Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-17, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. juli 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 133 - 17. juli 2003 Nr. 133 - 17. juli 2003 9 Føstufressar og Frændur skulu lokka tey tilkomnu á ólav- søkukonsert. 9 før- oyskir bólkar og ein danskur gittarspælari skulu spæla á ársins størstu konsert. FUT vil hava tónleikarar á pallin, sum duga at stemma síni ljóðføri KONSERT Eyðun Klakstein Fyrireikararnir av ólav- søkukonsertini hava drigið eina forkunnuga kanin burtur úr hattinum, nú ársins størsta konsert skal haldast. Teir tiltiknu Føstufressar- nir við Terja Rasmussen á odda verða høvuðsnavn á konsertini í ár, og teir hava ikki spælt á føroyskum palli í langar tíðir. Bólkurin kom í 1990 við síni einastu útgávu, sum mong halda vera besta føroyska tón- leikaútgávan nakrantíð. Bólkurin fer at spæla við síni upprunaligu manning, og sangirnir á útgávuni verða á skránni. Hetta fer uttan iva at lokka tilkomin fólk á kon- sert. Tað sama fara Frændur at gera. Kanska best umtókti bólkurin í landinum gjøgn- um tíðina fer at spæla á konsertini aftur í ár. Velja eftir dygd Umframt tey bæði gomlu nøvnini verða fleiri yngri, men samstundis kend nøvn við á konsertini í ár. – Vit hava valt bólkarnar eftir dygd. Bæði Prix Før- oyar og G! festivalurin hava tungan og ráan tónleik, men soleiðis verður ikki á ólav- søkukonsertini. Vit vilja hava tónleikarar at spæla, sum duga at stemma síni ljóðføri, sigur Kaj Johanne- sen, formaður í Føroyar Undirhaldstónleikarafelag (FUT), og sipar helst til, at talan skal vera um góðan og væl spældan tónleik. Tað er FUT, sum skipar fyri konsertini, og ársins konsert er tann 18. í røðini. 20 sleppa ikki við Umframt Føstufressar og Frændur fara Paradox, Headache Blues Treo, Déjá Vu, Take Off, All That Rain, roWan og Troels Skovgaard at spæla. Flestu av hesum bólkum eru kendir í Føroyum, og teir hava áður víst stórar dygdir sum konsertbólkar. Paradox er vinnarin av Pop- Top kappingini, og tað er siður, at hesin bólkur slepp- ur at byrja ólavsøkukon- sertina. Troels Skovgaard er virdur danskur gittar- spælari. Umframt tey 10 nøvnini, sum eru komin á plakatina, vóru tað nógv onnur, sum vildu sleppa við til stóru konsertina. – Ólavsøkukonsertin er vorðin tann størsta kon- sertin í landinum, og tað er stórur áhugi millum tón- leikarar fyri at sleppa at verða við. Tað standa eini 20 bólkar og banka upp á hurðina, men vit kunnu ikki taka fleiri við, sigur Kaj Johannesen, formaður í FUT. Frá tapi til avlop Ólavsøkukonsertin hevur seinastu árini fingið alt meira vind í seglini. Fyri sjey árum síðani vóru eini 600 fólk á konsert, men seinastu árini hevur talið ligið um tey 3000. Síðani konsertin fekk innivist í Kommunuskúla- garðinum miðskeiðis í høvuðsstaðnum hevur grundarlagið undir konsert- ini verið tryggjað. Har- afturat hava fyrireikararnir roynt at fingið væl umtókt- ar konsertbólkar at spæla, og tað hevur lokkað fólk. – Ólavsøkukonsertin var í nógv ár eitt býtisbarn, men seinastu árini hava vit vent einum