hósdagur 17. juli 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 133 - 17. juli 2003
Nr. 133 - 17. juli 2003
3
UTTAN ÚR HEIMI
Gjørdu vart við seg
Tann 12 ára gamla enska gentan Shevaun Pennington,
sum rýmdi seinasta leygardag saman við einum fyrr-
verandi amerikanskum herflotamanni, hevur nú gjørt
vart við seg.
Løgreglan í Manchester sigur, at gentan ringdi til
foreldrini og segði, at hon hevur tað gott, men hon
vildi ikki siga, hvar hon var. Sambært løgregluni
ringdi tann 31 ára gamli hermaðurin, Toby Stude-
baker, eisini til síni næstu, men heldur ikki hann vildi
siga, hvar hann var. Bretska løgreglan sigur, at her-
maðurin og gentan fóru við flogfari úr London til
París leygardagin.
Toby Studebaker var hermaður í Afghanistan, men
fór úr herinum seinasta summar, tá hann fekk skaða.
Næstringar hansara lýsa hann sum ein sannførdan
kristnan mann, men tey siga, at hann hevur ikki verið
tann sami, síðani hann misti konuna í fjør. Hon doyði
av krabbameini.
Kennedy hartar Bush
Demekratiski senatorurin Edward Kennedy heldur, at
George W. Bush, forseti, og stjórnh hansara hava
handfarið Irak-kríggið sera illa.
- Amerikanska umsitingin í Irak við Paul Bremer á
odda situr í einari borg hjá Saddam Hussein og stýrir
landinum, meðan irakar hvørki hava vatn ella streym,
sigur Edward Kennedy. Hann mælir stjórnini í
Washington til at fáa ST og NATO og fleiri arabisk og
muslimsk lond at hjálpa USA at fáa gongd á endur-
reisingina í Irak. Hann mælir eisini Bush til at bøta
um viðurskiftini við Frakland og Týskland og onnur
lond, sum vanliga verða mett sum sameind hjá USA,
men sum hava tikið eina aðra støðu eftir Irak-kríggið.
Sum so nógvir aðrir amerikanskir politikarar heldur
tann 71 ára gamli Edward Kennedy, at grundgeving-
in, sum USA og Bretland nýttu fyri at fara í kríggj við
Irak, var alt ov veik.
Italska stjórnin er rasistisk
Sosialdemokratiski týski politikarin Martin Schulz,
sum herfyri fekk italska forsætisráðharran, Silvio
Berlusconi, at leypa framav í Evropatinginum, sigur
nú, at eftir hansara tykki er italska stjórnin rasistisk.
Í einari sjónvarpssamrøðu fyrradagin segði Martin
Schulz, at fólk eiga at minnast til, at Italia hevur eina
rasistiska stjórn. Seinni váttaði hann fyri bretsku
tíðindastovuni Reuters, at hann hevði sagt hetta, men
hann legði dent á, at hann hevur ikki sagt Berlusconi
vera rasist. Eygleiðarar ivast kortini ikki í, at hann við
hesum hevur borið brenni á bálið.
Dysturin millum Martin Schulz og Silvio Berlus-
coni í Evropatinginum elvdi til eina diplomatiska
kreppu millum Týskland og Italia, tá Berlusconi vildi
vera við, at týski tinglimurin hevði verið væl egnaður
sum vaktarmaður í einari týningarlegu hjá Nazi-
týsklandi. Stríðið gjørdi millum annað, at Gerhard
Schrøder, kanslari, slepti ætlanini at halda summarfrí
í Italia.
Nunna tømdi kassan
Bretska nunnan Colleen McCabe var vorðin leidd av
lívinum í kleystrinum og gjørdi av at royna seg sum
yvirlærara í London.
