settar ov høgt. Vidari segdi Tim Eggar, at bretskar fyritøkur hava vunnið sáttmálar fyri um- leið 3,75 milliardir krónur, ið skulu nýtast til at út- byggja Foinaven-økid. Serfrødingar úr Skotlandi eru á einum máli um, at virksemi í Foinaven-gkin- history of UK oil ex- ploration". Hetta er ein varði í bretski oljuleiting. Aðrastaðni í bretsku pressuni verður gkið sammett við stóru fundini hjá BP í Alaska. Og tað sigur ikki so lítið. | jan um fer at geva eina góða innspræning í kassan hjá oljuídnaðinum og íkki minst hjá bretsku stjórnini. Hinvegin er stórri ivi um framtidarmøguleikarnar á leiðunum vestan fyri Het- land og óvissa valdar tí um, hvort fleiri arbeiðspláss verða skapt í Skotlandi. Ein serfrødingur segði, at Skotland noyddist at vera í fremstu rød viðvíkjandi hå- tøknifrødi, so at oljuinntøk- an kann vera Skotlandi til gagns, hvat hon í mangar mátar ikki hevur verið áður. Triggir oljuterminalar kappast um at fáa oljuna úr Foinaven-gkinum til lands. Teir eru Sullom Voe í Het- landi, Flotta í Orkneyoyggj- um og Nigg í Easter Ross. Allir tríggir terminalar vilja sera gjarna fáa olju av leið- unum vestan fyri Hetland, tí nøgdimar úr Norðsjónum minka alsamt. Tim Eggar segði víðari, at leiðirnar vestan fyri Het- land verða mettar sum nakrar av teimum mest lov- andi oljuútjaðaragkjunum á bretska meginlandsgrunn- inum, kanska í allari Europu. Øll tey stóru olju- feløgini vilja vera við í leik- inum og hóast útjaðaragkið enn er í kanningarumfarin- um, sær framtíðin ljós út. Ein kanning, sett í verk av tiggju teimum størstu olju- feløgunum við áhuga í øk- inum, greiddi frá einari lov- andi framtíð. Kanningin, ið var ein roynd at meta um framtíðar oljuvinnu vestan fyri Hetland, var grundað á, at 11 nýggj oljuøki vóru funnin. Hetta skuldi givið tað úrslit, at slakar 4 milli- ardir tunnur av olju finnast á leiðini, og skuldi tað ført til útreiðslur uppá 90 milli- ardir krónur fram til aldar- skiftið. Foinaven-økid er mett at innihalda umleið 200 milli- Ónur tunnur og mesta fram- leiðslan fer at vera umleið 85.000 tunnur um dagin. Oljan kemur upp við snild- um framleiðsluhátti, ið nýt- ir installatiónir á havbotn- inum í sambandi við eina flótandi framleiðsluskipan. Ráoljan verður síðani flutt um borð á tangaskip, ið flyta hana víðari til lands. Fyrsta oljan væntast seint næsta ár ella tíðliga í 1996. Avgerðin um, hvar í Skot- landi oljan skal landast, verður tíkin í fyrru helvt av næsta ári. Aðrar møguligar verk- ætlanir vestan fyri Hetland eru Schiehallion-gkið hjá wins develo -f Tuesday 8 November 1994 TT nu ay yment BP og Solan-økid hjá Ame- rada Hess. Avgerdir við- vikjandi hesum økjunum verða tiknar seint næsta ár. Tøknifrødin, ið krevst at vinna olju úr leiðunum vest- an fyri Hetland, fer óivað at líta meira á útgerð enn fólk, orsakað av kostnaði og tryggleika. Bretskar verk- smiðjur eru enn ikki førar fyri at veita framleiðslu- gøgn, ið lúka strongu krøv- ini djúpa og måttmikla At- lantshav setur. Flótandi framleidsluskip- anin, ið BP fer at nýta til fyrsta framleiðslumfarið í Foinaven-gkinum, verður í løtuni bygd í Norðurspania. So leingi sum eingi rør eru at flyta oljuna í land, kunnu tangaskipini eins væl flyta ráoljuna inn á europeiska meginlandið sum tl olju- terminalarnar í Skotlandi. ntic oilfield vo-ahead NEW OIL BOOM GETS THE GOVERNMENT GO-AHEAD Dai y fa MP, COTLAND is set for a new oll boom after the Government yesterday gave the go-ahead io esplolt the torbidding waters ef fhe north Aflantic. The Føinaven field 118-miles west of Shetland is esi mated tu have Guardian p!3 Tuesday 8 November 1994 Restoring the faithin UK's energy future Fr UU BP to open first Atlantic oilfield lling opens well os opportunity for British firms Tuesday 8 November 1994 Britain Opens New Oil Field erald Tribune Daily Ma; T Y Mail P2 GO WEST Frá Felagnum fyri Hoyribrekað: Gott tilboð til oll sum hoyra illa! Sum vant fer felagið at skipa fyri limafundi í no- sember, men hesa ferð hava vit fingið tað hug- skot, at bjóða øllum, sum hava hoyritól, við á fund: Øll hoyribrekad vita, at tað er trupult at brúka hoyritól. Ofta eru fólk eldri, tá tey fáa tólið, og tey hava ilt við at venja seg til at brúka tað. Summi skammast eisini við at viðganga, at tey brúka hoyritól. Tí byrgja tey seg inni við brekin- um. Vit halda, at tey høvdu havt gott av at komið út millum onnur, sum hava sama trupul- leika sum tey. Til eru mong hjálpar- tól, sum kunnu gera til- veruna lættari hjá tí hoyribrekaða. Men tá vit ikki kenna tey, og ikki vita hvussu vit kunnu bera okkum at við at fáa hendur á teimum, so hjálpa tey ikki nógv! Vit hava tí til hendan fundin fingið Morid Jacobsen, sosialráðgeva á Al- mannastovuni, Ul at koma og siga okkum hvussu mannagongdin er, tá ein sekir teknisk hjálpartól. Harumframt verður Bergur Andrea- sen, sum hevur hoyritól- ini um hendur á Skúlan- um á Trødni, eisini við á fundinum, og kann svara spurningum frá fundar- fólkinum. Vit bjóða ein drekkamunn. Fundurin verður hildin leygardagin 19. no- vember kl. 15 í nýggja MBF-húsinum við Is- landsvegin í Havn. Har er telesleingja, so lættari er at hoyra hjá okkum, sum brúka hoyritól. Fundurin er lagdur so, at eisini fólk uttan fyri Havnina kunnu fáa høvi til at vera við. Vit ætla at vera liðug í so góðari tíð, at fólk skulu sleppa heim aftur sama dag. Vit vóna, at so mong sum gjørligt koma til fundin! Og sjálvandi býðst eisini høvi til at tekna seg sum lim í Felagnum fyri Hoyribrekað. Livdin, Dj. í Geilsgøtu 1 Opið er soleiðis: Mikukvøld frá kl. 20-23, tríggja- kveld og leygarkvøld frá kl. 19.00 til 01.00, og sunnukvøld frå kl. 19.00 til 23.00. Aldursmarkið er 16 ár. —2Y 8 November 199