Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-17, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. juli 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 133 - 17. juli 2003 Nr. 133 - 17. juli 2003 7 123 børn hugna sær í hesum døgum á legu í Nesvík. – Tað stutt- ligasta við leguni er, at fáa nýggjar vinir, heldur 13 ára gamla Gunhild Bjørk av Argjum SUMMARLEGA Ingrid Bjarnastein Nesvík: So skjótt sum summarfrítíðin hjá før- oyskum skúlaungdómi byrjar, fara summarlegur- nar í Nesvík í gongd. Fleiri summarlegur hava longu verið í summar, og nakrar vera eisini afturat. Í hesum døgum eru 123 ungdómar úr 5.-7. flokki á legu í Nesvík. Tey komu mánadagin og legan er liðug fyri teirra viðkom- andi fríggjadagin. Veðrið er ikki av tí allar- besta henda dagin tá Sosi- alurin kemur á vitjan. Tað regnar illa, og mjørkin hongur langt yvir fjøllini. Men hetta tykist ikki at ávirka lagið á øllum ung- dómunum inni í húsinum. Skógvar liggja tveittir eftir gólvinum við inn- gongdina, og innanfyri hoyrist málageipan, og lukturin av vátum klæðum og báli snýkir seg upp í nasagluggarnar. Í salinum beint innanfyri úthurðina hoppa tey band. Ella ikki tey øll, men nøkur av teimum. Virksemið seinnapartin er farið í gongd, og talan er um fýra ymisk tiltøk børnini skiftast um at ganga ímillum. Báta- sigling, ítriv, grilla og hoppa band. Fjórða ferðin Børnini ganga og mala allastaðni. Sjálvt um regnið dýkir á uttanfyri, so eru nakrir dreingir at síggja á fótbóltsvøllinum uttanfyri leguhúsið. Nøkur sita í eini sofu og hyggja, meðan hini hoppa band, og uppaftur nøkur onnur renna bara runt í salinum. Niðri í kjallaranum verð- ur roykurin av báli sterkari. Vit ganga eftir luktinum, og skjótt finna vit útav, at tað roykurin kemur útifrá. Tað er uttanfyri at børnini grilla sær sno-breyð, sum tey kalla tað. Men ongi børn eru eftir. Tey eru longu liðug, bæði við at grilla og at eta, og eru farin víðari. Tey tíma ikki at vera í frið, so eftir standa eini fýra vaksin, og fáa sær hvør sítt sno-breyð. Longri inni í kjallaranum hoyrist málageipan. Har eru nøkur borð, og koppar og tusjir liggja á borðinum. Kring borðini sita gentur og dreingir við hvør sínum koppi og tekna. – Vit mála krúss við Dávid á, greiðir Gunhild Bjørk frá. Hon er 13 ár og er av Argjum. Hetta er fjórða ferðin hon er á summarlegu í Nesvík. Hon er komin á legu saman við nøkrum av vinkonunum. – Mær dámar væl at vera her. Tú kemur at kenna nógv nýggj fólk, og her er alla tíðina nógv at gera, so man keðir seg ongantíð. Gunhild heldur, at tað stuttligasta við leguni er, at ein kemur at kenna so nógv nýggj fólk. – Vit hava sparkað og verið í jollum, og so hava vit eisini bíbliutímar. Evnið í bíbliutímunum í ár er Dávid og Goliath. Lagið er gott, meðan tey sita og mála. Prátað og flent verður, og tusjirnar flúgva aftur og fram á borðinum. Tá tey eru liðug at tekna kopparnar, verða teir givnir einum leiðara, sum síðani syrgir fyri, at teir verða brendir, so litirnir ikki fara av aftur. Uppi í køkinum er eisini gott lag. Har sita nakrar konur og eisini onkur mað- ur rundan um eitt borð, og fáa sær ein kaffimunn við heimabakaðari skuffikøku. Døgurðin er tikin av borð- inum, og skjótt verður nátt- urðin, ið skal fyrireikast, tí tað tekur eina løtu at gera nátturða til eini 150 fólk. Regnið heldur á at oysa niður uttanfyri, men innan- fyri er heitt og fjálgt. Vit takka fyri okkum, og fara útaftur í váta føroyska summarveðrið. Keðir seg ongantíð Tá Sosialurin var á vitjan í Nesvík vóru fleiri av børnunum upptikin av at hoppa band Mynd: Jens Kr. Vang Gunhild Bjørk er 13 ár. Henni dámar væl at vera á legu í Nesvík, og hetta er fjórða ferðin hon er her Mynd: Jens Kr. Vang