Hon søkti eitt tílíkt arbeiði og fekk tað, men nú vísir
tað seg, at hon oyðslaði seks milliónir krónur burtur
eftir stuttari tíð. Kanningar hava víst, at fyrrverandi
nunnan livdi eitt marglætislív, og pengarnar hevði hon
nýtt til mótaklæði, juvelar, dýrt innbúgv, matstovu-
vitjanir og dýrar ferðir. Samstundis helt hon eitt vakið
eyga við, at skúlin ikki nýtti meiri pengar enn
neyðugt.
Enn er ikki avgjørt, hvørja revsing fyrrverandi
nunnan fær, men dómarin, Christopher Elwen, segði á
rættarfundinum, at hon kann rokna við at sleppa at
sita nøkur ár í fongsli.
Áhaldandi iraksk
álop, ótolandi hiti og
óvissan um, nær teir
sleppa heimaftur,
taka stríðsviljan frá
amerikansku her-
monnunum í Irak
HERMENN
Árni Joensen
Mánadagin fingu fleiri
túsund amerikanskir her-
menn í 3. herdeildini í Irak
at vita, at teir noyðast at
verða verandi í Irak fyri-
bils. Ætlanin var, at her-
menninir skuldu fara aftur
til USA nú, men tað verður
av ongum. Tað sama er
galdandi fyri túsundtals
aðrar hermenn.
Tað eru tey áhaldandi
iraksku álopini, sum hava
noytt herleiðsluna at útseta
heimferðina hjá hermonn-
unum. Hetta saman við tí
ótolandi hitanum, sum er
oman fyri 40 stig at kalla
hvønn dag, hevur tikið
stríðsviljan frá nógvum av
hermonnunum.
- Vit hava tríggjar ferðir
fingið at vita, at vit skulu
heim, men hvørja ferð er
heimferðin útsett í óásetta
tíð. Okkara deild kom til
Flógvan í september í fjør.
Nú tíma vit ikki longur,
segði ein sersjantur í einari
sjónvarpssamrøðu týsdag-
in. Hann greiddi eisini frá,
at hansara deild hevur mist
37 mans í krígnum.
Í einari aðrari sjónvarps-
samrøðu fyrradagin søgdu
nakrir hermenn, sum ikki
vildu nevnast við navni, at
teir vilja sleppa heimaftur.
Ein teirra segði, at summir
hermenn vildu fegnir verið
særdir, tí so sleppa teir til
USA.
Avgerðin at útseta heim-
ferðina hjá hermonnunum
fekk eisini øði í irakar, tí
teir vilja hava amerikansku
hermenninar av landinum
sum skjótast, skrivar Reut-
ers-tíðindastovan.
USA hevur roynt at fáa
onnur lond at senda her-
menn til Irak, men tað hev-
ur gingið striltið. Kroatia
hevur játtað at senda 60
servandar hermenn hagar.
Ein áheitan á fronsku
stjórnina um at gera tað
sama gav einki úrslit, tí
franska stjórnin vil ikki
senda hermenn til Irak, fyrr
enn viðurskiftini eru vorðin
tryggari.
Ódnin Claudette, sum
hevur herjað Texas,
ávirkaði alt fyri eitt
oljuprísin í USA, og
tað merkist eisini í
Evropa
OLJUPRÍSUR
Árni Joensen
Tropiska ódnin Claudette,
sum
týsdagin
herjaði
amerikanska statin Texas,
var tann fyrsta av sínum
slagi í ár.
Hóast hon viknaði, tá hon
kom inn yvir land, var
vandi fyri, at hon fór at
oyðileggja oljuleiðingar, og
tað ávirkaði alt fyri eitt
prísin á oljumarknaðinum.
Í New York hækkaði prísur-
in 35 cent og kom upp í
31,62 dollarar fyri tunnuna.
Príshækkingin í USA
fekk
eisini
ávirkan
á
marknaðin í Evropa. Á
marknaðinum í London
hækkaði prísurin á norð-
sjóvarolju 21 cent upp í
29,17 dollarar fyri tunnuna.
