fríggjadagur 11. november 1994síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
—
Tíðindablaðið [ sostalurin | Nr. 216 — 11. NOVEMBER 1994 Sida 3
Tær flestu
skulu gjalda
Nú er fíggjarliga bytid av skattinum millum land og komm-
unur fyri 1993 gjørt upp, og úrslitið er, at tær flestu kommun-
urnar hava fingid eykarokning. 40 kommunur skulu tilsam-
ans gjalda 28,5 mió. krónur. 10 kommunur fáa tilsamans
600.000 krónur aftur. Sosialurin hevur tosað við nakrar
kommunur, ið hava fingið stóra rokning
Duga illa at rokna
- Eg skilji ikki, hví vit hvørt einasta ár fáa eykarokning fyri lands-
skatt, sigur Gerhard Lognberg, bygdarráðsformaður í Skopun
Skattarokningin, sum
Skopunar kommuna fekk
fyri árið 1993, var umleið
800.000 krónur.
Bygdarráðsformaðurin,
Gerhard Lognberg, hevði
væntað rokning, tí skatta-
inntøkan tað árið var hægri
enn mett, men hann hevði
ikki væntað so stóra rokn-
ing. Og hann hevði eisini
væntað, at rokning kom, tí
hvert einasta ár kemur ein
slík.
- Eg skilji ikki, hví lands-
myndugleikarnir ikki duga
frægari at rokna. Vit hava
fingið rokning hvert einasta
ár, í hvussu er síðan eg kom
upp í kommunalpolitikk.
Gerhard Lognberg fellur
Skemmingsgeta 19
Tórshavn
givin.
Fleiri bátar rógva út og leggja fiskin upp í Skopun
| Vit gera gamla
gólvið sum nytt |
Gólvtænastan
Ókeypis tilbod og vegleiðing verða
ge
ikki í fátt av hesi rokningini.
Tað fer óivað at bera til at
gjalda hana aftur eftir seks
mánaðum, sum kommun-
urnar hava fingið í boði at
gjalda rokningina yvir.
- Men tað merkir, at vit
mugu spara á ymsum økj-
um, og tað vil siga, at minni
pengar verða ul vegir og
viðlíkahald. Hinar útreiðsl-
urnar eru allar fastar, ásettar
við lóg, og tær verða allar
drignar av fyrst, sigur Ger-
hard Lognberg.
Nakað av arbeiði hevur
hesi árini verið m.a. á
kynsbótastóðini og við at
dýpa Pollin, og so okkurt
umvælingararbeiði
Men flakavirkið liggur
Tlf. 18875 - 88875
Fax. 18809
framvegis stilt.
Gerhard Lognberg sigur,
at skopuningur ikki hava
slept vónini um at fáa virkið
í gongd aftur. Teir arbeiða
víðari við onkrari ætlan og
halda fast við, at virkið
stendur á grund hjá komm-
ununi. Tey krevja ikki, at
virkið skal vera so stórt sum
áður, tá eini 70 fólk ar-
beiddu har. Eitt lítið virki
við 20-30 fólkum hevði ver-
ið hóskandi, halda skopun-
ingar.
- Vit mugu varðveita vón-
ina og sigla millum skerini,
sum hann tekur til.
Heilt væl av útróðri er í
Skopun. Einir 15-20 bátar
rógva út úr Skopun, onkur
báturin er av Sandi.
Tíbetur eigur kommunan
eitt hús á bryggjuni. Har
verður fiskurin ísaður.
Fiskurin fer allur til Aber-
deen, og tað gevur nógv
meira enn at avreiða til
Fiskavirking, sigur Ger-
hard Lognberg.
randi
skatti fyri 1993
Ein kommuna, sum fekk
ein hvøkk, tá uppgerðin
um skattin fyri 1993 kom
frá Gjaldstovuni, er
Vestmanna.
- Hetta var eitt bakkast.
Vit høvdu væntað okkum
rokning, men ikki so
stóra, sigur Maria Han-
sen, bygdarráðsforkvinna
í Vestmanna.
Rokningin er 1,9 mió.
krónur, ið skulu gjaldast
Gjaldstovuni eftir seks
mánaðum.
Vestmanna kommuna
hevði skattaprosentið
25,5, men landsstýrið
lækkaði tað til 224 1, og tí
megnar kommunan ikki at
gjalda rentur og avdrøg.
