Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-11-10, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. november 1994síða 12

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Nr. 215 — 10. NOVEMBER 1994 Tíðindablaðið CD Heilsan hjå føroy- ingum verdur nu sett frammarlaga Av tf at tað tykist vónleyst hjá EIA við sínum andstyggiligu herferðum at sannføra fólk um, at grindadráp eigur at verða steðgað, hevur sokallaði umhvørvisfelagsskapurin saðlað nýggjan hest: Vit hava ikki gott av at eta ov nógva grind, tí so mong skaðilig evni eru í grindini. Tey viðganga treyð- ugt, at hesi skaðiligu evni eitt nú stava frá bretum og teirra havdálking Fyrrapartin í gjár bjóðaði sokallaði umhvgrvisvernd- arfelagsskapurin EI A til tíð- indafund á Hotel Hafnia. Uppmøtingin var so sum so. Umframt tíðindamann, myndamann og praktikant frå Sosialinum vóru bert Oli Breckmann og ein persónur av privatum áhuga komnir á >indafundin vid Jennifer Lonsdale og Gillian Stacey, 3 varð tikin upp á sjónband av manninum hjá Jennifer, Clive Lonsdale. Tær báðar royndu fyrst at greiða frá sínum sjónarmið- um, og síðani varð høvid hjá tíðindamonnunum báðum at spyrja. Sir royndu at fáa ymist burtur úr EIA-fólkunum, men ein serlig fragd og frøi var tað at hoyra Ola Breck- mann á sínum góða og flót- andi enska pilka sundur alt tað, ið tær báðar komu fram við — við júst teimum røttu orðunum og vendingunum, ið gjørdu, at roynda Jenni- fleiri ferðir misti pippið. syska fólkaheiisan im nakað nýtt er ETA nú farið at hugsa so øgiligt um, hvussu stóran heilsuligan skaða føroyingar fáa av at eta grind oftari enn einar tvær ferðir um mánaðin. — Verður hugsað um, at landsstýrið hevur frárátt, at fólk eta grind meira enn tað, so tykist fyri okkum standa heilt greitt, at tit drepa nógv meira grind, enn landsstýrið ynskir, segði Jennifer Lons- dale. — Tað eru so mong skaði- lig evni í grindini, so sum PCB, at tit heldur áttu at lat- ið verið við at etið hana. Sostatt tykist vera greitt, at EIA í sínum stríði móti fyrst og fremst føroyingum og síðani grindadrápi, hev- ur saðlað nýggjan hest, ti hin gamli nú er vorðin ov skirvisligur. Hetta varð eisini víst á í grein í Sosialinum í gjár, har Hans Jacob Hermansen, formaður í Grindamanna- felagnum, gjørdi vart við, at einastu ørindini hjá teimum tímum EiA-fólkunum í Føroyum á hesum sinni er at útvega sær nýtt tilfar, av tí at ta gamla ni er tugt og tanlað so mikið nógv, at EIA ikki longur fær tað í fjølmidl- arnar uttanlands. Tær báðar vórðu eisini spurdar, hví tey einki gera við, at bretar í berum stutt- leika veiða hjørtur, rev, naru og grevling — eitt nú við at brúka hundar til at jagstra djórini, áðrenn tey verða dripin. Hesum svaraðu tær held- ur avvíkjandi við at siga, at fleiri herferðir eisini vóru móti hesi veiðu, og at hon helst um eini tvey ella trý ár fór at verða bannað. Tær báðar kundu íkki játta, at EIA fremur herferð móti bretskum matvørum, av tí at hendan veiða fer fram sum reinur ítróttur. Vita ikki hvussu nógva grind bretar drepa Spurdar, um tær vistu, hvussu nógvan grindahval bretar drepa, søgdu tær seg ikki hava nøkur tøl fyri ti. Heldur ikki kundu tær av- sanna, at bretar við síni ov- urstéru dålking av havinum allarhelst taka lívið av nógv meira hvali, enn føroyingar hava gjørt tey bestu grinda- árini. Hví fara tit í blødini runt um í heiminum við lygnum um, hvussu grindadrápið gongur fyri seg, tá tit siga tykkum vita so væl, hvat fer fram. Tit hava júst fortalt í einum australskum blað, at føroyingar fara langa leið út á hav eftir hvalinum, fyri síðani at reka hann inn at landi og drepa hann? — Eg havi ikki tosað við nakað australskt blað, og víst veit eg, hvussu grinda- dráp fer fram, so eg kann bert avsanna, at eg havi tos- að við australska blaðið, tú nevnir, segði Jennifer Lons- dale. — Slík tíðindi sum hasi eru ikki komin frá okkum. Fyri tveimum árum síðani vórðu vísindaligar kanning- ar, ið gjørdar eru