Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-11-11, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. november 1994síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

= FRÆLSI-— JAVNAÐUR — BRØDRALAG 67. ÁRGANGUR SJÓNVARPIÐ hevði samrødu við loftmiðla- stjórarnar báðar í Degi og viku mikukvøldid. Báðir halda teir, at tað er skeivt at lata hvønn Per og Pól gera nærvarp. Hetta skjýtur Mið- flokkurin upp á tingi. Vit eru samd við loft- miðlastjórarnar. Vit eru alt ov fá til at skula brúka pengar, orku og kreftir til hvør í sínum lag at umsita og gera nærvgrp. Heldur eiga vit at brúka allar hugsandi kreftir til at betra um verandi loftmiðlar. NÚ nam sjónvarpsstjórin eisini við spurningin um væntandi fíggjarorkuna hjá sjónvarpinum at gera fleiri og betri føroyskar sendingar. Hesum eru vit eisini samd við honum í. Men vit halda ikki, at tað er rætt bara at geva fíggj- arligu umstødunum skyldina fyri, at ov nógv liggur á láni osfr. Er tað Ogjørligt at sannføra okkara politkkarar um, at meiri peningur skal setast av til sjónvarp - og tað kanska eingin peningur er - so eigur sjónvarpið at leggja enn stórri dent á sjálva prioriteringina av tilfar- inum. NÚ hevur sjónvarpið lagt seg eftir fyrst og fremst at prioritera tíðindini, og hetta er sjálvandi rætt. Men tú kanst eisini detta í ta grøvina, at tú er ov nógv fikseradur upp á tíð- indi, hetta fevnir eisini um blødini, og at tú harvið gloymir onnur týðandi umráði. Vit halda, at børnini eru gloymd í SVF. Hetta er ikki bert spell. Tað er ein vanlukka. Ístaðin fyri at brúka fíggjarorku til at umseta vaksnamanna- filmar, sum hava danskan tekst, til føroyskt, áttu tit at brúkt pengarnar til dygdarg6dar, vid komandi og engagerandi FØROYSKAR barna- sendignar.Tey vaksnu kunnu liva við eini danskari tekst. LATIÐ okkum geva børnunum tað besta vit eiga. Latið okkum byrja við teimum. Latið okkum birta upp undir tað, sum føroyskt er gjøgnum børnini. Vid at geva teimum kvalitets- sendingar búnast tey og læra at seta krøv. Krøv, sum samfelagið i dag roynir at seta teimum vaksnu. VIT vita, at tað er dýrt at gera sjónvarp, og hetta eiga eisini okkara politikarar at skilja. Krevja vit nógv av hesum fjølmiðli, so mugu vit eisini ásanna, attað kostar. Tað er eisini okk- ara hugsan, at hesin almenni stovnurin eigur at prioriterast mest møguligt av teimum játt- andi myndugleikunum. Men fæst ikki meiri peningur, so má sjónvarpsleiðslan leggja enn stórri dent á prioriteringina. Og ráð okkara skulu vera at byrja við børnunum. Tá tað er komið so dánt upp á pláss, veit ein, hvat er eftir til onnur endamál. Í dag tykist tað at vera beint øvugt. Børnini koma í síðstu rød. Gott í tykkum, brúkið meiri orku til barnasendingar. Tað fer at gagna landi og fólki í longdini. Svsialunin Fíggjarmálaráðharrin: Vit skulu eisini framyvir figgja 0 — og tað verður alt truplari sum frå líður. Tí kemur l biðja um heimild at skriva út fleiri lånsbrøv, sigur Hallið á verandi fíggjarlóg skal figgjast við lånsbrøv- um, sum landsbankin nú fyrireikar, og í hesum sam- bandi hevur landsstýrið skotið upp nakrar broyting- ar í skattalógini. Undir viðgerðini á tingi segði Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjar- málum millum annað, at einki bendir á, at nakar annar enn vit sjálvi skulu fíggja okkara egna hall á fíggjarlógini. Tað veri seg her heima ella aðrastaðni. Í fyrsta lagi er ætlanin at figgja við almennum før- oyskum lånsbrøvum. Men Jóannes Eidesgaard legði aftrat, at soleiðis er eisini ætlanin at fíggja hallið á komandi fíggjarlóg, og tí fer landsstýrið skjótt at venda sær til løgtingið aftur og biðja um heimild at útskriva enn fleiri lånsbrøv. Uppskotini, sum lands- stýrið nú legði fyri tingid skulu tryggja, at skattligu viðurskifuni hjá hesum lånsbrøvum vera neutral mótvegis teimum føroysku peningastovnunum, soleið- is at hesi ikki avlaga fríu kappingina um innlánini frá borgarunum. Tí skulu bæði rentan og kursvinningurin verða skattað við