Skattainntøkan í ár
hevur verið nakað hægri
enn mett, men við hesi
rokningini fór tað yvir-
Har fór yvirskotið
Vestmanna kommuna skal gjalda 1,9 mió. krónur aftrat í
skotið.
Í mun til fleiri aðrar
kommunur er Vestmanna
tó væl fyri, tí har búgva fá
arbeiðsleys fólk. Nakað
av fólki eru flutt burtur,
handverkarar, fremmand
og summi eru farin at
útbúgva seg, men nú eru
ikki stórvegis broytingar í
fólkatalinum.
- Høvdu vit ikki havt ta
stóru lånibyrduna, høvdu
vit havt tað gott her i
kommununi, sigur Maria
Hansen.
Vestmanna kommuna
var ein tann fyrsta, sum
høgdi — bremsumar í
figgjarliga.
- Tad var neydugt, og eg
eri fegin um, at vit gjørdu
tad so tidliga, sigur bygd-
arrådsforkvinnan.
Hvussu fer at mala runt
hjå kommununi næsta år,
dugir Maria Hansen ikki
at meta. Tað veldst um
avtaluna, kommunurnar
fáa við lánistovnarnar um
skuldina.
Vestmanna kommuna
hevur sent landsstýrinum
uppskot um fíggjarætlan
fyri 1995, men ætlanin
kann ikki gerast endalig,
fyrr enn avtalan um skuld-
ina er gjørd, og øll tølini
eru komin á borðið.
Tað verður líuð av
nýggjum kommunan fer at
seta pening av til á
fíggjarætlanini fyri næsta
ár. lløgur verða ongar
gjørdar, men hinvegin
verða neyvan fleiri nýggj-
ar sparingar, tí einki er
eftir at taka av.
randi
Tey ogvast við
Vágs kommuna skal gjalda 1,8 mió. krónur aftur í skatti fyri
1993, og tað svarar til 10 % av skattainntókuni
Sum so mangir aðrir komm-
unalpolitikarar skilir Jógv-
an Krosslåg, byrådsfor-
maður í Vági, einki av ti
mátanum, landsskatturin
verður ásettur. Okkurt má
vera spinnandi galið, heldur
hann, ti hvert einasta år
kemur rokning.
- Vit vistu ti, at rokning
fór at koma, og vit væntadu,
at hon fór at verða einar
800-900 túsund krónur.
Men nú bleiv hon 1,8 mió.
krónur, og tað er øgiligt,
sigur Jógvan Krosslág.
Vágs kommuna hevur
tíkið av tilbodnum um at
gjalda rokningina yvir hálvt
ár
Við hesi rokningini verð-
ur uppaftur truplari hjá
kommununi at halda sínar
skyldur. Tað vil siga, at
uppaftur minni pengar
verða til bankarnar nú.
Vágskommuna sendi fyri
1. november landsstýrinum
fyribils fíggjarætlan, men
tað ætlanina gevur Jógvan
Krosslág lítið fyri.
- Vit fáa uppgivin nøkur
tól frá landsstýrinum, sum
ger sína meting, og so brúka
vit tey tølini. Eingin veit,
um tølini halda.
Endaliga fíggjarætlan br
ikki til at gera, so leingi sum
spurningurin um sanering
av kommunuskuldini ikki
er loystur.
Tað sær illa út í Vági, ti
har er einki arbeiði.
- Her stendur best út-
bygda flakavirki í land-
inum, og tað er stongt, sigur
Jógvan Krosslág. Hann veit
at síga, at fleiri eru áhugað
at leiga virkið frá Fiska-
virking, men prísurin verð-
ur helst ov høgur.
Utr6drarbåtarnir = hava
fingið eitt sindur i seinast-
uni, men útróðrarmenninir
arbeiða annars av øllum alvi
at vid at fåa uppbodssølu i
Vági. Øll seta nú sitt álit til
uppbodssøluna.
- Tað er eitt syndarligt
skil, so lítið av arbeiði er
her. Tey ungu spyrja, og eg
royni at biðja tey taka tað
róligt, tí okkurt man fara at
koma. Fleiri teirra hava ikki
hug at fara av landinum, tí
tey vilja vera her, sigur
Jógvan Krosslág.
randi
Tá Fiskavirking í Vági
herfyri læt aftur,
gjørdu vágbingar ein
vørr og mótmæltu, men
nú er friður aftur