av bæði skotum, norðmonnum, ís- lendingum og føroyingum, góðkendar á fundi í Glas- gow í altjóða hvalaveiðu- nevndini IWC. Hesar kann- ingar umfata teljingar av grindahvalastovninum, og visa tølini, at einir 800.000 grindahvalir eru i Nordur- atlantshavi. Hví góðtaka tit ikki so- vorðnar kanningar, ið full- komuliga gera greitt, at før- oyingar ikki drepa so nógv av grindahvali, at talan er um nakra sum helst hóttan móti stovninum? — Okkara fatan er, at hasar kanningarnar ikki eru eftir- farandi, so tí kunnu vit ikki brúka tær til nakað, segði Jennifer Lonsdale. — Og haraftrat kann tað væl vera, at samladi stovn- urin er nóg stórur, men at tit í Føroyum oyda tann partin av honum, ið er nærhendis Føroyum. Grindahvalirnir Illgrunin um, at føroying- ar stinga egna land sítt í ryggin og veita sokallad- um umhvørvisvemdarfel- agsskapum sum EI A góða hjálp at føra eina eirindar- leysa og ósakliga herferð móti føroyingum, av tí at vit drepa grind, er nú íkki bert ein illgruni. A tíðindafundi á Hotel Hafnia fyrrapartin í gjár váttaði Jennifer Lonsdale frá EIA, at tey fáa upplýs- ingar um grind og grinda- dráp úr Føroyum: — Ja, vit hava samband við fólk í Føroyum, sum vit tosa við, váttaði hon upp á fyrispurning, um fólk í Fóroyum geva EIA tær upplýsingar, ið felags- svimja eisini í bretskum og írskum sjógvi, men har fáa teir frið og verða ikki dripn- ir, sum tit gera tað her. Hetta segði EIA-kvinnan uttan at koma inná, at tað tó allarhelst eru kanska júst bretar, ið drepa flestu hval- irnar við síni stóru dálking av havinum. Tað tykist, sum um EIA- fólkini ikki eru serliga glad fyri at fáa settar spurningar um, hví tey ikki syrgja fyri at halda tað reint fyri egnum durum, áðrenn lagt verður eftir einari so lítlari tjóð sum Føroyum. Ferð eftir ferð tørvadi teimum báðum kvinnunum tungtvigandi mótspæl, tå tær fingu spiskar spurningar — serliga frå vælupplagda og væltosandi Ola Breck- mann. Eitt nå trupulleikin við dålkingini av havinum, ið av veruligum umhvøvis- Umframt blaðmannin á Sosialinum var eisini ein vælupp- lagdur og væltosandi Óli Breckmann við á tíðindafundin- um hjá EIA fyrrapartin í gjár EIA fær bein- eiðis hjalp úr Føroyum skapurin hevur, sjálvt um eingin beinleiðis frá EIA er í Føroyum. Sum dømi um hetta so- kallaða hjálpsemi vísti tað seg á tíðindafundinum, at EIA-fólkini høvdu fingið at vita, hvat føroysku fjøl- midlamir høvdu sagt og skrivað um eitt nú grinda- drápið í Miðvági í summ- ar. Tað er heilt týðiligt, at hesin felagsskapurin hev- ur >njósnarar< i Føroyum, tá hann ikki sjálvur bein- leiðis er umboðaður í Før- oyum. Jennifer Lonsdale segdi eisini, at tey á hesi ferðini høvdu tosað við fleiri før- oyingar, ið søgdu seg ikki verndarfelagsskapum verð- ur mett at vera tann Størsta hóttanin móti umhvørvin- um kring allan heim, er nak- að, EIA helst ikki vil tosa um - og als ikki við í Føroy- um við føroyingar. Ein ødrvisi fundur Vanliga er ein tíðinda- fundur ætlaður fjølmidlun- um, so teir har kunnu seta fram sínar spurningar, men hesaferð royndu EIA-fólk- ini at fáa tað ødrvisi, tí tey ætlaðu at seta teimum upp- møttu á fundinum spurn- ingar. Tað gekk kanska ikki júst sum ætlað, men kortini vísti tað seg, at tá fundurin eftir einum tíma var av, høvdu tey fingið meira at vita, enn tey vóru serliga fegin um. Í hvussu er gjørdist ikki talan um nakan tíðindafund eftir teirra uppskrift. hj. Myndir: Kalmar skil'a, hví landsstýrið ikki vil tosa við EIA-fólkini um grind og grindadráp, greiddi hin EIA-kvinn- an Gillian Stacey frá, at Kjartan Hoydal hevdi lagt hornið á telefonina, tá tey royndu at koma á tal við hann, og Dorete Bloch Danielsen hevði eisini sagt við tey, at hon einki hevði at tosa við tey um. — Fleiri av teimum fólk- unum, vit hava havt sam- band við í Føroyum, hava játtað okkum stuðul í tí, vit gera, sigur Gillian Stacey. — Hinvegin hava vit eis- ini mett fólki, ið ikki júst hevur bjóðað okkum væl- komnum higar. hj. |