Summarlegur í leguhúsinum í Nesvík Í ár verða tilsamans 13 legur í Nesvík Tvær av teimum eru ungdómslegur 1350 børn og ung hava tá summarfrítíðin er liðug, verið í Nesvík á legu Alheimurin savnaður á Háskúlanum 14-ára gomul børn úr níggju ymiskum londum búleikast í hesum døgum á Há- skúlanum í Havn. Tey eru á CISV-legu í Før- oyum, har tey skulu verða í góðan mánað. CISV-LEGA Á HÁSKÚLANUM Páll Holm Johannesen Í hesum døgum verður skipað fyri CISV- legu í Havn. Talan er um eina legu fyri 14 ára gomul børn úr øllum heiminum. Børnini á leguni koma úr Brasilia, Finnlandi, Íslandi, Filipsoyggjunum, USA, Italia, Grikkalandi, Spania og Føroyum. Útlendsku lut- takararnir komu til landið seinast í juni mánaði, og legan verður til 23. juli. Fyrstu dagarnar búðu børnini hjá føroyskum fam- iljum kring landið. Hetta er fastur siður á CISV-legum, og er gjørt við tí fyri eyga, at útlendsku gestirnir alt fyri eitt fáa møguleikan at seta seg inn í føroysk viður- skifti. Eftir, tey høvdu verið hjá familjunum, komu tey aftur á leguna á Háskúlanum. Meðan dagarnir hjá familj- unum ikki vóru so bundnir hjá luttakarunum, so skulu tey á leguni fylgja einum skemaði. Tey 14-ára gomlu sleppa saman við leiðarun- um á leguni seta sín dám á skemaði. Dagurin byrjar vanliga við morgunmati klokkan níggju. CISV flaggið verð- ur síðan vundið á stong. Dagarnir eru síðani skipað- ir við ymiskum fjølbroytt- um aktivitetum. Fyrstu dagarnar varð serliga dent- ur lagdur á at fáa børnini at kenna hvønnannan, og tí- skil fór nógv tíð við spæla navnaspøl o.a. Seinastu vikuna hava ak- tivitetirnir verið meira fjøl- broyttir. Nevnast kann, at ein dagin skuldu tey sjálvi finna vegin til Kirkjubøar við at tumla, og seinni á leguni skulu tey á útferð til Vestmannabjørgini. Dagar- nir enda vanliga um 10-11 tíðina, tá CISV flaggið verður tikið niðuraftur, og sangur er á skránni. Háskúlin vælegnaður Tað eru tær fýra, Malla Dam, Ása Trúgvadóttir, Maria Johannesen og Ann- ika Eidesgaard, sum hava fyriskipað fyri leguni á Há- skúlanum. Tær hava allar seinastu mongu árini nýtt stóru orku til CISV- arbeið- ið, og tær leggja ikki lok á, at tað skal ein stór fyrireik- ing til fyri at fáa ein slíka legu á føtur. Spurdar, um hvussu Háskúlin er egn- aður sum legupláss, svarar tær, at skúlin er frálíkur. – Háskúlin er sera væl- egnaður, tí børnini eru sam- an alla tíðina á einum stað, og endamálið við leguni er júst at samantvinna børnini, og tí riggar skúlin stak væl, sigur Maria Johannesen. Á Háskúlanum eru børn- ini flokkað í kømur, har búgva tvey ella trý saman. Tey hava eitt frítíðarrúm, har stórur partur av fríløt- unum verður nýttur til at lurta eftir tónleiki, lesa bøkur og spæla kort. Um- framt matsal, so hevur skúlin eisini fimleikahøll, og í henni verða fleiri av aktivitetunum fyriskipaðir. Aly úr Filipinunum heldur tað mest for- kunnuga við vitjanini í Føroyum vera, at tað gerst als ikki myrkt, tí hon er von við, at tað altíð er myrkt ein part av døgninum á Filipsoyggjunum. CISV-LEGA Í FØROYUM Páll Holm Johannesen Fleiri av luttakarunum á CISV-leguni á Háskúlanun koma úr rættiliga fjarskotn- um londum, har siðir og gerandisdagur eru full- komiliga øðrvísið, enn tann gerandisdagur, tey vera fyri á Háskúlanum í hesum døgum. Tá vit spyrja tey fýra, Victor og Pecho úr Brasilia, Lauren úr USA og Aly av Filipsoyggjunum, hvat tey hugsaðu um, tá tey komu úr flogfarðinum í Vágum, svara tey avgjørd: Tað var ræðuliga kalt! Øll eru tey von við at ganga lættklødd í heimlandinum, men síðan tey komu til landið hava tey verið noydd at heitari ílatin. Øll fýra høvdu ein langa ferð úr heimlandinum, og Aly úr Filipinunum nevnir fyri okkum, at tey nýttu heilar 18 