buldrandi und- irskoti til eina javnvág, og eisini tónleikarar hava fing- ið gleði av hesum, tí vit hava kunnað gjørt ymisk tiltøk saman við teimum, sigur Kaj Johannesen. – Eitt nú eru vit ein part- ur av Prix Føroyum og brúka pengar til tað, og í fjør gjørdu vit eina fløgu við livandi tónleiki. Garvaður debutantur Føroysku tónleikabólkarnir vilja sera fegnir sleppa at spæla á ólavsøkukonsertini, tí teir vita, at talan er um størstu konsert av slíkum lagi í landinum. Seinastu árini hava fleiri enn 3000 fólk verið á konsertini hvørja ferð. – Ólavsøkukonsertin er nakað serligt, og tí er tað spennandi at sleppa at vera við. Skráin í ár er eisini tann besta nakrantíð, og hon fer at lokka eina stóra fjøld, halda teir í Déjá Vu. Ein royndur tónleikari, sum ongantíð áður hevur spælt á ólavsøkukonsertini, er Edvard Nyholm Debess. Hann hevur verið virkin tónleikari í nógv ár, men hann hevur ongantíð staðið á palli til ólavsøkukon- sertina. Nú skal hann spæla sam- an við bólkinum Headache Blues Treo. – Eg havi í nógv ár verið granni til konsertina og havi hoyrt tónleikin, meg eg havi ongantíð verið á pallinum. Tað er helst til- vildarligt, men nú sleppi eg so at royna tað, sigur Ed- vard Nyholm Debess. Konsertin byrjar sunnu- kvøldið 27. juli kl. 21.00. Velja bólkar eftir dygd Konsertin verður í Kommunuskúlagarðinum í Havn 27. juli. Bólkarnir, sum fara at spæla, eru: Føstufressar Frændur All That Rain MC Hár Déjá Vu Take Off Headache Blues Treo roWan Paradox Troels Skovgaard Ólavsølukonsertin 2003 Í dag klokkan 15 verður eldrahugni úti í Grøv í Klaksvík. Tiltakið skuldi vera týsdagin, men varð útsett vegna veður ELDRAHUGNI Solby A. Eliasen Klaksvík: Eldrahugnin, sum skuldi verða úti í Grøv týsdagin, verður í staðin í dag, hósdagin, klokkan 15. Á skránni verður felags- sangur og limir úr Klaks- víkar Hornorkestri fara at spæla nøkur løg. Eisini kemur Anna Katrin Matras, fornfrøðingur, at greiða frá toftunum úti í Grøv. Kakao og bollar verða eisini at fáa. Hetta er fimta árið á rað at skipað verður fyri eldra- hugna úti í Grøv. Tað eru eldrabólkurin í Norðoyggj- um, Dagtilhaldið og Hugni, sum skipa fyri. Tey siga, at tiltakið hevur verið sera væl eydnað á hvørjum ári, og tað legst til við fólki hvørja ferð. Um fólk í koyrstóli skulu út í Grøv, verður mælt til at fara eftir gamla vegi. Eisini ber til at fáa serflutnings- tænastuna hjá kommununi at flyta fólk, um tað er neyðugt. – So er bara at ringja til serflutningin á tlf. 212288, siga fyrireikararnir. Tey leggja afturat, at fólk aðrastaðnis frá somuleiðis eru vælkomin. Dúgvan siglir av Leirvík klokkan 14. NØVN Í VIKUNI Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 17. juli. Aleksius, deyður í umleið 430. Hann var sonur ein rómverskan senator, men fór sum ungur heimanífrá og livdi sum biddari og kristin prædikumaður í 17 ár. Hann kom heim aftur og livdi onnur 17 ár sum biddari fyri durunum hjá pápa sínum. Eftir deyðan varð hann skírdur halgimenni. Liggur jarðaður undir Pæturskirkjuni. Stytting av grikska navninum Alexandros, ið merkir verndarmaður. 