hósdagur 17. juli 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 133 - 17. juli 2003
Nr. 133 - 17. juli 2003
5
Føroysku kvinnurnar,
sum luttóku í World
Pilot Gig Champion-
ship á Scilly í 2003,
vilja við aftur, og nú
Amerada Hess er
givið við at stuðla
ferðini, fara tær sjálv-
ar at savna peningin
inn
KAPPRÓÐUR
Marjun Dalsgaard
Árið 2003 skuldi vera sein-
asta árið, at Føroyar vórðu
umboðaðar í kappingini
World Pilot Gig Champion-
ship á Scilly. Oljufelagið
Amerada Hess er eftir seks
ár givið við at stuðlað før-
oyskum rógvarum í at lut-
taka á Scilly, men royndir-
nar við einum øðrvísi róðri
í altjóða høpi hevur tó givið
nøkrum føroyskum rógvar-
um so mikið av blóð á
tonna, at tær sjálvar fara at
savna pening inn til ferðina.
Tað eru kvinnurnar, sum
vóru við á Scilly 2003, sum
vilja sleppa við aftur næsta
ár, hóast luttøkan á Scilly
ikki kann vinnast í sam-
bandi við FM-róðurin long-
ur. Ferðin kostar umleið
100.000 krónur, og mann-
ingin fer fyrst og fremst at
venda sær til privatar fyri-
tøkur fyri at fáa stuðul, men
tær umhugsa eisini at skipa
fyri tiltøkum av ymiskum
slag.
- Tað verður ringt at
savna pengar inn, men vit
vilja gjarna avstað, tí tað er
ein fantastisk uppliving at
vera við á Scilly, sigur
Jannie Dam Jacobsen, sum
er róðursgenta umborð.
Hon var eisini við, tá
manningin
á
Jarnbardi
savnaði pening inn fyri at
sleppa við til Scilly í 2000.
Tá vóru einans 10-manna-
før við í kappingini um at
sleppa avstað, men kvinn-
urnar lótu sær ikki hetta
lynda og fóru í holt við at
savna pening inn, so tær
eisini kundu koma við. Tær
vórðu tá nummar fimm av
78 bátum og høvdu harvið
besta úrslitið, sum føroy-
ingar hava havt á Scilly.
Hava lært teknikkin
Jannie Dam Jacobsen hevur
verið við á Scilly tríggjar
ferðir, og hon heldur, at tað
er øgiliga trist at hesin
møguleiki ikki verður í
framtíðini.
- Tað hevur heilt sikkurt
verið ein gularót í FM-
høpi, eingin ivi um tað, sig-
ur hon. Somuleiðis heldur
hon tað vera keðiligt at gev-
ast nú, tær eru við at læra
teknikkin.
- Tað er nakað heilt ann-
að, enn at rógva í Føroyum.
Rógvararnir hava ein heilan
bekk hvør, og tú rør faktisk
í mótsatta borði, sum tú
situr í. Haraftrat er tempoið
eitt heilt annað, og tú skalt
læra at brúka kreftirnar rætt
– ikki geva alt beinanvegin,
sum føroyskir rógvarar eru
vanir at gera – her brennur
tú alt av beinanvegin, men
rør tú Pilot Gig, skalt tú
orka at rógva einaferð 3000
metrar og einaferð 2200
metrar fyrsta dag og tvær
ferðir 2200 metrar næsta
dag, sigur Jannie.
Í World Pilot Champions-
chip 2003 vunnu føroysku
kvinnurnar B-bólkin og
vórðu sostatt nummar 13 av
78 bátum. Hartil fingu tær
steypið, sum var latið fyri
góðan ítróttaranda.
- Tey høvdu helst lagt
merki til, at vit vóru seri-
øsar og drekka heldur ikki
– kanska tað var tað, sum
gjørdi tað. Vit hava heldur
ongan venjara, tað er ann-
ars vanligt hjá hinum, sigur
Jannie Dam Jacobsen. Í ár
høvdu føroysku kvinnurnar
fyri fyrstu ferð ein, sum
kennur til serliga háttin at
rógva Pilot Gig, úti við eina
løtu at leggja lag á.
- Eg veit ikki, um tað
gjørdi mun, men vit skulu í
øllum førum læra at seta
tempoið niður – tað er nógv
hægri enn hjá øllum øðr-
um, hóast at vit rógva seig-
an róður, sigur hon.
Jannie heldur, at Føroyar
eru vorðnar munandi kend-
ari á Scilly-Oyggjunum
eftirhondini og vinarbond
eru eisini knýtt millum
lond, tey árini hon hevur
verið við.
- Tað er serliga róðrafel-
agið har niðri, Navagissi, og
so onkur, sum fylgir væl við
í kappróðri, sum vit hava
samband við, men eisini
rógvarar frá øðrum londum.