sama prosenti sum innlán í banka og sparikøssum. Ein annar partur í hesi søk er, at landsstýrið mælir til at hækka rentuskattin. Hjá feløgum úr 18 prosentum og upp í 35 og hjá persónum úr 22 og somuleiðis upp í 35 prosent. Eyðræning Fólklaflokkurin og Kristi- ligi Fólkaflokkurin gjørdu greitt, at teir tóku ikki undir við at hækka rentuskattin. Framsøgumenn fyri hesar flokkar søgdu hesa hækking vera eyðræning av teimum, sum hava spart sær nakað saman, og søgdu seg Óttast fyri, at hetta fór at gera, at enn fleiri pengar fara av landinum. Til hetta segði fíggjar- málaráðharrin, at sokallaða bankabjargingin var fyrst og fremst ein bjarging av pengnum hjá teimum, sum høvdu pengar í bankunum, og tí var taðikki meira enn natúrligt at hesi fólk og | feløg nú rindaðu nakað aftur. Annars Vóru tingmenn, sum søgdu seg ivast í, um nakar åhuga fer at vera at keypa hesi lånsbrøv og fleiri spurdu hvørja trygd keyparin hevur fyri låns- brøvunum. Oli Breckmann helt, at fáur mundi vera so blåoygdur at keypa føroysk lånsbrøv vid landsbanka- stjóranum — einsamøllum sum trygd. Jéannes Eidesgaard gjørdi greitt, at trygdin lå ikki i einstókum persónum. -Skulu vit ikki sjålvi Kvinnuhúsinum tørvar sjålvbodnar Fleiri og fleiri kvinnur verða knýttar at Kvinnu- húsinum. Fyri at nøkta fyrispurningum tgrvar okkum fleiri sjálvbodn- ar kvinnur. 35 sjálv- bodnar kvinnur luttaka í vaktarskipanini. Allar sjálvbodnar hittast 3. håskvøld í hverjum mánaði kl. 19. Skráin er fjølbroytt, og kann m.a. vera frálæra og bólka- arbeiði, og ikki minst at kunna tosa við hinar vaktirnar. Higartil eru bert sjálv- bodnar á Havnarleiðini. Tørvur er eisini á sjálv- bodnum kring landið. Tær kundu stuðlað, møguliga tíkið ímóti kvinnum, ið ikki hava møguleika at koma til Kvinnuhúsið, um sam- band ikki er til Havnar, júst tå tørvurin er. Vit hava økt um skriv- stovutidina. Skrivstovan er nå opin frå kl. 10 til 16.30. Rådgevingin er framvegis h6skvøld frå kl. 19-21. Har er møgu- leiki at tosa vid sålar- frøding, løgfrøding ella sosialrådgeva. Arbeiðið i Kvinnuhús- inum er grundað á sjålvbodid arbeiði. Tú ert vælkomin at støkka inn á gólvið ella ringja á tlf. 17200, sigur Kvinnu- húsið í skrivi. A | GEES | MF en | 4 * ar - : trúgvu uppá eina framhald- andi tilveru í Føroyum, hvør skal so gera tað, spurði fíggjarmálaráðharrin. Torført at fíggja framhaldandi hall Tingmenn nytu høvi til at viðgera figgjarpolitikkin sum heild, og fleiri høvdu ordid. Millum adrar Anfinn Kallsberg sum helt seg kunna siga, at hetta lands- stýrið fór helst at føra sama figgjarpolitikk sum undan- farna, og tað var hann ikki fegin um. Hann segdi, at føroyski likviditeturin er i útlandinum, og soleingi tað ikki er lønandi at seta peng- ar í føroyskt vinnuliv, verð- ur tað heldur ikki gjørt. Finnbogi Ísakson við- kkara egna hall andsstýrið skjótt aftur í løgtin gið at Jóannes Eidesgaard merkti, at mest åhugaverdi spumingurin er ikki hver hevur loyvi at avgera um fíggjarlógin skal hava hall ella ikki. Tað er løgtingid sum avgerð tað. Hin meira åhugaverdi spurningurin er, hvussu vit framyvir figgja hetta hall, segdi fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin sum helt, at tað er ein tíðarspurningur hvussu leingi vit vera før fyri at fíggja hallið. tór.- Sum nakað nýtt bjóðar frítíðarfelagið Mimir nú ungdóminum í diskotek friggjakvøldini, ella rættari sagt leygarnætur- nar. Diskotekið er frá klokkan hálvgum eitt til Diskotek fyri ung Mimir hevur nú alment ungdómsdis- kotek friggjakvøldini hálvgum fýra um morg- unin. Kostnaðurin er 30 krónur, og tað er strangt 18 ára aldursmark, ið skal kunna prógvast, tí tað krevur lógin. Diskotekið er alment. Barnahjålpar- grunnurin Studningar til illa stødd børn verða út- býttir í desember mánaði. Umsóknir um slíkan styrk eiga at vera nevndini í hendi í seinasta lagi 25. november 1994. Umsóknarbloð fáa tygum vid at skriva til Barnahjálpargrunnin, boks 2165, 165 Argir. Tórshavn 7. november 1994 Barnahjålpargrunnurin