1. juli 2003 vóru liðin hundrað ár síðan Christian Bærentsen amtmaður setti Sámal á Krákusteini í Havn sum Færøernes første ordi- nære betjent. Hetta var 1. juli 1903. Samuel F. Samuelsen, Sámal á Krákusteini, sum hann vanliga var nevndur millum fólk í Havn, var fyrsti løgreglumaður í Før- oyum. Sámal var føddur 23. juli í 1852, sonur timbur- mannin Daniel F. Samuel- sen og konuna Lorenzu Jacobsdatter. Hann fekk starv við politistaliðið í oktober 1873, varð tilnevndur kvar- termeistari í 1886 og var í hesum starvi til politista- liðið varð tikið av í 1902. Í 1903 varð hann settur sum løgreglumaður, tann fyrsti í Føroyum. Fyri longu og drúgvu tænastu sína, 40 ár tilsamans í polititænastu, fekk hann riddarakross og tænastumedaljuna í gulli. Umframt at røkja starvið sum politistur mátti hann, sum nógv onnur í Havn um tað mundið, arbeiða sum traðarmaður og útróðrar- maður. Sámal var væl lisin maður, og var virkin í al- menna lívinum í Havnini, hann var m.a. við til at kalla inn til jólafundin um at verja Føroya mál og siðir í 1888. Sámal giftist í 1880 við Susanne Julie Frederikke Nielsen, dóttar Niels Jo- hannesen í Saltangará. Tey fingu 8 børn, ið øll vóru doypt Kragesteen, ið var staðarnavn har hann búði. Tað staðið, ein hella, ið lá vestanfyri núverandi Skansavegin, er nú sprongd burtur. Hon fekk navnið av, at kráku-, ravns- og skúgvanev vóru brend har, á Krákusteini. Børnini hjá Sámal og Súsonnu vóru: Daniel Frederik Samuelsen Krage- steen, doyði 3 ára gamal av heilabruna., Johanne Mar- grethe Kragesteen, Daniel Samuel Kragesteen, doyði 19 ára gamal av hjarta- sjúku, Niels Kragesteen, Hjalmar Lorenz Krage- steen, Anton August Frede- rik Kragesteen, og tvíburð- arnir Inga Helene Susanne Kragesteen og Lorenze Jacobine Kragesteen. Sám- al á Krákusteini fór frá sum løgreglumaður 1. oktober 1922, hann var tá 70 ára gamal. Hann doyði 3. mars 1932, 79 ára gamal. Gunnar Mohr 40 ár 17. juli fyllir Gunnar Mohr í Havn 40 ár. Gunnar er sonur Maritu, f. Pálsdóttir Hansen, og Hera Mohr í Havn. Gunnar er best kend- ur sum fótbóltsspælari. Hann er HB-ari við stóra H og hevur heilt frá ungum av spælt í HB. Hann er eisini havnarmaður við stórum H. Hann kom á 1. deild í 1983 og spældi har í mong ár. Seinast hann spældi við í 1. deild var í 2001. Gunn- ar hevur í tveimum umfør- um verið formaður í HB, fyrst frá 1993-1994 og so aftur frá 1998-2001. Hann spældi eisini á landliðinum. Í tíðarskeiðnum frá 1989 til 1993 var hann við í sjey al- tjóða skrásettum landsdyst- um. Hóast sín lutfalsliga unga aldur hevur Gunnar arbeitt á heilsøluni hjá Poul Michelsen, har hann er innkeypsleiðari, í úti við 25 ár. Hann er giftur við Osvør, dóttir Eydnu og Øssur Hjalt í Havn, tey eiga børnini Onnu Sofíu, Hera og Øssur. Gunnar eigur eis- ini sonin Jan Hansen, sum býr í Havn. Føðingardag- urin varð hildin seinasta leygarkvøld, saman við umleið 150 gestum. Løgreglan 100 ár Eldrahugni úti í Grøv í dag Eldrahugnin úti í Grøv í Klaksvík verður í dag klokkan 15 Mynd: Rúna Sivertsen Sámal á Krákusteini Mynd: Politi í Føroyum fyrr og nú C M Y K 9 8