Gleðiligt at onkur
tekur um endan
Ben Arabo frá Amerada
Hess heldur tað verða
gleðiligt, at onkur tekur um
endan, nú teir gevast við at
stuðla ferðini til Scilly.
- Tiltakið hevur verið væl
móttikið av kappróðara-
fólki, og tað eru vit fegin
um, sigur hann. Amerada
Hess fekk føroysku kapp-
róðrarfólkunum ein bát,
Kerens, sum er serliga til
tey, hvørja ferð tey luttaka á
Scilly. Henda avtala er gald-
andi til 2007 og føroyingar
kunnu tískil luttaka hóast
Amerada Hess hevur tikið
seg úr. Í Føroyum verður
vant við Brendan, sum
Róðrarsambandið eigur.
Manningin á Kerens varð
sett saman eftir, at Jarn-
bardur vann ferðina til
Scilly í sambandi við FM-
róðurin 2002. Av tí at tað
ikki lá fyri hjá øllum at
koma við, varð hjálp funnin
í øðrum bátum, og tað end-
adi við, at tríggjar frá Jarn-
bardi komu við: Jannie
Dam Jacobsen, Eivy Olsen
og Kristianna Dahl Øster,
frá Páll Fanga úr Klaksvík,
Anna Mohr, frá Riddaran-
um úr Miðvági, Rannvá
Madsdóttir, og frá Gong-
urólvi úr Havn, Kerstin
Rasmussen
og
Petra
Hansen.
Scilly livir enn
Tað er ein heilt annar
teknikkur, ið skal lærast, tá
føroyskir rógvarar seta seg í
ein Pilot Gig. Í Føroyum
venja tey við Brendan, sum
Rórðarsambandið eigur, og á
Scilly liggur Kerens og bíðar
eftir teimum hvørt ár
Málið á Scilly er 3000 og 2200 metrar langt, og áskoðarirnir koma út við bátum at hyggja, sum
sæst á myndini her
Føroysku kvinnurnar fáa steyp fyri at hava vunnið B-bólkin í Worl Pilot Gig Championship
2003 á Scilly. Merkið er eftirhondini vorðið kent millum rógvarar og onnur á Scilly, sigur Jannie
Dam Jacobsen
Tey, sum ynskja at
stuðla teimum sjey í at
fara til Scilly, kunnu
seta pening inn á
konto
1298692
í
Føroya Sparikassa
Vinnarir av ferðini til Scilly
Menn
1998, Vestmenningur
1999, Eysturoyingur
2000, Eysturoyingur
2001, Havnarbáturin
2002, Argjabáturin
Kvinnur
2000, Jarnbardur
2001, Frúgvin
2002, Páll Fangi
2003, Jarnbardur
Tey fyrstu árini var kappingin um Scilly bert fyri
10-mannafør. Í 2000 varð hetta broytt soleiðis, at
kvinnur eisini kundu kappast um at koma við,
sostatt fóru tvær manningar avstað í 2001 og í
2002. Í 2003 slapp ein manning avstað, og hetta
árið gjørdist vinnarin tann báturin, sum hevði flest
stig í FM. 2003 er seinasta árið, at ferðin til Scilly
er ein gularót í FM-róðrinum.
Fakta
Føroyar høvdu stóran
strategiskan týdning
undir kalda krígnum
og vóru saman við
Grønlandi við til at
sleppa Danmark und-
an atfinningum fyri,
at tað hevði so lágar
verjuútreiðslur sam-
anborið við hini
NATO-londini. Tað
sigur Hans Engell,
fyrrverandi verju-
málaráðharri, sum
heldur stjórnina bera
hálvan sannleika fyri
Føroyanevndini
VERJUÚTREIÐSLUR
Ingi Rasmussen
»Forsvarsindsatsen i Nord-
atlanten er i høj grad med
til over for vore NATO-
partnere – ikke minst USA
– at legitimere et forholds-
vis lavere dansk forsvars-
budget«.
So greitt sigur Hans
Engell tað í bók síni »På
slotsholmen« frá 1997.
Sostatt stendur verjumála-
ráðharrin frá 80-árunum í
andsøgn við tað, sum
danski
forsætisráðharrin
Anders Fogh Rasmussen
nýliga hevur boðað Føroya-
nevndini hjá Fólkatinginum
frá. Anders Fogh Rasmus-
sen segði nevndini, áðrenn
hon fór á sína føroyavitjan
herfyri, at Danmark ongan-
tíð er sloppið bíligari í
NATO vegna Føroya støðu
í danska ríkinum og plássi í
Norðuratlantshavinum.
Bæði rætt og skeivt
Tað er bæði rætt og skeivt,
sigur Hans Engell, sum í
dag er blaðstjóri á Ekstra-
blaðnum, tá Sosialurin spyr
hann, um Anders Fogh Ras-
mussen segði allan sann-
leikan fyri Føroyanevndini.