Prísurin hevur annars
verið lutfalsliga lágur í
seinastuni, tí roknað varð
við, at amerikanarar fóru at
fylla sínar oljugoymslur.
Men trupulleikar við at fáa
gongd á framleiðsluna í
Irak hava gjørt, at goymsl-
urnar í USA eru munandi
minni enn væntað.
Ódn ávirkaði oljuprísin
Amerikansku hermenninir
missa stríðsviljan
Hesin amerikanski hermaðurin og felagar hansara høvdu fingið at vita, at teir skuldu aftur til
USA. Men nú er heimferðin útsett í óasetta tíð. Sama er galdandi fyri túsundtals aðrar
hermenn
Mynd: Reuters
Ein útróðrardagur
hjá Kára Højgaard,
løgtingsmanni,
herfyri, fekk ein
dramatiskan enda, tá
ið hann sigldi á land
ÓHAPP
Áki Bertholdsen
Eitt óhapp kemur altíð sum
eitt snarljós úr blaum lofti.
Tað kann Kári Højgaard,
løgtingsmaður, skriva undir
uppá.
Honum dámar væl at
rógva út og tá ið hann hevur
frí úr tinginum, plagar hann
mangan at loysa Høga-
leitið, sum er ein 31 fót
langur glastrevjabátur og
við honum hann ført onkr-
an fongin til lands.
Men ein útóðrardagur
herfyri, fekk ikki tann
endan, hann hevði hugsað
sær, tá ið hann legði frá
landi.
Hetta var í dýrdarveðrið
leygardagin á Varmakeldu.
Kári hevði verið út at rógva
bæði hósdagin og fríggja-
dagin og hann hevði fingið
væl, einar 16 sentnarar
hvønn dagin.
Hendan
leygardagin
hevði hann einar fimm
sentnarar, tá ið hann dróg
og sigldi heim aftur.
– Síðani visti eg onki,
fyrrenn tað brast og báturin
stóð uppi á turrum, sigur
hann.
Hann sigur, at dýrdar-
veður var og hann hevði
júst fingið sær ein drekka-
munn og hann væl til pass-
ar.
Hann var tríggjar fjórð-
ingar úr landi, tá ið hann
setti sjálvstýraran til og
setti kósina heimaftur.
Hann ivast ikki í, at hann
er durvaður, tí hann vakn-
aði við kaldan dreym tá ið
tað brast og hann stóð á
einum tanga beint sunnan
fyri Tjørnuvík.
Báturin
fekk
stóran
skaða, men sjálvur slapp
Kári snikkaleysur.
Síðani hevur hann arbeitt
upp á bátin og nú er hann
umvældur.
Kári ásannar, at hann er
durvaður og tað hevur hann
eisini skrivað í frágreiðing-
ina.
– Tað høvdu verið tríggj-
ar dagar við lítlum svøvni
og tað kemur ongin ávaring
í slíkum føri, tað einu
løtuna ert tú vakin og næstu
løtuna ert tú vekk, sigur
hann.
Argaður
Sjálvandi var hetta ein
keðilig hending hjá løg-
tingsmanninum, men nú alt
spældi væl av, er tað ikki
sørt, at hann er argaður við
óhappinum.
Tangin, hann sigldi á,
hevur longu fingið navnið
Posttangin og tey spyrja
hann eisini um ikki sjálv-
stýrarin var frá.
Og nú alt gekk væl
kortini, dugir dugur Kári
eisini sjálvur at síggja tað
stuttliga í tí og hann svarar
aftur í sama tónalagi, at
hann er eisini onkuntíð
sovnaður í tinginum, men
tað hevur ikki havt so
ógvusligar avleiðingar. Og
tað kann so gera tað sama,
sigur hann: Sjálvstýrarin
stóð til!
Kári endaði
uppi á turrum
Hesar síðstu 14 dagarnar hevur Kári Højgaard umvælt bátin hjá sær, eftir at hann sigldi á land
á Varmakeldu og fekk stóran skaða
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
3
2