tímar um at koma til Føroya. Føroyingar ótrúliga vinarligir Fyrstu dagarnar búðu tey hjá føroyskum familjum, og øll fýra eru á einum máli um, at føroyingar eru ótrú- liga vinarligir, og lættir at koma í samband við. Laur- en úr USA búði hjá eini familju á Viðareiði, og hon sigur skemtandi, at á Viðar- eiði búgva um 320 fólk, og tað er tað sama talið av næmingum í skúlanum, hon gongur á New York. Brasiliumenninir Pecho og Victor er ovfarnir av, hvussu vøkur náttúran er í Føroyum. – Náttúran er ótrúliga vøkur, og í Føroyum er eisini nógv reinari enn í Brasilia, siga teir báðir. - Tað løgnasta við Før- oyum, haldi eg verða, at her gerst als ikki myrkt, og fyrstu dagarnar hevði eg trupulleikar at sova, men nú gongur betri, sigur Aly av Filipsoyggjunum. Læra eina rúgvu Spurd, um hvat fáa burturúr einari slíkari CISV-legu, svara tey fýra, at tey læra eina rúgvu. – Vit læra nógv um onnur lond, um teirra fólk og mentan, og ikki minst knýta vit eina rúgvu av vinarbondum, sum helst fara at varða leingi, siga tey fýra. Hvørgin teirra visti, hvar Føroyar lá, tá tey fingu at vita hvaðani tey skuldu á legu. – Eg hevði ikki hoyrt um Føroyar áður, men undan fráferðini royndi eg leita oyggjarnar fram í alfrøðini, og nú veit eg so hvar Føroyar liggja! sigur Victor úr Brasilia at enda. Í hesum døgum verður CISV-lega fyriskipað á Háskúlanum í Havn. Í alt eru níggju lond umboðaðið á leguni. Legan byrjaði 1.juli, og heldur fram til 23.juli. Mynd: Jens Kristian Vang -Tað var ræðuliga kalt Tey fýra, f.v. Victor, Pecho, Lauren og Aly dáma væl at verða á CISV-legu í Føroyum. Tey halda føroyingar vera ótrúliga vinarligar og lættar at koma í samband við. Mynd: Jens Kristian Vang CISV er ein friðarfelags- skapur Føroyar hava lut- tikið á CISV-legum síðan 1978. Í alt hava eini 500 føroysk børn verið á CISV- legu, sum verða fyriskipaðar kring allan heim. CISV-LEGUR Páll Holm Johannesen Eftir ræðuleikarnar frá øðrum veraldarbardaga vóru fólk kring heimin á einum máli um, at slíkar ræðuleikar mátti heimurin aldrin leggja rygg til aftur. Stutt eftir krígslok verður ST sett á stovn við slag- orðinum "United for a better world". Í sama anda verður felagsskapurin CISV, sum er stytting fyri Childrens International Summer Villages, settur á stovn í 1947. C I S V er ein altjóða felagsskap- ur, sum arbeiðir fyri friði, fatan og virðing millum manna. Felagsskapurin er óheftur bæði politiskt og átrúnarliga. Tað var amerikanski sálarfrøðingurin, Doris T. Allen, sum kom við hug- skotinum um CISV- barnalegur. Hon var av tí áskoðan, at tað var sera týdningarmikið, at børn á ungum aldri úr øllum heimi, hóast ymiskan húðalit og mentanararv, lærdu at liva í sátt og semju. Føroyingar fyrstu ferð við í 1978 Fyrsta altjóða CISV-legan var í 1951 í Cincinnati í USA. Á fyrstu leguni vóru 55 luttakarar úr í alt níggju londum. Síðan hava yvir 4000 CISV- legur verið fyriskipaðar, og samlaða luttakaratalið táttar ímóti teimum 160.000. Fyrstu ferð føroyingar vóru á CISV-legu var í 1978. Fyrsta CISV- legan við føroyskari luttøku var í Noregi. Síðan tey fýra Eyð, Kristjan, Elsa og Jóan Petur umboðaðu Føroyar í Noregi fyri 25 árum síðan hava føroyingar á hvørjum ári sent børn á CISV-legu uttanlands. Legurnar hava verið um allan knøttin, alt frá Norð- anlondum til Asiu og Suðuramerika. Seinastu 25 árini hava í alt góð 500 føroysk børn verið á CISV-legum. Umframt at senda børn á legur uttan- lands, so hava føroyingar eisini hýst CISV-legum í Føroyum. Fyrsta CISV- legan í Føroyum var í 1979, og síðan hava før- oyingar við jøvnum mill- umbili hýst legum. Í ár eru føroysk børn á legum í Brasilia, USA, Egyptalandi, Íslandi, Nor- egi, Fraklandi og Føroy- um. C M Y K 7 6