– Tað er rætt á tann hátt,
at tað ikki hevur verið so-
leiðis, at donsku verjuút-
reiðslurnar eru minkaðar, tí
vit hava eina kontu, sum
eitur Grønland og Føroyar.
So kontant er tað ongantíð
orðað, sigur Hans Engell.
– Tað er skeivt á tann
hátt, at ein fjald dagsskrá
altíð hevur ligið undir. Dan-
mark
hevur
gjøgnum
blokkstuðulin til Føroya og
Grønlands tryggjað støðu-
festi í Norðuratlantshavin-
um – og tað hevur havt eina
stóran trygdarligan týdn-
ing, sæð frá amerikanskari
síðu, sigur hann í somu
vending.
Sluppu lættari
Hans Engell gjørdi sær
stóran ómak at vitja allar
hereindirnar, bæði í Dan-
mark, Grønlandi og Føroy-
um, tá hann var verjumála-
ráðharri.
Vitjanirnar
í
Grønlandi og Føroyum
vóru serlig upplivilsi, helt
hann, tí londini høvdu so
stóran týdning.
– Øll tey árini undir kalda
krígnum og í 80-árunum er
eingin ivi um, at Føroyar
spældu ein stóran leiklut
fyri NATO. Grønland vig-
aði meira, heilt vist, men
Føroyar høvdu eisini nógv
at siga. Danmark hevði øll
tey árini ógvuliga trupult
við at ganga teimum krøv-
um á møti, sum NATO setti
sínum limalondum. Og tað
taldi nógv, serliga frá ein-
um amerikonskum sjónar-
miði, at vit loystu nakrar
uppgávur í Norðuratlants-
havinum,
sigur
Hans
Engell.
Í dag ivast hann í, um
strategiski týdningurin í
Norðurhøvum
er
líka
stórur, men at hann hevur
spart dønum útreiðslur, er
púra ivaleyst. Tað ber kort-
ini ikki til at seta krónur og
oyru á, heldur hann.
– Kritikkurin ímóti Dan-
mark var ikki heilt so
skarpur, tí hildið var, at vit
á annan hátt góvu eitt
ískoyti. Tað vil siga, at
Danmark við Grønlandi og
Føroyum læt við sínum
ríkisfelagsskapi, sum taldi
meira, enn um vit høvdu
2000 hermenn meira ella
minni, sigur Hans Engell.
Betri samband
Sambandið millum danskar
ministarar og amerikonsku
stjórnina hevur altíð verið
serliga gott, minnist Hans
Engell, og tað hevur verið
Grønlandi og Føroyum fyri
at takka.
– Bæði eg sum verju-
málaráðharri
og
mínir
eftirmenn hava altíð havt
lætt við at komið í beinleið-
is samband við amerik-
onsku stjórnina. Danskir
ráðharrar eru ofta bodnir á
vitjan í USA og hava havt
serstakliga gott samskifti
við Pentagon. Tað skyldast
ikki lítla Danmark her
suðri, men í avgjørdarn
mun ta trygdarpolitisku
vekt, sum okkara øki í
Norðuratlantshavinum
góvu okkum, sigur Hans
Engell.
Hans Engell og legendar-
iski amerikanski verju-
málaráðharrin
Casper
Weinberger
vóru
per-
sónligir vinmenn hesu árini
í 80-árunum, tí teir hittust
so ofta. Tað var ikki so, at
teir beinleiðis hildu fundir
um
Norðuratlantshavið,
men samstarvið í verjuøk-
inum bleiv nevnt.
– Tað var ofta nevnt. Ikki
bara ta tíðina, tá vit máttu
verja okkum ímóti langt-
berandi russiskum rakett-
um, men eisini tá vit tosa
um at hava tamarhald í
Norðuratlantshavinum, og
Sovjett-samveldið í alsamt
størri mun arbeiddi við
stórum strategiskum flúgv-
arum, kavbátum og krígs-
skipum. Tá spældu Føroyar
og Grønland ein stóran
leiklut fyri okkum, sigur
Hans Engell.
Føroyar og Grønland loyvdu
Danmark lægri verjuútreiðslur
Tann ungi
verjumálaráðharrin Hans
Engell aftur á jørðini eftir ein
royndartúr við einum F-16
flogfari
Danmark har på intet tidspunkt und-
draget sig udgifter i Nato som følge af
Færøernes status og placering.
Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri,
til Føroyanevndina 23. juni 2003
“
Forsvarsindsatsen i Nordatlanten er i
høj grad med til over for vore NATO-
partnere – ikke minst USA – at
legitimere et forholdsvis lavere dansk
forsvarsbudget.
Hans Engell, fyrrverandi verjumála-
ráðharri, í bókini »På slotsholmen«
“
C
M
Y
K
5
4